týsdagur 25. februar 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. februar 2014 · Nr. 24
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Diana Mouritsen
Starvsnæmingur
Í løtuni eru næmingar í 9.
flokki av Felagsskúlanum av
Oyrarbakka í starvsvenjing.
Á Felagsskúlanum eru
tvinnir flokkar, sum tilsam
ans telja 39 næmingar. Eins
og næmingarnir eru starvs
venjingarplássini sera ymisk.
Onkur er til skips, onkur í
Margarinfabrikkini í Havn,
onkur hjá Poul Hansen, onk
ur í barnagarði o. s. fr. Eg havi
tosað við nøkur teirra:
Siri í Ólavsstovu David
sen er í starvsvenjing í
Margarinfabrikkini. Tá eg
var, og tosaði við hana, hevði
hon bert verið har í nakrar
tímar av tí, at hon júst hevði
skift
starvsvenjingarpláss.
Hon fór í starvsvenjing í
Margarinfabrikkini tí, at hon
var har altíð fyrr og tí, at hon
dámar so væl tað stuttliga
umhvørvi. Hon sigur eisini:
– Mær hevur altíð dámt
væl at arbeitt við børnum.
Henni dámar tað ordiliga
væl, men hóast tað heldur
hon ikki, at hennara yrkisleið
er at gerast námsfrøðingur.
Hennara uppgáva er at gera
mat og at tosa og spæla við
børnini.
Janus Foldbo Holm er til
skips umborð á trolaranum
Brestir.
Tað fyrsta, sum rann hon
um til hugs, tá hann fekk at
vita, nær hann slapp í starvs
venjing var, at hann skuldi til
skips, men hann helt ikki, at
hetta var tann besta tíðin.
– Eg hugsaði ikki so nógv
um, hvat fyri skip eg skuldi
við.
Hann fór til skips, tí at
tað er tað, hann ætlar sær, tá
hann er liðugur í skúlanum.
Hann heldur somuleiðis, at
tað er ein góður møguleiki
fyri at royna tað. Honum
dámar væl at vera til skips,
men til tíðir kann tað rulla
eitt sindur.
– Og onkuntíð gongst ikki
alt eftir vild, men sum heild
væl. Og so kann man keða
seg viðhvørt, sigur hann.
Janus hevur lært vanligan
sjómansskap og hvussu man
arbeiðir á dekkinum. Hans
ara uppgáva er at hjálpa til
á dekkinum, tá trolið skal
koyrast út og takast inn og
annars tað, sum hinir biðja
hann um.
Djóni Joensen er í starvsvenj
ing í Norðurlandahúsinum.
Hann hugsaði um at fara
har, men tað var ikki hansara
fyrsta væl. Hann helt, at tað
fór at vera keðiligt at vera
har, men tað heldur hann
ikki longur! Nú heldur hann,
at tað er áhugavert at vera
har og hann dámar tað væl.
Hann hjálpir til við ymiskum
t. d. við at seta pall upp. Hann
følir, at hann hevur fing
ið nógv burturúr, og hann
hevur ongantíð kett seg. Tað
er ymiskt, hvat hann ger.
Onkuntíð er tað lítið at gera
og aðrar tíðir nógv.
–
Fyrradagin
arbeiddi
eg ordiliga hart við at taka
tourin hjá Guðrið Hansdóttir
niður, sigurhann.
Djóni hevur lært nógv.
Rebekka Joensen er í starvs
venjing í Musikkskúlanum í
Havn.
Hon vildi fegin í starvs
venjing eitt stað, sum hon
kundi arbeiða við tónleiki.
Hennara fyrsti tanki var
at fara í eitt studio, men tað
var ikki møguligt.
– So hugsaði eg, hvørjir
aðrir møguleikar eru, har eg
kann gera okkurt við musik
ella tónleik, og so fann eg
útav, at tað vóru forskelligir
musikskúlar, og so hugsaði
eg Tórshavnar Musikskúli
er sikkurt best, um eg skal í
praktikk, tí at har eru nógv
mest ting og sovrit har. So
hugsaði eg bara, at eg vildi
fara har, sigur hon.
Henni dámar sera væl.
Hon upplivir nógv og heldur,
at tað er sera stuttligt.
– Tað er øgiliga stuttligt,
eg renni til violintímar og í
gjár, sang eg við Xperiment,
sigur hon.
Hon er eisini við til ymisk
ar undirvísingartímar. Hon
hevur ymiskar arbeiðstíðir.
Rebekka heldur, at tað
møguliga er ein yrkisleið at
gerast tónleikalærari.
Ronja Tóra Káradóttir er í
starvsvenjing í Kringvarpi
Føroya, tí at henni dámar væl
at læra um, hvussu man nýt
ir kamera, og hvussu tey gera
Dagur & Viku.
Hon heldur, at tað er
áhugavert, tí hon lærir nógv
um, hvussu tey gera. Hon
hevur lært.
– Hvussu man setir stativ
ið upp, og hvussu tey gera, tá
tey klippa, og hvussu tey gera
Dagur & Viku og sovorðið.
Ronja hevði væl tímað at
verið fotografur.
– Tí at mær dámar væl at
taka film, og eg haldi, at tað
er áhugavert, sigur hon.
Tað stuttligasta, sum hon
hevur upplivað, var tá hon
og Tórður Mikkelsen vóru og
tosaðu við langommu henn
ara.
Ronja vil mæla øðrum
til at fara í starvsvenjing í
Kringvarpi Føroya.
– Ja, altso eg haldi, at tað
er mega áhugavert, og har
eru fitt fólk. Tú keðir teg ikki,
sigur hon.
Higartil hevur Ronja gjørt
døgurðabeatan og hjálpt til
við at taka ymiskt upp.
Ólavur Joensen og vinmenn
hansara eru í starvsvenjing
umborð á Norrønu. Eg tos
aði við Ólav tá, hann hevði
ein frívakt á veg til Íslands.
Ólavur vil ráða øðrum til at
fara.
– Ja her er bara fantastiskt
at verða, við góðum company.
Vit fara at gera forskeligt, vit
hava vaskað og sovorðið, men
fara at gera onnur ting sum
at servera lekran mat, ella
sita við kiosk, ella kafeteria
tað er bara fantastiskt, sigur
hann.
Ólavur sigur, at nógv
stuttligt er hent.
– Men tað besta er nokk
at sita í heita pottinum við
vinmonnunum aftan á ein
harðan
arbeiðsdag,
sigur
hann.
Ólavur heldur ikki, at tað
er ein møgulig yrkisleið at ar
beiða umborð á einum skipi.
Fyri hann er tað bara eitt
upplivilsi fyri livið.
Felagsskúlin í starvsvenjing
Siri í Ólavsstovu Davidsen
Ronja Tóra Káradóttir
Ólavur Joensen
Janus Foldbo Holm
Rebekka Joensen
Djóni Joensen