týsdagur 25. februar 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. februar 2014 · Nr. 24
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Helgi á Geilabø 80 ár
Í dag 26. februar, verður Helgi
Thomsen í Norðragøtu 80 ár.
Helgi er ættaður av Geila
bø í Norðragøtu.
Pápin var Tummas Jákup
Thomsen. Hann var sonur
Elspu Katrinu og Tummas
í Blásastovu í Norðragøtu,
har fornminnissavn er nú.
Tummas Jákup hevði í mong
ár handils- og reiðaravirksemi
í bygdini.
Mamman var Magdalena,
dóttir Petru og Óla Gregersen
í Syðrugøtu.
Tey
vóru
13
systkin,
Tóra, f. 1917, Ásmund, f. 1918,
Brynhild f. 1920, Gunnar f.
1921, Margreta f. 1922, Súni f.
1923, Hjørdis f. 1924, Halldóra
f. 1927, Ragna f. 1928, Regin f.
1930, Heri f. 1932, Helgi f. 1934
og Gunnvør f. 1937.
Sum tað sæst, eru nógv
av børnunum fødd ár um
ár. Onkuntíð vóru tvey ár
ímillum, og millum tey tvey
yngstu vóru trý ár. Tað er
eingin ivi um, at Magdalena
hevur verið eitt konubrot!
Minnist hana eisini sum eitt
sera fitt fólk.
Elst av børnunum, sum
eru á lívi, er Margreta, sum
býr í Havn, kend frá B36.
Hini eru, umframt Helgi
sjálvur, Halldóra, sum býr í
Fuglafirði, Ragna, sum býr á
Geilabø beint við barndóms
heimið, og Heri, sum býr í
Norðragøtu.
Tey á Geilabø og vit í
Tjørnustovu vóru í sama
grannalag, og hóast tey flestu
í grannalagnum eru farin
í ymsar ættir er framvegis
serligt samband millum okk
um.
Tá í tíðini var Norðragøta
ein onnur bygd enn í dag.
Geilabø var tá mitt í bygdini,
meðan miðdepilin nú er inni
í dalinum. Næsta grannahús
hjá teimum á Geilabø var hjá
Kalu, ættað úr Oyndarfirði,
og Sámal Jákup Gøte fyri
innan Á. Her búði javnaldurin
Fredrik, og teir báðir, Helgi og
Frederik, blivu bestu vinir. Tá
í tíðini spældu børn úti, og
spæliplássið hjá teimum og
øðrum norðragøtubørnum
var niðri á sandinum, har alt
nú er undir betong.
Skúlagongdin
var
við
Gøtugjógv hjá “gamlalærara”,
stórmenninum
Símun
Paula úr Konoy, sum hevur
“uppdrigið” nógv ættarlið av
gøtufólki. Lærarar vóru eisini
Helga Øregaard og Jákup
Simonsen. Konoy fór frá, og
tá kom fyri hann Poul Enok
Hansen, sum var ættaður úr
Norðragøtu, men sum hevði
verið lærari á Viðareiði í
mong ár.
Fekk sær bakarí
20 ára gamal
Vanligt var, at ungir dreingir
fóru til skips 14 ára gamlir.
Men tá ið Helgi var 15
ára gamal doyði pápin, og
Helgi fór tann 5. mai 1949 í
bakaralæru hjá gubba sínum,
Andreas í Køkubúðini í Havn.
Hann var eisini ættaður
úr grannalagnum. Tá fór
Frederik í skraddaralæru.
Hesir báðir vildu tískil royna
nakað annað enn tað vanliga
tá í tíðini.
Í 1954 byrjaði Helgi, bert
20 ára gamal, sítt egna fram
komna bakarí í Norðragøtu
í kjallaranum hjá systrini
Tóru og manni hennara
Eivind Hansen, Eivind hjá
Havna Jákup. Hetta vísir ein
ungan mann við áræði.
Eivind og Tóra høvdu
annars høvdu tikið handilin
upp eftir Tummas Jákup
heima í bygdini.
Tann 10. mars 1956 giftist
Helgi við Jónu úr Fuglafirði.
Hon var dóttir Malenu og Óla
Jákup Olsen, vanliga kallaður
Gøtu Óla Jákup, tí hann
var ættaður frá Gøtugjógv.
Malena hevði eisini røtur
til Gøtu, mamma hennara;
Anna, var úr Tjørnustovu.
Tískil hava tey røtur aftur til
sama grannalag.
Í 1962 fluttu tey í síni egnu
snøggu hús í Kongsbø. Stutt
eftir bleiv bakaríið flutt í
kjallaran í nýggju húsunum,
so nú var ikki so langt til
arbeiðis hjá teimum. Jóna
bleiv høgra hond hjá Helga
bæði í tungum og løttum.
Helgi royndi eisini onnur
yrki. Eina tíð koyrdi hann
lastbil hjá Hera, beiggja sín
um. Eisini var hann landari á
Havsbrún.
Fyrst í 70-unum flutti
familjan til Grønlands, har
Helgi var kokkur við einum
KGH-trolara. Aftaná tvey ár
fluttu tey so heim aftur til
Norðragøtu, har bakaravirkið
helt fram.
Í august 1994 gjørdist
Jóna óarbeiðsfør eftir eitt
strik. Hetta var ein dyggur
smeitur fyri Helga at missa
sín fremsta arbeiðsfelaga. So
eftir stutta tíð gjørdi hann av
at steingja bakaríið.
Í mars 1995 fluttu Jóna
og Helgi til Danmarkar at
búgva, har fleiri av teirra
børnum búðu.
Frá tí degi Jóna bleiv sjúk,
hevur Helgi verið um hana
fulla tíð. Hann legði alt frá
sær fyri at passa konu sína.
Øll hesi árini hevur hann
staðið víð hennara síðu. Tolin
og húsligur sum altíð, so betri
hjálp kundi Jóna ikki fáa.
Tey fluttu aftur til Føroya
í juli 2010, og nú búgva tey í
sama kjallara, har tey á sinni
byrjaðu bakaravirksemið. Nú
er tað Mildrið, dóttir Tóru og
Eivind, sum eigur húsini.
Helgi hevur eisini havt
onnur áhugamál enn at baka
og arbeiða. Honum dámdi
væl at veiða síl og at gera út
ferðir saman við familjuni.
Børnini eru fimm í tali:
Maiken, Odny, Tummas Jákup,
Gudny og Óla Jákup. Odny
býr í Keypmannahavn. Hini
búgva í nærumhvørvinum.
Abbabørnini eru sjey í tali.
Og nú eru sjey langabbabørn
komin afturat.
Helgi er sera fryntligur
maður sum øll tey á Geilabø
eru. Hann er altíð jaligur og
áhugaverdur at koma á tal
við.
Tað skal verða ynskt hon
um og øllum hansara hjarta
liga tillukku við teimum 80
árunum.
óli
Jógvan við Keldu 70 ár
– ein stutt heilsan á torradøgum
Eitt hugnaligt heim var tað
at vitja hjá Giggu og Theodor,
eins og tað er hjá Betty og
Jógvan í dag; blíðskapur,
hugfarsligt prát og vinaligt
skemt, sangur og tónleikur,
og sum eisini hevur merkt
børn teirra: Gunnvu, Pætur
og Tóru.
Theodor (1914-1986) var
musikalskur, taktfastur og
fáorðaður álitismaður. Onkur
nevndi um bil, at roknskapur
kundi førast upp á fleiri
mátar. Tá læt í Theodor: “ Nei,
tað er bara ein máti, og tað
er at føra tað rætt” (!). Hann
var ikki komin til tey fjøruti,
táið tann darvandi sjúkan
gjørdi vart við seg, soleiðis
at hann í góðum árum seig
an mátti gevast sum kór
leiðari og orgulspælari. Men
arbeiðshugurin
og
tolni
verumáti hansara var tann
sami - bæði í orði og talu -
fyri lívið.
Tey fingu børnini: Reg
in, Jógvan og Áslu. Mamma
teirra, Gigga (1913-), var sera
væl hýrd, blíð og skemtingar
som. “Og betri kaffi fekst tú
ikki í bygdini” plagdi Dánjal
hjá Victor at siga, sum búði
hjá teimum eitt skifti.
Tað má vera lagnunnar
speisemi, at Jógvan sum
føddur
“klakk’sjingir
og
lokalir” um ein háls, at navn
hansara als ikki finst í Klaks
víkar søgu hjá tí annars so
søgufróða Símuni J. Hansen.
Hvar ið mamman hevur sínar
røtur frá, hómast tó ein farri
av í Fugloyar søgu.
Jógvan er lívligur og
stundisligur maður og kann
saktans geva “greið beskeð”;
men hann er skjótur eftir seg.
Og so hevur hann eitt afturat,
sum ikki allir politikarar
hava í ovurmát – um tú ert
samdur um mál ella ikki – tað
hevur altíð borið til at koma
á tal við hann.
Um
hansara
virkna
kommunu- og landspolitiska
lív ber til at lesa um og frá í
bløðunum, og serstakliga
í “Norðlýsinum”, sjálvandi,
men hetta kunnu onnur
betri døma um, so tað lata vit
bara fara á hesum sinni, tí í
politikki –? Ja, tá kemur tú at
kenna nógv fólk - og ofta upp
á ein annan máta; men vinir,
vælsignað, teir finnur tú ikki
har - og als ikki innanfloks.
Og soleiðis er tað bara.
Annars er Jógvan skemt
ari. Eg ynskti honum til
lukku við at dóttirin var vorð
in býráðsformaður. Jú, hann
takkaði, men helt so fyri, at
hon hevði nú tann fyrimun,
at hon altíð kann spyrja pápa
sín um: “ Hvussu mann ikki
skal gera (!)”.
_ _ _
Sagt verður (S.K.) at: “Lívið
skal livast frameftir, men
forstandast aftureftir.” Og
hvør dugir at meta um hetta?
Eins og mangt vakurt og gott
er at gleðast um í lívinum.
Men dugir nakar tað til
fulnar?
_ _ _
Jógvan
hevur,
umframt
kórleiðari um hálva øld, við
“Seytjan sangarum” sínum
kveikt lív í mangar sangir og
løg, sum skapt eru av norð
oyingum.
Meg minnist, at Árni Absa
lonsen ( Árni hjá Steffani)
einaferð spurdi Christian
Matras í útvarpssamrøðu:
Um tað nú ikki var ein yrking
í hansara hendinga lívsavriki,
sum Christian sjálvur var
serliga væl nøgdur við? Og
tað eyðkenda inntonkta aft
ursvarið frá viðareiðis-skald
inum var nakað soleiðis:
“Jú, tað er ein regla, sum
eg eri nokkso góður við, og
tað er –“ (haldi eg tað var):
“Hýkur dimmið mjúkt um
hellulandið –“.
Ja, tað kundi fyri tann
skuld verið aðrar reglur
og ørindi við, so sum: Ein
varligur dráttur í tara, ein
meldur av ljódligum íðum
o.s.fr., - hesar mongu glitrandi
hugbirtingar
skaldsins
í
sama duri.
Um til ber at draga ein
parallell her? – ja, so hevur
tað eydnast Jógvani sum
ungur at uppliva nakað tað
sama sum Christian. Tí til
ódeyðilig bønina “A little
while” hjá Jane Fox Crewd
son (1808-63), Gfs. nr. 801,
hevur Jógvan evnað til eitt
lag, sum bara snøgt sagt
smeltar saman við tekstin hjá
meistaratýðaranum Victor
Danielsen (1894-1961), honum
sum í flestu førum eydnaðist
at gera týðingina enn betri
enn upprunateksturin var.
Oh, for the peace that
floweth as a river,
Making life’s desert places
bloom and smile;
Oh, for the faith to
graspHeav’n’s bright forever,
Amid the shadows of earth’s
little while.
Gev mær tann frið, ið stilt
sum flóðin stígur,
ger lívsins oyðimørk til
urtagarð,
ta trúgv, ið stendur, tá ið
broytast tíðir,
og alt sum leyv um heystið
skakað varð!
_ _ _ _
So stutta stund mítt lívsljós
enn skal lýsa –
Gud, lat tað lýsa fyri teg ta
stund!
Og unn mær besta
vitnisburðin vísa,
tann dag tú stevnir mær við
teg á fund!
Hetta mjúka og melodiskt
einfalda lagið hjá Jógvani
stendur als einki aftanfyri
hitt kenda lagið hjá Ira D.
Sankey. Og tað sigur ikki so
lítið.
So, heldur tú, Jógvan -
sum vit onnur almindiligu
ofta bera kensluna av, at
ymist strev og áræði til tíðir
royndist meiri misjavnt -
so er her nakað, sum tú nú
kanst gleðast um, og sum tú
m.a. hevur glett onnur við
gjøgnum árini. Og takk fyri
tað.
Arnstein Niclasen
22.02.14