mikudagur 19. mai 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 94 - 19. mai 2004
Nr. 94 - 19. mai 2004
13
Jaspur Vang
Tvøroyri
Føroyska samfelagið hevur
roynt at gera upp við lands-
politiska ábyrgdarloysið,
sum fyri ikki so nógvum
árum síðani elvdi til sein-
astu álvarsligu búskapar-
kreppuna. Sitandi sam-
gonga er farin at taka upp
eftir fíggjarliga ábyrgdar-
loysið, sum eyðkendi und-
anfarnu fullveldissamgong-
urnar. Stundin er soleiðis
eisini komin til at gera upp
við trygdar- og verjupolit-
iska ábyrgdarloysið, sum
valdað
hevur
seinastu
mongu árini.
Stjórnin boðaði fyri stutt-
um frá ætlanum um í stóran
mun at skerja virksemið hjá
Nato og donsku herdeild-
unum á føroyskum øki.
Løgmaður hevur lagt fram
uppskot til samtyktar við-
víkjandi framtíðar verju- og
trygdarpolitisku
støðu
Føroya og hevur ein meiri-
luti í Uttanlandsnevndina
nú tikið undir við uppskot-
inum. Eftir er bert at vóna,
at ein greiður meiriluti á
Føroya Løgtingi sær álv-
aran í, at tað er neyðugt, at
vit føroyingar langt um
leingi taka støðu til - og
ábyrgd av egnari trygd og
soleiðis vinna okkum álit,
virðing og viðurkenning.
Fyrst tá fáa vit neyðuga
ávirkan.
Vinstrarák eystaneftir og
dupultmoralur
Áðrenn jarnteppið fall og
sosialistisku stýrisskipan-
inar fyri eystan jarnteppið
kollsigldu, tóktust sterkar
kreftir í Føroyum hava
samhug við – og í mongum
førum beinleiðis taka undir
við
nevndu
skipanum.
Hetta, saman við tá gene-
rella vinstrarákinum, hevur
uttan iva verið ein høvuðs-
orsøk til, at Føroya Løgting
ikki hevur verið ført fyri at
taka greiða støðu til, hvønn
trygdar- og verju- politisk-
an leiklut Føroyar áttu at
átaka sær í ríkisfelagsskap-
inum og harvið heimssam-
felagnum annars. Úrslitið
hevur verið ein dupult-
moralskur
trygdar-
og
verjupolitiskur sjónleikur,
har vit føroyringar, uttan
greiða politiska støðutakan,
men sum partur av ríkinum,
hava verið væl vardir av
trygdar- og verjufelags-
skapinum NATO.
Settu kílar
Heldur enn at arbeiða fyri
ávirkan á trygd og verju
landsins, loyvdi undanfarna
fullveldissamgonga tá sit-
andi Uttanlandsnevnd at
nýta eitthvørt verjupolitiskt
samskifti við stjórnina til at
seta kílar millum ríkispart-
arnar, heldur enn at taka
støðu og vinna Føroyum
trygdar- og verjupolitiskt
álit, virðing og viðurkenn-
ing.
Við at krúpa undan
støðutakan og annars nýta
trygdar- og verjupolitikkin
fullveldispolitiskt, vórðu
vit soleiðis av okkara egnu
fólkavaldu sett uttan fyri
alla trygdar- og verjupolit-
iska ávirkan.
Rákið vent
Sum nevnt vóru tey mong,
sum fyri ikki so mongum
árum síðani róku við
alheims vinstrarákinum og
tí vóru ímóti verjufelags-
skapin NATO. Seinastu
árini, nú Kalda Kríggið er
av, og høgrarákið hevur
vunnið - og vinnur alt
meira fram, tykjast hesi
áður so "eysturhallu" hava
ilt við at síggja veruleikan í
eyguni. Onkur teirra krúpa
uttan um trygdarpolitiska
veruleikan og krógva seg
undir fullveldishattinum.
Eftir øllum at døma út frá
teirri strategi, at verður
villeiðandi
boðskapurin
endurtikin nóg ofta, trýr al-
menningurin boðskapinum
sum frálíður, verður so-
leiðis hildið áfram við
læruni um, at einki mál
kann loysast - og at føroy-
ingar ikki hava ávirkan og
kunnu taka ábyrgd, so
leingi viðkomandi málsøki
ikki er yvirtikið. Hettar
hóast veruleikin er ein heilt
annar.
Strussapolitikkur
Sum tá strussurin stingur
høvdið í sandin, føra ávísir
politikarar eisini fram, at
nú Kalda Kríggið er av og
hóttanin eystan eftir harvið
er burtur, er spurningurin
um trygdar- og verjupoli-
tikk ikki so átroðkandi. Væl
kann tað vera, at hesin
beinleiðis krígsvandið er
av. Hinvegin kann støðan
skjótt broytast, eins og aðrir
vandar, sum støða má
takast til, liggja og lúra.
Eins og tað altíð er neyðugt
m.a. at tillage vinnulívið í
einum landi eftir vinnuligu
gongdini og marknaðunum
í umheiminum og í búskap-
arliga góðum tíðum at
leggja til síðis og brynja
seg til búskaparligar niður-
gangstíðir, er tað í friðar-
tíðum neyðugt hjá einum
landi at laga trygdar- og
verjupolitikkin eftir gongd-
ini í umheimi- num og
annars fyrireika seg til - og
taka hædd fyri møguligum
komandi
yvirgang-
og
krígsvandum. Tí er tað
neyðugt at vit føroyingar
m.a. taka hædd fyri - og
støðu til tann ógvusliga
altjóða yvirgangin, sum
hevur skakað heimin sein-
astu árini. Soleiðis er tað
eisini neyðugt at vit taka
støðu til um - og á hvønn
hátt vit skulu verja okkum
móti altjóða yvirgangi, eins
og tað er neyðugt at taka
støðu til, hvørt vit saman
við teimum londum, vit
fegin vilja samanbera okk-
um við, hvat frælsi, vælferð
og fólkaræðiligum støði
viðvíkur, taka ábyrgd í
stríðnum móti altjóða yvir-
gangi og møguligum krígs-
vandum.
Føroyar eru í ríkisfelags-
skapi og eiga at taka støðu
út frá hesum veruleika. At
tengja trygdar- og verju-
politikk at fullveldistráð-
anini og harvið misnýta
trygdar- og verjupolitisku
støðuna, eins og ein lut-
fallsliga lítil minniluti í
andstøðu ger tað í løtuni, er
ábyrgdarleyst.
Fortreytir fyri trygdar-
og verjupolitiskum áliti
Skulu vit sum føroyingar
vinna okkum álit og vera
við, har upplýsingar um eitt
nú altjóða yvirgang og
hernaðarligar vandar verða
viðgjørdir í trúnaði og har
trygdar- og verjupolitiskar
avgerðir
verða
tiknar,
krevur tað av okkum, at vit
her og nú taka ábyrgd av
okkara egna landi og greitt
boða frá, at at vit sum part-
ur av ríkinum eru partur av
NATO og hava ynski um -
og viljan til, saman við
stjórnini at vera við í al-
tjóða trygdar- og verju-
politiskum høpi. Tað er um-
ráðandi, at henda fráboðan
fær breiða politiska undir-
tøku á Føroya Løgtingi.
Viðgerð av oman fyri
nevndu upplýsingum og tað
at taka trygdar- og verju-
politiskar avgerðir á hesum
grundarlagið, krevur har-
umframt, at vit hava eina í
allar
mátar
dugnaliga,
støðuga, reiðiliga og álít-
andi landsfyrisiting, eins og
tað av landspolitisku leiðsl-
uni og embætismonnunum
krevst ein á einhvønn hátt
álitsverdug lívsførsla.
Trygdar- og verju-
politikkur í dag
Frá at vera ein spurningur
um tradiotionella verju
móti beinleiðis hernaðar-
ligum álopum úr øðrum
londum og harvið um
beinleiðis krígsførslu mill-
um lond, er trygdar- og
verjupolitikkur í dag í størri
mun ein spurningur um
fleirtjóða trygdar- og frið-
arvarðveitandi samstarv, so
sum fleirtjóða verju móti
yvirgangi og kriminaliteti
um landamørk. Vit síggja
tí, at eitt nú altjóða neyð-
hjálpararbeiði, - menning-
arhjálp, - hernaðarlig frið-
arvarðveitandi átøk og -
arbeiði fyri mannarættind-
um verður alt meira sam-
skipað, eins og løgreglu-
samstarv tvørtur um landa-
mørk verður alt meira út-
bygt og samskipað.
Trygdar- og verjupoli-
tikkur í dag er tí ógvuliga
førleika- og orkukrevjandi.
Hesa orku og hendan før-
leika hava vit í ríkisfelags-
skapinum og eiga vit tí at
samstarva um felags loysn-
ir.
Ikki-hernaðarliga
tilbúgvingin
Umframt at vera við til at
verja vesturheimin undir
kalda krígnum, verja lima-
londini móti altjóða yvir-
gangi og m.a. hava fiski-
veiðueftirlit og verja hav-
umhvørvið móti dálking,
hava herdeildirnar á okkara
leiðum verið - og eru fram-
vegis ein týðandi liður í
okkara ikki-hernaðarligu
tilbúgving.
Hesar deildir eru væl
útbúnar og væl vandar, eins
og tær hava dygdargóða
bjargingsútgerð um hendi.
Tí eru deildirnar sera væl
skikkaðar at luttaka, tá
talan eitt nú er um:
• bjarging á sjógvi og
landi,
• leiting á sjógvi og landi,
• burturbeining av
vandamiklum spreingi-
evnum og spreingi-
knøttum,
• sjúkraflutning v.m.
Harumframt hava vit frá
flogvallarleiðsluni í Føroy-
um fingið at vita, at radar-
støðin í Mjørkadali er av
avgerðandi týdningi fyri
flogferðsluna um okkara
leiðir, eins og upplýst verð-
ur, at radarstøðin er av stór-
um týdningi í samband við
eitt nú bjarging við tyrlu á
sjónum.
Trygdar- og verjupolit-
iskar skipanir eru sostatt
ein týðani patur av ikki-
hernaðarligum skipanum í
Føroyum.
Altjóða yvirgangur
Hóast tað er lítið sannlíkt,
at altjóða yvirgangur fer at
raka Føroyar, ella at tey, ið
fyriskipa og fremja yvir-
gang, halda til - ella fara at
halda til í Føroyum, kann
eingin veita trygd fyri, at
hettar ikki fer at gerast -
ella er veruleiki. Sum njót-
arar av globaliseringini
ynskja vit at kunna ferðast
trygt úti í heimi, eins og vit
ynskja at kenna okkum
trygg her á klettunum.
Samanumtikið hava vit tí
eisini skyldu at taka globala
ábyrgd og geva til kennar,
at vit ítøkiliga ynskja at
vera við til at tryggja
heimsfriðin. Alt annað er
dupultmoralur, undanførsla
og ábyrgdarloysi.
Hvør er okkara leiklutur?
Uttanríkispolitikkur
og
verjupolitikkur eru ríkis-
mál. Tí er tað púra nattúr-
ligt, at ríkisfelagsskapurin
rindar fyri raksturin av
hesum málsøkjum, eins og
ríkisfelagsskapurin í dag
rindar fyri eitt nú løgreglu
og rættarskipan.
At vit leggja land til egna
verju er ikki annað enn
nattúrligt.
Hvat herskyldu viðvíkur,
eru Føroyar eins og eitt nú
Ísland eitt ógvuliga lítið
samfelag - uttan her- hern-
aðarliga siðvenju. Hóast
tað, ber væl til at vera part-
ur av einum verjufelags-
skapi, uttan at seta í verk
tvungna herskyldu.
Tað kundi verið áhuga-
vert at kannað, í hvønn
mun hernaðarlig útgerð og
hernaðarlig
starvsfólk
kundu verið ein meira skip-
aður partur av føroysku til-
búgvingini á sjógvi og
landi, eins og tað tá kundi
verið ein samráðingarspur-
ningur, í hvønn mun Før-
oyar rindaðu ein part av
hesi tilbúgving.
Altjóða samfelagið hevur
tikið ábyrgd
Við m.a. friðarvarðveitandi
og uppbyggjandi arbeiði í
ófriðarherjaðum og til-
afturskomnum økjum í
heiminum og við at stuðla
eitt nú fyrrverandi sosialist-
isku londunum fíggjarliga í
teirra búskaparligu neyð,
hevur altjóða samfelagið
tikið ábyrgd og arbeiða
londini í felag fyri at
tryggja fólkaræði, fram-
burð og frið í heiminum. Tí
er at vóna, at breið undir-
tøka verður á Føroya Løg-
tingi fyri einari skilagóðari
og ábyrgdarfullari verju-
samtykt, har tann veruleiki,
at Føroyar øll árini hava
verið - og eru partur av
trygdar- og verjusamgong-
uni NATO, formliga verður
staðfestur.
VIÐMERKINGAR
Kappingar-
psykologi
í FSF-húsinum
SKEIÐ
Tíðindaskriv
Skeið um ítróttar- og
kappingarpsykologi
verður í FSF húsinum
21. mai kl. 13-20 og
22. mai kl. 09 - 20.
Skeiðleiðari
verður
Jørn Ravnholt frá Dan-
marks Idræts Forbund,
sum hevur undirvíst á
meiri enn 200 skeiðum
um ítróttarsálarfrøði.
Hann hevur í 16 ár
samskipað ítróttarsál-
arfrøðissligu tænast-
una hjá Team Danmark
og verið ráðgevi hjá
meiri enn 30 donskum
landsliðum í flestu
ítróttargreinum.
Málbólkurin
er
venjarar, ítróttarfólk
og onnur, sum ynskja
innlit í og grundleggj-
andi vitan um ítróttar-
sálarfrøði.
Einki krav er um
ávíst støði til tess at
kunna taka lut á skeið-
num, sum er grundað á
bókina »Den nye bedst
når det gælder« hjá
kenda norska profess-
arinum Willi Railo.
Fyrireikararnir siga, at
á skeiðnum fært tú eitt
gott »mentalt amboð«,
sum fer at hjálpa tær at
seta mál og røkka
teimum.
Tað
er
Synergi
(www.synergi.fo), sum
skipar fyri skeiðinum.
Finsk fram-
gongd í
Russlandi
Finska vinnulívið fær
nógvar pengar burtur-
úr, at russiski búskap-
urin er í vøkstri. Huf-
vudstadsbladet skrivar,
at útflutingurin hjá
nógvum finskum fyri-
tøkum til Russland er
nógv øktur seinastu
mánaðirnar. Russiska
BNP vaks í fjør við
sjey komma trimum
prosentum, og aftaná
Kina og India er hetta
tann størsti búskapar-
ligi vøksturin í heimin-
um. Tann geografiski
nærleikin er stórur
fyrimunur fyri finska
vinnulívið, og finsku
vørurunar eru kapp-
ingarførar við vørur úr
øðrum londum. Finn-
land innflyti eisini
nógv úr Russlandi, og
tveir triðingar av allari
olju koma úr Russ-
landi.
Stundin komin til trygdar- og verjupolitiska støðutakan
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Minningarorð um
Magnhild á Toftini
Magnhild á Toftini í Syðrugøtu andaðist 18.
februar 2004. Magnhild var ein sermerkt kvinna,
og vit í Gøtubrá eru takksom fyri tann góða stuðul
og fyri stóra sjálvbodna arbeiði, hon hevur veitt
okkum gjøgnum øll árini síðani 1994, tá Gøtubrá
varð stovnað fyri at betra umstøðurnar hjá
pensionistunum.
Tað er stórur saknur, nú Magnhild ikki er millum
okkum meira, men saman við okkum fekk hon ta
gleði at uppliva, at sambýlið í Gøtu varð byrjað.
Magnhild gav okkum mong vitug ráð. Hennara
vinalag hava vit havt stóra gleði av og eru sera
takksom fyri. Við hennara áliti á Harran hevur hon
verið eitt gott fyridømi fyri okkum.
Okkara tankar fara eisini til Sofus og familjuna,
sum hava mist so nógv.
Heiðrað veri minnið um Magnhild.
Vegna Dagtilhaldið Gøtubrá
Rigmor
Dagurin
19. mai. Potentiana. Rómversk genta, sum 16 ára
gomul varð tikin av døgum í Róm.
AÐALFUNDUR
Tíðindaskriv
Á aðalfundinum hjá Lands-
felagnum fyri fólk við
autismu, stytt LFA, sum var
tann 13. mars 2004 vórðu
trý nýggj fólk vald í nevnd-
ina. Fyri vali stóðu: Sigtór
Andreassen, Dennis Han-
sen og Eyðun Hellá. Eingin
teirra stillaði uppaftur.
Nevndin skeyt upp at
velja
Eivin
Simonsen,
Kristu Brimheim og Hugo
Leo fyri teir. Hetta varð
samtykt. Nýggja nevndin
hevur skipað seg soleiðis:
Lea Wolles forkvinna,
Hugo Leo skrivari, Lone
Húsgarð
kassameistari,
Eivin Simonsen tiltakslim-
ur og aspergers umboð, og
Krista Brimheim tiltaks-
limur.
Nýggja nevndin hevði
sín fyrsta fund leygardagin
2. mai 2004. Hon hevur sett
sær nøkur mál at arbeiða
við til næsta aðalfund. M.
a. er ætlanin at endurskoða
og gera nýggjan faldara um
autismu og asperger syn-
drom. Leygardagin 22. mai
er ætlanin at skipa fyri
einum limafundi við tí fyri
eyga at seta foreldrabólk/ar
á stovn. Hetta verður gjørt
fyri, at foreldur at børnum,
sum koma undir autismu-
breiddarbrekini, so sum
Infantil autisma, Atypisk
autisma og Aspergers Syn-
drom, javnan kunnu hittast
og tosa um sína støðu. For-
eldur kunnu so geva møgu-
ligar royndir viðvíkjandi
sínum barni víðari til
foreldur, sum kanska ikki
kenna so væl til brekið.
Ætlanin er eisini at fáa
Jóhannu Hansen, sernáms-
frøðing, at greiða frá einum
foreldra- og systkinaskeiði,
sum hon hevur verið á hjá
Center for Autisme í Dan-
mark. Hetta verður gjørt
fyri at vekja áhuga fyri
einum skeiði, sum eftir
ætlan verður hildið í Før-
oyum í september í viku 37
við
Lennarti
Petersen.
Hann starvast sum fakligur
leiðari og sálarfrøðingur á
Center for Autisme. Len-
nart Petersen hevur áður
verið í Føroyum og havt
fyrilestrar, vegleitt stovnum
og hildið skeið.
LFA vil eisini virka fyri,
at børn, har sum illgruni er
um, at atferðartrupulleikin
er innan autismubreiddar-
brekið, skulu fáa ásett eina
diagnosu so tíðliga sum
gjørligt, so at m. a. ser-
námsfrøðilig tiltøk rundan
um barnið kunnu setast í
verk beinanvegin. Hetta
verður gjørt við m. a., at
kunna avvarðandi myndug-
leikar um støðuna hjá ein-
ari familju við barni, sum
ber brek innan autismu-
breiddarbrekini.
TÍÐINDASKRIV
Mikudagin tekur Malan
Marnersdóttir, Dr. Phil al-
ment við sum professari á
Føroyamálsdeildini á Fróð-
skaparsetri Føroya. Malan
Marnersdóttir er 52 ára
gomul og hevur starvast á
Føroyamálsdeildini á Fróð-
skaparsetrinum
síðani
1983. Fyrstu 3 árini sum
adjunktur, men síðani 1986
sum lektari í bókmentum.
Síðani 1998 hevur Malan
verið rektari Setursins.
Sum vanligt, tá ið vís-
indastørv vera sett ella fólk
framflutt, so er tað altjóða
metingarnevnd, sum ger
úrskurð. Í metingarnevnd-
ini hava sitið Dr. Jürg
Glauser, professari á Uni-
versitetinum í Zürich, Dr.
Dagný Kristjánsdóttir, pro-
fessari á Háskóla Íslands og
Dr. Idar Stegane, professari
á Universitetinum í Bergen.
Í sambandi við profess-
aratilnevningina
skipar
Fróðskaparsetrið fyri mót-
tøku og fyrilestri í Lofts-
stovuni á Føroyamálsdeild-
ini mikudagin 19. mai kl.
15.00 har Jóan Pauli Joen-
sen, vararrektari handar
professarabrævið og Malan
Marnersdóttir
heldur
starvstøkufyrilestur
við
heitinum "leita og tú skalt
finna."
Hesir hava staðið dugnaskaparroynd í sigling í Skála Kvøldskúla í apríl 2004:
Aftast f.v. Frits Thomsen lærari, Eyðun Anthoniussen, Jens Bech, Edvard Jóanesarson, Jacob Martin Jacobsen, André F.
Danielsen lærari.
Fremst f.v. John Olsen, Christian Weihe, William Højgaard, Jákup Andrias Hentze.
Lea Wolles forkvinna
í felagnum fyri autistar
Skála Kvøldskúli:
Dugnaskaparroynd í sigling á Skála
Malan Marnersdóttir:
Nýggjur professari í bókmentafrøði á Setrinum
TÍÐINDASKRIV
Leygardagin 22. mai 2004
fyllir Frits Johannesen, lær-
ari, kórleiðari og listamaður
í Fuglafirði, 60 ár. Í hesum
sambandi verður skipað
fyri hátíðarhaldi í Ment-
anarhúsinum fríggjadagin
21. mai kl. 19.00.
Skráin verðu fjølbroytt
við t.d. Havnarkórinum,
Kór
Glyvra
Kirkju,
Siloakórinum, Fuglafjarðar
Hornorkestri, Fuglafjarðar
Sangkóri og Fuglafjarðar
Gentukóri, eisini spæla
Kim Hansen og Stanley
Samuelsen.
Eisini heldur Mentamála-
ráðharrin røðu.
Ein myndaframsýning av
gomlum myndum hjá Frits
verður í Riberhúsi. Fram-
sýningin
verður
opin
fríggjadagin, leygardagin,
og sunnudagin.
Um kvøldið verður al-
mennur dansur við Silly
Boys.
Frits Johannesen, 60 ár:
Heiðurskonsert í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði
C
M
Y
K
13
12