Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mai 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 94 - 19. mai 2004 Nr. 94 - 19. mai 2004 3 Gunnar nógv spældur Fyrsta stakfløgan hjá Gunnari Mikkelsen, Haunted Honeymoon, verður nógv spæld í donskum útvarpi, og hon er eisini við á onkrum hitlistum. Á Tjeklistanum, sum P3 hjá Danmarks Radio ger eina ferð um vikuna, er Gunnar Mikkelsen hesa vikuna komin inn á listan sum nummar 29. Og tað, sum kanska hevur líka nógv at siga er, at sangurin er mill- um 20 teir mest spældu í Danmark í løtuni. Á Airplay list- anum, sum AC Nielsen AIM ger upp fyri donsku plátuvinnuna, er Haunted Honey- moon nummar 19. Fyrsta fløgan hjá Gunnari Mikkelsen kom úr í gjár, og næstu dagarnar fer Gunnar at spæla unplugged á ymsum útvarpsrásum kring Danmark. Grand Prixið í kreppu Europeiska Melodi Grand Prixið er í kreppu, og orsøkin er, at suður- og eystur- europeisk lond hava sett seg á 50 ára gomlu tónleikakappingina. Tað heldur Jan Erik- sen, blaðmaður á BT, sum seinastu dagarnar hevur dekkað Grand Prixið í Turkaland. Í einari hvassari við- merking í BT skrivar hann, at teir mongu griksku, turkisku og jugoslavisku innflytar- arnir í Europa atkvøða í stórum tali fyri sínum heimlandi, og hjá teimum snýr tað seg meira um móðurlands- kærleika enn tónleik. Bara í Týsklandi at- kvøddu í fjør meira enn ein millión turkar- ar. – Góð løg vóru líka so vælkomin í Grand Prixnum hesaferð, sum kurdiska frælsis- rørslan hevði verið tað á áhoyrararplássunum, skrivar Jan Erikssen og heldur, at londu sum Holland, England, Týskland og Noreg, sum høvdu sangir við góðum løgum, vóru revsað. Blaðmaðurin á BT mælir til, at tað frem- eftir verða ein norður- vestureuropeisk hálv- finalan og ein suður- eystureuropeisk hálv- finala, og so sleppa eins nógv lond úr hes- um pørtum av Europa við í finaluna. Hesaferð vann Rus- lana úr Ukraina Grand Prixið. MØTIR Tíðindaskriv Í døgunum 29. mai til 4. juni 2004 bjóðar Filadelfia samkoman við Landavegin 22 í Havn til møtirøðina »Rørir tað teg?« við Zamb- iska prestinum Robert Bwalya. Í samband við at Robert Bwalya heldur møtir í Eng- landi og Danmark, hevur tað eydnast Filadelfia, at fáa hann til Føroyar at hava eina møtirøð. Hann er prestur hjá einari samkomu við umleið 1.200 limum í triðstørsta býnum í Zambia, Ndola. Ígjøgnum tætt samstarv við skúla-, heilsu-, og lógarverkið verður hann nýttur sum síðsta loysn til tey menniskju ið hesir stovnar hava uppgivið. Við at taka tað andaliga við inn í viðgerðina hevur hann í Jesu navnið hjálpt og grøtt 80 % av teimum. Robert Bwalya er nógv virdur millum tað Zamb- iska fólki, hetta sæst aftur millum annað við tað, at hann er tjóðarráðgevi fyri endurreisn og varðveitan av hjúnabandinum. Eftir eina ógvusliga upp- living var Robert umvend- ur. Robert sigur sjálvur frá at hann eftir eina langa sjúkralegu doyði, har hann var tikin upp til himmals, og upplivdi sannleikan um, at tað er meira millum himmal og jørð, enn hann sjálvur vildi verða við. Møtirøðin byrjar leygar- kvøldið 29. mai kl. 19.00 og heldur fram øll kvøldini kl. 19.00 fram til fríggja- kvøldið 4. juni. Tað verða eisini skipa fyri øðrum til- tøkum í samband við møti- røðina, so sum lovsongs- konsert og morgunmøti hvítusunnudagarnar. Tað er Filadelfia sam- koman í havn við sínum umleið 150 limum, sum hevur fingið hesa forkunn- ugu vitjan í lag. Tey sein- astu 8 árini hava Sólrún og Tummas Jacobsen verið fyristøðupar, og afturat sær í leiðsluni hava tey ein leiðslubólk, ið telur fýra fólk. Samkoman hevur seinastu árini skipað fyri fleiri líknandi tiltøkum, har øll hava verið væl vitjaði. Gjøgnum heimasíðuna www.filadelfia.fo eru fleiri upplýsningar at fáa um samkomuna og um møti- røðina við Robert Bwalya. Filadelfia forkunnuga vitjan úr Zambia TÍÐINDASKRIV Kvinnuting Tjóðveldisfloksins Kvinnuting verður hós- dagin 20. mai frá kl. 08:30 til kl. 15:00 í hølum flok- sins. • Er tað maktstrðið, sum heldur kvinnum aftur í at taka lut í politikki • Hvussu skúla vit kvinnur og menn í javnstøðu • Fyri hvønn er javnstøða • Hvussu er kynið í málið okkara • Ber tað til at verða smá- barnamamma og framm- arlaga í politikki • Hvussu var støðan, hvussu er hon og hvat er til ráða at taka • Royndir í kommunal- politikki og í landspoli- tikki Millum annað hesir spurn- ingar og evni verða umrødd á kvinnutinginum, har kvinnur úr Tjóðveldis- flokkinum við ymiskum royndum fara at røða. Fólkaræðislig tilvild ella vilji fólksins? Fyrst í árinum var val til løgtingið. Fólkið valdi tríggjar kvinnur og nýggj- ogtjúgu menn. Tvær vikur seinni var samgongan skip- að. Samgongan valdi onga kvinnu og sjey menn í landsstýrið, umframt at og hon valdi sjey menn og onga kvinnu í teir sjey formanspostarnar í makt- miklu løgtingsnevndunum. Hesin ójavni hevur veruliga sett ljóskastaran á javnstøðuna í Føroyum. Er ójavna kynsumboðanin á politiska pallinum um- boðandi føroya fólks vilja og hugburð, ella er tað ein fólkaræðislig tilvild, sum gav okkum úrslitið? Hvaðani eru vit. Hvar eru vit. Hvagar fara vit. At støðan bleiv sum hon bleiv, er millum annað or- søkin til, at kvinnur í Tjóðveldisflokkinum hava tikið seg saman at umrøða evnið "javnstøða" útfrá søguligum- og nútíðareyð- kennum og við framtíðar- møguleikum. Dagurin verður skipaður við fýra pallborðum, har kvinnur við ymiskum royndum koma at røða um javnstøðuspurningar. Mill- um hvørt pallborð verður høvi at gera viðmerkingar og seta spurningar. Laufey H. Blaasvær setir tingið kl. 09:00. Við fyrsta pallborðið, sum byrjar kl. 09:15 sita Karin Kjølbro, Ingrið Sondum og Bergtóra Han- usardóttir. Kl 10:15 sita við pall- borðið: Kristianna Rein, Heidi Petersen og Hildur Eyðunsdóttir. Tá tær eru lidnar verður ein steðgur millum kl. 11:00 og 12:15. Triðja pallborðið byrjar kl. 12:30 við Vár í Ólavs- stovu, Annitu á Fríðriks- mørk og Annlis Bjark- hamar. Við fjórða pallborðið, sum byrjar kl 13:30 sita Hjørdis Heindriksdóttir og Diana Borgnýardóttir. Allar tjóðveldishugaðar kvinnur eru vælkomnar og møguleiki er fyri at tekna seg sum lim í Tjóðveldis- flokkinum.. Kvinnutingið, sum er ókeypis, byrjar kl. 0830 við morgunmati og endar kl. 15:00 við sangi. Kvinnur, sum ynskja at taka lut á tinginum verða bidnar um at siga frá, áðrenn mikudagin 19. mai kl. 13:00 á info@norna.fo ella á tlf 22.47.10 ella tlf 31.24.57. Kvinnuting Tjóðveldisfloksins Íslendski bólkurin Guitar Islancio hevur góðar og garvaðar limir og nú hevur bólkurin givið út fløgu við yndisløgum, ið hava uppruna á okkara leiðum. Scandinavian Songs er 4. fløga teirra og eisini Týr hava heið- urin at eiga eitt lag á fløguni TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Um vikuskiftið gav Guitar Islancio út 4. fløguna, har nakrir siðbundnir íslendskir sangir eru á, umframt sang- ir úr skandinavisku londun- um. Sangirnir eru kendir og væl dámdir í Íslandi, uttan kanska eini sangurin úr Grønlandi og sangurin úr Føroyum. Tutl gav í 1999 út fløguna Rock from the cold Seas, ið Jens Guð samskipaði. Síð- ani hava íslendingar hugsað um íslendkan tónleik sum part av størri høpi í skandi- naviskum samanhangi, einamest Føroyar, Ísland og Grønland. Tá Týr komu við best dámda sangi í Íslandi í 2002, Orminum Langa, gjørdist hetta samanhang sjónligari. Sum so mangur íslendingur, so fall mann- ingin í Guitar Islancio fyri Týr og Orminum Langa og vildu teir tí gera eina út- gávu av einum lag hjá Týr til 4. fløguna hjá Guitar Is- lancio. Og tað gjørdist lag- ið Kærleiki til fostur-jørð. Í samrøðu við Morgin- blaðið sigur manningin í Guitar Islancio, at teir hava eitt sindur av heavy guitar í lagnum, sum ein heiður til rockbólkin Týr, sum teir meta høgt. Týr ger sið- bundnar sangir og vísur til rock, eins og Guitar Is- lancio ger siðbundnan tón- leik til jazz og swing. Góðir menn Guitar Islancio er in- strumentalbólkur, ein trio við tveimum guitarum og bassi. Ein av guitarleikar- unum er ein hin tekniskt besti í Íslandi, Bjørn Thor- oddsen. Hin er Gunnar Thórðar- son, ið er kendastur sum guitarleikari í einum av fyrstu kendu "Beatles-bólk- unum" í Íslandi, , nevniliga Hjólmar. Hjólmar var høv- uðsbólkur Íslands í seksti- árunum. Bólkurin gav undir navninum Thor’s Hammer út eina altjóða plátu, ið varð seld í 40.000 eintøkum kring heimin, mest í Bretlandi. Í 1968 stovnaði Gunnar progressiva bólkin Trúbrót. Bólkurin spældi í nøkur ár og var nærum eitt sonevnt superband, har limirnir vóru kendir sum dugnaligir á ljóðførini innan rock- heimin. Bólkurin spældi tónleik sum lá tætt við Led Zeppelin og Frank Zappa. Íslendskir tónleikarar eru ikki vanir at endurspæla føroyskan tónleik, tó heim- ildarmaður okkara, Jens Guð, sigur seg minnast, at t.d. Hera Bjørk sang Aldur- nar í tær og at Blásara- kvintett Reykjavíkar hevur leikt tónleik eftir Kristian Blak. Týr heiðraðir á útgávu Sjónvarpið fekk 270 klagur eftir einum tíma, tá ið illir eysturoyingar og kalsoy- ingar fríggjadagin mistu Sjónvarp Føroya av skíggj- anum. Hetta hendi mitt undir kongaliga brúdleyp- inum í Keypmannahavn, og orsøkin var, at sendarin á Støðlafjalli fekk fyri. Dimmlætting skrivar, at tað gingu fimm korter, áðrenn Sjónvarpið var aftur at síggja, og hesa løtuna var sannur telefonstormur í Sjónvarpinum. Mikkjal Helmsdal, stjóri á Sjónvarpi Føroya, sigur við blaðið, at ein maður sat burturav og tók í móti øllum skolunum. – Til alla lukku bleiv sendarin í ordan aftur áðrenn vígsluna, so hyggj- ararnir kundu fáa hana við, sigur stjórin í sjónvarps- stjórin. Sjónvarp Føroya frásigur sær ábyrgdina av hesum óhappi, tí tað er nevniliga ikki Sjónvarpið ið tekur sær av sendinetinum. Tað ger Føroya Tele vegna Vinnu- málaráðið, og er tað sostatt Vinnumálaráðið sum hevur evstu ábyrgdina av, at sendinetið virkar nøktandi, skrivar Dimmalætting. AFS gongur nýggjar leiðir Sum nakað nýtt verð- ur í summar møgu- leiki hjá ungum før- oyingum at fara til Danmarkar at búgva hjá eini vertsfamilju í ein mána. Hetta er byrjanin uppá eitt norðuratlantiskt samstarv millum Føroyar, Ísland, Grønland og Dan- mark Ert tú ímillum 15-19 ár, og hevur tú hug at royna eina øðrvísi avbjóðing í summ- ar, so hevur tú nú møgu- leika at fara til Danmarkar í fýra vikur. Frá 17. juli til 14. august verður nevniliga skipað fyri einum AFS summarprogrammi. Tú fert at búgva heima hjá eini danskari familju, sum býr í Keypmanna- havnsøkinum. Hetta gevur tær møguleika at kunna teg betur við danska málið og koma tætt inn á danska gerandisdagin, samstundis sum tú lærir nýggj fólk og nýggjar mentanir at kenna. Fyrstu tvær vikurnar verða ymisk tiltøk á skránni, útferðir o.t. Síðstu tvær vikurnar gongur tú í skúla saman við tínum vertssystkjum, antin í 10. flokk ella í ein studenta- skúla. Um tú ætlar tær á eftir- skúla í Danmark, men kennir teg ótryggan við landið og málið, so er hetta ein góð og bleyt byrjan. Um tú fert á eftirskúla, skalt tú ikki í skúla við vertssystkjunum, men beinleiðis í tín egna skúla. Møguleiki er eisini at fyrireika seg til víðari lesn- að í Danmark við at vitja universitet. Hetta tilboðið stendur bara ungum úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi í boði og ætlanin er, um undir- tøkan verður nóg góð, at endurtaka tiltakið næsta ár í einum av hinum londun- um. Kostnaður av túrinum er 3500 kr + ferðagjald. Um tú ynskir at frætta nærri um tilboðið, kanst tú venda tær til Elisabeth Holm, tlf 312991. eys Fyrrverandi landsstýris- maðurin Eyðun Elttør verður ein av teimum, sum bjóðar seg fram á býráðs- valinum í Klaksvík seinni í ár. Norðlýsið skrivar, at Norðoya Sjálvstýrisfelag hevur havt sín fyrsta upp- stillingarfund, og har var Eyðun Elttør ein av teim- um, sum játtaði at stilla upp. Í løtuni umboðar Karl Heri Joensen Sjálvstýris- flokkin í Klaksvíkar bý- ráði, og hann stillar eisini uppaftur. Eyðun Elttør stillar upp Telefonstormur í SvF Næstseinasta innleiðandi umfarið í Ársins Song- rødd 2004 var leygar- kvøldið í Havn. Barbara Abrahamsen sang lagið »Come what may« úr filminum Mou- lin Rouge, og tað gjørdi hon so sannførandi, at dómararnir valdu hana til vinnara. Á øðrum plássi kom Kristleyg Hansen við sanginum »White Flag« hjá Dido. Tær hava báðar luttikið í kappingini áður. Seinasta innleiðandi umfarið verður í Ment- anarhúsinum í Fuglafirði longu komandi leygar- kvøld. Finalan verður í Badmintonhøllina 5. juni. Barbara vann C M Y K 3 2 1 vi ka í Da nl an d- íb ú ð 1 vi ka á S ka ll er u p K li t 1 v ik a í D an Ce nt er s u m m a r h ú s i 2 vaksin og 2 børn við bili 2 vaksin og 2 børn við bili 2 vaksin og 2 børn við bili Danland Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/bað. Uppihald í Dan land-íbúð í 1 viku fyri 2 vaksin og 2 børn við bili. úr 7.950 1,- Skallerup Klit Íroknað er: Sigling Tórshavn-Hanstholm og aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/ bað. Uppihald í 1 viku á Skallerup Klit Feriecenter fyri 2 vaksin og 2 børn við bili. úr 9.400 1,- DANLAND er vorðið eitt hitt best um tókta ferða málið hjá føroyingum. Dan land frí tíð- ardeplarnir hava væl innrætt aðar íbúð ir við køki og nógv frí tíð artilboð eru fyri bæði vaksin og børn. SKALLERUP KLIT FERIECENTER er stór ur nútímans frítíðardepil av høgari góðsku, ið er við strond ina millum Blokhus og Hirtshals. Har er subtropiskt baði land, bónda garður, ítrivshallir og alskyns uttandura hent leikar. Summarhús Íroknað er: Sigling Tórshavn-Hanstholm og aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/bað. Uppi hald í 1 viku í summarhúsi fyri 2 vaksin og 2 børn við bili. úr 7.780 1,- 1 vi k a á Pe rs H ot el 1 v i k a í Di sn ey la nd i í P ar ís Pers Hotel Íroknað kostnaðin: Sigling Tórshavn-Bergen og aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/bað. Hartil 7 gistingar í smáttu, uttan kost, fyri 2 vaksin og 2 børn. úr 6.890 2,- Disneyland Íroknað er: Ferð fram og aftur í 4-koyggju- kamari, inn an, við wc/bað. Hartil uppihald 5 nætur á Hotel Santa Fe í Disneylandi á dupultkamari við 2 upp reiðingum og uppi- hald 1 nátt á hotelli á út- og heim ferðini. úr 18.500 3,- 2 vaksin og 2 børn við bili Ferðin yvir øllum ferðum Ferðin yvir øllum ferðum 1 v i k a á H o t el li í Ís la nd i Ísland Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggju- kamari, innan, við wc/bað. Uppihald í dup ult- kamari við wc/bað á Foss-hotelli í 7 nætur. úr úr 4.108 4.108 3 ,- ,- Fyri hvønn ferðandi S u m m a r h ú s í H e t l a n d i Hetland Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggju- kamari, innan, við wc/bað. Uppi hald í 1 viku í summarhúsi fyri 2 vaksin og 2 børn við bili. úr úr 6.980 6.980 2 2 ,- ,- Í risa stuttleikaparkini 40 km úr París møtir tú kendu tekni søgu fi gurunum »live«. 2 vaksin og 2 børn við bili J. Broncks gøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo 1) Fráferð: 7/5, 14/5, 21/5, 28/5, 4/6, 11/6, 13/8, 20/8, 27/8 og 3/9. Aðrir prísir eru galdandi um fráferðin ikki er ein av nevndu døgum. 2) Fráferð: 3/5, 10/5, 17/5, 24/5, 31/5, 7/6, 9/8, 16/8, 23/8 og 30/8. Aðrir prísir eru galdandi um fráferðin ikki er ein av nevndu døgum. 3) Nevnda prísdømi er galdandi fyri lágárstíð. Aðrir prísir eru galdandi um ferðast verður uttanfyri lágárstíð.