Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-27, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 nr. 2 I 28. februar 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Serblað frá Sosialinum Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Myndir: Álvur Haraldsen snið og umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, sosialurin Temaið hesaferð er um stóra byggivirksemi í Føroyum. Tekin er um, at búskapurin kann gerast heitur, og tí hevur tað týdning, at vit leggja væl til rættis. Vit hava kannað, hvørjar verkætlanir eru í gongd, og hvørjar fara í gongd í ár og næstu árini Vinna hesuferð... BankNordik 114 milliónir í avlopi Tað gekk væl hjá BankNordik í fjør. Avlopið var 114 milliónir krónur fyri skatt Í 2013 hevði bankin rakstrarinntøkur á 846 milliónir krónur afturímóti til 895 milliónir krónur árið fyri. – Høvuðsorsøkin til inntøkulækkingina á 50 milliónir krónur er, at bankin í 2013 lækkaði rentur, avgjøld og tryggingarprísir hjá føroysku viðskiftafólkunum munandi, sigur Janus Petersen, stjóri. At bankin lækkaði rentur og onnur gjøld 50 milliónir krónur, merkir, at nógv húski fáa fleiri túsund krónur í sparingum um mánaðin, sigur hann. Niðurskrivingar á útlánum gjørdust 147 milliónir krónur, tær vóru 115 milliónir í 2012. Meginparturin av niðurskrivingunum stavar frá privatkundum og smærri vinnukundum. Eftir niðurskrivingar, og ikki afturvendandi útreiðslur, varð úrslitið 103 milliónir krónur fyri skatt og virðisjavna samanborið við 101 mió. kr. í 2012. – Úrslitið er eitt sindur betri enn væntað, sigur bankin. Samstundis brynjar bankin seg til at lúka øktu treytirnar í SIFI lóggávuni, sum hevur til endamáls at tryggja føroysku bankaskipanina móti komandi bakkøstum. Eisini BankNordik í Danmark hevur hevur nú givið avlop í tríggjar ársfjórðingar á rað. – Hóast vit kundu hugsað okkum størri lánseftirspurning, og harvið hægri inntøkur, kunnu vit tó fegnast um, at tey spariátøkini, sum bankin nýliga hevur framt, hava verið avgerandi fyri framhaldandi lønsemi og kappingarføri bankans, sigur Janus Petersen. tað hendir... 12 milliónir uppsjóvarhavn Partapeningurin í felagnum, sum byggir nýggju havnina á Tvøroyri, er nú hækkaður úr 6 milliónum krónum upp í 12 milliónir. Peningurin er inngoldin kontant í felagið. Í nevndini í felagnum, sum eitur P/F Uppisjóvarhavnin, sita: Gudmund Mortensen, Tvøroyri (nevndarlimur) Christian Hammershaimb Christiansen, Tórshavn (nevndarlimur) Símun Mittún, Saltangará (nevndarlimur) Høgni Hansen, Tórshavn (nevndarlimur) Borg væntar framgongd í ár Timburhandilin Borg í Runavík og í Klaksvík hevði eitt lítið yvirskot í roknskapinum fyri 2013 upp á 126.000 krónur í mun til 967.000 árið fyri. Soleiðis hevur felagið tveir positivar roknskapir á rað, eftir at hava havt hall í nøkur ár. Leiðslan sigur í leiðslufrágreiðingini, at felagið hevur gjørt munandi íløgur í KT til tess at framtíðartryggja felagið hesum viðvíkjandi, og at úrslitið er nøktandi eftir umstøðunum. Leiðslan metir eisini, at niðurgongdin í heimsbúskapinum, sum eisini hevur rakt føroyska marknaðin, er við at hæsa av, og leiðslan væntar tí, at eftirspurningurin fer at vaksa í ár, og at hetta fær positiva ávirkan á felagið. 38 fólk starvast hjá Borg.