Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mai 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 94 - 19. mai 2004 Nr. 94 - 19. mai 2004 5 Fríggjamorgunin 14. mai komu nakrir stórir íslendskir bilar í land av Norrønu við Formula Off Road- bilum í lastini. Mána- dagin fóru teir víðari til Noregs, har teir skulu luttaka í einum stórum "treffi" í Vormsund, nær- hendis Olso OFF ROAD Orð og myndir: Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Larmurin var øgiligur á Kongabrúnni seinasta leyg- ardag, tá fleiri íslendskir Formula Off Road stóðu við motorunum í gongd á parkeringsplássinum. Bilarnir, sum vóru sjey í tali, vórðu rættuliga ser- merktir á allan hátt - sóu út sum heimagjørdir kassa- bilar. Teir eru gjørdir til at kunna koyra allastaðni, um tað so er í leysari luft, sum vit síggja á myndunum. Við í íslendska ferðalag- num vóru eini 30 fólk, sum skulu til Formula Off Road Open í Vormsund í Norra komandi vikuskifti. Har vera tilsamans 46 tílíkir bilar úr Danmark, Svøríki og Norra. Nógvir íslend- ingar fara við flogfari til Norra at hyggja eftir koyr- ingini í Vormsund - tilsam- ans verða tey eini hundrað fólk í tali. Kappingin verð- ur leygardagin 22. og sunnudagin 23. mai. Í Íslandi hava limirnir í Iceland Racing Team "treff" sjey ferðir árliga. Bilarnir er sergjørdir og bygdir upp við sterkum rørboylum, so teir tola nógv av undir koyring. Dekkini eru sergjørd til at krintrast í brattlendi og í fjøllunum. Motorarnir eru stórir við fleiri hundrað hestakreftum Tað sær rættuliga ógvusligt, tá íslendarar sýna síni kynstur og vísa hvør dugur er í teimum. Hesin er langt uppi í luftini Mynd: Iceland Racing Team Íslendskir Formula Off Road á Kongabrúnni Tað kundi sæð út, sum um at tað vóru bilvrak, sum stóðu á Kongabrúnni leygardagin, men tað var tað als ikki. Talan var um íslendskar "offroadarar" sum vórðu sýndir fram Her eru íslendingarnir, sum eiga og koyra teir sjey Formula Off Road-bilarnar, ið vóru her í vikuskiftinum Eitt mál um harð- skap, har ein 43 ára gamal maður er ákærdur fyri at hava sligið og sparkað ein 19 ára gamlan mann, var fyri í Føroya Rætti í gjár RÆTTARMÁL Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Hendingin fór fram eina mánanátt í november mánaða síðsta ár í einari størri bygd í Føroyum. Tann 43 ára gamli greiddi í rættinum frá, at han var farin til songar, tá ið hann á miðjari nátt vaknaði av larmi uttan fyri húsini hjá sær. Úr vindeyganum sá hann ein mann róta og sláa í bilinum hjá sær beint uttan fyri húsini, og hann leyp tískil út. Viðgongur at hava sligið Komin út til bilin hjá sær, sigur ákærdi seg hava tikið ein mann úr bilinum. Ákærdi greiddi frá, at tann 19 ára gamli maðurin í bil- inum slóg ákærda tvær ferðir, tá ið hann bleiv drig- in úr bilinum, og at ákærdi tí lønti honum tað aftur við at sláa fleiri ferðir í andlitið og á kroppin. Sambært ákæruritinum skal tann ákærdi eisini hava sparkað tann 19 ára gamla, men hetta noktaði ákærdi. Løgreglan arbeiðir í løtuni við málinum um innbrotið í bilin, men tann 19 ára gamli segði í rættinum í gjár, at hann hevði ikki ver- ið í bilinum hjá tí ákærda. Hann sigur seg hava verið á veg til hús, tá ið hann bleiv álopin av ákærda uttan nakra ávaring. Tann 19 ára gamli, sum var ávirkaður av rúsdrekka, segði ákærda hava sligið og sparkað seg fleiri ferðir, áðrenn fólk fóru at rópa eftir ákærda, og tann 19 ára gamli slapp til rýmingar. Ein kvinna, ið býr beint við har, sum hendingin fór fram, greiddi í rættinum frá, at hon hevði sæð ákærda sparkað og sligið tann 19 ára gamla, men hon dugdi ikki at siga, hvussu umfatandi sløgini og sparkini vóru. Tann 19 ára gamli drong- urin greiddi í sínari vitnis- frágreiðing frá, at hann hevði tosað við kvinnuna eftir hendingina, og hon hevði greitt honum frá, hvat hon hevði sæð. Hetta hevði fingið tað heila at hanga betur saman hjá tí 19 ára gamla, sum hevði ógvuliga ilt við at minnast aftur á hendingina í november. Tá ið kvinnan varð avhoyrd í rættinum, segði hon tó, at hon hevði heilsað upp á tann 19 ára gamla eftir hendingina, men at tey ikki høvdu tosað saman um tað, ið fór fram í november mánaða í fjør. Verjin hjá tí ákærda bað um, at um ákærdi bleiv funnin sekur, at møguleiki var fyri, at dómurin bleiv treytaður, og at ákærdi í staðin fekk nakrar tímar samfelagstænastu. Tí var málið útsett, til ein kanning er farin fram av persónligu viðurskiftunum hjá tí ákærda. Dong á djúpum vatni Hetta er heitið á fyri- lestri, sum Jan Terje Edvardssen, »Senior Vice President, Explo- ration« hjá danska olju- felagnum DONG, fer at halda á aðalfundinum hjá Oljutinginum 2. juni. Danski serfrøð- ingurin fer at tosa um stratagiina hjá DONG á Atlantsmótinum og um vánirnar her. Annars verður vanligur aðal- fundur, har formaðurin setur tingið og síðani verður val av nýggjari nevnd. Tey, ið ynskja at luttaka, kunnu boða Vinnuhúsinum frá. Øll kunnu vera limur í Oljutinginum, sum er ein áhugafelagsskapur fyri fólk í oljuvinnuni og fyri fólk sum heild, ið hava áhuga fyri olju- tilgongdini. Dong, sum hesaferð verður partur av Olju- tinginum, hevur annars víðkað sítt virksemi á Atlantsmótinum nógv seinastu árini. Tað byrj- aði við, at felagið kom við í The Faroes Part- nership samtakið, ið fekk leitiloyvi í 1. Rundu. Síðani hevur felagið víðkað sín leiklut og er partur av 9 ára loyvin- um, sum Statoil stendur fyri og felagið er so eisini við í fleiri loyv- um á bretska landgrun- ninum, eitt nú loyvum, har tað verður borað í summar. Samanumtik- ið kann sigast, at DONG er eitt av teim- um virknu oljufeløgun- um um okkara leiðir, og okkurt bendir á, at fel- agið ætlar sær ikki at minka um sítt virksemi, heldur tvørturímóti. Ákærdur fyri at hava sligið og sparkað Veiðuhagtølini fyri fyrsta ársfjóðring í ár vísa at virði á til dømis upsaveiðuni er fallið niður um eina helvt av virðinum sama tíðar- skeið í fjør. Minkingin í veiðuni merkist longu nú væl í fiksivinnuni bæði á sjógvi og á landi, skrivar heimasíðan hjá Vinnuhús- inum. Miðal kiloprísurin fyri allar støddir av upsa er lækkaður eina knappa krónu svarandi til 23 pros- ent. Samstundis er veiðan minka við 5.400 tonsum svarandi til eina lítla helvt. Toskaveiðan er sama tíðar- skeið minka 5 prosent í nøgd og 11 prosent í virði. Meðan hýsuveiðan er minka 1 prosent í nøgd og 26 prosent í virði. Samanlagt er feskfiska- veiðan sum heild minka við 17-18 prosentum bæði í nøgd og virði fyrsta árs- fjóðring í ár í mun til sama tíðarskeið 2003. Verður hugt eftir býtinum á feskfiskaveiðuni eftir skipabólkum ella reiðskapi er týðuligt, at tað er trol- veiðan, sum hevur tað stóru minkingina í nøgd og virði. Línuveiðan er hinvegin vaksin 5 prosent í nøgd, men minka 12 prosent í virði Heldur gongdin fram við so stórum minkingum kem- ur tað eisini at merkjast í øðrum vinnum og í sam- felagnum sum heild, skrivar heimasíðan hjá Vinnuhús- inum. Minni veiða undir Føroyum C M Y K 5 4 Skjótt og lætt og við kappingarførum prísum, seta okkara fakfólk upp vælumtóktu eldsløkkiútgerðina Fire Mermaid í smábátar upp til 24m longd. Til vinnurekandi bátar er krav um at skipanin er sett upp av løggildum fólki. Hesa løggilding hava fakfólk okkara. Ringið og fáið meir at vita hjá Kristian Martin Jacobsen á tlf. 21 23 86. Eldsløkkiútgerð Fire Mermaid til smábátar SKIPASMIÐJAN Tlf. 301100 STEPHANSSONS HÚS 314291