mikudagur 19. mai 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SÍÐA 21
MÓTABLAÐ • 2004
SÍÐA 20
MÓTABLAÐ • 2004
Elisa Heinesen kom á fyrsta
sinni til London í 1995. Tá
ætlaði hon sær bara at ar-
beiða sum servitrisa í eitt ár.
Nú, 9 ár seinni, er hon fram-
vegis í London. Hesa tíðina
hevur hon verið servetrisa,
deildarleiðari
hjá
Armani,
supermodel og lesandi. Nú
arbeiðir hon fyri seg sjálva
sum sniðgevi. Og hon hevur
úr at gera.
Samrøða
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin.fo
-Tá eg var liðug við studentaskúl-
an vildi eg bara sleppa avstað. Og
eg vildi til London, tí eg helt tað
vera ein rættuliga feitan bý. Tað
var ongantíð ætlanin hjá mær at
vera verandi so leingi her yviri.
Og eg hevði so slett ikki hugsað
um at fara í skúla. Men mær
dámdi so heilt ótrúliga væl býin
og lívið her yviri, at eg tímdi ikki
heimaftur aftaná tað fyrsta árið.
Tað sigur Elisa Heinesen, snið-
gevi, tá hon verður spurd um, hví
hon júst hevur valt at búseta seg í
London.
Aftaná eitt ár sum servetrisa,
søkti hon inn á ein sniðgevara-
skúla í London. Umsóknin var eitt
projekt, har hon fekk eitt leikrit í
hondina, og varð spurd um,
hvussu hon hevði sett leikin upp.
So skuldi hon koma við tekn-
ingum og hugskotum til klæðir,
pallmynd o.t. Hon legði fram og
fekk beinanvegin munnligt ja.
Hon slapp inn uppá standandi fót,
meðan fleiri onnur, sum eisini
sluppu inn, fyrst máttu bíða nógv-
ar vikur eftir einum skrivligum
svari.
-Hetta var ikki beinleiðis ein
dreymur, sum gekk út, tí eg hevði
sum so ongantíð havt ítøkiligar
ætlanir um at gerast sniðgevi.
Men mær hevur altíð dámt væl at
staðið frammanfyri speglinum
við teppum og dýnum, og hildið
teimum um meg á ymsar hættir,
so tað sá út sum eg var í fínum
kjólum. Eg havi eisini altíð seym-
að uppá vinkonurnar, og so noytt
tær at fara í tað, greiðir Elisa
flennandi frá.
-Pápi er jú listamaður (Zakarias
Heinesen, eys), so eg havi altíð
málað og teknað. Tað, at skapa, er
ikki so fjart frá mær. So eg søkti
bara og slapp inn. Skúlin hevði
eitt grundár, har vit høvdu alla list
og gjørdu alt møguligt. So valdi
man seg inn á special evni, og eg
valdi at lesa til costume designer
ella sniðgeva, sum tað eitur á
føroyskum, sigur Elisa.
LÍVIÐ SUM SUPERMODELL
Hon sigur, at av tí, at kostaðar-
støðið er so høgt í London, kann
tað til tíðir verða rættiliga strævið
at lesa har, tí tað er so torført at
fáa endarnar at røkka saman.
Men, sum hon eisini sigur, -man
klárar tað, hvis man vil. Hon fekk
stuðul frá Stuðulsstovninum og
SU, og so fekk hon sær arbeiði
við síðunar av eisini. Men tað var
ikki eitt og hvørt arbeiði hon fekk.
-Meðan eg gekk í skúla, ar-
beiddi eg sum supermodel. Og eg
havi sæð alt innan modelheimin,
sum man kann. Narkotika, ano-
rexi, fotografar, sum útnytta
modellir, designarar, sum útnytta
modellir, alt! Faktiskt er tað so, at
alt tað ringa, sum man hoyrir um
modelheimin, tað passar, sigur
Elisa og ristir við høvdinum. Hon
greiðir frá, at tað var eitt rættiliga
kontrastfult lív. Modellívið er
glamourøst, við limosinum og
sjampagnu, meðan lívið sum
lesandi er fátæksligt við bønum
og cola. Hon sigur, at síðstu tvey
árini av skúlanum vóru rættiliga
strævin, tí bæði skúlin og modell-
yrki bæði blivu meiri seriøs.
-Eg fekk ofta nógv styttri tíðar-
freist til uppgávur enn hini í
skúlanum, tí eg skuldi ein modell-
túr til t.d. Italia. So eg noyddist at
læra meg sjálvdiciplin og ikki bíða
til síðstu løtu við øllum. Men
sjálvt um tað var strævið, so eru
royndirnar, sum eg fekk av at vera
modell, gull verdar í dag.
-Tað, at eg setti mær sjálvari
sum treyt, at øll skúlating skuldu
vera liðug, áðrenn eg fór avstað
til modelluppgávur, hongur við
enn í dag, og eg dugi væl ikki at
útseta tingini, men at fáa tey frá
hondini beinanvegin. Eg havi lært
nógv um hvussu tú skalt uppføra
teg í mótavinnuni, -og so sann-
iliga eisini hvussu tú ikki skalt
vera. Eg veit av royndum hvussu
tað er at vera modell, og eg veit tí
hvussu eg skal fara við teimum
modellum, sum eg brúki nú.
Hetta er ein rættiliga "følsk"
vinna, men eg dugi nú rættiliga
væl at síggja hvør bara smikrar
og leflar fyri sjálvur at koma fram,
og hvør veruliga meinar tað sum
tey siga.
Elisa sigur, at tað eru ófatiliga
nógv fólk, sum bara liva eitt
"show". Tey vilja so fegin koma
fram sjálvi, at tey nýta alla orku at
kyssa tey hægri standandi í aftur-
partin. Tað er ein lívsstílur, sum
tey læra heilt frá tey eru smábørn.
Altíð at vera glað og smikrandi
við eini rósandi viðmerking. Og
altíð rennandi aftaná tí, sum er
heitasta navnið í løtuni.
-Tað vóru nógv fólk, sum blivu
kløkk, tá eg segði mína meining
beint út. Fleiri kundar hava hildið
meg vera beinleiðis freka, tí eg av
og á havi sagt nei til at gera
okkurt ávíst ynski um t.d. ein
kjóla. Men um kundin ikki klæðir
tað, hann ynskir sær, so fari eg
altso ikki at nýta tíð og orku uppá
at gera tað.
Eg má eisini hugsa um, at tað,
sum eg geri, er mítt vørumerki.
Og mínir kundar eru faktiskt
mínar modellir, mín sýnisgluggi.
Tað má síggja gott út, fyri at vera
góð reklama fyri meg.
- Hetta er sum sagt ein smikrut
vinna, men eg tími ikki hatta
smikrið, tað er bara ikki eg at
ganga runt og siga ting, sum eg
ikki meini, sigur Elisa. –Og eg tími
slett ikki at nakar skal gera tað við
meg. Haldi veruliga at hesi smáu
børnini, sum eru uppald at
smikra, eru ov nógv viðhvørt.
KUNDAR
-Eg havi ein megin kunda, sum
bestillur eini 60% av arbeiðnum
hjá mær. Tað er eitt Hair&Beauty
firma, sum arbeiðir um allan
heimin. Tey arbeiða við móta-
showum á podiunum og hava
brúk fyri klæðum allatíðina,
fortelur Elisa. Hon sigur, at tá hon
arbeiðir fyri hetta firmaðið, ar-
beiðir hon saman við einum
teami. Tað skal ein long plan-
legging til, tá hon arbeiðir uppá
eitt tílíkt mótashow. Tey byrja ofta
upp til 6 mánar áðrenn showið
skal á pallin. Elisa fundast fyrst
við kundan. Hann kemur so við
einum evni, t.d. surrealisma ella
1940’ini. Ella kann hann siga, at
hann ætlar sær at nýta ein ávísan
sang til showið, og so skal hon
arbeiða út frá tí. So skal hon
fundast við øll, sum hava nakað
við showið at gera, t.v.s. make-
upartistar, ljósmenn, koreografar
o.s.fr. Tey tosa saman um hvussu
tey skulu gera, soleiðis, at alt
samsvarar og hóskar saman, tá
deadline er.
-Men sjálvt um vit byrja so
tíðliga, so havi eg ikki 6 mánar at
tekna og seyma í. Tað eru so
ómetaliga nógv fólk við, og vit
mugu fundast aftur og fram til vit
øll eru nøgd og heilt vís í hvat
konseptið verður. Til eitt tílíkt
show, skal eg gera eini 8-10
klædnasett, sigur hon.
Hon sigur, at tað ideella er at
hava tveir mánar at tekna og
seyma í, men tað verður sjálvdan
til meiri enn 4 vikur.
-Nú byrjar tað at blíva frægari,
men fyrr noyddist eg ofta at byrja
heilt av nýggjum, tí tey góvu mær
tað aftur sum eg hevði gjørt, og
søgdu, at tað kundi ikki brúkast.
Nú havi eg tó fingið eitt sindur
fríari hendur til at sniðgeva, enn
eg hevði at byrja við. So nú
verður tað sum eg sigi góðtikið,
óansæð um tey kanska ikki eru
samd og ikki duga at síggja
endaliga úrslitið. Um eg sigi, at
tað verður gott, so trúgva tey
mær nú, sigur Elisa.
-Eg verði eisini biðin um at vera
við til castingina av modellunum.
Tað var eg ikki í byrjanini, men nú
havi eg arbeitt so mikið leingi, at
tey byrja at stóla uppá meg.
Hon greiðir frá, at fyrsta sýn-
ingin av kollektiónini altíð verður
sýnd í oktobermánaða í Royal
Albert Hall. Síðani fer tað víðari
úr í verðina, og ferðast frá landi til
lands. Hennara klæðir eru sostatt
at síggja bæði í Korea, Italia og
USA.
-Restin av arbeiðnum hjá mær
eru klæðir til fotoshoots, og so
havi eg nakrar privatkundar eis-
ini. Har geri eg serliga flottar
kjólar til modellir og fólk, sum
skulu í ball. Eg havi eisini gjørt ein
brúðarkjóla. Men eg havi ong-
antíð selt nakað plagg í Føroyum.
Klæðini hjá mær eru kanska eitt
sindur for ber til ta føroysku
beskeðinheitina. Man má jú ikki
vísa for nógv har heima, sigur
Elisa.
Hon sigur tó, at hon ofta verður
tikin av bóli av mótanum her
heima. Viðhvørt er føroyski mótin
akkurát á internationala puls-
inum, men onkuntíð eru vit ár
aftanfyri. Og onkuntíð ganga vit í
klæðum frá skandinaviska móta-
num, sum hon ikki sær yviri í
London.
-Føroyingar hava flutt seg
ótrúliga nógv tann positiva vegin,
bara síðani eg gekk í student. Tá
var tað ikki talan um at fara út við
berum ørmum. Í dag tora tey
ungu nógv betri, og tað er gott.
KRØV TIL SNIÐGEVAR Í
LONDON
-Krøvini eru ótrúliga stór. Tað eru
jú so ómetaliga nógv fólk, sum
gera tað sama sum eg, so um
kundin ikki er nøgdur við meg, so
kann hann jú bara fara víðari til
tann næsta sniðgevan. Fyrsta
reglan er, at man má halda dead-
line’irnar. Tað er fullkomiliga
bannað at nýta longri tíð enn
avtalað. Tað gjørdi eg av og á í
fyrstuni. Men eg lærdi skjótt at
tað ger man ikki, um man ætlar
sær eina karrieru innan hetta yrki,
staðfestir hon.
-Tá tú ert nýggjur, er ringt at fáa
eina realistiska mynd av hvat er
gjørligt at náa innan tíðarmarkið.
Tá tú júst ert útlærdur, hevur tú
fult av hugskotum og ætlanum,
men tú klárar ikki at gera alt, sum
tú gjarna vilt. Serliga tí, at tú so
ofta mást broyta tað, tú gert. Tey
eru eftir tær og tráðspyrja alla-
tíðina, so tú mást kunna grund-
geva fyri hvørjum lítla stingi,
greiðir Elisa frá. Hon sigur, at
spurningar sum: Hví hevur tú
gjørt ermuna so ella hví er
hálsurin seymaður á hendan hátt,
eru púra vanligir. Og tú skalt
kunna svara.
-Man má vera ótrúliga sterkur í
hesum yrkinum. Tú mást vera
fyrireikaður at fáa nei og at reisa
teg aftur eftir tað. Skal man hava
nakran møguleika at klára seg,
má man bara blíva við og við.
Elisa sigur, at research er ótrúliga
týdningarmikið. Um evnið t.d. er
1940’ini, so mást tú vita alt um
tað tíðarskeiðið. Tú kanst ikki bara
gera okkurt tilvildarligt, alt má
vera gjølla planlagt.
-Nógv av teimum, sum eg gekk
í skúla saman við, valdu heldur at
fara aðrar leiðir enn at arbeiða
sum sniðgevar. Nøkur eru t.d.
mótajournalistar. Tey orkaðu ikki
at taka dystin upp við øll hini,
sum leita eftir arbeiði her í býn-
um. Tað var eisini ótrúliga ringt at
byrja við. Eg hugsaði ofta: hvussu
skal eg loysa hesa uppgávuna?
Men tú ert bara noyddur at bjóða
teg fram, taka allar avbjóðingar
og blaka teg útí tað. Gert tú ein
feil, so lærir tú av tí, tað er ikki
verri enn tað.
-Sum sjálvstøðugur sniðgevi
eri eg í kapping við teir heilt stóru
designararnar. Louis Vuitton og
Gucci eru mínir kappingarneytar.
Tað er ein rættiliga ræðandi tanki,
so eg skilji væl, at fólk ikki ordiliga
tora at satsa uppá hetta yrki. Men
tey heilt stóru eru eisini byrjað
onkustaðni, heldur hon vónrík
fyri.
-Tú mást trúgva uppá teg
sjálvan og skumpa jantelógina av
sørunum til. Tað ringasta í míni
verð, er at hava ein dreym og eitt
ynski, og ikki tora at føra tað út í
lívið. Man má satsa. Men eg
trúgvi, at um man veruliga vil og
hevur orku og vilja, so kann man
alt.
Elisa hugsar eina løtu, og sigur
so, at tað eisini er týdningarmikið
at duga at taka sær frí av og á.
Annars er tað lætt at gerast
troyttur av hesum, sigur hon. Hon
heldur, at hon dugir rættiliga væl
at kobla av, fara út við vinunum
og lata arbeiðið liggja eftir har
heima.
UM 10 ÁR?
-Tá eri eg allarhelst enn í London.
Havi í øllum førum ongar ætlanir
um at koma heimaftur. Fólk halda
tað vera so ótrúligt at arbeiða
sum sniðgevi í London, men eg
haldi tað veruliga vera ótrúligt at
arbeiða sum sniðgevi í Føroyum!
Tað haldi eg ikki at eg hevði
klárað, so eg taki hattin av fyri
teimum sum gera tað. Nei, eg
havi funnið mítt stað og eg trívist
so ómetaliga væl. Havi verið her í
9 ár nú, so eg havi líkasum funnið
meg tilrættis, við vinfólki og
einum gerandisdegi. Tað er eisini
her í London, at eg fái alla mína
inspiratión. Allir designarar hava
basu í London, so man fær fylgt
best við, um man er her. Eg komi
kanska heim at pensjonerast,
sigur Elisa og flennir.
Hon sigur víðari, at enn er hon
tó ongan veg komin av tí, sum
hon ætlar sær. Um hon arbeiðir
hart í eini 10 ár afturat, so kann
hon kanska, um alt gongur væl,
seta fleiri fólk afturat sær, og so
taka tað eitt sindur róligari og
bara geva ordrar.
-Men mær dámar so væl at
gera hetta, at eg veit slett ikki um
eg tími ikki at arbeiða, sigur hon
eftir at hava hugsað eina lítla løtu.
-Tá eg eri mitt í einum projekti,
verði eg ofta so upptikin, at eg
gloymi bæði at eta og alt. Tá fari
eg upp tíðliga um morgunin, og
áðrenn eg veit av, er klokkan
blivin nógv um kvøldi. Tað er
deiligt at hava eitt slíkt arbeiði,
sum tú veruliga elskar!
-Men hóast eg ikki ætli mær
heimaftur, so havi eg ikki gloymt
mínar røtur. Mítt næsta projekt
hevur faktiskt eitt sindur við
Føroyar at gera. Eg ætli mær at
fara undir at selja accessories, við
rót í tí føroyska. Eg fari at eksperi-
mentera við at selja turrikløð o.a.,
sum mamma fer at hjálpa mær
við. Hon fer at veva, og eg fari at
dekorera. Men eg kann ikki taka
vanligu føroysku t.d. bundaturri-
kløðini, tí har tað í Føroyum
verður gjørdur stórur munur á t.d.
myrkamorreyðum og ljósamor-
reyðum, verður tað her yviri bara
sæð sum brúnt, óansæð. Tað er
ræðuliga ringt at sláa ígjøgnum
við dempaðu føroysku litunum,
sigur hon. Hon fortelur, at henni
dámar best at arbeiða við sterk-
um áleypandi litum. Serliga tá
hon arbeiðir við klæðum til móta-
show, tí tá skulu klæðini geva
eina sterka uppliving. Tað skal
vera yvirdrivið.
Serliga eftir mótashow, dámar
Elisu tó væl at koma heim í feriu.
-Føroyar eru verðins besta stað
at slappa av í. Har er so deiliga
stilt, og alt gongur seint fyri seg.
Tað er ikki so stressandi sum her.
Tað er fantastiskt at koma heim
og við góðari samvitsku sløkkja
fartelefonina. Men eg klári tað ikki
for leingi í senn, so sakni eg at
hava ferð á gerandisdegnum aft-
ur.
Hon sigur, at hon av og á
gloymir hvussu heldig hon er og
hvussu langt hon í veruleikanum
er komin.
-Man hyggur sjálvandi altíð
frameftir og setir sær nýggj mál.
Tað ger, at man av og á gloymir
hvar man er beint nú. Fyrstuferð
klæðini hjá mær vórðu sýnd í
Royal Albert Hall, mátti eg klípa
meg sjálva í armin, tí tað kendist
so stórt og óveruligt. Men nú er
spenningurin líkasum farin eitt
sindur av, tí eg havi roynt tað so
mikið ofta eftirhondini, sigur hon.
Klæðini hjá Elisu hava verið um
allan heimin, og ótrúliga nógv
fólk hava sæð tey. Men tað er ikki
nakað, sum hon hugsar um dag
og dagliga.
-Tað eru nakrar løtur, har tú
bara hugsar, wauw eg eri komin
langt allíkavæl. Seinastu ferð eg
hevði mótaframsýning í Føroy-
um, hugsaði eg knappliga, at hesi
klæðini hava verið um allan
heimin, í øllum stórum móta-
býum, tey eru øll seld, og nú eru
tey her í Havn. Tað kendist
fullkomiliga absurd.
-Tí ein vanligan, keðiligan
mánadag, tá einki riggar hugsi eg
ikki um hvussu langt eg eri kom-
in. Tá má eg taka meg saman og
siga við meg sjálvan, at hetta
faktiskt er dreymurin hjá onkrum
øðrum sum eg livi. Tað fær meg
at seta prís uppá gerandisdagin
aftur. Eisini tann gráa, keðiliga
mánadagin, tá einki riggar, endar
Elisa við at siga.
Elisa Heinesen, sniðgevi:
-Við hvørt eri eg noydd at
minna meg sjalva á, at eg
faktiskt livi dreymin hjá
onkrum øðrum, sigur Elisa
Heinesen
Elisa Heinesen, her avmyndað í Soho, London, hevur ongar ætlanir um at koma heimaftur til Føroya
fyribils. -Eg elski mítt arbeiði, og eg hevði aldri megnað at veri sniðgevi í Føroyum, sigur hon.
EG LIVI DREYMIN HJÁ
ONKRUM ØÐRUM
C
M
Y
K
19
18