hósdagur 27. februar 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
nr. 2
I
28. februar 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
umleið eina milliard í 2014. Á privatum
høpi verður bygt fyri í minsta lagi 680 mió.
krónur í 2014. Her eru tað serliga teir tríggir
høvuðsaktørarnir Bakkafrost, Pelagos og
Bank Nordik, men eisini Bústaðir hava nógv
virksemi – 100 milliónir krónur hava teir
ætlanir um at brúka til íbúðir í ár.
Vandi fyri ovurupphiting
Tá nógv byggivirksemi er í gongd samstundis,
veksur eftirspurningurin eftir handverkarum.
Um marknaðurin ikki megnar at veita nokk
av fakfólki, er vandi fyri ovurupphiting tá
kostnaðurin fyri ein handverkara verður
dýrari.
– Tað eru tríggjar loysnir, um
eftirspurningurin veksur skjótt. Tann eina
er at gjalda tað, tað kostar, tað vil siga, at
lønirnar fara upp, og verkætlaninar verða
dýrari. Ein er at innflyta arbeiðsmegi, og ein
er at draga verkæltaninar úr, sigur Sverri
Hansen, formaður í Búskaparráðnum. Hann
metir, at privata vinnulívið fer at gjalda
tað, sumt tað kostar, men at tað almenna
møguliga fer at draga nakrar verkætlanir út.
Nógva virksemið kemur ikki óvart á
byggivinnuna. Bæði Bakkafrost og TG Verk,
ið m.a. byggir skúladepilin í Marknagili,
hava longu funnið ein stóran part av
arbeiðsfólkunum í Íslandi, og hjá SEV, sum
hevur serliga nógv virksemi í ár, er leiðslan
somuleiðis varug við, at tað kann gerast
torført og dýrt at fáa arbeiðsmegi.
- Vit royna at fá gongd á verkætlaninar
sum skjótast, so sáttmálar kunnu koma í hús,
greiðir stjórin, Hákun Djurhuus frá. Tað kann
tó vera striltið at fáa útlendska arbeiðsmegi til
vega. Niels Winther úr Vinnuhúsinum sigur í
hesum sambandi, at tað kann vera ein stórur
trupulleiki hjá fyritøkum, tí tað kann taka upp
til 3-6 mánaðir at fáa útlendska arbeiðsmegi
til vega.
Íløgur fyri 3,2 milliardir
Taka vit íløgurnar í oljuvinnuni við, er
samlaða upphæddin av íløgum í Føroyum í
ár umleið 3,2 milliardir. Hendan upphæddin
umfatar boringar í grunnunum Brugdan 2
og Stelkur fyri 1,5 milliardir. Hetta gevur
avleitt virksemi í Føroyum fyri millum 300
og 400 milliónir metir Vinnumálaráðið.
Mett verður, at til dømis Runavíkar Havn
kann fáa væl burturúr, av tí at alt skal yvir
føroyskan kaikant, og Runavíkar Havn hevur
gjørt nógv fyri at fyrireika seg til júst hetta.
Í alt gera Tórshavnar Havn, Runavíkar Havn
og Tvøroyar Havn íløgur fyri 79,6 milliónir
krónur í 2014. Tórshavnar Havn stendur fyri
21, 6 av hesum, Tvøroyrar Havn fyri 50 og
Runavíkar Havn fyri 18 milliónum krónum
Sí yvirlit yvir verkætlanir
á síðu 14 og 15 í Vinnublaðnum
Tunnil til Viðareiðis verður nú veruleiki. Leiðin til Viðreiðis styttist við 5 km tá tunnilin stendur liðugur í 2017. Tunnilin kostar í alt 162 milliónir krónur
Farstøðin og tænastumiðdepilin á Flogvøllinum gevur í alt arbeiði fyri 130 milliónir krónur. Av hesum skulu 50 milliónir brúkast í ár. Hendan verkætlan verður helst liðug í mai í ár
Mynd: RAVN Arkitektur