hósdagur 27. februar 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. februar 2014 · Nr. 25
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Rannvá G. Fossaberg
Hvørt hóskvøld, tá sendingin
Bóndin
ella
á
donskum
Bonderøven verður víst í
sjónvarpinum, er tað ein
føroysk dama, sum trúføst
situr framman fyri sjón
varpsskíggjanum.
Halla Debes er ivaleyst
føroya størsti fjeppari av
kenda sjónvarpsbóndanum
og hansara familju.
- Líka síðani eg sá send
ingina fyrstu ferð, havi eg
verið hugtikin av honum.
Hann er bara so fantastiskur,
tí hann finnur upp á nógv
ymiskt spennandi og sær út
til at duga alt. Tí er tað stutt
ligt at fylgja við honum,
konuni og teimum báðum
børnunum í sjónvarpinum,
sigur Halla Debes, sum sigur
seg hava fingið eitt heilt ser
stakt forhold til bóndan í
sjónvarpinum.
- Hann fyllir nógv í mín
um lívi, og onkursvegna er
tað, sum hann er blivin ein
partur av mær. Tú kanst siga,
at eg havi kannað mær hann
sum familju, heldur Halla
Debes skemtiliga fyri.
- Eg hyggi eftir øllum
pørtunum av Bonderøven
og vil helst ikki vera nakran
part fyri uttan, men skal eg
í onkran serliga føðingardag
ella veitslu, so ber sjálvandi
ikki til at hyggja, Halla
Debes.
Bant troyggjur til
Bonderøven
Í vetur fekk føroyski fjepp
arin hugskotið, at nú skuldi
hon binda Bonderøven, konu
hansara og báðum børnun
um hvør sína troyggju.
- Eitt kvøldið sat eg og
bant, sum eg so ofta geri.
Eg havi 11 ommubørn og
fýra langommubørn, sum
eg javnan bindi húgvur,
hosur og troyggjur til, men
nú helt eg, at eg skuldi bin
da bóndanum og familju
hansara føroyskar troyggjur,
fortelur Halla Debes, sum
longu dagin eftir fór í býin
at keypa tógv til tær fýra
troyggjurnar.
- Maðurin hevði hug at
flenna eftir mínum hugskoti,
men so skjótt tógvið var
keypt, setti eg meg at binda
troyggjurnar, sigur Halla
Debes.
Hóast hon ongantíð hev
ur sæð kenda bóndan og
familjuna í veruleikanum,
var hon ikki í iva um, hvussu
troyggjurnar skuldu bindast.
- Eg havi hugt so nógv eft
ir teimum í sjónvarpinum, at
eg helt meg duga at meta um,
hvørja stødd tey hvør sær
brúktu, greiðir Halla Debes
frá.
Tá tær fýra troyggjurnar
vóru liðugt bundnar, skuldu
tær fáast til Danmarkar. Tað
var nakað, sum Halla Debes
ikki hevði hugsað so nógv
um áðrenn hon fór undir at
binda til donsku sjónvarps
familjuna.
- Eg fór at ivast í, hvussu
eg skuldi fáa troyggjurnar
úr Føroyum og til adressuna
hjá Bonderøven í Danmark.
Men so segði dóttir mín, at
hon skuldi til Danmarkar og
skuldi taka troyggjurnar við
sær. Vit funnu so adressuna
á internetinum, og dóttir mín
syrgdi fyri, at tær fyrst komu
út á DR, og síðani hjálptu tey
til við at fáa troyggjurnar
heim til Bonderøven, fortelur
Halla Debes.
Bonderøven
sendi heilsan
Líka síðani dagin í november
mánaði í fjør, tá troyggjurnar
blivu sendar til Danmarkar,
hevur Halla Debes bíða í
spenningi, til at hon skuldi
frætta aftur frá Bonderøven.
- Eg havi verið ótrúliga
spent og havi allatíð vónað,
at eg fór at frætta frá teim
um. Hinvegin so gingu vikur
nar, uttan at eg hoyrdi nakað
sum helst, so í roynd og veru
gekk eg bara út frá, at nú
vóru
hasar
troyggjurnar
farnar í gloymibókina, sigur
Halla Debes, sum brádliga
herfyri fekk ein pakka við
postinum.
- Nú ein dagin fekk eg ein
pakka við einum reyðum
brævbjálva, sum hoyrdi til. Í
pakkanum var ein mynd av
Bonderøven og familjuni, har
tey standa í troyggjunum,
sum eg havi bundið, fortelur
ein ikki sørt errin Halla De
bes.
Afturat myndini var eisini
eitt bræv.
- Í brævinum skrivar
Frank, at hann er ovfarin av,
at eg havi bundið troyggj
urnar, og at tær sita so væl.
Hann skrivar, at eg má hava
hugt nakað væl eftir teimum
í sjónvaprinum, tí tær sita
perfekt, sigur Halla Debes,
sum fegnast um heilsanina
frá Bonderøven.
- Eg eri so ótruliga glað
fyri, at tey tímdu at senda
mær mynd og bræv. Tey eru
so fitt á myndini, og eg síggi,
at troyggjurnar sita væl á øll
um fýra, sigur Halla Debes,
sum hevur sett myndina í
rammu. Nú stendur myndin
á skenkinum í stovuni.
Halla debes hevur ætlanir
um at halda sambandið við
donsku sjónvarpsfamiljuna
við líka, og tí hevur hon
longu avgjørt, at tey skulu
hava ein pakka frá sær á jól
um.
- Frank skal hava ein
nýggjan kepp, tí tann, hann
hevur, er so kloddutur. Kona
hansara skal hava okkurt
føroyskt hálsprýði, og so fáa
børnini eisini onkran pakka,
sigur Halla Debes.
Halla bant troyggjur
til Bóndafamiljuna
- Eg havi fylgt so mikið væl við í sendingunum og lisið í bløðunum um Frank, at hann er
næstan sum familja fyri meg. Soleiðis sigur 70 ára gamla Halla Debes úr Havn, sum er stórur
fjeppari av Bonderøven á DR. Í vetur sendi hon bóndanum Frank og familju hansara føroyskar
troyggjur, hon sjálv hevði bundið, og herfyri fekk hon takkarbræv frá Bonderøven
Mynd: Ingi Sørensen
Halla Debes við myndini, hon
fekk sendandi frá Bonderøven