mikudagur 19. mai 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 94 - 19. mai 2004
Ov lítið til
vælferðina
Verða tær donsku væl-
ferðarveitingarnar ver-
andi á sama støði sum
nú, fara 60 milliardir
krónur at resta í árliga
um nøkur fá ár.
Seinastu mánaðarnar
hevur ein serlig nevnd
hjá stjórnini kanna ver-
andi vælferðarskipan, og
um møguligar broytingar
skulu gerast í skipanini.
Frágreiðingin hjá nevnd-
ini verður ikki løgd fram
fyrr enn í næstu viku,
men blaðið Børsen hevur
fingið fatur á einum parti
av niðurstøðuni. Har
kemur millum annað
fram, at verða verandi
vælferðarveitingar ikki
broyttar, fara 60 milli-
ardir krónur at resta í á
hvørjum ári um nøkur fá
ár. Nevndin sigur tí, at
annaðhvørt má skipanin
broytast, ella má skatta-
prosentið hækka átta pro-
sent, og tað hevði oyði-
lagt danska búskapin.
Thor Pedersen, fíggjar-
málaráðharri, er ikki
samdur við vælferðar-
nevndini. Hann segði við
danska útvarpið í gjár, at
eydnast tað at fáa tær
nógvu innflytararnar út á
arbeiðsmarknaðin, ber til
at sleppa undan trupul-
leikunum. Thor Pedersen
segði, at við skynsemi
kann Danmark varðveita
verandi vælferðarskipan.
Ein stór hóttan
Hernaðarstýrið í asiat-
iska landinum Myanmar,
sum
er
fyrrverandi
Burma, er ein álvarssom
hóttan.
Tað
heldur
ameri-
kanski forsetin, George
W. Bush, og mánadagin
samtykti Kongressin í
Washington at leingja
amerikonsku
tiltøkini
ímóti hernaðarstýrinum.
Tað ber millum annað í
sær,
at
amerikanskir
íleggjarar sleppa ikki at
gera íløgur í Myanmar,
og tiltøkini ávirka eisini
samhandilin
ímillum
londini. .
Í einari røðu fyri Kon-
gressini segði Bush, at
politikkurin hjá hern-
aðarstýrinum í Myanmar
er fíggindaliga sinnaður
mótvegis USA, og at
hann hóttir amerikanskan
trygdar- og uttanríkis-
politikk. Forsetin legði
eisini
hernaðarstýrið
undir at kúga ta demo-
kratisku andstøðuna. Í
hesum sambandi nevndi
hann andstøðuleiðaran
Aung San Suu Ky. Hon
sat í fongsli fýra mánaðir
í fjør, og seinastu átta
mánaðarnar hevur hon
sitið í húsavarðhaldi eftir
boðum frá hernaðarstýr-
inum.
Fáa ov lítla
avbjóðing
Evropeiski samstarvs- og
menningarfelagsskapur-
in, OECD, heldur ikki
nógv av danska fólka-
skúlanum.
Í einari frágreiðing,
sum varð almannakunn-
gjørd í gjár, sigur OECS,
at teir donsku skúlanæm-
ingarnir fáa alt ov fáar
avbjóðingar innan skúla-
gátt. Sagt verður, at lær-
ararnir hava tørv á betri
leiðarum, sum kunnu
leggja størri dent á frá-
læru heldur enn umsit-
ing. Sambært bretska
professaranum
Peter
Mortimer hava hvørki
lærararnir ella skúlastjór-
arnir gjørt sær greitt,
hvat málið við frálæruni í
skúlanum er.
Frágreiðingin
hjá
OECD er framhald av
einari frágreiðing, sum
kom fyri trimum árum
síðani, og sum millum
annað kom til ta niður-
støðu, at donsk skúla-
børn eru verri fyri enn
børnini í nógvum øðrum
londum. Eitt nú vísti
frágreiðingin á, at nógv
donsk skúlabørn hava ilt
við at lesa danskt.
Taravinna í
Grønlandi
Í løtuni verður kannað,
um grundarlag er fyri at
fara undir at gagnnýta
tann nógva taran, sum er
allastaðni fram við grøn-
lendsku strondini.
Ole Hertz, sum stendur
fyri kanningini, sigur við
grønlendska útvarpið, at
í fyrsta umfari verður
kannað, um taravinna
kann gerast eitt ískoyti
hjá á bygd. Eitt nú hevur
verið umhugsað at nýta
taran sum kraftfóður hjá
seyði í Suðurgrønlandi,
men
útflutningsmøgu-
leikarnir skulu eisini
kannast. Ole Hertz sigur,
at møguleikarnir at selja
tara av landinum eru
góðir. Hann vísir á, at
bæði íslendingar, norð-
menn og kanadiumenn
gagnnýta nógvan tara.
Kanningarnar í Grøn-
landi umfata tvey tara-
sløg. Ole Hertz sigur, at
teir hava valt at kanna
júst hesi bæði sløgini, tí
tey eru løtt at fáa hendur
á.
UTTAN ÚR HEIMI
Undirtøkan fyri
norskum limaskapi í
ES veksur støðugt, og
nú er meiri enn helm-
ingurin av fólkinum
fyri limaskapi
NOREG
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Var fólkaatkvøða í dag um
norskan limaskap í Evropa-
samveldinum, hevði Noreg
farið uppí.
Ein
meiningakanning,
sum stovnurin Opinion
hevur gjørt, vísir, at 51
prosent høvdu atkvøtt fyri
limaskapi, meðan bara 36
prosent
høvdu
atkvøtt
ímóti. Tey seinastu 13 pro-
sentini vita ikki, hvar tey
høvdu sett krossin.
Samanborið við eina til-
svarandi kanning fyri ein-
um mánað síðani er undir-
tøkan fyri ES-limaskapi
vaksin fýra prosentstig,
meðan mótstøðan er ó-
broytt. Eisini vísir kanning-
in, at 20 prosent av teimum,
sum atkvøddu ímóti ES-
limaskapi á fólkaatkvøðuni
í 1994, høvdu atkvøtt fyri
nú.
Verður hugt at undirtøk-
uni ímillum veljararnar hjá
teimum einstøku flokkun-
um, er næstan allir flokkar-
nir fyri limaskapi. Í tí
størsta flokkinum, Arbeið-
araflokkinum, eru 62 pro-
sent av veljarunum fyri ES-
limaskapi, í Høgra eru heili
88 prosent fyri, og í Fram-
burðsflokkinum taka 58
prosent undir við limaskapi
í ES. Sosialistiski Vinstri-
flokkurin hevur verið tann
harðasti mótstøðuflokkur-
in, men eisini har veksur
undirtøkan fyri limaskapin-
um.
Reyði Krossur leggur
donsku stjórnina og
Fólkatingið undir at
hava svikið tær týdn-
ingarmestu áseting-
arnar í Geneve-
sáttmálunum
FANGAVIÐFERÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Danmark hevur staðfest
Geneve-sáttmálarnar
og
hevur tí skyldu at gera sítt
til, at hini londini, ið hava
staðfest sáttmálarnar, halda
teir, men skiftandi danskar
stjórnir hava ikkið tikið
hesa skylkduna í álvara.
Tað skrivaði aðalskriv-
arin í Reyða Krossi í Dan-
mark, Jørgen Poulsen, í
einari grein í blaðnum In-
formatión í gjár.
Hann Jørgen Poulsen
heldur, at síðani tann 11.
september í 2001 hava tey
mentaðu og demokratisku
londini ikki verið so íðin
eftir at halda tær mest
grundleggjandi reglurnar
um mannavirði og manna-
rættindi. Úrslitið er, at nú er
tað rætturin hjá tí sterka,
sum ræður.
Tað er ikki ofta, at Reyði
Krossur í Danmark finst at
donsku stjórnini, men Jørg-
en Poulsen skrivar, at hann
kann ikki tiga longur.
– Tøgn er ikki eitt eyð-
kenni hjá Reyða Krossi. Vit
tiga, um tað tænir ofrunum
best, men vit tosa, um tað
er betur. Vantandi virðingin
fyri hesum lógunum er
vorðin slík, at eg fái í
hvussu er ikki tagt longur,
skrivar
aðalskrivarin
í
danska Reyða Krossi í
greinini.
Sluppu at giftast
Tær báðar Julia og Hillary Goodridge eru vorðnar giftar, eftir at hægstirættur í amerikanska statinum Massachusetts hevur gjørt
av, at samkynd hava loyvi at gifta seg. Bush, forseti, hevur sagt, at hann fer at royna at broyta grundlógina, so hjúnarlag ímillum
samkynd verður bannað
Mynd: Reuters
Nú siga flestu norðmenn ja til ES
Danmark hevur svikið
Geneve-sáttmálarnar
Flestu veljararnir hjá Arbeið-
araflokkinum eru fyri lima-
skapi í ES, men floksfor-
maðurin, Jens Stoltenberg,
heldur, at norðmenn eiga at
hugsa seg væl um
Renni-
kapping
á Skála
Á bygdastevnuni á
Skála komandi
vikuskifti, verður
rennikapping part-
ur av skránni
Fríggjadagin 21. mai
skipa Skála Ítróttafelag
og Roysnið fyri renni-
kapping á Skála. Startur
og mál eru við Spari-
kassan. Kappast verður í
ymsum
bólkum
hjá
børnum og vaksnum.
Trý tey fyrstu á mál í
øllum bólkum fáa heið-
ursmerki. Kappast verð-
ur í hesum bólkum:
Gentur/Dreingir -7
(f. 1997-)
Gentur/Dreingir -10
(f. 1994-96)
Gentur/Dreingir -13
(f. 1991-93)
Gentur/Dreingir -17
(f. 1987-90)
Kvinnur/Menn
(f. 1959-86)
Kvinnur/Menn
veteranar (f. -1958)
Startur og mál hjá øllum
bólkum er við Spari-
kassan.
Rutan
Tey vaksnu byrja at
renna úteftir við Spari-
kassan og sneiða bein-
anvegin niðaneftir. Tá
tey hava runnið brekk-
una, renna tey inn eftir
landsvegnum og sneiða
so oman á gamla bygda-
vegin, og renna út til
Sparikassan aftur. Tey
vaksnu renna hesa leið
tvær ferðir. Tilsamans er
teinurin umleið 6,4 kilo-
metrar.
Tey ungu (-13 og -17)
renna
somu
leiðina
einaferð. Teinurin hjá
teimum er umleið 3,2
kilometrar. Tey byrja
saman
við
teimum
vaksnu.
Tveir teir yngstu bólk-
arnir hjá børnum renna
einar 250 metrar inn eft-
ir vegnum við Spari-
kassan og venda út aft-
ur. Samlaði teinurin hjá
teimum er umleið ein
hálvan kilometur.
Sagt verður annars frá,
at tilmeldingin til kapp-
ingina fer fram á heima-
síðuni,
www.athle-
tics.fo, og at starnumrini
skulu avheintast á staðn-
um kl. 18.15. Sjálv
rennikappingin byrjar
kl. 18.45.
MB svarar aftur
Miðvágs Bóltfelag
sendi í mánadagin út
tíðindaskriv, har við-
merkingar verða
gjørdar um slitið við
SÍF
FS-VÁGAR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er nú góð vika síðani,
at MB í tíðindaskrivi boð-
aði frá, at samstarvið kring
FS-Vágar verður sagt upp,
tá
hetta
kappingarárið
endar.
Sum vit áður hava nevnt
her í blaðnum, so bar tá ikki
til at fáa viðmerkingar um
málið frá nevndini í MB,
men seinnapartin mánadag-
in kom so eitt tíðindaskriv
frá felagnum.
Fyrst og fremst sigur
nevndin, at tey við skriv-
inum vilja vísa aftur, at
nakað óregluligt er farið
fram í samband við slitið.
Eykaaðalfundur skal hald-
ast í heyst, har limirnir
skulu gera av, hvørt sam-
starvið skal endaliga slítast,
og so skuldu viðtøkurnar
verið hildnar hesum við-
víkjandi.
Í aðrar mátar tykist tað,
sum er rúkandi ósemja
millum MB, FS Vágar og
SÍF um fíggjarligu viður-
skiftini. MB sigur seg í
øllum førum einki hava
sæð til UEFA-pengarnar,
sum FSF letur feløgum til
ungdómsarbeiðið.
Hetta
eru pengar, sum sambært
FS Vágum eru nýttir í ung-
dómsarbeiðinum, og siga
tey seg eisini kunna vátta
hesum, men í tíðindaskriv-
inum sigur MB, at tey so
ongantíð
hava
fingið
møguleika at síggja hetta
skjalprógv.
Tíðindaskrivið prentað
vit niðanfyri í heilum líki,
men eftir tí, sum er at hoyra
úr ymsu legunum, so merk-
ir hetta helst ikki, at sein-
asta orðið í málinum er sagt
enn.
Tíðindaskrivið er soljóð-
andi:
»Samstarvið
millum
Miðvágs
Bóltfelag
og
Sandavágs Ítróttarfelag um
FS-Vágar hevur ikki virkað
eftir ætlan, og tí hevur
nevndin í MB sagt sam-
starvið upp. Nevndin vísir
hervið aftur øllum tosi um,
at nakað óregluligt er farið
fram í hesum sambandi. Á
skrivstovuni hjá MB eru øll
skjøl til taks, sum prógva
hesum.
MB í søguna?
Samstarvið millum liðini í
Vágum fevnir um vaksna-
mannadeildir og unglinga-
deild. Gomlu bygdarfeløg-
ini hava framvegis ábyrgd-
ina av yngru deildunum
annars og ungdómsarbeið-
inum.
MB eigur tveir limir í
nevndini fyri FS-Vágar.
Hesir umboðsmenn okkara
hava sýtt fyri at geva
nevndini í MB innlit í rokn-
skapar- og fundarfrágreið-
ingar.
MB hevur lagt stóra orku
í ungdómsarbeiðið, og tað
hevur eisini givið góð úr-
slit. Men MB hevur ongan-
tíð fingiði eina krónu av
UEFA-pengunum, sum eru
ætlaðir til ungdómsarbeiðið
- og einki annað!
Eftir fleiri fundir, har
roynt hevur verið at fáa hesi
og onnur viðurskifti í rætt-
lag, gjørdist nevndini í MB
greitt, at nevndin í FS-
Vágum of formaðurin í fót-
bóltsnevndini hjá SÍF ar-
beiða fyri at avtaka MB og
SÍF sum fótbóltsfeløg til
frama fyri FS-Vágar. Ein-
asta ítróttargrein, sum MB
tekur lut í, er fótbóltur, og
tískil er hetta tað sama sum
at avtaka MB.
Á eykaaðalfundinum hjá
MB í desember 2003 varð
samtykt, at MB skal ikki
geva frá sær yngru deildir-
nar.
Á fundi um málið boð-
aðu nevndin í FS-Vágum
og formaðurin í fótbólts-
nevndini hjá SÍF MB frá, at
fáa teir ikki børnini niður í
8-10 ár, so er einki at sam-
starva um.
Nevndin í MB tók hetta
til eftirtektar, boðaði SÍF
frá avgerðini í innskrivað-
um brævi, kunnaði FSF og
sendi
fjølmiðlunum
tíðindaskriv.
Ítróttini at frama
Nevndin í MB arbeiðir á tí
grundarlag, sum lagt varð á
seinasta eykaaðalfundi, og
fyrireikar seg nú til kom-
andi eykaaðalfund, sum
verður hildin, eftir at setin-
asta bríkslið í kappingarár-
inum hevur ljóðað.
Verður avgerðin um at
siga upp samstarvið við
SÍF staðfest á eykaaðal-
fundi, fer nevndin at leggja
fram greiðar mannagongdir
fyri, hvussu samstarvið
skal gerast upp á skilabesta
hátt.
Eisini fer nevndin at
leggja fram menningarætl-
an fyri MB, sum byggir á ta
siðvenju, ið felag okkara
hevur.
Høvuðsendamálið er, at
bygdarfólkið kann gleðast
um ítróttina, vera virkið á
vølli og taka lut í felags-
arbeiðinum.
Nevndin metir ikki, at tað
er ein fyritreyt fyri at sigra,
at mannamunur verður
gjørdur á børnum og ung-
lingum – heldur tvørtur-
ímóti.
Menningarætlanin
fer
vónandi at tryggja breiða
luttøku í felagnum á øllum
stigum.
MB 100 ár
21. janaur 2005 eru 100 ár
liðin, síðani MB varð sett á
stovn.
Á eykaaðalfundinum fer
nevndin at leggja fram upp-
skot um, hvussu tey 100
árini skulu hátíðarhaldast,
og nevndin tekur gleðiliga
ímóti hugskotum í hesum
sambandi.
Nevndin í MB vónar, at
FS-Vágar fer at standa seg
væl í kappingini, tað sum
eftir er, so at vágamenn fáa
eitt 1. deildarlið komandi
kappingarár.«
Brævið er við ítróttar-
kvøðu undirskrivað av for-
manninum í Miðvágs Bólt-
felag.
So hevur nevndin í MB gjørt av at svara atfinningunum móti avgerðini um at síta FSV-samstarvið. Men framvegis tykist tað,
sum er seinasta orðið ikki sagt í málinum
Nr. 94 • mikudagur • 19. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
27
26