Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-27, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2014síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 nr. 2 I 28. februar 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum øgan um Skálafjarðartunnilin, sum í tilgongdini broytti navn til Eysturoyartunnilin, bar eitt nýtt navn inn í hvørja stovu í landinum. Í dag kennir hvørt mansbarn Copenhagen Infrastructure Partners (CIP), sum annars var spildurnýtt, tá tað varð sett í samband við Føroyar. CIP varð stovnað í oktober 2012 við tí greiða endamáli at fáa danskar pensjónspengar at veksa, nú rentur­ nar á heimsmarknaðinum eru søguliga lágar. PensjonDanmark setti seks milliardir krónur í ein grunn, sum serliga skal gera íløgur í infrakervi í Evropa og Norðuramerkia. Upp­ gávan hjá nýstovnaða CIP var at umsita hesar pengarnar. – Sera nógvar íløgur skulu gerast í infrastruktur næstu árini. Uppgávan er heilt einfalt at knýta hesar verkætlanir saman við stóru pensjónskassarnar og fáa pengarnar út at arbeiða, sigur Rúni Bro Róin. Hann var sjálvur fjórði við til at stovna CIP saman við trimum gomlum starvsfeløgum úr orkufelagnum Dong Energy, Jakob Baruël Poulsen, Torsten Lodberg Smed og Christian Skakkebæk – Vit fýra hava arbeitt saman síðstu 10-12 árini, og hetta tíðarskeiðið hava vit væl gjørt íløgur fyri meira enn 200 milliardir krónur, sigur Rúni Bro Róin. Bæði í tí ljósinum og samanborið við ambitiónirnar hjá CIP var Eysturoyartunnilin ein »minni verkætlan.« – Her hevði heilt greitt verið talan um okkara minstu verkætlan í CIP, staðfestir Rúni Bro Róin. Áheitanin Tað var tó hvørki uppsøkjandi arbeiði hjá CIP ella føroysku røturnar hjá Rúna Bro Róin, ið førdu felagið til Føroya. – Nei, vit fingu í fleiri umførum fyri­spurn­ ingar frá landsstýrinum um at fara inn í verk­ ætlanina. Men eftirfylgjandi mugu vit bara staðfesta, at man vildi nakað annað enn tað, ið man segði seg vilja, sigur Rúni Bro Róin. Tá avtornaði var CIP tann einasti, sum hevði áhuga fyri at gera Eysturoyartunnilin eftir privata leistinum, ið landsstýrið hevði sett sær fyri at brúka, og tey krøv til sátt­ málan, ið landsstýrið hevði ásett. Tann støðan fekk fleiri at gera ta niður­ støðu, at CIP hevði alt ov lætt spæl mótvegis lands­stýrinum og kundi seta krøv um avkast, nærum sum teimum lysti. – Tað er altíð ein spurningur um at seta váðan upp ímóti avkastinum. Sum stigtakari kanst tú velja at pakka verkætlanina væl inn og átaka tær stóran part av váðanum sjálvur, og tá verður kravið um avkast sjálvandi minni. Men vil tú lata alt upp í hendurnar á tí, sum skal standa fyri verkætlanini, so er kravið um avkast størri, argumenterar Rúni Bro Róin. Copenhagen Infrastructure Partners komu til Føroya, og við sær høvdu teir ein tunnilssáttmála, sum elvdi til nógv rumbul, bæði politiskt og í almenninginum ann­ars. Á skrivstovuni hjá Rúna Bro Róin í Keyp­manna­ havn fyltu atfinningarnar tó ikki nógv. – Hetta var sjálvandi ein nýggjur arbeiðs­ háttur, sum man ikki hevur siðvenju fyri í Føroyum. Hetta vildi verið fyrsta royndin av sínum slag, og kanska er tað tað, sum hevur elvt til ørkymlan. Men man valdi sum nevnt at gera nakað annað enn tað, ið man segði seg vilja. Og vit eru farin víðari, sigur Rúni Bro Róin. Etableringin CIP var komið somikið langt við fyri­reik­ ing­unum, at felagið í fjørsummar setti á stovn eitt partafelag til endamálið saman við føroyska samstarvs­partnaranum, Føroya Lívs­trygging, sum eigur ávísar kanningar og spesifika­tiónir, sum eru gjørdar í samband við Eysturoyar­tunnilin. CIP eigur 80 prosent av P/F Eysturoyar­ tunnilin, meðan LÍV eigur írestandi 20 pro­ sent­ini. Í fyrstu atløgu var partapeningurin fimm milliónir krónur, men ætlanin var at hækka hann so við og við. Íløgan í Eystur­ oyartunnilin er mett til onkustaðni millum 1,1, og 1,5 milliard krónur, og íløgan skuldi fíggjast einans við eginpeningi. – Vit hava enn ikki tikið støðu til, hvat verður av hesum felag, staðfestir Rúni Bro Róin. Sambært honum hava CIP og LÍV bæði brúkt nógvar pengar og orku til føroysku verkætlanina. Nú ætlanin ikki bleiv til nakað kortini, hevur felagið sent føroya landsstýri rokning á eina millión krónur. Júst henda milliónin kom inn í sáttmálan, tá freistin at skriva undir sáttmálan millum CIP og landsstýrið varð útsett. Sáttmálin skuldi sum kunnugt undirskrivast 27. juni, men tá løgmaður kravdi málið aftur í løg­ tingið áðrenn, varð í sama viðfangi avtalað, at CIP skuldi fáa eina millión krónur í sonevndum »break fee« afturfyri ikki at taka seg burtur úr samráðingunum beinanvegin. – Jú, milliónina skuldu vit helst fingið inn á konto fyrsta dagin, sigur Rúni Bro Róin, og leggur afturat, at Føroyar hevur kostað felagnum nógvar ferðir eina millión. Í løgtinginum mikudagin upplýsti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjar- og nú eisini tunnilsmálum, at Fíggjarmálaráðið í løtuni kannar um landsstýrið hevur skyldu at rinda rokningina til P/F Eysturoyartunnilin. Eftirmetingin Nú størsta, einstaka íløgan í føroyska infra­ kervið er blivin almenn, sigur Rúni Bro Róin seg ikki annað enn kunna staðfesta, at lands­ stýrið tá avtornaði gjørdi nakað annað enn tað, ið man segði seg vilja gera. Hann ynskir ikki at gera viðmerkingar til, hvørt tað hevur skatt álitið á Føroyar sum íløguland. – Men man kundi kanska ynskt sær eitt greiðari setup fyri íleggjarar, soleiðis at spæli­ reglurnar eru greiðar, sigur Rúni Bro Róin og ger eina samanbering við onnur lond: – Vit gera eittnú íløgur í vindmyllur í Bretlandi, og har eru fortreytirnar púra greiðar, soleiðis at øll kenna spælireglurnar. Síðani CIP fór úr Føroyum hevur felagið sett 1,2 milliard krónur í eina vindmyllulund í amerikanska statinum Massachusetts, har 130 vindmyllur skulu setast upp úti til havs næstu árini. Felagið er við í eini íløgu á 1,4 milliard krónur í eitt nýtt orkuverk, sum næstu árini skal byggjast í Lincolnshire í Bretlandi. Felagið hevur sett 1,35 milliard krónur í eitt felag, sum eigur seks vindmyllulundir í Skotlandi og Wales. Og um dagarnar hevur CIP sett 2,9 milliardir krónur í eitt nýtt trans­missiónsnet, sum skal flyta streym frá vindmyllulundum í Norðsjónum inn á evropeiska meginlandið. – Nei, Føroyar eru ikki á radaraskerminum meira. Tað er ein lang røð av áhugaverdum íløgum nógva staðni kring heimin. Eystur­ oyartunnilin hevði sum nevnt verið ein minni íløga fyri okkum, og eg ivist í, hvussu nógvar íløgur av hasi stødd verða gjørdar í Føroyum næstu árini, sigur Rúni Bro Róin. – Hatta vísir væl vandan við at fara inn í slíkar verkætlanir. Tá avtornaði vildi landsstýrið nakað annað enn man segði seg vilja, sigur Rúni Bro Róin, ein av stjórunum í Copenhagen Infrastructure Partners, sum veittrar Føroyum farvæl Jón Brian Hvidtfeldt S Føroyar fortíð fyri CIP