hósdagur 27. februar 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. februar 2014 · Nr. 25
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Hans Pauli Strøm
Tíðargrein á s. 13
Flat
skatturin
skapti
ongan
vøkstur
Dagfinn Olsen
Eygamálið á s. 12
Skjótt
er at spilla
navnið
Tað eru tekin um bjartskygni, at
so nógv byggivirksemi er, og sum
vit síggja í blaðnum í dag, so eru
nógvar stórar byggiverkætlanir,
sum fara í gongd í ár.
Byggivinnan kann tí rokna við
at fáa úr at gera.
Sum víst verður á í »Vinnuni«
inni í blaðnum í dag, so skulu milli
ardaupphæddir brúkast, og longu í
ár er ein milliard krónur í almenn
um íløgum í bygningum, vegum og
tunlum.
Vit hava í dag eitt yvirlit yvir
størstu íløgurnar í byggivinnuni í
dag.
Tann leingi væntaði skúladepilin
við Marknagili er endiliga farin
av bakkastokki og í hesum føri
skulu 515 milliónir brúkast yvir
fimm ár. Í ár skulu 149 milliónir
brúkast til hesa byggiætlaninia, og
stjórin í TG Verk, sum stendur fyri
byggjarínum, sigur við blaðið í dag,
at hann fyrireikar seg til, at hann
skal brúka útlendska arbeiðsmegi.
Av øðrum stórum byggiætlanum
kunnu vit nevna risastóru íløguna
hjá Bakkafrost upp á 1,1 milliard
krónur yvir fimm ár, har 280 mill
iónir skulu brúkast í ár.
Uppsjóvarvinnan byggir eisini
í ár. Í Fuglafirði byggir Pelags nýtt
virki fyri 200 milliónir – sum skal
standa klárt í summar.
Samstundis sum alt hetta er
í gongd, so brúka útlendsk olju
feløg við Statiol á odda hálva aðru
milliard til at leita eftir olju á land
grunninum bara í summar. Hetta
kastar 2-300 milliónir av sær til før
oyska samfelagið.
Gevur henda leitingin úrslit, so
fer tað næstu árini sambært Magna
Laksafoss at skapa eini 600 nýggj
arbeiðspláss og økja fólkatalið við
eini 2.000 fólkum – og annars kasta
av sær upp til níggju milliardir
krónur til føroyska landskassan.
Arbeiðsloysið er longu komið
niður á 4,1 prosent, og tá byggivinn
an longu fyrireikar seg upp á út
lendska arbeiðsmegi, so eru tekin
um ein heitan búskap. Samstundis
hava vit nógvar føroyingar, sum
arbeiða uttanlands og sum til
samans tjena eina milliard krónur.
Arbeiðsgevararnir vísa á, at trup
ult er at fáa útlendska arbeiðsmegi,
og vilja teir gera tað smidligari,
skjótt at fáa útlenskar hendur til
arbeiðis í Føroyum.
Hetta eru góð tekin – men tað
krevur eisini, at vit politiskt leggja
tað væl til rættis. Í einum heitum
búskapi er avbjóðingin at halda
prísinum niðri. Gera vit ikki tað,
so fara metingarnar ikki at halda,
og so verða allar verkætlanirnar
munandi dýrari.
Varin við heitum búskapi
Tað er gamalt, at sjómaðurin
sjáldan er ráðaleysur. Soleiðis
kann eisini sigast um teir,
sum hava skipað fyri, tá stóra
holið, sum Slættaberg gjørdi
frammarlaga í stýriborðssíðu
á Ågot, varð tett, soleiðis at
Slættaberg mikudagin kundi
bakka bulbustevnið úr aftur
garnaskipinum.
Eyðstein Poulsen, skipari,
sigur, at holið snøgt sagt er
tett við presendingum og
hakum, sum teir hava brúkt
til at potað presendingina inn
í holið við. Hetta er gjørt bæði
á ytru og innaru síðu, og tá
hildið varð, at Slættaberg um
síðir kundi bakka seg leysan
úr aftur Ågot, varð haraftrat
ein stór presending løgd á ytru
síðu á skipinum, har holið er.
– Holið er nú so væl tett,
at Ågot lekur lítið. Tað eru
tvær smærri pumpur, sum
pumpa sjógv úr skipinum,
men vit høvdu ivaleyst klárað
okkum við tí eini pumpuni.
Vaktarhald er og verður við
skipið, og tað er sløkkiliðið,
sum tekur sær av hesum.
Eyðstein Poulsen sigur,
at avgerð er tikin um, at
skipið kemur at liggja, har
tað hevur ligið alla tíðina, og
tá klárt er at taka Ågot upp
á bedingina hjá Klaksvíkar
Sleipistøð, verður farið yvir
hagar við skipinum.
Tað stóð illa til hjá Ågot
Nissan Qashqai er so væl
umtóktur, at seldir eru tvær
milliónir bilar, síðan hann
kom á marknaðin í 2007.
Ongantíð áður er nakað
modell hjá Nissan verið so
væl móttikið. Leygardagin 1.
mars frá kl. 10 til 15 er opið hús
hjá Auto Service í sambandi
við at ein nýggjur Qashqai er
komin á marknaðin.
Í summar vóru 30 ár síðani
fyrstu næmingarnir byrjaðu
á
Føroya
Handilsskúla
við
Marknagilsvegin
í
Havn.
Áðrenn
hesin
bygningurin varð tikin í
nýtslu, hevði handilssk
úlaundirvísing verið hildin
á kvøldskúlaskeiði runt um
í landinum í meira enn 35 ár.
Til tess at hátíðarhalda 30
ára dagin skipar Handilsskúl
in fyri móttøku á skúlanum
5. mars kl. 15.00 -17.00, undir
heitinum útbúgving, vinna,
innovatión og íverksetan.
Føroya Handilsskúli er í
dag ein skúli við miðnáms
útbúgving, yrkisútbúgving
og hægri útbúgving. Á skúl
anum vóna tey at hitta bæði
gamlar og núverandi næm
ingar, starvsfólk, vinnu- og
samstarvsfelagar til mót
tøkuna.
Á móttøkuni 5. mars fara
fyrrverandi
næmingar
á
Handilsskúlanum at hug
leiða um leiklutin, ið skúlin
hevur havt fyri tey og teirra
yrkisleið, og um leiklutin, ið
Handilsskúlin hevur í dags
ins samfelag.
Handilsskúlin hevur sein
astu 30 árini skrivað føroyska
útbúgvingarsøgu, og hevur
við sínum greiða útbúgv
inginarprofili miðað eftir at
skapa vøkstur, menning og
trivnað í Føroyum, og hevur
á tann hátt givið nógvum av
okkum fremstu íverksetar
um góða barlast.
Henda menning heldur
fram, nú skúlin stendur á
gáttini til eina spennandi og
avbjóðandi tíð, tá skúlin sum
ein av trimum útbúgvingar
stovnum flytur inn í nýggja
Marknagilsdepilin. Hetta er
serliga spennandi hjá einum
útbúgvingarstovni, ið altíð
hevur trivist við nýggjum
avbjóðingum.
Øll eru vælkomin til
móttøkuna
5.
mars
kl.
15.
Skipað
verður
fyri
fjølbroyttari skrá, siga tey
á Handilsskúlanum og vísa
annars til skúlans heimasíðu,
www.fh.fo
Handilsskúlin við
Marknagil 30 ár
Avbjóðingin verður at
halda prísunum niðri
Tvær milliónir Qashqai