mánadagur 24. februar 2014síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. februar 2014 · Nr. 23
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður í umhvørvis
málum, hevur veitt fimm
verkætlanum
stuðul
av
játtanini
til
umhvørvis
verndartiltøk.
Tá
freistin
at søkja um stuðul var úti,
hevði Fiskimálaráðið fingið
tilsamans 18 umsóknir.
Tær fimm umsóknirnar,
sum hava fingið stuðul, verða
í stuttum lýstar soleiðis:
Heðin
Joensen
hevur
fingið
30.000
krónur
til
verkætlanina
“Bjálvandi
betongformar”. Talan er um
betongformar úr flamingo.
Endamálið við verkætlanini
er at lýsa, fylgja byggigongd
ini og máta orkunýtsluna av
einum nýggjum byggihátti í
Føroyum. Orkunýtslan skal
mátast og samanberast við
siðbundna føroyska húsa
bygging.
Jógvan
Fróði
Hansen
hevur fingið 80.000 krónur
til verkætlanina “Útbreiðsla
og møgulig árin av innslødda
krabbadýrinum
Caprella
mutica í Føroyum”.
Krabbadýrið hoyrir náttúr
liga til í Japanska havinum. Í
2008 var krabbadýrið funnið
fyrstu ferð í tveimum ymisk
um alibrúkum í Føroyum.
Ikki er greitt, hvussu slag
ið er innsløtt til Føroya. Við
kanningunum ber væntandi
til at staðfesta, um krabba
dýrið hevur spjatt seg til
onnur búøki, og um tað er
ein hóttan móti øðrum djóra
sløgum.
Abraham Mikladal hevur
fingið 90.000 krónur til verk
ætlanina “Ringmerking og
gransking av ravni í Føroy
um”. Endamálið er at granska,
hvussu ravnur - Corvus corax
varius - búleikast í Føroyum,
og á tann hátt fáa til vega
meira
vitan
um
ravnin.
Endamálið er at geva innlit í,
hvussu ravnur búleikast, og
hvørja ávirkan hann hevur
á umhvørvi og náttúru, og
hvørja ávirkan umhvørvi og
náttúra hevur á ravnin. Tá
verkætlanin er liðug, verða
granskingar úrslit og vitan
samlað og útgivið á prenti
og talgilt.
Klaksvíkar kommuna hev
ur fingið 100.000 krónur til
verkætlanina “Burturbeina
skøruna”. Endamálið er at
fáa tamarhald á skøruni í
Klaksvík, Ánunum, Strond
og Norðoyri, sum er ein inn
slødd planta, ið hevur spreitt
seg við fúkandi ferð. Plantan
er sera ring at sleppa av aftur
við, tá hon fyrst er komin.
Kommunufelagið
hev
ur fingið 100.000 krónur til
verkætlanina “Umhvørvis
átakið 2014”. Endamálið við
umhvørvisátakinum er at
vekja áhugan og menna hug
burðin millum føroyingar
fyri føroysku náttúruni og
umhvørvinum og eggja fólki
at fara væl um. Átakið er
skipað sum kapping millum
kommunur. Kappast verður
um: Best røktu bygd, best
røktu bygda- ella varðagøtu,
best røkta neysta- og ella
bátapláss. Somuleiðis eru
kappingargreinar um ársins
grøna stovn og besta átak.
Agenda og RAMSAR
Harumframt hevur Fiski
málaráðið játtað 490.000 krón
ur til framhaldandi virksemi
hjá Agenda 21 skrivstovuni,
har endamálið er at styrkja
Agenda 21-arbeiðið úti í
kommununum og stuðla,
at tiltøk verða framd, sum
verja og menna vitanina um
umhvørvið og náttúruna í
samsvari við Agenda 21 yvir
lýsingina frá 1992.
Aftrat
hesum
hevur
Fiskimálaráðið
játtað
210.000 krónur til framhald
av
RAMSAR-verkætlanini
- við tí endamáli at skipa
RAMSAR-verju av trimum
búøkjum í Nólsoy, Skúvoy
og Mykinesi hjá ávikavist
drunnhvíta, skúgvi, ritu, lom
viga og lunda.
- Hetta er ein verja, sum
gagnar fuglinum, fólkinum
og Føroyum. RAMSAR-verj
an verður løgd til rættis í
tøttum samstarvi við fak
fólk, Fuglafrøðifelagið og
fólkið, sum búleikast á nevn
du oyggjum, sigur Fiskimála
ráðið.
Stuðul frá krabbadýri til ravn
Fiskimálaráðið hevur játtað stuðul til ymisk umhvørvisverndartiltøk, ið snúgva seg um
kanning av fremmandum krabbadýri til ringmerking og gransking av ravni í Føroyum
Fiskimálaráðið hevur eitt nú játtað 80.000 krónur til verkætlanina “Útbreiðsla og møgulig árin
av innslødda krabbadýrinum Caprella mutica í Føroyum”, sum er lutfalsliga nýtt í Føroyum
Vilmund Jacobsen
Almannamálaráðið
skipar nú aftur fyri al
mennum fundum kring
landið,
har
kunnað
verður um arbeiðið at
steðga harðskapi í før
oyskum familjum.
Á fundunum lýsa
serfrøðingar,
hvussu
harðskapur
skaðar
okkara nærumhvørvi,
og greitt verður frá,
hvussu
harðskapur
best verður steðgaður.
Fundirnir
verða
hildnir í sambandi við
verkætlanina Sig frá.
Mikukvøldið
26.
februar klokkan 19.30
verður fundur hildin í
Miðhøllini í Vestmanna
Skúla, og øll eru hjarta
liga vælkomin.
Sig frá
í Vest
manna
Vilmund Jacobsen
Frystilínuskipið
Klakkur,
sum brøðurnir, Líggjas og
Bethuel Johannesen eiga
saman við Kósini, kom hós
dagin á fiskileið á Flemish
Kap, har eitt annað føroyskt
frystilínuskip - Kambur -
hevur roynt í nakrar dagar.
Fyrsta føroyska línuskip
ið, sum fór longu leiðina yvir
á Flemish Kap í ár, var Váða
steinur, sum hevur gjørt
fyrsta túrin har yviri. Váða
steinur hevði góðan fiski
skap, og tað hevur Kambur
eisini havt, síðan teir byrjaðu
fiskiskap.
Tá Sosialurin hevði Bethu
el Johannesen í telefonini
fríggjadagin, segði hann, at
teir júst vóru í holt við at
draga fyrstu setuna.
- Her er illveður í dag, og
higartil hevur lítið av fiski
verið á línuni, umframt at
fiskurin hevur verið smátt
fallandi.
Bethuel ivast tó onga løtu
í, at Klakkur fer at koma
í fisk, og kanska var tað
veðrið, sum órógvaði henda
fyrsta dagin.
Skiparin á frystilínuskipi
num Kambi, Mortan Morten
sen, segði við Rás2 hósdagin,
at
fiskiskapurin
higartil
hevur verið góður - og eins
góður, og hann var í fjør, tá
Kambur gjørdi fleiri ísfiska
túrar har yviri.
Skipari á Klakki henda
túrin er Líggjas Johannesen,
men hann var niðri á dekki
num, tá Sosialurin hevði
Klakk í telefonini.
Bethuel
Johannesen
segði, at tá teir komu yvir á
Flemish Kap hósdagin, høv
du teir onkran pakka við til
manningina á Kambi, og tað
gekk væl at fáa pakkan yvir.
- Jú, vit eru spentir eftir
at vita, hvussu hetta fer at
rigga, nú vit eisini eru farnir
at frysta, men vit vænta av
gjørt, at hetta er ein gongd
leið, segði hann.
Tvey frystilínuskip á Flemish Kap
Kambur hevur roynt á Flemish Kap í nakrar, og í endanum av
seinastu viku hevði Klakkur sína fyrstu setu har yviri
- Jú, vit eru spentir eftir at vita, hvussu hetta fer at rigga,
nú vit eisini eru farnir at frysta, sigur Bethuel Johannesen
Nú bilaferja
røkir farleiðina um
Nólsoyarfjørð, eru
fleiri bilar í Nólsoy
um dagarnar - og
í góðveðrinum
leygardagin vaskaðu
nólsoyingar bil
Hóast farið er um fyrsta várdag,
og lítil kuldi er í veðrinum, eru
fiskagreipurnar undir hjalsvegginum
í Nólsoy leskiligar á at líta.