mikudagur 19. mai 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 94 - 19. mai 2004
Nr. 94 - 19. mai 2004
11
Tingið skuldi í gjár fara til hús og fyrsta tingskeiðið
hjá nýggju landsstýrissamgonguni er av, somuleiðis
fyrstu 100 dagarnir. Tað má tí vera høvi at spyrja,
hvussu gingist hevur hjá samgonguni. Tað er sjálv-
sagt í so tíðliga at meta um politikkin, men nakað
bert tað tó til at siga um rikna politikkin. Á uttan-
ríkispolitiska økinum tykist landsstýrið at hava havt
hepna hond, serstakliga við atliti at ES og við at seta
eina nýggja trygdarpolitiska dagsskrá. Í sjálvstýris-
málinum hevur verið sera friðarligt og tykjast allir
flokkar innast inni at vera samdir við hugsjónina um
breiðu tjóðskaparliga semjuna hjá smgonguni.
Størsta málið hevur verið tann nýggja fíggjarlógin.
Samgongan legði út við enn fleiri sparingum, enn
gamla samgonga longu frammanundan hevði mælt
til við sínum fíggjarlógaruppskoti.
Hesin sparipolitikkur stendst helst av ynski sam-
gongunnar um ikki at hækka skattir og avgjøld. So
hendi tað, at ein samd fíggjarnevnd uttan um lands-
stýrið mælti til uppaftur fleiri skerjingar. Hetta førdi
til fyrstu beinleiðis innanhýsis kreppuna í samgong-
uni. Landsstýrismenn gjørdu vart við, at skerjingar-
nar vóru so ógvusligar, at tær gingu út yvir tann
politikk, ið teir høvdu sett sær fyri at reka við støði
í samgonguskjalinum. Sum kunnugt kom til
skarpskeringar og endin á hesum máli gjørdist tann,
at fíggjarnevndarlimir samgongunnar boygdu seg og
upprunaliga uppskotið hjá Bárði Nielsen varð í
ávísan mun samtykt.
Tað, sum hendi í fíggjarnevndini, var áhugavert, tí
tað var úrslit av eini sera áhugaverdari strategi hjá
størra andstøðuflokkinum. Hesin flokkur hevur
rikið ein sera semjusøkjandi politikk, síðan nýggja
samgongan tók við. Hesin politikkur hevur eydnast
so væl, at andstøðan í stóran mun hevur sett
politisku dagsskránna á løgtingi. Hetta kann tykjast
ein demokratisk gongd. Hetta kann tykjast sum tann
heilt breiða politiska semjan. Men í roynd og veru
kundi hesin politikkur eisini skiljast sum ein roynd
at spjaða samgonguna, við tað at landsstýrið ikki
fekk sett politisku dagsskránna. Tað man vera hetta
rákið, sum fekk samonguleiðarar at sláa bakk og
steðga hesum rákinum. Sæð frá samgongusíðu var
tað skilagott, serstakliga tí tær skerjingar, sum
andstøðan hevði fingið fíggjarnevndina at mæla til
vóru ov ógvusligar. Eitt nú skuldi lærdi háskúli
okkara, Fróðskaparsetrið steðgast í síni menningar-
tilgongd. Nú kemur so eitt tíðaskeið, har landsstýris-
samgongan veruliga skal vísa, hvat tað er hon vil.
Tað fáa vit at síggja, tá løgmansrøðan og fíggjar-
lógaruppskotið fyri 2005 koma á borið. Tað eru tó
fleiri mál, bæði negativ og positiv fyri samgonguna,
sum kunnu viðgerast her, men tey venda vit aftur til.
Eitt nú er tað sera óheppið at skerja játtanir til
Menningarstovuna og Oljufyrisiting, ið nettupp
skulu fáa búskapinum fleiri bein at standa á.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tingið til hús
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Súsanna Holm
Hvussu ber tað, til at eitt
gamalt fólk í Føroyum
kann liggja í mánansvís á
Landssjúkrahúsinum
og
ongin frá heimstaðarkom-
mununi spyr til hetta fólk-
ið?
Ongin áhugi er fyri tí hjá
heimstaðarkommununi,
ongin spyr eftir, hvussu veit
við og um sjúklingurin
kann fara heim aftur,
kanska við eitt sindur meira
av hjálp og stuðli, ella um
so er at sjúklingurin ikki
kann fara heim aftur, hvat
síðani skal henda við hes-
um gamla borgaranum.
Sum avvarðandi er tað
lætt at konstatera, at hvørt
system arbeiðir í sínum
lagi, hvør kommuna ar-
beiðir í sínum lagi. System-
ini: Heimarøktin, Lands-
sjúkrahúsið, Ellisheim og
Sambýli eru løst føst í
køssum og onki flow er
ígjøgnum systemið. Al-
mannamálaráðið hevur ikki
makt til at áleggja kommu-
nalum stovnum krøv, alla-
staðni sita upptøkunevndir
ið hava evsta orðið at siga.
Trupulleikar verða loystir
ad hoc tvs. bert tann part-
urin, sum á einum ísfjallið,
stingur upp í sjónum og er
so grellur, har ið familjan
ger dundrandi vrøvl, verður
loystur. Alt annað, má man
konstatera, hava starvsfólk
og leiðslur innan endraøkið
ikki møguleika til loysa,
orsakað av einari miðvísari
niðurpíning og niðurpriori-
tering frá Løgtingi og
Landsstýri. Hesin poli-
tikkur hevur nú staðið uppá
síðani kreppuárini fyrst í
nítiárunum.
Niðurstøða
mín er, at eldraøkið er eitt
fullkomiliga óregulerað øki
í Føroyum og á økinum
valdar kaos.
Tí er áhugavert at spyrja
seg sjálvan hví so er? Sjálv
havi eg ongantíð verið
kvinnusakskvinna,
havi
altíð trúð uppá hugtakið
menniskja heldur enn kyn.
Men í dag má eg ásanna at
eg havi mistikið meg.
Tað eru vit konufólk,
sum av nátturligum orsøk-
um taka okkum av børnun-
um til tey flúgva frá reiðr-
inum, vit hava umsorganina
fyri tí dagliga virkseminum
í familjuni, vit eiga eisini
ábyrgdina
fyri
okkara
foreldrum, tá ið heilsan fer
at bila. Men vit eru eisini
modernaðar kvinnur, taka
lut í samfelagnum og ar-
beiða líka nógv sum okkara
menn.
Hyggja vit at okkara lut-
tøku í tí politiska lívinum,
eru kvinnur við at verða ein
vanligur partur av einum
bygdaráði, tó so at eg bert
kann koma í tankar um at í
Vestmanna eru kvinnur í
meiriluta í bygdaráðnum. Í
Løgtinginum sær øðrvísi út
– tær fáu, ið hava megnað
ta høgu gáttina inn á ting,
verða enn sæddar sum eitt
pikant kryddarí, ein kuri-
øsitetur. Eisini kunna tær
tykjast mær dekan og kald-
ar, ella mansligar, tá ið tær
uttan himpr atkvøða fyri
niðurskerjingum á sosiala
økinum. Hví so er kundi
verið áhugavert at kanna.
Men staðfestast kann, at
Løgtingið er fylt við monn-
um, ið natúrliga mest hugsa
um tøl, pengar, vinnu, tað
vit kalla tey hørðu virðini.
Tey øki, sum konufólk van-
liga arbeiða við, menniskj-
um og umsorgan - tey
bleytu virðini, koma snøgt
sagt ikki á dagsskránna. At
ójavnvágur er í Løgting-
inum er tann kaotiska støð-
an innan eldraøki í Før-
oyum eitt talandi dømi um.
Vit hava ongan yvirskip-
aðan eldrapolitikk, hvar vit
seta út í kortið hvørji virðir
vit vilja tryggja okkara
elstu medborgarum í land-
inum. Hvar vit seta upp mál
og deilmál og hava eitt ára-
mál at náa hetta í. Onki
granskingararbeiði innan
eldraøkið verður sett í verk,
sum kann økja um vitanina
hjá politikarum til at taka
tær røttu avgerðirnar, nei
eisini her skal alt kvalast.
Eg havi hug at spyrja - hví
skulu vit hava væl útbúgvið
fólk í hesum landinum, tá í
alt innan øll økir bara skal
ana? Her er ongin gróður,
ongin framgongd, onki
hugflog og onki forvitni, alt
skal bara standa í stað og
helst skerjast.
Í dag arbeiðir hvør í sín-
um lagi, hetta sæst tá í Løg-
tingið uttan himpr vil
áleggja kommununum at
taka ábyrgdina av eldra-
økinum, vælvitandi um at
kommunurnar ikki megna
hesa stóru uppgávu og væl-
vitandi um, at við hesum
pressar man ein politikk
ígjøgnum viðv. kommunu-
samanlegging. Ein politikk,
sum man síðani 1. loys-
ingarlandsstýri ikki hevur
haft politiskan meiriluta
fyri og vilja til at gjøgnum-
føra.
Landsins myndugleikar -
Løgting, Landsstýri og
Kommunurnar hava alt ov
leingi brúkt vælviljan, tol-
semi, ábyrgdarkensluna og
samvitskuna hjá konufólk-
um til at snúgva sær undan
ábyrgdini av eldraøkinum.
Tað kann verða ein ómenn-
iskjaliga tung byrða, at
átaka sær at ansa sínum
gomlu foreldrum, ofta í
áravís. Nú er tíð uppá, at
myndugleikarnir her á landi
taka annað skinn um bak.
Hetta er okkara land
ÚTGÁVA
Tíðindaskriv frá Heima-
missiónsforlagnum
Theodor Hansen hevur týtt
bókina Eg trúgvi úr norsk-
um eftir Carl Fr. Wisløff.
Í hesi stuttu trúarlæruni
gevur Carl Fr. Wisløff eitt
beinrakið svar, tá ið spurt
verður: hvat er kristindóm-
ur? Eftir Bíbliuni og hinum
luthersku játtanarskriftun-
um vísir høvundurin á
grundvøll trúarinnar, og
hvat trúgvin ber í sær.
Høvundurin sigur okkum,
at kristindómur er ikki, sum
best ber til, men trúgv á
Jesus Kristus.
Bókin lýsir høvuðsevnini
í kristnu trúgv okkara. Til
dømis, at hin heilaga
Skriftin er innblást, mynd-
ugleika hennara, hin trí-
einda Guð, skapan og
syndafall, Jesus Kristus –
Guð og menniskja, frelsu-
vegin, lóg og evangelium,
náðievnini, trúboðan, hinar
seinastu lutirnar. Tilfarið er
einfalt og greitt og latið í
lættan góðan málbúna.
Eg trúgvi er útkomin í
mongum londum – í Noregi
í 75000 eintøkum. Bókin er
endurskoðað og broytt fleiri
ferðir. Í bókini er eisini ein
lestrarætlan.
Carl Fr. Wisløff er kendur
í mongum londum sum
gudfrøðingur,
kirkjufrá-
søgumaður, prædikumaður
og høvundur. Hann skarar
fram úr sum kristin odda-
maður við greiðari bíbliu-
trúgvari áskoðan.
Bókin kann keypast frá
Heimamissiónsforlagnum
og í bókhandlum runt um
landið. Hon kostar kr.
169,00.
Eg trúgvi
Agga Niclasen
attitude@niclasen.fsnet.co.
uk
Við einum uppvaksandi
ættarliði til reiðar at taka
sær løgir, tykjast evrope-
isku framtíðarvánirnar ser-
liga bjartar. Ein vísindalig
kanning við støði í 15
býum tvørturígjøgnum Ev-
ropu sigur nevniliga, at
børn borin í heim síðani
1985, "sólskinsunglingar"
at navni, eru sosialt vit-
bundnari, politiskt virknari,
minni sosialistisk og kapi-
talistisk, væl meira tollynt
og leys frá fordómum og, í
síni heild, meira liberal enn
líkasæla
og
ófantaliga
"kynslóð X", sum gekk
undan teimum.
Meðani ein unglingi evn-
aður av ónossliga, anti-
intellektuella Kurt Cobain-
ættarliðnum brúkti bróður-
partin av degnum uppá at
koma fram á nýggjar hættir
at sleppa undan at vaska og
hugsa, vil ein sólskins-
unglingi—kringaður
av
fjølbroyttum hugburði og,
sum fylgju, fløkjasligari
støðutakan—søkja ábyrg-
ing. Teir elska ES. Brýggja
seg um mannarættindi og
altjóða løgfrøði. Teir vilja
lætta um hjá menningar-
londum við at koma skuld-
ini til lívs. Og so eru teir
eisini umhvørvisvitandi.
Og sólskinsunglingarnir,
í mun til formannin fyri
KFUM-skótarnar í Føroy-
um, Trygvi Sigurðsson, eru
ikki plágaðir og stýrdir av
ótta og andstygd fyri øllum
fremmandaliga "nýggjum".
Nei, sólskinsunglingarnir
trúgva ikki bara uppá frían
flutning av vørum, tænast-
um og kapitali, men eisini
fólki. Og, meira beinrakið,
eiheldur høvdu teir verið
barnsliga bangnir fyri sam-
kyndum og einum full-
komiliga skynsamiligum
ynski at gerast partur av
Føroya ungdómsráð og, so
við og við, eini samlaðari,
samfelagsligari uppítøku.
Tað er so lætt at grund-
geva fyri hví felagið Frið-
arbogin [sic] – hvat er tað
við føroyingum og nøvnum
– eigur at vera partur av
FUR. Kortini, hetta er mál-
inum óviðkomandi, við tað
at felagið hjá samkyndum í
Føroyum longu var stillað
inn av starvsstjórnini; og
hetta er væl tí at starvs-
stjórnin hjá FUR var komin
til ta niðurstøðu, at øll krøv
eru lokin fyri limaskap í
Føroya ungdómsráð... bara
hjá nøkrum óliberalum
homofobum at havna heim-
ilaðu umsóknini.
Men, eg visti tað altíð!
Avgerðin hjá FUR ikki at
loyva felagið fyri samkynd
í Føroyum innliman í
henda, eftir øllum at døma,
óliberala felagsskap kann
ikki annað enn vátta mínar
fordómar um eitt nú grønar
skótar: at teir altíð hava
verið ótolandi barnsligir.
Og, eftir slíkan barnsligan
atburð, er tað tá nakað und-
ur í, er tað tá tilvildarleikur,
at meðani vit, "teir gulu",
surraðu,
spældu
"teir
grønu" – KFUM-skótarnir
hinumegin ánna – pikk?
Jú, har vóru aðrir felags-
skapir – 14 ímóti 4, ið at-
kvøddu ímóti at Friðar-
bogin skuldi gerast FUR-
limur við tí annars skilvísa
úrsliti, at umsóknin fall. So,
hví velji eg KFUM-skótar-
nar burturúr? Tí at eg var
"gulur"? Kanska, men fyrst
og fremst tí at hvør atkvøða
má átaka sær ábyrging og at
eg í hesum sambandi var
vitni til ta mest anti-in-
ellektuellu, ja, barnsligu
"grundgevingina" aftanfyri
hesa sigandi avgerð: "Tað
einasta vit kenna til Friðar-
bogan er, at tað er felagið
fyri samkynd (Trygvi Sig-
urðsson
við
Eyðgerð
Kruse,
Dimmalætting").
Sum er, vissuliga, tað sama
sum at siga: "Tað einasta
vit kenna til Brøðrasam-
komuna er, at tað er felagið
fyri baptistar". Ella: "Tað
einasta vit kenna til TB er,
at tað er felagið fyri fót-
bóltsspælarar í Tvøroyri".
Ella, og aftaná at hava góð-
tikið sín býttleika: "Tað
einasta vit kenna til Skóta-
lið Sigmunds Brestissonar
er, at tað er eitt felag fyri,
ja, ø, ja-ja, ókey meðni,
skótar... for hundans!" Júst
so, hr. vera sær sjálvum nóg
mikið-Sigurðsson,
gott
klárað... fyri skótar. Og
skótar spæla sjálvandi ikki
pikk,
men
surra.
Og
samkynd spæla sjálvandi
ikki – ókey, eg viðgangi,
vánaligt orðaval – pikk,
men, um teirra minniluta-
støðu, arbeiða vegna øktum
kunningararbeiði,
meira
sínámillum virðing, minni
sundurgreining, at vera
meira hugað at hugsa fyri
okkum
sjálvi
og,
tað
kritiska punktið, at vera
meira opin mótvegis seksu-
aliteti. Var hatta nú so
torført, hr. Sigurðsson?
Gaman í, formaðurin fyri
KFUM-skótarnar í Før-
oyum skoytti komandi uppí
áðurnevndu
"grundgev-
ing": "Felag okkara er
grundað á tey kristligu
sjónarmiðini og vit arbeiða
útfrá tí kristnu siðalæruni".
Men slíkar "grundgeving-
ar" eru eyðvitað bara bí-
lagdar
andaliga
endur-
føddum mammureyvum at
gera sær dælt av, tá ið van-
ligur intellektualitetur og
bíbliutýðing eru í uppisetri.
Samanumtikið var altso
umsóknin havnað uttan
grundgeving – og hetta er
opinberiliga "í lagi" eftir
rummalareiggj-viðtøkun-
um hjá FUR at døma. Í hes-
um sambandi, tann einasta
vælgrundaða grundgeving-
in fyri ikki at loyva Frið-
arboganum innliman skuldi
tá verið orsakað av sjálvum
navninum.
Men avgerðin hjá Føroya
ungdómsráð ikki at loyva
felagnum fyri samkynd inn
í hitan ber sjálvandi prógv
um eina, ikki bara homo-
fobiska, men undirliggjandi
tornæma tjóð soleiðis sum
ein órógvandi stórur partur
av tess íbúgvum skúgvar til
viks einhvønn mannsøm-
andi progressivitet; eitt
etos, menniskjasligt fram-
tak, liberalt-sinnað lond í
veruligari menning aðra-
máta hvíluleyst royna at
betra.
Eitt er, at henda gamals-
liga atgonga, at alt, sum
fyriferst uttanfyri okkara
"serstøku" tjóð ikki kemur
okkum
við,
sambært
grundreglu, er skeiv. Men
um okkara afturhaldandi
støðu til millum annað
samkynd, men so sanniliga
eisini fólkainnflytan dragna
vit afturút í tørvinum á at
vera á "skerandi kantinum"
so at, sum land, vera ført
fyri at taka á seg umskifti.
Og talan er altso um broyt-
ingar, sum ígjøgnumseyr-
andi og loyvisleyst detta á
okkum og okkara góðvarnu
heimligheit. Í stuttum: vit
kunna ikki longur loyva
okkum at stinga heysin í
kongsjørð og, eftir besta
førimuni, syngja hissini
láturligani
romantiskan
tjóðveldissang
sum
vit
leggja ein fanans lort í alt,
sum ikki sjálvkomið ella
beinleiðis rakar okkum...
fyri okkara skuld.
Yvirhøvur er tað flóvis-
ligt at "taka ímóti" nøkrum,
ið undir ongum umstøðum
ikki kann víkjast frá, bert tí
at tað onkursvegna er vorð-
ið noytt á okkum, og ikki
hugsað ígjøgnum. Men í
hesum finst helst svarið til
hví abstrakta uppfatanin av
tí støðugt meira progressiva
Evropa er meira seljandi til
hasi, sum njóta abstrakta
hugsan
og
stórfingnar
ætlanir,
enn
tey,
sum
annaðhvørt heldur vilja
hjálpast, sum best ber til,
ella – eins og vit – "elska"
høgleika, hugnað og púr-
asta líkasælu.
Í eini grein í Sosialinum
á valdegnum í ár helt Kári á
Rógvi fyri, at vit høvdu
tosað í so nógv um tey sam-
kyndu uppundir valstríðið.
Tvætl! Ikki einans eru
livikor og rættindi hjá teim
samkyndu umráðandi í
sjálvum sær, men vil so
sanniliga eisini virka sum
eitt rimmar ávísi fyri – í
hesum føri – floksins
grundliggjandi moral. Nú
eri eg tíbetur ikki serkønur í
løgfrøði, men politikki, og
einhvør lóggáva skuldi
helst verið ein akkumulerað
og støðuliga endurskoðað
úrtøka av morali.
Men tó at progressivu
Føroyar vóru fyri einum
bakbresti
soleiðis
sum
Friðarbogin fekk krakk í
síni samvitskufullu áheitan
at verða veittur og veita
eina hjálpandi hond millum
ung sum partur av Føroya
ungdómsráð, er samlaði
samkynju-spurningurin
kortini komin nakað á mál.
Eitt er, at felag fyri sam-
kyningar er stovnsett, men–
og týdningarmeiri – tey
dylja ikki sína samkynd í
sama mun longur og kundu
tí, sum avleiðing, mynda
felagið: ætlandi ein íkomin
viðgangur so við og við
sum tey hava hildið seg
verið betri før fyri at
"spretta" og sum aftur
stendst av øktari og áhald-
andi umrøðu. Men, bara
nakað. Tí barnsliga avgerð-
in hjá FUR ber jú prógv um
eitt barnsliga bangið land,
sum heldur enn gjarna vil
hava sínar borgarar búgv-
andi í fremmandalondum,
men ikki so øgiliga gjarna
hava fremmandafólk búgv-
andi í okkara landi; og eitt
land, sum enn heldur tað
vera, ikki bara løgið, men
vamlisligt at síggja tvey
mannfólk leiðast.
Men progressivu Føroy-
ar, tey anti-líkasælu, tey
langskygdu, tey vaksnu,
mugu ikki ganga og lúnast
sum eitt forkelað barn, men
brúka bakbrestin á upp-
byggjandi hátt. Og tí er tað,
at samtíðis sum vit krafta-
mikið skula díkja á so at
fremja politisk mál sosum
"skrásett parlag" og at
kriminalisera
einhvønn
mismun mótvegis sam-
kyndum í arbeiðs- og húsa-
málum, muga kondemnera
eitt og hvørt slag av homo-
fobi, hvar enn so hetta
barnsliga bangilsi dagar.
Men við einum lítið libe-
ralt-progressivum
Sam-
bandsflokki verður torført.
Sostatt verður stríðið fyrst
og fremst mentanarligt. Í
21. øld er tað tríggjar ferðir
so trúligt at samkyndir
tannáringar royna at beina
fyri sær enn kynvísir ung-
lingar. (Aleina hetta hag-
frøðital átti at fingið okkum
niður á knø og homofobar
at skammast.) Og "bøssi"
er enn ein handahóvsháð
millum ung.
Her er ikki bert talan um
nakrar fáar hálvvaksnar
dreingir, ið plága og gera
seg inn á samkynd børn.
Hetta er partur av eini djúp-
ari og inntonktari mentan-
arhomofobi—sum, nú eg
kortini komi tysjandi, sjálv-
andi einki sum helst hevur
við bíblíutýðing at gera—
eggjað til og vitleyst pro-
moverað av, ja, tey kalla seg
vaksin, og tessvegna áttu at
vitað betri.
Homofobiska niðurbrót-
ingin í Føroyum fer at taka
langa tíð. Men arbeiðslagið
er beint frameftir: homo-
fobar muga konfronterast
við tí epidemiska sjálv-
haturi, teir birta uppundir, í
skúlum, á arbeiðsplássum
og í fjølmiðlum.
Fyrst tá, og við eini pro-
aktivari hendurnar burtur!-
atgongu mótvegis okkara
liberalu "sólskinsungling-
um" til reiðar at taka sær
løgir, gongur dreymurin um
einar progressivar Føroyar
út. Nemið ikki við, til-
komna fólk!
Ímeðan eiga vit at flyta
burtur hasar 1,1 millión-
irnar í donskum peningi,
sum, sambært løgtingslóg
nr. 34 frá 23. apríl 1999,
Føroya ungdómsráð fær frá
spf. Ítróttarvedding, yvir í,
nei, ikki Friðarbogan, men
til anti-homofobiska upp-
lýsing
yvirhøvur.
Men
"hesuferð" – í mun til at-
ferðsmynstrið
hjá
for-
manninum fyri KFUM-
skótarnar í Føroyum—við
grundgeving: homofobi...
ella tornæmi!
VIÐMERKINGAR
Kári P. Højgaard
løgtingsmaður
Í grein á portalinum
skrivar Áki Bertholdsen
áhugaverda grein undir
yvirskriftini: Loysti seg
hjá Bjarna Djurholm at
hava tol.
Í greinini støðgaði eg á
við hetta brotið.
Somuleiðis kann hugs-
ast, at nevndin fær til
uppgávu at gera met-
ingar um, antin tað kann
verða til gagns fyri sam-
felagið at skapa karmar
fyri stórrakstrargørðum í
miðstaðarøkinum
t.d.
bíliga mjólkaframleiðslu,
sum skal kunna bera seg
uttan stuðul frá tí al-
menna.
Fyrsta treytin fyri at
hesin tankin verður veru-
leiki er, at garðarnir ikki
gerast meira skuldar-
bundnir og at mjólkar-
kvoturnar verða avtiknar
við fríari kapping.
Tað sum nú hoyrist er,
at mjólkakvotur verða
handlaðar fyri stórar
upphæddir. Um garðar
skulu gjalda rentur og
avdrátt av lánum til keyp
av
mjólkakvotum,
á
sama hátt sum við keyp
og sølu av fiskidøgum,
kunnu vit gloyma alt um
bíliga mjólk og minkandi
stuðul.
Bert umleið 10% av
jørðini her á landi er
dyrkað. Tað átti at verið
skylda hjá teimum sum
hava trøð ella festi, at
dyrkaða jørðin var nýtt
sum bit ella bleiv sliin
einaferð um árið, so hon
ikki aftur verður til haga
av vanrøkt; hesa virðing
skylda vit forfedrum
okkara. Talan er eisini
um stórar nøgdir av strá-
fóðri, sum verða inn-
fluttar.
Í útoyggj og á smá-
plássum er landbúnað-
urin í serstøðu og eigur
landsmyndugleikin
at
taka hetta til eftirtektar.
Her
eiga
alternativir
møguleikar at kannast og
stuðul veitast til verk-
ætlanir, ið kunnu gera
okkum meira sjálvbjarg-
nar við kjøti og landbún-
aðarvørum. Her er jørðin
og tað ið kann fáast av
henni
nærum
einasti
inntøkumøguleiki.
Annars fegnist eg um
ætlaninar at seta eina
nevnd við breiðari um-
boðan at stinga út í kortið
og gera uppskot um,
hvussu landbúnaðurin
skal skipast framyvir.
Fegnist somuleiðis um,
at
landstýrismaðurin
hevur tikið nógvar av
teimum viðmerkingum,
Sjálvstýrisflokkurin
hevur havt til uppskotini,
við í sínar framtíðarvisi-
ónir. Tað er rætt at kanna
fyrimunir og vansar av at
selja smærru festini, um
smáfestarar og traðarfólk
skulu fáa møguleikan at
keypa síni brúk.
Tað má vera pláss fyri
áhuga, partvís riknum og
fullriknum brúkum.
Bíða verður í spenn-
ingi eftir næsta leiki.
Hvat hendir nú?
Hvat barnsliga avgerðin hjá FUR
veruliga merkir
C
M
Y
K
11
10