Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-24, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. februar 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. februar 2014 · Nr. 23 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Meira um samferðslukervið Heini Olsen Í gomlum døgum virkaði ein sera hent Havna- og vega­ nevnd, sum meg ør­minn­ ist taldi einar fýra, fimm løg­tingsmenn ella kanska vóru teir fleiri, og allir vóru teir sera kunnugir við før­ oyska gerandisdagin, sum tá ofta hevði sínar stóru, sam­ ferðsluligu trupul­leik­ar. Tá gongd fyrst í sekstiárunum var komin á vegagerðina, søgdu teir mangan á fundi: “Ja, ansi nú eftir, at ikki stígur kemur í!” Tíverri kom stígur í og tað ikki eiti á stígur, sum nu man hava ára tíggir á baki. Tingmenn komu reglu­ liga til fundar hjá Lands­ verk­frøðinginum, sum fyrst lurtaði væl eftir, hvat teir høvdu at leggja fram, áðrenn Mikkjal segði teimum sína hugsan um málið. Um vansar og fyrimunir, um fígging og mangt annað hvat, og hóast teir ikki hvørja ferð vóru samdir, endaði tað altíð við eini niðurstøðu, sum kanska ikki kom í lag eftir fyrsta fundin, men, í hvussu var, so hvørt tað eftir fleiri fundum við smærri broytingum var sodnað. Tunlar Undir heitinum Tunlar hevði Ólavur Hátun herfyri eitt sera áhugavert hugskot um samhaldsfast framhald av Føroya samferðslukervi. Greinin er eftir øllum at døma sprottin úr góðu semju floksformanna millum á fundinum í Miðlahúsinum fyri tveimum vikum síðani. 14. februar standa í Sosial­ inum lið um lið tvær áhuga­ verdar greinir. Onnur eitt her­ligt glefs frá Tórbjørn Jacobsen, presti, um Dahls Varehus, og ein frá Ólavi Hátún, har hann mestsum rør afturáaftur og ger vart við vandan í at leggja Føroya samferðsluframburð lamnan í langa tíð við fyrst at fara undir tann kostnaðarmikla Sandoyartunnilin, áðren tær smærru, men sera átrokandi ábøtur eru framdar, eitt nú í Suðri og Norðoyum har teir elstu, smølu, lágu og eitt­ sporaðu tunlarnir liggja. Verður hugt at norm­un­ um fyri tunlar, áttu hes­ir beinanvegin at verið stongd­ ir; men sum er, ber tað jú illa til. Í nevndu støðum eigur alt fyri eitt at farast undir nýgerð av dupultsporaðum tunlum, hetta í vón um, at eingin vanlukka hendir í gomlu tunlunum, áðrenn teir nýggju eru opnaðir. Tað verður ov langt á hes­ um sinni at nevna øll tey støð, har tørvur er á ábót; men hjá Landsverkfrøðinginum liggur frá gamlari tíð hópin av forprosjektum og rættililiga nógv liðug prosjekt klár at fremja, tó sjálvandi við tí eftirmeting, sum eftir so mong ár ætlandi man vera neyð­ug. Í báðum greinum Ólav Hátúns vísir hann á eina sera væl undirbygda, sam­ halds­fasta fíggjarliga loysn á hes­um stórmáli, og vil eg við hesum mæla til, at okkara fólkavaldu veruliga taka greinir hansara til eftirtektar og fara undir tað arbeiðið, sum nú í mong Harrans ár hevur ligið á láni, hetta í vón um, at tá ikki aftur kemur stígur í, so ungfólk ikki í vónloysi framvegis fara at flyta av landinum. Komin í reypsaldur og væl so tað, kann eg at enda nevna, at eg fyrstu 7 árini sum vegaverkfrøðingur frá 1956 til -62 arbeiddi í Iran ella Persia, sum vit tá nevndu landið og, at eg frá 1965 og til fráfaringaraldur saman við góðum medarbeiðarum havi staðið fyri vegaprosjektdeild Landsverkfrøðingsins. Í sama tíðarskeiði var eg í1973/74 og í 1977/78 læntur út til danska felagið KAMPSAX í ávikavist Afghanistan og Nigeria. Somuleiðis í 1992/94 til felagið Kamp-Pihl á Zansi­bar. Ein lítil vegastubbi liggur eisini eftir meg í Los Angeles. Mikkjal var sera beina­ samur í so máta. Hann helt fyri, at eg gjørdi kortini einki annað enn at ganga runt og órógva við at siga frá søgum; men eg haldi meg eisini duga at meta um stóra virðið í tí, sum Ólavur Hátún sum leikmaður hevur á loftið. Tórshavn, 16. februar 2014 Umboðsráðsvalið hjá Tryggingar­ felagnum Føroyar »Hví skal eg velja - tað er jú eingin, sum umboðar meg allíkavæl..« Gunn Reginsdóttir Joensen Soleiðis hugsaði eg, tá eg frætti um umboðsmannavalið til Tryggingafelagið Føroyar. Og eg giti, at tað eru mong, sum hugsa á sama hátt. Men heldur enn bara at yppa øksl hugsaði eg, at eg bara burdi stillað upp og harvið gerast tað umboðið, eg sjálv havi saknað. Trygg­ ingafelagið er jú ein partur av gerandisdegnum, og vit rinda øll stórar upphæddir til felagið. Eg veit, at eg eri eitt a-typiskt valevni. Eg eri ein ung kvinna. Eg havi hvørki leiðarastarv ella ein leyp full­a­n av nevndarsessum. Eg havi ikki eitt kent navn, sum tryggjar mær atkvøður. Eg eri hinvegin tað, sum eg sjálv havi saknað: ein púra vanligur føroyingur, sum bara hevur mítt egna, vanliga lív at taka støði í. Og tað er júst hesum málbólkinum, eg ætli mær at arbeiða fyri. Í mun til Tryggingarfelagið Føroyar eri eg óheft, so eg kann loyva mær at seta krit­ isk­ar spurningar og gera mær eina objektiva fatan av støðum og persónum. Eg havi eingi fjald áhuga­mál, fyritøkur ella sam­starvs­ avtalur, sum skulu tryggjast. Eg eri ikki bangin fyri at seta býttar spurningar ella at traðka fólk yvir tærnar. Eg ynski at umboða vanliga tryggingartakaran og arbeiða fyri so góðum treytum, sum gjørligt. Eg leggi meg eftir at vera positiv, erlig og ábyrgdarfull. Eg havi nógv áhugamál, sum eg leggi stóra orku og hjarta í; einki verður gjørt hálvt, og eg royni støðugt at betra um mínar egnu førleikar og evnir. Eg vil arbeiða fyri, at fokus verður sett á teir hentleikar, sum felagið bjóðar vanliga tryggingartakaranum. Til dømis við innritingar­skip­ an­ini á heimasíðuni, har tú lættl­iga skalt kunna gera tær eitt yvirlit yvir tínar tryggingar í mun til tín tørv. Lívið broytist støðugt, og tí skal tað vera lætt at kanna, um tryggingarnar samsvara við tørvin. Eg vil eisini arbeiða fyri, at nýggj kunning skjótt røkkur út til allar kundarnar. Hetta kann gerast við at brúka sosialu miðlarnar betri og meira málrættað. Sum tykkara umboð vil eg arbeiða fyri, at allir trygg­ ingartakarar eru kunnaðir um teirra rættindi og møgu­ leikar fyri at fáa fulla úrtøku úr teimum tilboðum, sum felagið hevur. Um meg: * Gunn Reginsdóttir Joensen * Úr Havn * 27 ár * Hjálparfólk og verk­ætl­ anarsamskipari í Marga­ rinfabrikkini * Eri í løtuni undir aka­ demi­útbúgving á Føroya Handilsskúla * Havi áður starvast hjá Gallup * Havi drúgvar royndir sum koreografur, samskipari og verkætlanarleiðari, til dømis hjá stórum tiltøkum hjá Tórshavnar Kommunu, á festivalum og á sangleikum og video­ løgum. Eg bjóði meg fram til umboðs­ ráðið, tí eg meti, at ráðið skal endurspegla allar limirnar í Tryggingarfelagnum Før­oy­ um - eisini tann púra van­ liga tryggingartakaran, júst sum eg sjálv eri, og tí heiti eg á teg um at atkvøða fyri mær. Við mínum virð­um, arbeiðsroyndum og opin­ leika, meti eg meg vera eitt gott valevni til ráðið.