hósdagur 27. februar 2014síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
nr. 2
I
28. februar 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Verkætlanir fyri
3,2 milliardir í ár
Taka vit oljuboringarnar við, eru íløgur fyri oman fyri tríggjar milliardir krónur
í Føroyum í ár. Slakar tvær milliardir krónur verða brúktar í byggivinnuni.
Hetta ávirkar arbeiðsmarknaðin og eftirspurningin eftir fakfólki í byggivinnuni
Marjun Dalsgaard
kúlar, ítróttarhallir, havnir
og sjúkrahús eru millum tær
byggiverkætlanir, sum mynda
virksemið komandi árini.
Milliardaupphæddir skulu
brúkast, og longu í ár er ein
milliard krónur sett av til
almennar íløgur í bygningar,
vegir og tunlar.
Sosialurin hevur gjørt yvirlit
yvir størstu íløgurnar í byggivinnuni í dag, og
vísir yvirlitið stórt virksemi.
Tann nógv umtalaði skúladepilin við
Marknagil er endiliga farin av bakkastokki
og í hesum føri skulu 515 milliónir brúkast
yvir 5 ár. Í ár skulu 149 milliónir brúkast til
hesa byggiætlaninia, og stjórin í TG Verki,
sum stendur fyri byggingini, fyrireikar seg
longu til, at hann fær brúk fyri útlendskari
arbeiðsmegi.
Landssjúkrahús fyri 480 milliónir
Menningin av Landssjúkrahúsinum heldur
fram, og fyri nøkrum døgum síðani var
ætlanin um at byggja Landssjúkrahús fyri 489
milliónir avdúkað. Av hesum skulu slakar 30
milliónir brúkast í ár. Sigurd Poulsen, stjóri
á Hagstovuni, heldur, at tað er ringt at meta
um vøksturin, tí tølini, sum Hagstovan hevur
fyri 2012 og 2013 eru nógv meira umfatandi
og fevna um millum annað keyp av skipum
og flogførum. Hann heldur, at av almennu
íløgunum er tað serliga íløgurnar hjá SEV
á 379 milliónir í 2014, sum vekja ans. Hesar
íløgur umfata útbygging av neti, verkum og
innkeyp av vindmyllum. Íløgurnar verða helst
líka stórar næsta ár, sigur Hákun Djurhuus,
stjóri í SEV.
Íløgurnar hjá SEV eru helst tað, sum ger,
at almennu íløgurnar koma upp um eina
milliard í 2014, sigur Sigurd Poulsen. Tað
heldur hann, tí at tær stóru kommunurnar,
Tórshavnar Kommuna, Runavíkar Kommuna
og Klaksvíkar Kommuna. ikki hava líka stórar
íløgur, sum farnu árini.
Bæði alment og privat
Farstøðin og tænastumiðdepilin á flogvøll
inum geva í alt arbeiði fyri 130 milliónir
krónur. Av hesum skulu 50 milliónir brúkast
í ár. Hendan verkætlan verður helst liðug í
mai í ár.
At privata vinnan hevur havt tað gott,
sæst aftur á byggivirkseminum. Bank Nordik
byggir høvuðssæti fyri 94 milliónir krónur. Av
teimum verða 40 milliónir brúktar í ár.
Stóru peningaupphæddirnar koma frá
uppsjóvarvinnuni. Pelagos byggir sostatt fyri
200 milliónir í Fuglafirði í ár, og nýtir í stóran
mun íslendska arbeiðsmegi. Umleið helvtin
av handverkarunum eru sostatt útlendingar.
Í somu vinnu hava vit Bakkafrost, sum
fyri nøkrum døgum síðan kom út við einum
yvirskoti á 727 milliónir krónur fyri skatt.
Bakkafrost hevur boðað frá, at fyritøkan fer at
byggja út fyri 1,1 milliard komandi fimm árini.
Av hesum verða 280 milliónir krónir brúktar
í ár.
162 milliónir til Viðareiðistunnil
Í fleiri ár hava fólk í Norðuroyggjum bíðað
eftir at sleppa undan vandamikla vegnum
til Viðareiðis – eitt vegastrekki á 7 km, sum
mangan hevur loypt hvøkk á tey lokalu við
omanlopum og ringum koyrilíkindum. Eisini
tey kunnu hesu dagarnar frøast um játtanir
frá tí almenna. Ein tunnil, sum styttir leiðina
við fimm kilometrum, verður gjørdur fyri 162
milliónir krónur. Væntandi verður koyrandi
ígjøgnum tunnilin í 2017.
Skúlar og sjúkrahús í Klaksvík
Tað er ikki bara í Tórshavn, at ungdómurin
fær ein nýggjan skúla. Í Klaksvík skal Tekniski
Skúlin byggjast fyri 36 milliónir krónur, harav
21 milliónir skulu brúkast í ár. Klaksvíkingar
fáa somuleiðis 15 milliónir krónur at umvæla
sjúkrahúsið fyri. Av hesum skulu 11,2 brúkast
í ár.
Í alt merkir hetta almennar íløgur fyri
S
Menningin av Landsjúkrahúsinum heldur fram, og fyri nøkrum døgum síðani, varð ætlanin um at byggja
Landsjúkrahús fyri 489 milliónir avdúkað. Av hesum skulu knapt 30 milliónir brúkast í ár.
...framhald á síðu 10