Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-25, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. februar 2014 · Nr. 24 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Uppáhald um kvotaskipanir Thormund Johannesen Skipsførari og skipsverkfrøðingur Eg havi seinastu árini javnan skriva um og kritisera okkara fiskidagaskipan, og tí gleðir tað meg, at fleiri politikarar nú vilja viðgera spurningin um vit framhaldandi skulu hava fiskidagar ella vit skulu royna eina kvotaskipan ístað­in. Vit hava roynt eina kvota­skipan í hálvtannað ár fyrra­partin av nítiárunum. Hon royndist ikki væl, men orsøkin til tess var ein heilt óvæntað og óvanliga skjótt vaksandi toskastovnur, sum viðførdi, at tað snøgt sagt ikki var fiskandi fyri toski, sum lítil og ongin kvota var til. At koll­døma eina kvotaskipan út frá teirri royndini, er tí ikki rættvíst. Fyrsta treyt fyri at ein kvota­skipan kann rigga er, at kvoturnar verða ásett­ar í mun til hvussu stovn­ar­ nir veruliga eru fyri. Sjálv­ andi er altíð ein ávís óvissa í metingum, men við tíðini gerast fiskifrøðingar betri førir fyri at meta um stovn­ arnar. Tað átti eisini at borið til møguliga at økt onkra kvotu, um tað, eftir at nakað er ligið av kvotaárinum, vísir seg, at vera væl meira til av onkrum fiskaslagi enn framm­anundan væntað, sum til dømis við toskinum, tá ið vit seinast royndu eina kvota­skipan. At ungfiskur verður blak­ aður út verður mangan brúkt sum eitt argument ímóti eini kvotaskipan. Til tað er at siga, at ungfiskur skal hvørki veiðast ella blakast út, og tað er líka mikið um tú fiskar undir eini fiskidagaskipan ella eini kvotaskipan. Har er ongin munur. Sjálvandi er ein reellur vandi fyri, at ein sum fiskar undir eini kvotaskipan, vil hava eina so stóra meðal­ stødd sum møguligt av tí avmarkaðu nøgd, hann hevur av einum ávísum fiskaslag, til tess at fáa best møguligan prís. At nýta útblaking í EU og øðrum fremmandum sjógvi sum ræðumynd, er ikki rætt, tá ið vit tosa um føroyskan fiskiskap undir Føroyum. Til tess at meta um veruliga vansan, átti at borið til at kannað hvussu stórur trupulleikin er millum føroysk skip á botnfiskaveiðu undir kvotaskipanum. Før­ oyskir trolarar fiska undir eini kvotaskipan í Barents­ havinum; føroysk línuskip fiska undir eini kvotaskipan við Ísland, og bæði føroyskir trolarar og línuskip fiska undir eini kvotaskipan á Flem­ish Kap. Ein kanning um hvussu støðan er viðvíkjandi útblak­ ing hjá hesum skipum, er helst frægasta grundarlag til tess at meta um, hvussu støðan hevði verið undir Før­ oyum, høvdu vit eina kvota­ skipan. Onkur vil pástanda at fiskiskapur í Barents­hav­ in­um, undir Íslandi og á Flem­ish Kap kann ikki sam­ an­berast við fiskiskap undir Føroyum, tí her er hann meira blandaður. Tað argumentið, haldi eg, heldur slett ikki, tí skipini koma sjálvandi at hava bæði toska- hýsu- og upsakvotur í mun til hvussu stovnarnir hvør sær eru fyri. Onnur fiskasløg eru ikki av­ markaði. Ein kvotaskipan hóskar ikki til tað blandingsfiskarí, sum vit hava undir Føroyum, verður eisini sagt. Har vil eg pástanda, at tað er beint øvugt, og at ein dagaskipan er beinleiðis skaðilig fyri stovn­arnar í einum baland­ ings­fiskaríi. Hugsa vit okkum, at toskastovnurin er sera illa fyri, og fiskifrøðingar ráða til, at minka toskaveiðuna mest møguligt, so letur hetta seg illa gera undir eini daga­skipan. Og um tað so vísur seg, at toskur, hóast stovnurin er lítil, er at fáa í hampiligum nøgdum á eini leið, vilja skipini sjálvandi leggja seg eftir at fiska hann, tí ivaleyst hevur hann góðan prís, tá ið lítið er til av honum. Undir eini kvotaskipan, høvdu skipini rýmt av leiðini, har toskur var at fáa, vegna ov lítla toskakvotu. Ein illa staddur fiskastovnur fær tí betri verju undir eini kvota­skipan enn undir eini dagaskipan, og ein kvota­ skipan er tí lívfrøðiliga betri egnað í einum bland­ings­ fiskarí enn ein dagaskipan. Harafturat hevur kvota­ skipanin tann stóra og alt avgerandi fyrimun fram um fiskidagaskipanina, at tá nýt­ast ongar avmarkingar at verða lagdar á skipini, sum so fáa fríar ræsur at men­nast og tillagast. Og helst skulu kvoturnar verða tengdar at reiðaríum heldur enn skipum. Fáa eigararnir í Tryggingarfelagnum Føroyum lut í vinninginum ? Bergur Robert Dam Jensen Smb. Hálvársrokniskapinum hjá TF samtakinum 2013 var eginpeningurin 2,5 mia. krónur. Samlaða balancan var uppá heilar 8,9 mia. krón­ um. Hetta, og mangt annað fingu vit upplýst, tá ið vit miku­kvøldið 5 feb. vóru á kunnandi fundi, sum Trygg­ ingarfelagið hevði bjóða upp­ stillarunum til. Væl vitandi, at samtakið er ein av okkara stóru vøddum innan vinnuvirksemið her á landi, men at støðið var so høgt, tað er bara at gleðast um. Ella hvat ? Hava eg, tú og øll hini, ið eiga part í hesum risa samtaki, merkt nakað til góðu gongdina ,ið felagið hevur havt seinastu árini ? Eg endurtakið; “Eginpeningurin er 2,5 mia. krónur” Hvat við vinningsbýti? tekur kanska onkur til, men júst her er tað óviðkomandi, tá ið talan ikki er um felag, ið er uppbygt við partabrøvum. Men tá ið støðan er so góð, hví merkir tann vanligi eig­ arin ikki meira til hesa fram­ gongd. Gott nokk hoyr­ist um yvirskot her og undir­ skot har í miðlunum, tá ið árs­frágreiðingar verða kunn­gjørdar, men vit, ið eiga samtakið og eru við til at geva okk­ara íkast til góða úrslitið, eru lítið og onki vitandi um hetta í tí dagliga. Er nøkur útlutingarskipan í samtakinum?. Er hon har, so eru tað ikki øll, ið eru vitandi um eina tílíka. Tað er heldur ikki uppgávan hjá eigarinum at venda sær til samtakið fyri at fáa sín part í býtinum, um so er. Hetta átti tryggingarveitarin sjálvsagt at kunna kundan um. Sum eg havi skilt, so er ong­in útlutingarskipan í sam­tak­inum, men eftir sjálv­ ur at hava kannað og spurt meg fyri, so veit eg um trygg­ ingar­takarar, ið hava fleiri ymiskar tryggingar teknaðar hjá Ognarfelagnum og so­ leiðis hava fingið avsláttur. Hetta var eg ikki vitandi um áðrenn. Sum kundi, havi eg verið í samband við trygg­ ingina nakrar ferðir og havi ikki fingið hetta boðið. Hetta sigur mær, at tú skalt vera sera tilvitaður um, hvussu øll skipanin hongur saman. Tað kann ikki vera rætt, at kundin skal sjálvur kanna hesi viðurskifti fyri at fáa sín lut. Her tørvast broytingar. Um tað skal haldast áfram við hesum leisti ella eitt hvørt, ið er betur egnað, tað dugi eg ikki at siga, men tað er umráðandi at hugt verður uppá hetta. Ein og hvør eigari gleðist um góðu gongdina hjá sam­ takinum og áhugamálið er, at tað framvegis slóðar fyri einum góðum lívstíli í fram­ tíðini. Men kappingin er sera hørð og krevur tillag­ ing­ar. Umráðandi er, at tann einstaki kennir seg trygg­an við tí loysn, sum Trygg­ingar­ felagið bjóðar tí einstaka kundanum. Hetta er eitt álit kundin hevur til samtakið. Tryggingarfelagið eigur sjálvt at vísa á fyrimunirnar, so­ leiðis at tann einstaki kund­ in, ung sum eldrið, hevur rætt­indi til at fáa sín part av góðu gongdini av at verða tryggingartakari hjá Trygg­ ingarfelagnum Før­oyar. Mítt hjartamál er størri opinleika í Tryggingar­felag­ num Føroyar. Vel tí Bergur R. Dam Jensen sum títt um­boð til umboðráðsvali hjá Trygg- ingarfelagnum Føroyar 2014. Kollafjørður 12 – feb. 2014 eblaðið sos.fo