mikudagur 19. mai 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 19. mai 2004
23
SÍÐA 22
MÓTABLAÐ • 2004
Løgtingsarbeiðið er
komið til ein enda í
hesi tingsetuni. Tað
varð ein drúgv ting-
seta við eini seinkað-
ari fíggjarlóg og fleiri
fyrispurningum.
Løgtingsformaðurin
sigur, at fleiri mál
komu á skránna, tá
tingsetan varð so
drúgv. Hann sigur
eisini, at kongliga
brúðleypið hevur ikki
nervað tingið, og at
Føroya Løgting altíð
er til reiðar. - Ting-
menn eru altíð klárir,
sigur Edmund
Joensen
FØROYA LØGTING
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Tá Sosialurin prátaði við
løgtingsformannin Edmund
Joensen fyri nøkrum vikum
síðani, 15. apríl, var nógv at
gera á Føroya Løgtingi.
Fleiri
tingmál
vóru
á
skránni, og fíggjarlógin var
enn ikki komin úr fíggjar-
nevndini.
Men nú er fíggjarlógin
samtykt, og tingið hevur
avgreitt tey flestu málini.
– Nú stendur nógv betur
til. Tað er bert ein triðja
viðgerð og tvær aðru við-
gerðir, sum er á skránni í
tinginum í dag, týsdagin,
umframt nakrir fyrispurn-
ingar, sigur Edmund Joen-
sen, løgtingsformaður.
Edmund Joensen væntar,
at Føroya Løgting kann
fara í summarfrí týsdagin,
um onki óvæntað kemur
fyri tingið.
Hóast tingarbeiðið hevur
gingið væl seinnu vikurnar,
eru tvey tingmál tó ikki
komin úr nevnd. Talan er
um uppskotið hjá Tjóð-
veldisflokkinum
um
gransking, sum er uppskot
til samtyktar. Og uppskotið
til samtyktar hjá Bárði
Nielsen og Føroya Lands-
stýri um einskiljing av
Føroya Banka er heldur
ikki komið úr nevnd. Onki
røkist fyri, at hesi mál
koma úr nevnd áðrenn
ólavsøku, og tískil detta
uppskotini niðurfyri.
Astrup setti
dagsskránna
Bárður Nielsen, landsstýr-
ismaður við fíggjarmálum,
segði við Útvarp Føroya
mánakvøldið, at hann ætlar
at leggja nýtt uppskot fyri
tingið í næstu tingsetu um
einskiljing
av
Føroya
Banka.
– Mín ætlan er, at málið
kemur aftur í tingið í heyst,
segði Bárður Nielsen.
Tað varð annars Jørn
Astrup Hansen, stjóri í Før-
oya Banka, ið setti dags-
skránna, tá hann í drúgvari
samrøðu við Sosialin úttal-
aði seg um ætlanirnar hjá
Føroya Landsstýri um at
einskilja Føroya Banka
(Sosialurin, 29. apríl 2004).
Jørn Astrup vísti á, at
bankin átti at verðið tikin
við upp á ráð, og at upp-
skotið var ein misskiljing.
Og nú er uppskotið á ein
hátt tikið aftur, tí tað fellur
burtur aftaná ólavsøku, um
onki óvæntað hendir.
– Skipanin er soleiðis, at
um tað ikki verður ting-
fundur aftur fyrr enn á
ólavsøku, so er nýggj ting-
seta, og so fellur uppskotið
burtur, sigur Edmund Joen-
sen, løgtingsformaður.
Hitt málið, sum ikki er
avgreitt enn, er uppskotið
hjá Tjóðveldisflokkinum
um gransking, sum varð
beint aftur í nevnd.
– Tað málið er ikki komið
aftur úr nevnd, og kemur
helst ikki aftur úr nevnd og
fellur helst eisini burtur,
sigur Edmund Joensen.
Uppskotið um gransking
er ikki eitt lógaruppskot,
men eitt uppskot til sam-
tyktar um "miðvís framtøk
fyri gransking, tøkni og
menning í Føroyum."
– Men so skuldi eisini
verið slætt borð. So er
spurningurin, um ting-
arbeiðið kann gerast liðugt
í dag, týsdagin, um tingið
ynskir tað. Eg havi mett tað
soleiðis, at tað verður
liðugt í dag, sigur løgtings-
formaðurin.
Alt er treytað av
fíggjarlógini
– Alt hongur eitt sindur
saman við fíggjarlógini, og
fleiri mál eru treytaði av
fíggjarlógini. Summi mál
skulu verða samtykt, fyri at
fíggjarlógin skal stemma.
Barsilsskipanin, til dømis,
har er talan um nokkso
nógvar pengar, sigur løg-
tingsformaðurin, tá hann
verður spurdur, um tunga
viðgerðin av fíggjarlógini
hevur nervað tingarbeiðið.
– Við tað, at setanin
verður nokkso drúgv, so
koma eisini fleiri mál av
teirri orsøk. Andstøðan skal
jú eisini markera seg. Tað
er nú einaferð uppgávan hjá
andstøðuni at fáa alt fram í
ljósið, sum kann fáast fram.
Og tað er nú einaferð leik-
luturin, líka mikið hvør tað
er, sum situr í andstøðu og
samgongu, at samgongan
fer eitt sindur lætt um tað.
Ella tað heldur andstøðan í
øllum førum. Og av tí sama
ger andstøðan sítt fyri at
hála ymsu tingini fram, og
tað er jú bara gott fyri
fólkaræði, sigur Edmund
Joensen.
Kongligt brúðleyp
ávirkaði ikki Løg-
tingið
Edmund Joensen var ein av
teimum
føroyingunum,
som fóru í kongliga brúð-
leypið í Keypmannahavn
fríggjadagin. Edmund fór
sjálvandi
av
landinum,
áðrenn sjálvan brúðleyps-
dagin.
Hetta hendi alt, meðan
fíggjarlógarviðgerðin stóð
upp á tað hægsta, men Ed-
mund Joensen sigur, at tað
ávirkaði ikki viðgerðina av
fíggjarlógini, at sjálvur
løgtingsformaðurin og løg-
maður ikki vóru til staðar á
Føroya Løgtingi, tá land-
sins týdningarmesta lóg
skuldi kjakast, tillagast, og
samtykkjast.
– Alt var so øgiliga væl
fyrireika. Nú fall tað so-
leiðis, at fíggjarlógin kom
aftur úr fíggjarnevndini ta
vikuna, sum kongliga brúð-
leypið var á skránni. Og
brúðleypið fingu vit ikki
útsett, og hinvegin vildu vit
ikki útseta fíggjarlógina, tí
tað var jú ein provisorisk
fíggjarlóg galdandi, og alt
landið bíðaði eftir einari
nýggjari fíggjarlóg. Og vit
vildu ikki seta fíggjarlógini
út av tí orsøkini. Harum-
framt er tað aðru ferð, at
fíggjarlógin verður løgd
fram, og hon er væl tugd
bæði av samgongu og fíggj-
arnevnd, so tað skuldi ikki
nervað
arbeiðið,
um
løgmaður til dømis var
burtur,
sigur
løgtings-
formaðurin Edmund Joen-
sen.
Løgtingsmenn
altíð klárir
Løgtingsformaðurin vænt-
ar, at Løgtingið fer til hús
týsdagin. Tá Føroya Løg-
ting fer í summarfrí, verður
tað sum vant sett aftur á
ólavsøku. Tingið er eitt
sindur seint á veg í ár, tí tað
var gamalt, at Føroya Løg-
ting fór til hús á flagg-
degnum tann 25. apríl. Men
í ár er øðrvísi, nú liðið er út
á hálvan mai mánaða.
– Men tingið er í prin-
sippinum altíð saman nú.
Setan er frá ólavsøku til
ólavsøku. Tingið er altíð
arbeiðsført, og løgtings-
nevndirnar
eru
altíð
arbeiðsførar. Um okkurt
stingur seg upp, so er alt
tókt. Tingmenn eru altíð
klárir, sigur løgtings-for-
maðurin Edmund Joensen.
Tað er ásett í stýris-
skipanarlógini, at Føroya
Løgting skal koma saman
aftur á ólavsøku, men um
okkurt
óvanligt
hendir
áðrenn tað, so verður Før-
oya Løgting kallað saman
áðrenn ólavsøku.
Tingmenn altíð klárir
Tingið er í prinsippinum altíð saman nú. Setan er frá ólavsøku til ólavsøku. Tingið er altíð arbeiðsført, og løgtingsnevndirnar eru
altíð arbeiðsførar. Um okkurt stingur seg upp, so er alt tókt. Tingmenn eru altíð klárir, sigur løgtingsformaðurin Edmund Joensen
C
M
Y
K
23
22