Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. februar 2014 · Nr. 24 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Diana Mouritsen Starvsnæmingur Í løtuni er nógv frammi um kre­a­ti­vi­tet. Í tí sam­bandi samlar Sunda Komm­una á fyrsta sinni allar dag­stovn­ ar­nar og skúlar­nar í komm­ ununi til ein fel­ags ráð­legg­ ing­ar­dag fríggj­a­dagin tann 28. februar. Ráð­legg­ing­ar­dag­ur­in verð­ur hild­in í bygd­ar­hús­ i­num í Hós­vík. Lene Tang­ gaard, ein­asti pro­fess­ari í kre­a­ti­vi­teti í Danmark, kem­ur at halda fyrilestur um kreativitet. 40 ára gamla Lene Tanggaard hevur lisið á Aal­borg Universitet, har hon eis­ini starvast í dag. Hon hev­ur skrivað bókina, I bad med Picasso – sådan bliver du mere kreativ, sam­ an við Christ­i­an N. Stadil, sum m. a. eig­ur Hummel. Í bókini hava tey bæði tosað við ymisk kreativ fólk um, hvussu tey gerast kreativ t. d. fór Picasso í bað, tá hann skuldi fáa nýggj hugskot. Kvøldið áðrenn, tann 27. feb­r­u­ar, fer Lene Tang­ gaard at hald­a fyr­i­lest­ ur fyri øllum borg­ar­um í komm­ununi. Fyri­lest­ur­in verður hildin í Eydn­uni á Oyrarbakka kl 19.30. Heðin Zachariasen, borg­ ar­stjóri í Sunda Kommunu, sig­ur, at kommunan hevur ynskt at hava ein felags ráð­legg­ing­ar­dag tí, at komm­un­an metir, at tað er gott, at øll hava møgu­l­eik­ an fyri at hoyra tað sama. Heðin metir eis­ini, at tað er savnandi, og gev­ur øll­um starvsfólkunum eitt gott sam­an­hald­.­ Hann sigur eisini at valið fall á Lene Tanggaard tí, at hon er sera vitug innanfyri kre­ati­vitet. Samstarvi er komi í lag í millum Lene og leið­ar­arnar í kommununi. Hanna Thøgersen, um­ boð fyri leiðararnar í Sunda Kommunu sigur, at tiltøkini verða ymsa staðni í komm­ uni. Hon sigur eisini at evni, fyri ráðleggingardagin verður: Hvønn týdning hava dag­ stovn­ar og skúlar fyri kre­a­ tiv­i­tet­in hjá børnunum? Dagurin fer at ganga fyri seg við fyrilestrum og bólka­arbeiði. Bólkarbeiði verur gjørt tvørfakligt. Tey fara eis­ini at arbeiða við, hvussu dag­stovn­arnir og skúlarnir kunnu stuðla uppundir kre­a­tiv­i­tet­in hjá børnunum. Kreativi­teturin í hásætið í Sunda­lagnum Lene Tang­gaard Fyrireikingin til stóru út­ bygg­ingina av Lands­sjúkra­ húsinum gongur eftir ætl­an, og mikudagin verð­ur ráð­gev­ arasáttmáli undir­skrivaður við eitt samtak av føroyskum ráðgevum. Samtakið kallast Faerport II, og er samansett av hesum: Selmar Nielsen Arki­tektur, Árni Winther Arki­tektar, LBF og Sofus M. Ja­kobsen. Verkætlanin skal vera klár at bjóða út um árskiftið 2015-16, tó at avgrevstur og grovplanering verður bjóðað út seinni á ár. Talan er um ein nýggjan so­kallaðan H-bygning, ið verður umleið 10.000 fer­ metrar til støddar, og sum skal hýsa Psykiatriska depli­ num, somatiskum seingjar­ pláss­um, rehabilitering, burð­ ar- og barsilsdeild og køki og kantinu. Bygningurin, ið verður prosjekteraður eftir 3D mo­ dellum í einum nýggjum leisti, ið nevnist BIM, skal ætlandi hitast upp við sjóvar­ hita. Samlaða játtanin til Lands­sjúkrahúsið frá 2010 til 2019 er 489,3 mió. krónur. Til nýggja H-bygningin, sum fer at liggja niðanfyri verandi bygningar oman móti sjovarmálanum, eru til­ lutaðar 348 mió. krónur. Undirskrivingin av ráð­ gevarasáttmálanum fer fram á Landssjúkrahúsinum mikudagin klokkan 09.00, har landsstýrismaðurin í heilsu­ málum, Karst­en Hansen, um­boð fyri Landsverk, ráð­ gevarafyritøkur og byggi­ nevnd vera til staðar. Nýggi bygningurin, sum fer at síggja soleiðis út, sum grafiska myndin omanfyri sýnir, skal eftir ætlan vera liðugur og takast í nýtslu tíð­ liga á vári 2019. Sáttmáli um sjúkra­- hús­út­bygg­ing undir­skrivast BYGGIVERKÆTLAN Komið er nú so væl áleiðis við fyrireikingini til útbygging av Landssjúkrahúsinum við sonevnda H-bygninginum, at klárt er at skriva undir sáttmála við ráðgevararnar. Rágevarar eru Faerport II-samtakið, ið er eitt samtak millum føroyskar ráðgevarafyritøkur. Føroyingur undir illgruna fyri barnaporno – Eg kann vátta, at vit arbeiða við einum máli um barnaporno Áki Bertholdsen Tað sigur Jón Klein Olsen, leið­ari á kanningardeildini hjá løgregluni í Føroyum. Hann sigur, at illgruni er um, at ein 35 ára gamal mað­ ur hevur við barnaporno at gera. Av tí, at talan enn er um ein illgruna, er maðurin ikki varðhaldsfongslaður og so­ statt er heldur eingin skuld­ seting reist enn. Men í sambandi við kann­ ingarnar, hevur løgreglan gjørt húsarannsókn í trim­ um húsum ymsastaðni í Før­ oy­um. Rannsóknirnar vórðu gjørdar samstundis. Men í hesum førum umfata kanningarnar um ein ring av barnaporno sum røkkur um Danmark og Før­ oyar og tískil vórðu eisini húsa­rannsóknirg jørdar gjørd­ar í Danmark. Tiltakið varð samskipað, so at húsarannsóknirnar í Føroyum og í Danmark vórðu gjørdar akkurár í senn, sigur Jón Klein Olsen. Hóast húsarannsóknir vórðu gjørdar í fleiri húsum, er talan um ein mann, sum er undir illgruna. – Øll trý húsini hava verið uppihaldsstað hjá hesum sama manni, sigur leiðarin á Kanningardeildini hjá løg­ regluni. Hann sigur, at í húsa­ rann­sóknunum er hald lagt á telduútgerð hjá manninum og hon verður nú kannað at vita um barnapornografiskt tilfar er at finna í teldunum. Jón Klein Olsen sigur, at tað verður eitt rættiliga um­ fatandi arbeiði sum fer at taka fleiri vikur, tí talan er um nógvar harðdiskar, sum skulu kannast. Ráð­legg­ing­ar­dag­ur­in verð­ur hild­in í bygd­ar­hús­ i­num í Hós­vík fríggj­a­dagin tann 28. februar