hósdagur 27. februar 2014síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
nr. 2
I
28. februar 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
fleiri ár hevur Inn verið einasti stóri
matvøruhandilin í Sundalagnum. Í
nakrar vikur hevur eingin handil verið
har, men fríggjadagin 28. februar ber
aftur til at fara til handils við Norðskála,
tí tá letur Bónus upp handil. Og um
nakrar vikur fáa sundalagsfólk tvinnar
møguleikar, tá tey skulu til handils, tí tá
byrjar Á-handilsketan sítt virksemi har.
Bónus byrjar
Bónus letur handil upp í bygninginum, har
Inn plagdi at vera. Tey hava í fleiri vikur um-
og útbygt eyðkenda gula bygningin, sum nú er
vorðin svartur og hevur fingið eina glasfasadu.
Tað er SMS, sum eigur Bónus, og Dánjal
Jespersen er leiðari fyri Bónus-handlarnar.
- Bónus-handilin við Norðskála líkist nú
nógv teimum nýggju Bónus-handlunum.
Kring landið hava vit nú sjey Bónus-handlar,
umframt Miklagarð í SMS og tær tríggjar
Mylnurnar í høvuðsstaðnum.
Dánjal Jespersen upplýsir, at gólvvíddin
liggur um 540 fermetrar og tey, sum hava verið
við í hesi verkætlan og dagføring frá byrjan,
eru sera spent eftir at vita, hvussu undirtøkan
verður.
Á ávegis
Hin stóri matvøruhandilin, sum letur
upp um nakrar vikur, er Á. Tað gera tey í
nýggja handilsbygninginum hjá hjá Heðini
Zachariassen, sum varð reistur leygardagin.
Heðin Zachariassen er borgarstjóri í Sunda
kommunu og vinnulívsmaður.
Hann og konan eiga frammanundan
handilin Brá, og nýggi handilsbygningurin,
verður bygdur upp í klædnahandilin Brá.
Aftur til handils við Norðskála
Í fleiri vikur hevur eingin stórur matvøruhandil
verið við Norðskála, men hetta verður nú
broytt. Fríggjadagin letur Bónus upp handil. og
um nakrar vikur letur Á-handil í sama øki
Orð og myndir: Rólant Waag Dam
Nýggi handilsbygningurin við
Norðskála hjá Heðin Zachariasen
fer at hýsa Á-handlinum
Bónus letur upp nýggjan handil. Tey hava út- og umbygt
gamla bygningin, har Inn plagdi at vera
Nógv fólk á aliráðstevna
Fríggjadagin vóru fleiri enn 300 fólk til
aliráðstevnu, sum Havbúnaðarfelagið skipaði
fyri á Hotel Føroyum.
Fyrilestrarnir snúðu seg um fleiri ymisk
evni so sum marknaðarviðurskifti, aling av
stórum smolti, fiskaheilsustøðuna, AGD-
støðuna í Noregi, lúsaniðurberjing, ávirkan á
laksin av ymsum fóðursløgum, ávirkan av laksi
á fólkaheilsu og atferð hjá laksi í hørðum ráki.
Í ár vóru eisini luttakarar úr Íslandi, Noregi,
Danmark og Skotlandi, sum vóru komnir til
ráðstevnuna.
Besta smoltstøð og besta alibrúk vóru eisini
kosin.
Fyrilestrarnir verða lagdir út á heimasíðuna
í hesi vikuni.
Í