mikudagur 19. mai 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 94 - 19. mai 2004
Nr. 94 - 19. mai 2004
7
Út móti 200 førum
pløgdu Vestmanna-
sund sunnan undan
Fútakletti inn á Vest-
manna, har báta-
stevna varð hildin
leygardagin. Eisini
nógvir landkrabbar
leitaðu sær ymsar
vegir til Vestmanna
hendan dagin
BÁTASTEVNA
Orð: Edvard Joensen
Myndir: Jens Kristian Vang
Bátastevnan
Kjalarvatn,
sum er vorðin afturvend-
andi tiltak í Vestmanna,
eydnaðist væl, siga fyri-
reikararnir. Stevnan í ár var
tann størsta, sum verið hev-
ur. Einir 180-190 bátar við
samlaðum manningartali
upp á umleið 900 luttóku,
eins og nógv onnur fólk
eisini komu til Vestmanna í
sambandi við stevnuna.
Vestmanna Ítróttarfelag
skipar fyri bátastevnuni,
sum nú er komin fyri at
verða. Ágóðin av samlaða
tiltakinum fer til nýggja
kappróðrarneystið,
vest-
menningar eru í ferð við at
gera sær, sigur Jógvan Emil
Nielsen, nevndarlimur í
kapróðrardeildini hjá VÍF.
Hann sigur, at sjálv báta-
stevnan sum so gevur ikki
nakrar pengar í kassan, tí
har er luttøkan ókeypis, og
boðið verður okkurt ókeyp-
is til luttakararnar, tá teir
koma til lands. Men so eru
onnur tiltøk, sum sølubúðir
og serliga dansurin um
kvøldið, sum ætlandi skulu
geva felagnum nakrar krón-
ur at leggja í neystið og eis-
ini til nýggjar bátar.
Undirtøkan tykist bara at
vaksa, sigur Jógvan Emil
Nielsen. Í fjør vórðu um-
leið 130 bátar skrásettir við
umleið 600 fólkum. Enn
hevði hann ikki fingið
endaliga talið fyri í ár, tá
Sosialurin tosaði við hann
eftir stevnuna, men mann-
ingartalið var nú komið upp
á 900, og bátarnir vóru
umleið 180 - 190.
– Og so koma nógv onnur
eisini til Vestmanna í sam-
bandi við stevnuna, sigur
Jógvan Emil Nielsen. Einir
15 campingvognar stóðu á
havnarlagnum. Ein rúgva av
motorsúklum vóru á útferð í
Vestmanna hendan dagin.
Gongufeløg ymsastaðni frá
komu í felag úr Saksun um
fjøllini til Vestmanna, eins
og eisini rossafólk høvdu
leitað sær hendanveg, greið-
ir hann frá.
Og so vóru tað øll hini,
sum komu í dans um kvøld-
ið ella bara at síggja hetta
stóra tiltakið.
Fólk hevði tað bæði stutt-
ligt og hugnaligt í Vest-
manna leygardagin og út á
náttina.
Allastaðni á havnarlagn-
um, har bátarnir lógu, var
nógv lív í. Fólk gekk skútu
av skútu at vitja, práta,
reypa og syngja. Onkur
treiv soleiðis hissini í har-
monikuna ella tað, sum fyri
var, og so gekk tað bara upp
á stás.
Eisini uppi í bygdini var
lívligt, har fólk gingu húsa-
gongd inn í millum vitjnan-
ir umborð á bátum og skip-
um.
Og alt gekk siðiliga og
friðaliga fyri seg, sigur
Jógvan Emil Nielsen. Fólk
eru skilagóð, og eingi
óhapp eru fráboðað til fyri-
reikararnar, sigur hann.
Hann nevnir, at fleiri av
bátunum, sum lógu við
bryggjuna, høvdu net spent
millum sín, um tað skuldi
hent, at onkur var áhalsin.
Hetta metir hann fer at vera
ein áheitan á luttakararnar
eitt annað ár at hava við sær.
Tá so nógv fólk hittist,
kann altíð okkurt óhapp
væntast, og tí høvdu fyri-
reikararnir eisini avtalað
við samarittarnar hjá Reyða
Krossi at vera á staðnum
alla náttina. Men sum skilst
varð ikki brúk fyri teimum.
Jógvan Emil Nielsen met-
ir, at tað mest av fólki var í
Vestmanna á bátastevnuni,
mundu eini 1.200 fremm-
andafólk vera í bygdini.
Hann strýkur yvir ægin blá
Luttkaraskarin á
Bátastevnuni Kjalarvatn i
Vestmanna var rættiliga
fjølbroyttur
Klárt at skriva upp
Hasum skal eg við næstu ferð...........
Gott at hava góðan loðs. Veteranurin á Sundinum, Ólavur,
leiddi armaduna undan Vágalandinum inn á Vestmanna
Tá eg verði stórur, tá sleppi eg við..........
Landsstýrismaðurin
við mentamálum veit
eftir øllum at døma
ikki síni livandi ráð, í
stríðnum á Føroya
Fornminnissavnið.
Tað ber ikki til at
konservera málið
meira. Tað má rudd-
ast av vegnum eina
ferð fyri allar, sigur
hann
ÓSEMJA
Edvard Joensen
Landsstýrismaðurin
við
mentamálum, Jógvan á
Lakjuni, er rættiliga tigandi
um stríðið á Fornminnis-
savninum. Hann vil onga
viðmerking
gera
uttan
hana, at hann hevur lurtað
eftir pørtunum og veit ikki
enn, hvussu málið skal
loysast. Allir partar hava
meira ella inni fingið
munnkurv, og eingin vil
gera nakrar serligar við-
merkingar.
Jógvan á Lakjuni sigur, at
hann miðar eftir at koma
við einum útspæli í vikuni.
Hvat hann hugsar um, er
líka loyndarfult, sum alt
annað, sum landsstýris-
maðurin hevur í kvittanum
í hesum málinum.
– Onga viðmerking, er
standardsvarið, tá komið
verður ov nær við spurn-
ingum.
Ætlanir landsstýrismans-
ins eru líka ókendar, sum
fornleivdir, ið liggja fjaldar
undir mold og bíða eftir, at
onkur fornfrøðingur byrjar
at grava.
Hann ásannar kortini, at
hann verður noyddur at gera
okkurt munagott fyri at fáa
enda á hesum stíðnum, sum
hann kallar eitt trupult mál,
tí eingin kann liva við støð-
uni, sum hon er.
Spurdur um hann nú er
kroystur at taka eina støðu
av starvsfólkunum á Forn-
minnissavninum, sum sam-
bært Útvarpinum skulu
hava tosað við stórum stav-
um á fundi við landsstýris-
mannin mánadagin, sigur
Jógvan á Lakjuni bert, at
teir stavirnir vóru nokk ikki
so stórir kortini.
Til tíðindini um, at Arne
Thorsteinsson, fyrrverandi
landsantikvarur, skal hava
fingið at vita, at hann kann
koma aftur til arbeiðis, sig-
ur Jógvan á Lakjuni, lands-
stýrismaður, at tað hevur
einki við teir fundir, hann
hevur verið á, at gera. Tað
varð avgreitt á fundi mill-
um Arna Thorsteinsson og
Steffen Stumman Hansen,
landsantikvar.
Arne Thorsteinsson vátt-
ar, at hann í brævi mána-
dagin fekk at vita, at burt-
urvísingin, sum hann fekk
við brævi í seinastu viku, er
afturtikin. Hann var á fundi
við landsantikvarin mána-
dagin og eisini til arbeiðis
aftur á Fornminnissavnin-
um sama dag. Týsdagin
skuldi hann so aftur til ar-
beiðis sum vanligt, segði
hann við Sosialin mána-
kvøldið.
Heldur ikki hann vildi
bróta áløgdu tøgnina, sum
partarnir í málinum eru
samdir um.
Steffen Stumman Han-
sen, landsantikvarur, var
sera stuttur í síni viðmerk-
ing, tá orð fekst á hann týs-
morgunin:
»Der er absolut ingen
kommentar.«
Landsstýrismaður í døpurhuga
Hvørjum flaggað varð fyri á
Føroys Fornminnissavnið
seinnapartin mánadagin, er
ivasamt. Landsstýrismaðurin
gongur við óútgrivnum
ætlanum. Fyrrverandi
landsantikvarurin vil lítið
siga, og landsantikvarurin
sjálvur er mestsum stummur
Mynd: Jens Kristian Vang
Preeti Payal er spenn-
andi handil í Vági við
forkunnugum vørum,
men nú ber til hjá
kundum um alt
landið, ja allan heim,
at vitja handilin, utt-
an at ómaka sær ferð-
ina til Vágs. Preeti
Payal er nú eisini at
finna á alnótini við
nethandli við sínum
vørum
HANDIL
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Um ein ikki er staddur í
Suðuroynni, so er ikki
longur neyðugt at sigla
allan vegin til Suðuroyar og
síðani at koyra til Vágs, um
ein hevur hug at vitja
spennandi handilin Preeti
Payal.
Preeti Payal er nú eisini
at finna á alnótini við
nethandli. Tað er bert at
leita inn á heimasíðuna
www.preetipayal.dk . Har
sæst vøruúrvalið hjá Preeti
Payal og til ber at bíleggja.
Vøran verður send kundan-
um við Postverki Føroya og
er bíðitíðin einar 3 dagar,
um vøran er á goymslu.
– Lættari kann tað ikki
gerast, meta systrarnar
Jutta Helgadóttir og Sarina
Augustinussen, sum eiga
og reka handilin.
Hugnaligur handil
Preeti Payal er hugnaligur
handil, sum lat upp í ok-
tober í 2002 í gomlum og
hugnaligum handilshølum
á Marknoyri í Vági. Og
síðani hevur full ferð verið
á. Umframt handilin í Vági,
er eisini framsýningar-
gluggi í hárfríðkanarhøl-
unum hjá Lissi Mouritsen í
J. Broncksgøtu í Havn. Og
nú er so við nýggju heima-
síðuni ein gluggi vendur út
í allan heimin. Gomlu og
sera hugnaligu handilshøl-
ini er sostatt nú útbygd við
nýggjum sýnisglugga við
nýggjastu tøkni, nevniliga
eini virknari heimasíðu.
Móti
Úrvalið er hugvekjandi og
spennandi. Indiskt innbúgv
og brúkaravinarligir og
smartir brúkslutir.
Sum nakað nýtt fáast nú
eisini mótaklæði til kvinnur
í Preeti Payal . Talan er um
merki sum Miss Sixty og
Ducal-Design. Miss Sixty
er vøra úr Italia, sum hevur
lagt Europa fyri føtur sínar.
Ducal-Design hevur sín
uppruna í Danmark og
hevur fyritøkan havt eina
framgongd uppá 500%,
síðani byrjanina fyri trim-
um árum síðani.
Sniðgevin handan ekslu-
siva merkið er 31 ára
gamla Charlotte Anholm
Troelsen. Hon byrjaði við
at seyma taskur úr kópa-
skinni, sum hon bar út í
ymsar handlar. Men stórur
eftirspurningur var eftir
vøruni og byrjaði hon tí
egna fyritøku og fór eisini
at sniðgeva klæði. Til klæð-
ini nýtir hon eisini kópa-
skinn, svínaskinn og aðrar
náttúruvørur og setir hetta
sín serstaka dám á sniðini.
Preeti Payal er einaumboð
fyri Ducal-Design í Føroy-
um.
Nýggja
heimasíðan
www.preetipayal.dk er før-
oysk heimasíða, hóast end-
ingina dk. Síðan er sera
snøgg, greið og vælvirk-
andi og neyðugt er til dømis
ikki at trýsta seg inn á
einstøku myndirnar, tí tær
koma fram í stórari stødd,
um ein bert flytir pílin á
teldurútinum á tær, so nú er
bara at fara til handils á
alnótini.
Preeti Payal við nethandli
Preeti Payal er hugnaligur handil, sum lat upp í oktober í 2002 í gomlum og hugnaligum
handilshølum á Marknoyri í Vági. Og síðani hevur full ferð verið á. Umframt handilin í Vági,
er eisini framsýningargluggi í hárfríðkanarhølunum hjá Lissi Mouritsen í J. Broncksgøtu í Havn
Preeti Payal er nú eisini at finna á alnótini við nethandli. Tað
er bert at leita inn á heimasíðuna www.preetipayal.dk . Har
sæst vøruúrvalið hjá Preeti Payal og til ber at bíleggja.
C
M
Y
K
7
6