Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. mars 2014 · Nr. 27 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Leo Poulsen Fleiri av málunum, sum vórðu roynd í rættinum, eru fleiri ára gomul. Talan er um skip, har krav er um tveir maskinmenn, men har bert tann eini var umborð. Brotini eru staðfest av Fiskiveiðieftirlitinum og send politinum. Tey hava tó verið skrivað á ein slíkan hátt, at politiið ikki hevur gjørt nakrar kann­ingar í málunum, og tí eru hesi brotini farin aftur við borðinum. Undantaksloyvi eru søkt um og givin í 38 førum um bert at hava ein maskinmann, heldur enn tveir. Sum orsøk til undantaksloyvini verður sum høvuðsgrund ført fram, at tað er torført at fáa maskin­menn, serliga tí so nógvir velja at fara yvir til Noregs at sigla, tí lønin er mun­andi betri har. Ført verður eisini fram, at reiðararnir veruliga hava roynt at fingið fatur á maskin­monnum við at lýsa eftir teimum. Tað kom fram, at tað eina skipið var meldað 5. juli 2006, og málið var latið einum juristi. Men nú er málið ikki at finna. Eftir gjøgnumgongd ber Lindu Hesselberg ikki til at finna eitt einasta mál, har bót er skrivað. Tað vísir seg, at Fiski­veiði­ eftirlitið hevur send málini til politiið, men kortini tekniskt so mangulfult, at politiið ikki hevur uppfatað tey sum mál, ið politiið skuldi kanna. 200 brot Brotini eru í høvuðsheitinum ov lítil manning, førleikakrøv ella vantandi vinnubrøv. Hesi brotini eru ikki hond­ hevað í praksis, og tí eigur revsingin at falla burtur, segði verjin. Ikki minst tí at mál­ini eru um at fyrna. Hon helt tað tí vera rætt, at mann heldur frameftir fór at taka brotini meira álvarsligt. Ákærin metti hinvegin, at rætturin átti at áseta eina bót fyri brotini, so tað fór at vera óneyðugt hjá ákæruvaldi og rættinum at fara ígjøgnum hetta sama einaferð aftrat. Hon metti tó, at hesar sakirnar kundu avgerast við einari ávaring. Í fleiri før­ um var ikki søkt um undan­ taksloyvi, og tað vóru hesar sakir, ið hon mælti til at geva ávaringar. Dómarin, Hanna Vang, valdi at geva reiðarunum eina ávaring. Sum grund gav hon, at Vørn hevur latið málini til politiið, sum tó einki hava gjørt við tey. Tí hava skip og manning fatað tað soleiðis, at einki verður gjørt við málini. Dómarin helt, at slík brot frameftir skulu sektast við bót til skiparan á 5.000 krón­ ur, meðan reiðaranum skuldi tað kosta 20.000 krónur. At enda avgjørdi hon, at tað almenna skal gjalda fyri sakarmálskostnaðin. Annars upplýsti Linda Hesselberg, at tað liggja eini 200 mál av líknandi slag hjá ákæruvaldinum. Sluppu við einari ávaring Tað hevur seinastu tíðina vundið alt meira upp á seg, at mynstringarskjølini ikki samsvara við manningarnar, men hereftir skal skil fáast á Leo Poulsen Tað var fríggjadagin, eftir at bátarnir vóru komnir av Norðhavinum, og lógu og landaðu, at eitt heldur óvanligt óhapp hendi. – Tað var meðan vit land­ aðu, at ein kassi varð settur umborð. Hann kom at standa so illa, at hann koppaði. Vit hava eina uttan dura regu­ lering við umstýring og regu­ latori í, og kassin datt niður á hesa, greiðir Ragnar Hentze, sum eigur bátin, frá. Hetta førdi til, at báturin reyk avstað. – Tað var ein rættiliga sverur endi, ið bant bátin, men hann hevur slíka megi, at hann sleit endan og rendi inn í síðuna á einum øðrum út­róðrarbáti, nevndur Lutt­ ur av Eiði, sigur Ragnar Hentze. Hann sigur, at alt hendi so skjótt. – Endin, sum báturin var fastur í, var rættiliga tjúkkur, men báturin hevur slíka megi, at hann sleit endan. Men kortini var skaðin á Anrana ikki so ringur, og báturin er longu komin á sjógvin aftur, sigur Ragnar Hentze, tá vit tosaðu við hann um miðdagin týsdagin. Verri var við hinum bátin­ um, sum var árendur. – Hann fekk hol á síðuna, so tað var verri. Kortini haldi eg, at vit komu væl frá hend­ ingini, tí tað er jú besta Norð­ havstíð. Nú mistu vit so ein dag ella báðar tveir, men tað ljóðar kortini einki serligt frá í dag. Eg havi tosað við onkran, sum er úti, og hann sigur, at tað er einki at fáa, sigur Ragnar Hentze. Hann tekur tó í aftur, at tað verður ofta latið illa at. – Men tá so komið er aftur til lands, so vísir tað seg, at fiskaríið ikki hevur verið so galið kortini, sigur Ragnar Hentze. Hann var aftur á veg til Eiðis at bíða eftir enn einnum degi á Norðhavinum. Rendi í síðuna á Lutta Eitt óvanligt óhapp hendi fríggjadagin undir landing á Eiði, tá Anrana knappliga reyk avstað og rendi inn í síðuna á Lutta Fleiri skip og reiðarar eru meldaðir fyri at bróta mynstringarlógina