hósdagur 27. februar 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
nr. 2
I
28. februar 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
itt av heimsins størstu feløgum,
Schlumberger, hevur í dag
keypt føroysku KT-fyritøkuna
Simprentis fyri góðar 15 milliónir
krónur.
Seljarar eru Framtaksgrunnur
Føroya, Royndin, stovnarin Ólavur
Ellefsen og aðrir íleggjarar.
Schlumberger veitir tænastur
til oljuídnaðin, er skrásett á New
York Stock Exchange og hevur millum annað
veitt tænastur í sambandi við leitiboringar á
føroyska landgrunninum.
Sum partur av førleikamenningini hjá
Jarðfeingi og Eni, varð í 2002 farið undir
at menna OilSim og aðrar simuleringar,
og Simprentis hevur síðani veitt skeið til
oljufeløg og útbúgvingarstovnar um allan
heim. Tað serliga við simuleringunum hjá
Simprentis er, at tær gjøgnum spæl, samstarv
og veruleikakendar avbjóðingar geva teimum,
sum luttaka, gott innlit í eina vinnugrein og
samstundis menna teirra førleikar.
Schlumberger hevur í fleiri ár brúkt OilSim
bæði til innanhýsis og uttanhýsis skeið og
førleikamenning, og bjóðaði sær nú til at
keypa Simprentis og OilSim fyri at styrkja um
teirra støðu á skeiðsmarknaðinum.
Sjálvt um skeiðsdeildin hjá Schlumberger
liggur í Dubai, so verður leiðslan og menn
ingin av OilSim framhaldandi í Føroyum.
Ólavur Ellefsen heldur fram sum leiðari og
Julius Biskopstø, sum hevur staðið á odda fyri
menningini av OilSim síðani 2005, fer eisini
at standa á odda fyri menningini av nýggju
útgávuni, OilSim 4.
Sum skilst eru fleiri fyrimunir við at
Schlumberger keypir Simprentis. Við
fíggjarligu styrkini kann ferð setast á
menningina av OilSim, sølunetið hjá
Schlumberger røkkur um allan heim, so talið
av skeiðsluttakarum fer væntandi at vaksa,
og við 123,000 starvsfeløgum hava fólkini
handan OilSim nú ríkiliga atgongd til serligar
førleikar innan eitt nú verkfrøði, jarðfrøði
og kunningartøkni, soleiðis at OilSim
kann gerast uppaftur meira framkomið og
veruleikakent.
Nevndarformaður frá byrjan hevur verið
Ólavur Gregersen, og hann vísir á, at sól
skinssøgan Simprentis við hesum prógvar, at
til ber at fáa nýskapan til høldar í Føroyum
– eisini fyri eina fyritøku, sum einamest selur
til altjóða marknaðin. Samstundis er hetta
eitt dømi um gagnið av tolnari og váðafúsari
føroyskari fígging, sum í síðsta enda hevur
fingið gott avkast av íløguni.
Umframt oljuvinnu, fór Simprentis fyri
kortum undir at menna eina fiskivinnu
simulering sum partur av ES-granskingar
verkætlanini Mareframe. Ætlanin er at
gagnnýta royndirnar frá OilSim at betra um
kunnleikan til fiskivinnuna. Hendan nýggja
fiskivinnusimuleringin er tó ikki partur av
handlinum við Schlumberger, og fer tí at
halda fram í einum sjálvstøðugum felag við
nýggjum navni.
Nú tað varð selt, vóru níggju fulltíðar
starvsfólk hjá Simprentis: Ólavur Ellefsen,
Julius Biskopstø, Dima Kislov, Ragnar Østerø,
Hellen Simonsen, Helena Egholm, Rasmus
Høyer, Paula Kelly og Meghan Clark. Sjey
teirra arbeiða nú fyri Schlumberger og tvey
arbeiða víðari við fiskivinnusimuleringini.
Hóast føroyskt menta KT-fyritøkan, sum Ólavur Ellefsen stovnaði
í 2002, mikudagin varð seld einum av heimsins størstu feløgum,
so verður leiðslan og menningin av OilSim framhaldandi í Føroyum
Tekst og mynd: Eirikur Lindenskov
E
Schlumberger Oilfield Services er eitt altjóða
oljutænastufelag. Felagið er størsti veitari til
oljuídnáðin við sínum veiting og kunnleika
til tøkniligar loysnin innan leiting, gransking
og framleiðslu. Brøðurnir Conrad og Marcel
Schlumberger stovnaðu felagið í 1926. Tá
kallaðist felagið Société de Prospection
Électripue, sum so gjøgnum árini hevur
ment seg til tað, sum felagið er í dag – har
tað veitir ymsar tænastur til oljuvinnuna,
so sum viðgerð av seismikki, kanning og
gransking, royndir av ymsum slag, ráðgeving
og simulering – og helst er tað her, at
oljuuleitispælið hjá Simprentis hevur áhuga.
Tað starvast um 123.000 fólk hjá
felagnum, sum eru úr 140 ymsum
tjóðum, og tey arbeiða í fleiri enn 85
londum. Høvuðssætini hjá felagnum
erú í Houston, París og Haag.
Avtalan millum Simprentis og
Schlumberger varð undirskrivað í Oslo
mikudagin, tá Ólavur Ellefsen var í Oslo
og undirskrivaði sølusáttmálan.
Schlumberger hevur deild í Noreg, sum
varð stovnað í 1966. Tøkniliga kompetansan
hjá felagnum liggur í Stavanger, Bergen
og Oslo. Har starvast í alt 1.500 fólk.
Fakta um
Schlumberger
Oljurisi keypt Simprentis
fyri 15 milliónir
Fimm av starvsfólkunum hjá Simprentis á skrivstovuni í Tórshavn: Dima Kislov, Julius Biskopstø, Ólavur Ellefsen, Hellen Simonsen, Helena Egholm