Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mars 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 3. mars 2014 · Nr. 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Nógv fólk var saman komið, og ungir tónleikarar úr Vágum spældu til hátíðarhaldið, tá frystilínuskipið Eivind kom á Miðvág. Borgarstjórin í Vága kommunu, Rósa Samuelsen, helt hesa røðu vegna kommununa. - Eg vil ynskja eigarum og manning hjartaliga tillukku og vælkomin við skipinum. Hon vísti á, at gamalt er, at hjallurin hjá føroyingum er á sjónum, og soleiðis hevur verið í øldir. - Floti okkara hevur í nógv ættarlið ment seg frá smáum árabátum til snotilig og effektiv før, sum vit síggja her í dag. Borgarstjórin vísti á, at tað er sjógvurin, sum hevur hildið lívið í føroyingum, tí fyri slupptíðina var bert matur til 4-5.000 fólk í Føroyum. - Síðan føroyingar eru farnir at fiska við betri og betri skipum, er fólkatalið 10 faldað. Hon segði, at øll kenna vit til, hvussu nógv sjógvurin hevur havt at týða fyri Føroya fólk. - Fara vit 100 ár ella longur aftur í tíðina, fiskaðu so at siga øll mannfólk í landinum við árabátum. Tá sluppirnar komu, vóru tað bert fáir menn, sum ikki vóru sluppfiskimenn. Størsta og kanska einasta inntøkan hjá kvinnum í hesum døgum kom frá fiskaarbeiði. Rósa Samuelsen segði, at tá fiskimarkið varð flutt út, komu flakavirkini. - Flestu kommunur, sum høvdu ávísa stødd, brúktu hópin av peningi til havnir. Sagt varð, at flakavirki var nærum á hvørjum tanga. Hon vísti á, at eisini Miðvágs- og Sandavágs kommunur bygdu trygga havn og saman bygdu fólk úr hesum bygdum flakavirki. Hetta virki var eitt tað best rikna í landinum. - Í hesum árum vóru nógv skip heimahoyrandi í Sandavági og Miðvági, og ein stórur partur av okkara besta fólki var við hesum skipum ella arbeiddi á flakavirkinum. Nógv er nú broytt. Flakavirkið liggur stilt og hevur ligið tað í nógv ár. Fiskiflotin her vesturi er eisini nógv tódnaður og flestu sjófólk okkara sigla aðrastaðni. Borgarstjórin segði, at tað tó eru fleiri megnar fólk, sum við stoltleika og stríðsanda standa stinn og halda fram við at reka fiskivinnu, hóast tað mangan hevur brotið í bæði borð. - Ein av hesum fólkum er Hálvdan Gudmundsen. Hann er vaksin upp í einum sjómannaheimi, hevur sjálvur siglt í nógv ár. Hálvdan hevur rikið reiðaravirksemi nú í nógv ár. Tit hava nú aftur tikið eitt megnartak, tit hava ongantíð mist mótið, hóast mangan hevur leikað hart á - og saman við P/F Varðanum í Gøtu hava tit keypt hetta skipið, sum hevur fingið navni Eivind, segði Rósa Samuelsen. Hátíðardámur í Miðvági Tað var sannur hátíðardámur, tá stásiliga frystilínuskipið Eivind legði til bryggju í Miðvági Vilmund Jacobsen Bara tvey línuskip eru til fiskiskap undir Føroyum. Tey koma inn at landa í dag og hava mest av bros­mu og longu. Tey línu­skip, sum eru í vinnu, men sum liggja í løtuni, fara út aftur, tá veður og streym­ur loyva tí. Fiskamarknaður Før­ oya veit at siga, at trý línu­skip eru til fiskiskap á Flemish Kap og fiska tosk. Tvey frysta umborð, og tað triðja ísar. Um útlitini fyri út­ róð­ri hesa vikuna, sig­ur marknaðurin, at streym­ urin verður harður, og líkind­ini verða eisini ivasom. Men, onkur útróðr­ar­ bát­ur fer helst út í viku­ ni. Flestu partrolarar fiska eystan fyri, og skip­ ini koma inn at landa, sum vikan gongur. - Fiskiskapurin hjá par­trolar­unum er ov vána­lig­ur, tá havt verður í huga, at hetta er góð fisk­itíð. Tveir djúp­vatns­trol­ ar­ar fiska upsa, og ein fiskar svartkalva, konga­ fisk og blálongu á djúp­ um. Teir, sum fiska upsa, koma helst inn at landa í dag og tann, sum fiskar á djúp­um, landar væntandi sein­ni í vikuni. Fiskamarknaður Før­ oya veit at siga, at tríggir djúpvatnstrolarar eru á Flemish Kap og fiska tosk. Teir frysta veiðina um­borð. - Tríggir trolbátar fiska havtasku, harav hin eini eisini hevur nakað av toski og hýsu. Trolbátarnir koma helst inn at landa í dag. Lagt verður aftrat, at trol­báta­r­nir, sum liggja, fara út aftur, tá veðrið batnar. Vánalig veiða í góðari fiskitíð Vilmund Jacobsen Nú facebook avdúkar ein heilan hóp, sæst, at eitt nú í Nóls­oy hava bæði kvinnur og menn sligið pott og tun­ nu um vikuskiftið. Nógv hevur verið gjørt burt­ur úr, og ikki minst kvinn­ur­nar málaðu og pynt­aðu seg til høvið. Eftir myndum á neti­num at døma hava bæði bindi­ klubbar og onnur sligið pott og tunnu í Nólsoy, og katta­kongar eru kosnir, har­av onkur hevur fingið steyp. Eisini hevur nógv verið gjørt burtur úr mati og ivaleyst onkrum lesk­andi, og í onkrum føri er leskilig­ ur matur eisini bílagdur úr Havn. Í øðrum føri hava tey gjørt pinnamat - við turrari grind, spiki og eplum. Eftir potta-og tunnu­slá­ ing í Nólsoy um vikuskiftið varð skipað fyri grýludansi við harmonikutónum og san­gi til langt út á náttina. Pyntaðar grýlur til potta-og tunnusláing í Nólsoy Í Nólsoy gjørdu tey nógv burtur úr at halda føstulávint um vikuskiftið Her eru tað Malan Hansen, Evy T. Nielsen, Kristina Johansen, Hervør Hansen og Sigrid Thomsen, sum eru málaðar og pyntaðar til grýluveitslu í Nólsoy Fýra fittar grýlur á Sandi - á veg í Ungmannafelagshúsið Virkið at sláa tunnu Hin 31. desember 2013 búðu 921 fólk í Sjóvar kommunu. Tað eru 22 fólk færri enn hin 31. desember í 2012