Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mai 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 94 - 19. mai 2004 Nr. 94 - 19. mai 2004 9 Tvey nýggj í nevndini hjá MBF Leila Solmunde og Lea Wolles eru ný- valdar í nevndini hjá MBF, sum hevði að- alfund leygardagin NEVNDARVAL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Á aðalfundinum hjá Meg- infelag teirra brekaðu leygardagin var nevndar- val á skránni. Marjun Sig- urðsdóttir tók ikki við afturvali til formanssess- in, og í hennara stað er Leila Solmunde vald. Nærum øll starvs- nevndin varð afturvald á aðalfundinum. Randfríð Sørensen, Hildibjørg Weihe og Annika Høj- gaard vórðu allar aftur- valdar, meðan Lea Wolles er nýggj í nevndini. Starvnevndin hevur ikki skipað seg enn, men av MBF verður sagt, at hon skipar seg í næstum. Starvsnevndin í MBF: Fráfarandi og sitandi limir Mynd: Jan Müller Hans Pauli kannar møguleikarnar Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsu- málum, Hans Pauli Strøm, sigur, at Al- manna- og Heilsu- málaráðið í løtuni kannar møguleikan fyri at geva lítla Pet- uri eitt serligt stovns- tilboð í Føroyum, so 5 ára gamli drongurin ikki verður noyddur av landinum á dansk- an viðgerðarstovn LÍTLI PETUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Í gjár sendu limafeløgini í MBF eina yvirlýsing til fjølmiðlarnar, har tey staði- liga mótmæltu ætlanini at senda fimm ára gamla Petur, sum hevur atferðar- trupulleikar, av landinum. Bára Johansen er for- maður í MBD/DAMP fel- agnum, og í Sosialinum í gjár greiddi hon frá, at yvir- lýsingin er seinasti møgu- leiki at fáa landsstýris- manninum at broyta av- gerðina um at senda fimm ára gamla Petur av landin- um á danskan við- gerðarstovn. Um Hans Pauli Strøm hevur tikið yvirlýsingina til eftirtektar ella ei skal verða ósagt, men í løtuni kanna fólk á Almanna- og Heilsumála- ráðnum av øllum alvi møguleikan fyri at veita lítla Peturi eitt stovnstilboð í Føroyum. – Eg vil fyri alt í verðini ikki koma fram til eftir, at málið endaliga er viðgjørt, at har vóru møguleikar; vit ikki kannaðu. Vit royna, eins og vit hava gjørt gjøgnum alt málið, at kanna hvørjir møguleikar og loysnir eru í spurning- inum, greiðir Hans Pauli Strøm frá. Spurdur, um nær embæt- isfólkini á almanna- og heilsumálaráðnum koma til eina endaliga niðurstøðu í málinum, svarar landsstýr- ismaðurin, at tað er torført at meta um, tí tað eru nógv fólk, sum skulu spyrjast í málinum. Onnur raðfesting Hans Pauli Strøm greiðir frá, at málið um fimm ára gamla Petur er einstakt, og sum støðan er í løtuni er eingin stovnur, sum kann nøkta hansara tørv. – Tað eru stovnstilboð til atferðartrupul børn í aldr- inum 10-12 ár, men ikki fyri smábørn sum Petur. Vit eru eitt lítið land, og tað er tí ógvuliga trupult at raka allan tørvin hjá atferðar- truplum børnum, sigur landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum. Hann leggur afturat, at higartil hevur politiski myndugleikin raðfest fost- urfamiljuskipanina til smá- børn við atferðartrupulleik- um fremst, heldur enn at bjóða børnum serlig stovnstilboð. Embætisfólk á Almanna- og Heilsumálaráðið arbeiða í løtuni við at kanna møguleikan fyri at geva lítla Peturi eitt serligt stovnstilboð í Føroyum. Mynd: Jens Kristian Vang Stjórin á MBM, Eir- ikur Thorvaldsson, væntar, at góðskan á føroysku smørfram- leiðsuni verður betri enn tann útlendska FØROYSKT SMØR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Um góðan mánað fáa før- oyingar møguleikan at ogna sær føroyskt smør í køli- diskunum kring landið. Tað er Meginfelag Búnaðar- manna, sum er farið undir at framleiða føroyskt smør. Stjórin á MBM, Eirikur Thorvaldsson, sigur, at MBM hevur gamla útgerð til smørframleiðslu, sum teir hava valt at taka í nýtslu. – Fólk eta og drekka al- samt soltnari, og hetta hev- ur við sær, at nógvur fitið leypur av. Heldur enn at koyra avlopið burtur, hava vit valt at gera smør burtur úr avlopinum, sum vit ætla at selja, sigur Eirikur Thor- valdsson. Umframt gomlu smør- maskinuna, hevur MBM eisini keypt sær eina pakki- maskinu til nýggju smør- framleiðsluna hjá virkinum. Betri góðska Stjórin á MBM ásannar, at MBM hevur ikki møgu- leikan at nøkta allan smør- tørvin í Føroyum, men hann er sannførdur um, at føroyska framleiðslan fer at hava betri góðsku enn tann útlendska. – Smørið hjá okkum verður gjørt upp á gamla máta. Útlendska smørið er gjørt við automatiskum maskinum, meðan okkara smør líkist heimagjørdum smøri, greiðir Eirikur Thor- valdsson frá Spurdur um prísin á nýggju føroysku smørfram- leiðsluni, svarar stjórin á MBM, at prísurin verður á sama støðið sum tað út- lendska smørið. Vanta innbjálving MBM hevur gjørt fleiri royndarframleiðslur av nýggja smørinum. Eirikur Thorvaldsson sigur, at í løtuni verður bíðað eftir sjálvari innbjálvingini við merkinum MBM á, áðrenn smørið verður at fáa í handlinum kring landið. Stjórin í MBM sigur seg vænta, at einar 3-4 vikur ganga, áðrenn møguleiki verður at ogna sær føroyska smørið. Á MBM hava fleiri upp- skot verið um heitið á nýggja smørinum, og eftir øllum at døma verður heitið heilt einfalt: Føroyskt smør. Føroyskt smør á marknaðin Um góðan mánað verður møguleiki at ogna sær føroyskt smør í kølidiskinum kring landið mynd: Jens Kristian Vang Eitt upplivilsi fyri lívið Hetta var eitt uppliv- ilsi fyri lívið sigur Ed- mund Joensen, løg- tingsformaður, sum er errin av at vera við í einum kongsríki og einum fólkaræði, sum skarar framúr KONGLIGT BRÚDLEYP Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta var eitt upplivilsi fyri lívið. Edmund Joensen, løg- tingsformaður, er ikki ósam- dur við løgmann, tá ið hann heldur, at tað var sum eitt ævintýr at vera í kongligum brúdleypi í farnu viku. – Í ævintýrunum plaga brúdleypini at vara eina viku og tað gjørdi hetta eisini. Edmund Joensen og kon- an vóru boðin í brúdleyp hjá krúnprinsaparinum saman við løgmanni og konu hansara. Hetta er ikki fyrstu ferð, Edmund Joensen er í kong- ligum selskapi, tí hann var eisini í brúdleypi hjá Joa- kim, prinsi og hann var somuleiðis í trúðlovilsisgildi hjá krúnprinsaparinum. Men at vera í brúdleypi hjá einum krúnprinsapari, er nakað heilt serligt, sigur Edmund Joensen. Og hann sigur, at hann er stoltur av av at vera í einum kongsríki, sum skarar fram- úr í heiminum og sum hev- ur ment seg lið um lið við einum fólkaræði og einum vælferðar samfelag, sum skarar framúr. – Danska kongshúsið hevur megnað ómetaliga væl at ment seg undir liðini á fólkaræðinum og væl- ferðarstatinum, uttan at tað hevur kostað kríggj og blóðugar kollveltingar sum so manga aðrastaðni. Løgtingsformaðurin sig- ur, at føroyingar hava besta boð uppá at hava elsta ting í Evropa og somuleiðis er danska kongshúsið tað elsta á okkara leiðum. Samstundis hevur allur heimurin tað danska kongs- húsið, tað danska fólkaræði og tann danska vælferðar- statin sum eina av teimum heilt stóru fyrimyndunum. – Í so máta er tað ein ser- lig kensla at vera ein partur av hesum, sigur Edmund Joensen Sum á Ólavsøku Edmund Joensen er sann- førdur um, at danska kongshúsið hevur djúpar røtur í vanliga fólkinum. – Í brúdleypsvikuni var lagið í Keypmannahavn sum tað plagar at vera á Ólavsøku í Føroyum. Tað var eitt hátíðarhald, sum hvørt mansbarn tók lut í og sum vísur, hvussu djúpar kenslur vanligi danin hevur fyri kongshúsinum. – Hetta var ein dagur, sum hevði ein serligan týdning fyri øll fólk. Men tað kemur ikki av ongum. Tað kemur av tí, at danska kongshúsið hevur megnað so væl at ment sg lið um lið við politisku skipanina. Edmund Joensen er eisini sannførdur um, at hetta var eitt hátíðarhald, sum eisini hevði alstóran týdning fyri vanliga føroyingin. – Eg havi hoyrt um nógv- ar føroyingar, sum skipaðu fyri ymsum tiltøkum hend- an dagin, brúdleypi var og onkur hevur eisini flaggað. – Føroyingar í Føroyum hava kanska verið meiri upptiknir av brúdleypinum, enn vit geva okkum far um. – Í hvussu so er, hava før- oyingar í Danmark tikið fullan lut hátíðarhaldinum, tí eg frætti um fólk, sum høvdu givið seg til støðu við vegin longu klokkan sjey á morgni fyri at kunna standa á einum góðum plássi, tá ið hestavognurin við teimum nýgiftu skuldi koyra fram- við seint seinnapartin. Edmund Joensen sigur, at sostatt heldur hann eisini, at kongshúsið stingur so djúpt í barmi á vanliga fólkinum, at hann ivast ikki í, at tað hevur eina langa framtíð. Hann heldur eisini, at danir hava dugað sera væl at brúkt kongshúsið til at marknaðarføra kongshúsið. Tað er eitt lítið land, men tað fyllir nógv í hugaheiminum hjáfólki kring allan heim og tað er í stóran mun kongs- húsinum fyri at takka. Hann heldur, at hendan marknaðarføringin kemur øllum ríkinum til góðar. Limir í kongshúsinum vitja eisini Føroyar regluliga. Løtt at práta við Edmund Joensen sigur, at hetta eru stór tiltøk, sum tað býðst ikki nógv høvi til at fáa orð á tey kongligu. Men í trúðlovilsisgildin- um í heyst vóru ikki so nógv fólk og tað prátaði hann við øll í kongshúsin- um, eisini við drotningina, prinsin, Fríðrik, Joakim, Mary, Alexander og hinar prinsessurnar. – Eisini ta ferðina bar eg upp á mál at vit vildu hava tey til Føroya og eg skilti á teimum, at tað verður so skjótt, høvið býðst. Edmund Joensen sigur, at tey kongligu eru sera fryntlig of fyrikomandi fólk at práta við. – Eg prátaði eina góða løtu við Mary Donaldson bæði um Tasmania og um Føroyar. Eg greiddi henni frá í stórum um okkara pol- itisku skipan, um hvussu føroyingar livdu og eg for- taldi henni eisini eitt sindur um okkara brúdleypssiðir og um okkara brúðarvísur. Men á slíkari ferð býðst ikki eisini høvi til meiri álvarsligt prát. – Vit hittu sjálvsagt eina rúgvu av politikarum og treyðugt so, verður nógv prátað og hetta er eisini eitt frálíkt høvi til at trýsta á ymsar knøttar, so politiskt koma vit heldur ikki heilt eiðasørir heimaftur, sigur Edmund Joensen. – Krúnprinsabrúd- leypið er tað stór- fingnasta eg havi ver- ið við til, tí alt var so flott og stílfult. Men tað var eisini ógvuliga strævið, sigur Edfríð Joensen KONGLIGT BRÚDLEYP Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta var eitt stórt upp- livilsi. Tað var sum í ævin- týrunum. Edfríð Joensen á Oyri hevur júst upplivað nakrar hugtakandi dagar í kongs- ins Keypmannahavn. Saman við manninum, Edmundi Joensen, løg- tingsformanni, var hon boðin í brúdleyp hjá nýggju krúnarvingunum. Og tað var eitt brúdleyp, sum vardi tað mesta av eini viku. – Hetta var eitt brúdleyp, sum var so stórt og stór- fingið sum í einum ævin- týri, sigur hon. Hetta er annars ikki fyrstu ferð, at Edfríð er í kongligari hátíðarveitslu. Hon hevur áður verið í brúdleypi hjá Joakim, prinsi og Alexandru, prin- sessu og hon var eisini í trúðlovilsisgildi hjá Fríðr- ikki og Mary. – Men at vera í brúdleypi hjá krúnarvingunum, var eitt serligt upplivilsi, leggur hon afturat. – Tað var heilt ótrúligt, sum alt var vakurt pyntað við blomstrum. Og pyntið var eisini so ótrúliga gjøgn- umført við einum reyðum liti sum gekk ígjøgnum allastaðni. Tað vóru kanska mong, sum ivaðust í, hvussu tað fór at eydnast at eta brúdleyps- døgverða í einum tjaldi. Men Edfríð sigur, at har var óneyðugt at koma afturum aftur. Tjaldið var hvítt og hóast tað vóru yvir 400 fólk til døgverða, var ivaleyst mik- ið av plássi. Á øðrumhvørj- um borði vóru blómuprýð- ini høg og á øðrumhvørjum borði vóru tey lág og ann- ars var alt tjaldið prýtt við blómum. Og undir loftinum hingu ljósakrúnur. – Tað var so vakurt og há- tíðarligt, tað skuldi uppliv- ast, tí tað ber illa til at greiða frá tí, sigur Edfríð Joensen. Men tað var annars ikki sum eitt føroyskt brúdleyp, tí her vóru bara tríggjar tal- ur og sangur var so ongin. Sera strævið Men Edfríð Joensen við- gongur eisini, at tað var ómetaliga strævið til tíðir. – Tað var ofta leingi at bíða og onkustaðni skuldu vit bíða standandi. Hon nevnir at til døg- verðan stóðu tey í tjaldin- um og bíðaðu í yvir tveir tveir tímar, tí ongin mátti seta seg, fyrrenn tey kong- ligu vóru komin og tey vórðu seinkað. Har vóru øll so ómetaliga fín og nógv vóru í ógvuliga fínum, síðum kjólum so í veruleikanum var eisini neyðugt at ansa væl eftir fyri ikki at traðka í kjólan hjá onkrari fínari dámu, sigur Edfríð flennandi. Hon sigur, at trygdartil- tøkini gjørdu, at tað bar ikki til at fara heim ímillum at skifta, so teimum klæð- unum, tú vart í, teimum mátti tú vera í. – Gøturnar rundanum vóru rætt og slætt avbyrgd- ar, so har kundi ongin ferðsla vera og tað bar held- ur ikki til at ferðast, um okkum lysti. Vit koyrdu allastaðni í bussi fyri at trygdarvørðarnir kundu hava tamarhald á, hvørji fólkini vóru. Hon sigur, at tað var ógvuliga møðsamt, men alt var so stílfult, at tað kundi ikki vera talan um at seta seg niður við borðið at bíða eftir teimum kongligu. Heilsaði upp á øll Annars heldur Edfríð eis- ini, at tað var eitt stórt upp- livilsi at sleppa at heilsa uppá øll tey kongligu. – Tey stóðu øll lið um lið og tóku ímóti okkum, bæði drotningin, Heindrikkur, prinsur, brúðarparið, for- eldur hennara og prinsess- urnar Anna Maria og Bene- dikta og menn teirra, Kon- stantin kongur og Richard, prinsur. Edfríð Joensen sigur, at av tí, at hetta ikki er fyrsta tiltakið av hesum slagi, hon er við til, er hon komin at kenna fleiri av fólkunum, serliga tey í fólkatinginum. Hon prátaði m.a. við Mej- dal og konuna, Anders Fogh Rasmussen, forsætis- ráðharran og konuna, og Svend og Margrethe Auken eru altíð fryntlig og prát- ingarsom at hitta. – Fólk eru í veruleikan- um heilt ótrúliga fitt og fryntlig og løtt at práta við. Onkur kundi kanska stúrt fyri, at koma at følt seg eitt sindur einsamallan í slíkum selskapi, men tað er tað als ongin orsøk til, tí øll eru ógvuliga blíð og prátingar- som. Og so upplivdi Edfríð eisini, at tey føroysku klæð- ini eru eitt gott amboð til at fáa samband við fólk uppá. – Í kongliga leikhúsinum stóð eg og eygleiddi konu kanadiska sendiharran, tí hon var serstakliga fín. – Brádliga stevnir hon beint yvir ímóti mær og fer at tosa við meg um, hvussu flott hon helt, at tey før- oysku klæðini vóru. Hon rópti eisini mannin yvir at tosa og so prátaðu vit eina løtu um leyst og fast. – Tað er kanska skjótt at fáa nervar fyri, hvussu tað nú fer at gangast ímillum hesi fínu fólkini, ella fyri at koma til at gera okkurt býtt. – Men tað er heilt óneyð- ugt, tí hóast tey hoyra til ein úrvaldan skara, eru tey í veruleikanum tey ikki ann- að enn vanlig fólk og tey er skjótt, at tey fáa ein at føla seg væl tilpassar, sigur Ed- fríð Joensen. Longu klokkan sjey um morgunin góvu fólk seg til støðu við vegin fyri at síggja tey kongligu. Danska kongshúsið er ein fyrimynd um allan heimin, sigur Edmund Joensen. Her er hann í finasta galla saman við Jóannesi Eidesgaard í kongligum brúdleypi Stórfingnir dagar í Keypmannahavn Edfríð Joensen og Anita Eidesgaard í fínasta stási í kongligum brúdleypi í farnu viku. – Onkur kundi kanska stúrt fyri, at koma at følt seg eitt sindur einsamallan í slíkum selskapi, men tað er tað als ongin orsøk til, tí øll eru ógvuliga blíð og prátingarsom, sigur Edfríð Joensen C M Y K 9 8