týsdagur 25. februar 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. februar 2014 · Nr. 24
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Minningarorð um pápa okkara
Hjalgrim Poulsen, lærara á Strondum
26.februar 1929 – 12.juni 2013
Mikudagin hin 26. februar
hevði pápi fylt áttatifimm,
um hann hevði livað.
Sama dag, fyri bert einum
ári síðan, setti pápi seg við
klaverið og spældi fyri sín
um
føðingardagsgestum.
Hóast hann tá var sjúkur,
illa gongdur og minnið bilaði,
megnaði hann tá, sum so
ofta fyrr, at lyfta okkum øll
upp. Hann fekk okkum at
syngja og vagga til tónarnar
frá klaverinum.
Hetta undraði okkum,
at tað yvirhøvur bar til hjá
einum manni, sum hevði
mist stórt sæð allar aðrar
førleikar. Hann gekk við
skinklutum, óstyttum fetum
yvir til klaverið og setti seg
við baksi á klaverbonkin.
Men tá fingrarnir raktu tan
gentarnar var tað sum at
armar og kroppur gloymdu,
at teir beint frammanundan
vóru kryplaðar av elli. Hend
ur og fingrar fluttu seg
skjótt aftur og fram eftir
tangentunum og hann fekk
tónar og sang at svinga so
lættliga.
Kanska er hetta ikki so løg
ið kortini. Tónleikurin hevur
verið
høvuðsinnihaldið
í
lívinum hjá pápa, hóast tón
leikurin ikki var hansara
lívsyrki. Hann var sonur ein
lærara, var heimkærur og
tí var tað so nærliggjandi,
at hann skuldi blíva lærari
og ganga í skúla her á klett
unum.
Pápi var barn undir kríg
num, eitt lív sum fyri okkum
er so fjart og óskiljandi,
hóast hetta, sæð í heimssøgu
høpi, er so stutt síðan. Tá vit
tosa um lívið hjá pápa, gevur
tað meining at tosa um
krígsárini, tí hesi árini hava
kanska verið avgerandi fyri
hvørji val pápi tók restina av
lívi sínum.
Pápi vaks upp á Strondum
saman við systir síni Onnu. Á
Strondum høvdu eingilskir
soldátar eina vaktarstøð. Teir
eingilsku soldátarnir vóru
púra vanligir ungir menn.
Har mundu vera nakrir
hundrað soldátar. Teir flestu
vóru um 20-30 ára aldur og
vóru útsendir frá Skotlandi
og Onglandi til Føroya. Teir
vóru ein samansettur bólkur
frá ymsum samfelags- og
trúarbólkum. Felags fyri teir
allar var tó, at teir vóru ungir
og høvdu tørv á undirhaldi.
Teir skipaðu fyri kabarettum,
sang- og tónleikaframførslum
og dansi. Ung og eldri á
Strondum vóru vælkomin
at luttaka. Í tíðarskeiðinum
1940-45 var pápi 11-16 ár.
Skotarnir høvdu bústað
í
missiónshúsinum.
Teir
vóru nakrir sum høvdu
tað fyri at sita á trappuni í
missiónshúsinum og spæla
harmoniku. Strandabørnini
stóðu í ring rundan um teir
og lurtaðu. Helst hava teir
spælt Loch Lomon, Old Lang
Syne og Tipperary, ið eru
sangir, sum hava fylgt pápa á
klaverinum og harmonikuni
øll árini eftir hetta, líka til tað
síðsta.
Tað vildi so til, at tann
eini hermaðurin hevði fing
ið nýggja harmoniku, tí bjølg
urin varð vorðin ótættur.
Hann hevði lagt til merkis
henda unga drongin, sum
altíð passaði seg upp, tá teir
spældu og sat og lurtaði við
stórum áhuga. Hann spurdi
drongin, um hann ynskti at
fáa
gomlu
harmonikuna.
Tann hepni ungi drongurin,
var pápi og hetta var so
byrjanin til eitt langt lív við
tónleiki. Anna fastur hevur
sagt okkum, at pápi sat og
mjarraði áhaldandi á hesari
harmonikuni í fleiri tímar og
longu sama kvøld, fekk hann
spælt “Good night ladies”
samanhangandi. Hann var
ikki gamal, tá hann spældi
til dans í gomlu dansistovuni
á Strondum. Kanska var tað
samanrenningin av tveimum
ymsum mentanum í krígs
árunum sum fluttu mørk
ini?
Abbi okkara var deknur
og kirkjugongdin var tí ein
natúrligur partur í upp
vøkstrinum hjá pápa og
systrini Annu. Eins og
tað eisini bleiv hjá okkum
systkjum, tá pápi avloysti
abba við fjølina.
Pápi dugdi, eftir okkara
tykki, væl at sameina trúarlív
og dagligt lív. Har tónleikur,
sangur og dansur var eins
natúrligt og at anda.
Pápi var greiður yvir
hvat hann setti í virði og var
týðiligur í sínum mørkum.
Ein eginleiki sum gjørdi at
vit børn og mamma okkara
kundu kenna okkum trygg.
Nú eru 8 mánaðir farn
ir síðan pápi fór frá okkum.
Vit systkin og mamma vóru
hjá honum tá hann 15. juni
andaðist á Landssjúkrahús
inum.
Klaverið
í
Dávagerði
er nú tagnað og heimið
kennist tómt. Vit sakna pápa
okkara og minnast hann við
virðing.
Johan, Heidi og Jana