Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. mars 2014 · Nr. 27 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Bill Justinussen Kjak síða 22 Hevur Hans Pauli rætt? Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Kjak síða 26 Við­ar­ eiðistunn­ ilin fyri øll Stór orrusta hevur verið um ætl­an­ ina av binda saman Skálafjørðin og Havnin. Hendan verkætlanin byr­ jaði sum ein lokal verkæltan hjá fólki sunnaliga á Skálafjørðinum, men endaði sum eitt stórt pol­it­iskt mál, sum elvdi til, at ein lands­stýr­ is­mað­ur varð koyrdur frá og at løg­ maður verður kannaður av kann­ ing­ar­stjóra. Soleiðis kann málið eisini hótta alla sam­gonguna, um úrslitið av kann­ingi ikki gongur løgmanni á møti. Men hví verður so nógv rok um eina slíka ætlan? Og er hendan ætl­ an­in nú tað einasta rætta at gera, til tess at binda fleiri øki í landinum nærri saman til gangs fyri sum flest í sam­felagnum. Hesum eru øll ikki á einum máli um, hóast Skálafjarðartunnilin – við tí leisti, ið nú er funnin, hevur breiða undirtøku í Løgtinginum. Vit hava fyrr víst á uppskot hjá Frank Hansen, verkførðingi, sum hevði eina heilt aðra ætlan, sum við øðrum tunlum og brúgvum bant ymsu økini saman á ein heilt annan hátt, har ein leið gekk úr Klaksvík vest­ur í Vágar – og bant Havnina upp­í við Kollfjarðatunnilin. Í blaðnum í dag vísa vit á eitt upp­skot frá Palla Gregoriussen, ark­itekti, sum byggir á nøkulunda somu prinsipp. At gjørd verður ein leið tvørtur um Sundalagið og tvørt­ur um Skálafjørðin. Hetta er ein munandi bíligar verkætlan, og ein ætlan, sum kundi verið gjørd í fleiri pørtum. Men tað tykist als ikki, sum um slíkar ætlanir hava nakra sum helst undirtøku í løgtinginum og í pol­ itisku skipanini sum heild. Ofta tykist, sum um fólk stara seg blind upp á eina ávísa verkætlan. Til­gongdin við Skálafjarðatunlinum í summ­ar vísti, at prinsippið um at »målet helliger midlet« var í hásæti – tá ætlanin var at kroysta ætl­anina ígjøgnum uttan at leggja hana aftur fyri tingið. Men er skar løg­mað­ur tó í­gjøgnum – og tað broytti málið mundandi. Tann privata verkætlanin um Skála­fjarð­ar­tunn­ilin varð til eina al­menna ætlan um at gera sam­ band bæði undir Tangafirði og Skopu­n­ar­firði. Úrslitið higartil er í øllum førum, at tað, sum ikki kundi verða ein al­ mennur tunnil nú sum einki kann verða til tveir dýrar almennar tunl­ ar. Men tað er ørkymlandi, at alt­ erna­tivir møguleikar als ikki verða tiknir upp á tungu. var einki alternativ? Føroya hægst lønti pol­iti­ kari, Kristin Michelsen úr Javn­að­arflokkinum,­ sum er borg­ar­stjóri á Tvør­oyri og løg­tings­mað­ur, hev­ur boðað frá, at hann vil sleppa undan at vera løg­tings­grann­skoð­ari – tí fundirnir hjá løg­tings­ grann­skoð­ar­u­num e­ru, tá eing­ir aðrir fundir eru í løg­ ting­i­num, og vánaliga ferða­ sam­bandið við Suð­ur­oynna ger tað tvørligt at fara á fundirnar hjá løg­tings­grann­ skoð­ar­u­num. Tí hevur Løgtingið nú valt Eyðugunn Samuelsen úr Javn­aðarflokkinum í hans­ ara stað. Hon hevur so eftir øllum at døma einki ímóti at koyra til Havnar á fund við hinar løg­tings­grann­skoðararnar, tá eing­ir aðrir fundir eru í løg­tingi­num... Kristin Michelsen fær um 100.000 krónur um mánaðin í løn og skatt­a­frí­um end­ur­ gjøld­um fyri sítt virk­semi sum pol­itikari – hó­ast ván­a­ liga sam­bandið um Suð­ur­oy­ ar­fjørð. Vil ikki vera grannskoðari Kristianna Winther Poulsen verður nú aftur tingkvinna fyri Sjálvstýrisflokkin í eitt stutt tíðarskeið. Tað hendir eftir at tingmaður floksins, Kári P. Højgaard, er farin uttanlands í privatum ørindum og hevur biðið um farloyvi til á Grækarismessu, 12. mars. Fyrsti varalimur er Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, men hann hevur eisini boðað frá, at tað liggur ikki fyri hjá honum at møta. Sostatt eru aftur boð eftir Kristionnu Winther Poulsen at umboða Sjálvstýrisflokkin á ting til á Grækarismessu. Hon hevur áður umboðað flokkin á tingið eitt drúgvt tíðarskeið. Kristianna Winther Poul­ sen hevur verið forkvinna í Javn­støðunevndini og eitt mál, hon fær høvið at viðgera nú hon er í Løgtinginum, er uppskotið frá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum um at tryggja javnstøðu í nevndunum í almennum partafeløgum. Tað kemur til viðgerar í Løgtinginum fríggjadagin. Men tað eru eisini onnur mál á skránni, eitt nú Kringvapið, viðurskiftini hjá bankunum og onnur. Kristianna aftur í Løgtingið Rætting: Í temagrein í mánadagsblaðnum undir yvirskriftini ”Talan var um útveiting og ikki privatisering” endurgóvu vit skeivan persón fyri í lesarabrævi at hava ynskt, at tað skuldi verða sjálvboðið, hvørt fólk vilja gjalda kringvarpsgjald ella ikki. Tað rætta er, at tað var Hanus Samró, sum skrivaði lesarabrævið. Red. Ikki Óli men Hanus Hví man alternativiðhava so lítlan politiskan áhuga? Altjóða kvinnudagur er 8 mars, og aftur í ár skip­ ar Sunda Róðrarfelag fyri kvinnukvøldið í tí sam­ bandinum Og tað verður sjálvan kvinn­u­dagin, leygardagin, klokkan 19. Á tiltakinum fer Katrin Kalls­berg, forkvinna í Javn­ støðunevndini, at hugleiða um, hvar kvinnan er í dag. Eisini fer Marjum Poulsen at greiða frá súkkluferðini hon fer á til París í summar til frama fyri børn við krabbameini og Turið Holm fer at hugleiða um lívið sum kvinna. Afturat tí verður sang­ ur og tónleikur, móta­fram­ sýn­ing og okkurt undir tonn­ina. Kvinnan í mið­dep­ il­in í Sundalagnum