mikudagur 19. mai 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
14
Nr. 94 - 19. mai 2004
Á aðalfundinum hjá
Meginfelag teirra
brekaðu í Føroyum,
MBF, seinasta leygar-
dag, hevði Hanna
Absalonsen frá Gikta-
felag Føroya nøkur
góð orð til fráfarandi
formannin, Marjuna
Sigurðsdóttir, og
nývalda formannin,
Leilu Solmunde
Eg fari fyrst at nýta hetta
høvið at takka Marjuni
Sigurðsdóttir fyri tað stóra
arbeiði, sum hon hevur lagt
í Meginfelag teirra brekaðu
í Føroyum (MBF) hesi
bæði árini, sum hon hevur
verið formaður.
Við tínum kunnleika til
lógir, kunngerðir og reglu-
gerðir og við tíni vitan og
royndum frá fyrrverandi
starvi tínum í Almanna-
verkinum hevur tú, Marjun,
verið før fyri at lyft tungar
byrðar í MBF og flutt
hendan felagsskap við sín-
um 23 feløgum longur
fram.
Av tilvild var eg stødd
inni í MBF-húsunum, tá
svarið frá tær við játtan um
at stilla upp til formans-
valið her fyri tveimum
árum síðani. Tá hevði tú
vakt i eina nátt - og ikki
sovið uppá at svara, sum
tað ljóðaði - tú hevði ikki
hjarta at siga nei, hóast tað
júst tá var hjartaveikleiki,
ið kundi sagt tær, at tað bar
ikki til. Men tað er gott at
hava hjartað á røttum stað,
ikki minst tá tað snýr seg
um at tala søk teirra, ið bera
brek.
Sum formaður í MBF
hevur tú roynt hetta bæði í
fjølmiðlunum og á fólka-
fundi á stevnum, eins og tú
hevur eggjað feløgunum at
gera vart við seg og fara
undir kanningar og tiltøk.
Pensjónsmál
og
vard
størv hava verið tíni hjarta-
mál, og fyri at nevna okkurt
annað, so hevur tað ligið
tær á hjarta, at vit her í Før-
oyum skuldu fáa eina
greiningarmiðstøð skipað
eftir íslendskari fyrimynd,
og nú sær út til, at tað røkist
fyri at av hesum kemur í lag
við Sernámsdepli við ser-
deildum og við Skúlanum á
Trøðni, sum skulu virka
sum tvær atskildar eindir.
Stig fram á leiðini til eitt
samfelag fyri øll, hóast
nógv er eftir at náa. Hjarta-
liga takk fyri tín part í
hesum arbeiðinum, og alt
tað besta framvegis við
góðum løtum saman við
tínum ommubørnum og tín-
um næstu.
Síðani skal eg vegna
nevndina í Giktafelagnum
og meg sjálva sum umboð
fyri tað ynskja Leilu Sol-
munde hjartaliga til lukku
og góða eydnu við for-
mansskapinum í MBF.
Tú segði mær, at tú hevði
fingið áheitan um at stilla
upp, men at tú vildi ikki
stilla upp, um nakar annar
kundi verða formansval-
evni, tí tú vildi ikki, at
nakað stríð skuldi vera um
hetta starvið - og tú visti, at
tú mátti siga alt annað
nevndararbeiði frá tær - so
tú skuldi hugsa teg væl um
og kanska yvirtalast til at
stilla upp. Men tú dugdi at
síggja tørvin, og tú hevur
tað rætta hjartalagið fyri
MBF, tí játtaði tú at stilla
upp og taka við formans-
starvinum í MBF í dag.
At hava leiðsluna av 23
feløgum krevur dirvi, innlit
og áræði at herja á við
átøkum til at betra um kor-
ini hjá teimum, sum bera
brek - ikki minst við at
venda sær til avvarðandi
myndugleikar og í fjølmiðl-
um og almennum samkom-
um at gera vart við skeiv-
leikar í samfelagnum og
vísa á neyðugar ábøtur í
samfelagnum.
Sum formaður í Gikta-
felagnum og í Rørslubólk-
inum eins og í Ráðnum fyri
brekað hevur tú víst, at tú
hevur hendan førleika og
evni til at tala og virka fyri
meir enn einum felag. Tað
er mín vón og ynski, at tú
fær eitt gott samstarv við
øll feløgini, sum eisini vísa
tær álit og standa saman við
tær í hesum stríðnum fyri at
fáa okra samfelag at vera
eitt samfelag fyri øll við
øllum tiemum rættindum
sum tilkoma einum og
hvørjum samfelagsborgara
uttan mun til aldur.
Tú hevur roynt og veit,
hvat tað er at bera brek, og
eg veit, at tú er ikki bangin
fyri at siga tað, sum sigast
skal, og kasta ljós á rætta
stað. Men hóast tað, so
hevði eg bestan hug til
atkvøða ímóti, at tú gjørdist
formaður í MBF, tí tað ber
við sær, at tú fer frá sum
formaður í Giktafelagnum,
og tað er ein ómetaliga
stórur saknur har, men hin-
vegin veit eg, at feløgunum
í MBF tørvar at fáa júst ein
so eldhugaðan formann
sum teg, sum tey altíð
kunnu venda sær til, ein
sum brennur fyri teirra søk,
ikki fellur í fátt ella gevst á
hálvari leið, tá mótburður
er, men heldur ótroyttiliga
fram.
Verður tú líka góð við
MBF sum við títt hjarta-
barn Giktafelag Føroya, so
ivist eg onga løtu í, at MBF
við tær hevur fingið ein
góðan formann. Gud hjálpi
tær. - Alt tað besta við hes-
um nýggja starvinum og í
framtíðini. Takk fyri alt,
sum jeg og okur onnur hava
lært av at arbeiða saman
við tær.
Tað hevur ikki verið
keðiligt at sita undir liðini á
tær í MBF sum umboð fyri
giktafelagið, og eg trúgvi,
at onkur stuttlig løta verður
saman við tær, hóast tú nú
fer úr nevndini í giktafe-
lagnum til at vera formaður
í MBF. Hjartaliga til lukku
og takk fyri.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at kæra kona mín
Maria Holm Marstein,
andaðist á Lágargarði mánadagin 17. mai,
76 ára gomul.
Farið verður av Lágargarði mikudagin kl. 17.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer hósdagin
kl. 14.00
Vegna tey avvarðandi
Hákun
Tey,ið vilja minnast Mariu,kunnu lata
lata eina gávu til barnalegurnar á Zarepta.
Heilsan til fráfarandi og nývalda formannin í MBF
Silvurbrúdleyp
Í dag, 19. mai, hava hjúnini Hervør og Poul Jacob
Joensen í Klaksvík silvurbrúdleyp.
Vælkomst verður í Skálanum frá kl. 19.00. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Hanna Absalonsen frá
Giktafelag Føroya segði
nøkur góð orð til fráfarandi
og nývalda formannin í MBF
Mynd: Jan Müller
Hanna Absalonsen ynskir
Lailu Solmunde tillukku við
forkvinnustarvinum í MBF.
Stórur saknur verður í henni
í Giktafelagnum
Mynd: Jan Müller
Fráfarandi formaðurin, Marjun Sigurðsdóttir, og nývaldi formaðurin, Leila Solmunde
Mynd: Jan Müller
C
M
Y
K
14