Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. mars 2014 · Nr. 27 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Jón Brian Hvidtfeldt – Nei, hasi tølini hjá stjór­ anum á Bústøðum kenni eg meg ikki aftur í. Hatta er ikki eitt prísstøði, sum vit arbeiða við. Stjórin á Landsverki vil ikki kennast við atfinn­ingar­ nar hjá Andrasi Róin, sum í Sosialinum mánadagin legði tað almenna undir at trýsta prísin á byggiverkætlanum uppeftir. – Bústaðir hava sum mál at byggja fyri í mesta lagi 15.000 krónur fyri fer­ meturin, men tað al­menna gevur 30.000 fyri kvadrat­ meturin uttan at blunka, sigur Andras Róin. Sum dømi nevndi Andras Róin nýggja psykiatriska depilin á Lands­sjúkra­hús­ inum, sonevnda H-bygning­ in, ið har 10.000 fermetrar skulu byggjast fyri 348 millión­ir krónur. Tað gevur alt ann­að líka 34.800 krónur fyri hvønn fermetur. Men soleiðis sær rokni­ stykkið kortini ikki út, sam­ bært Ewaldi Kjølbro. Stjórin á Landsverki vísir á verk­ lags­lógina, sum sigur at 295 milliónir krónur skulu brúk­ ast til at byggja fyri. Restin, 53 milliónir, fer til útgerð, inn­búgv og list. – Kortini er her talan um eitt byggjarí fyri stívliga 30.000 krónur fermeturin, og tað er dýrt, ásannar Ewald Kjølbro og leggur afturat, at sjúkra­húsbygging er serlig í somáta. Stjórin á Landsverki vísir millum annað á dýrar serfunktiónir, installatión­ ir og backup skipanir sum orsøk til høga fermetur­ prísin. Dømini Landsverk stendur í løtuni sum byggiharri fyri fleiri størri verkætlanir, har kostn­ að­urin liggur úr smáum 22.000 krónum upp í góðar 23.000 krónur fyri hvønn fermetur. Tá er innbúgv ikki íroknað prísin. Marknagilsdepilin kostar 515 milliónir, men uttan inn­ búgv o.a. er kostnaðurin 455 milliónir fyri 19.500 fer­metrar. Tað gevur ein fermetur­prís á 23.333 krónur. Á Tekniska Skúla í Klaksvík byggir Landsverk 1542 fermetrar fyri fer­ metrar­prís á 23.246 krónur. Landsverk stendur fyri at byggja vardar bústaðir í Klaksvík. Tilsamans 825 fermetrar fyri ein fermetra­ prís á 23.013 krónur. Í Runavík byggir Lands­ verk eisini vardar bústaðir. Tilsamans 825 fermetrar fyri ein fermetrarprís á 23.058 krónur. Og í Havn byggir Lands­ verk sambýli til sálarsjúk. Tilsamans 967 fermetrar fyri ein fermetraprís á 21.716 krónur. Stjórin á Landsverki tek­ ur soleiðis samanum prís­ir­ nar: – Vit hava havt lisitatiónir. Vit hava verið í samráðingum um at fáa prísirnar niður. Og vit hava gjørt sparingar í mun til upprunaætlanirnar. Hetta bleiv so tað, staðfestir Ewald Kjølbro. Eftir stendur tó, at prís­ ir­nir liggja langt frá teimum 15.000 krónunum fyri fer­ met­urin, ið stjórin á Bú­støð­ um ætlar at byggja sínar leigu­bústaðir fyri. – Ja, tað er rætt. Men er er talan um ymisk sløg av byggj­arí. Íbúðarbygging er bíligari enn hetta slag av byggjarí, og tí er skeivt at saman­bera fermeturprísin, sigur Ewald Kjølbro. Stjórin á Landsverk vísir aftur á serlig krøv, installa­ tiónir, tøkni og annað sum orsøkir til, at fer­metra­ prísirnir á hansara byggi­ verk­ætlanum liggja langt oman­fyri 15.000 krónur. Bústaðir hevur higar­til bara gjørt smærri byggi­ verk­ætlanir. Í Leirvík eru fimm íbúðir um at vera lidnar. Tær kosta 17.000 krón­ur fermeturin at byggja og spreingja tí egna prís­ politikkin hjá Bústaðum, sum tó verjir seg við, at her var talan um ta fyrstu veru­ ligu royndina at byggja á henda hátt. Hinvegin vísir Bústaðir á, at smærru íbúðar­ bygg­ingarnar á Tvøroyri, Oyrabakka og Sørvági allar halda ein fermeturprís á 15.000 krónur. Stóra royndin hjá Bústaðum verður á Óðins­ hædd í Havn, har 22 íbúðir skulu byggj­ast. Alt er ikki komið uppá pláss enn, men sam­bært Bústaðum fer tað at eydnast at halda prísin niðri á 15.000 krónur fer­met­ urin. Leggjast skal afturat, at ein týðandi faktorur í byggi­ ætlanunum hjá Bústøðum er broytingin í mvg-lógini, sum frítekur bygg­ing til leigu­ bústaðir fyri meir­virðis­gjald. Fermetraprísirnir hjá Bú­ støðum eru tó væl hægri enn prísir fyri líknandi byggjarí í Danmark. Sambært einum yvirliti frá 2012 yvir fleiri enn 100 byggiætlanir í Danmark, kostaðu hesar í meðal 12.600 krónur fermeturin av byggja, ráðgeving og projektering íroknað. Ráðgevin Í samband við fleiri av størru verkætlanunum verður víst á ráðgevarapartin, sum er ein lutfalsliga stór út­reiðsla. Í samband við Markna­gils­ depilin vórðu brúktar um­leið 45 milliónir krónur til fyri­ reik­ing og ráðgeving, áðrenn spakin nakrantíð varð sett­- ur í. Sambært Ewaldi Kjølbro er vanligt, at ráð­gevara­ part­urin er millum átta og 10 pro­sent av samlaða kostn­að­inum. Men stjórin á Lands­verki leggur tó dent á, at hóast kostnaðurin eftir­ fylgj­andi verður gjørdur upp í pro­sentum, so er talan um eina rokning í føstum prís­ um. – Vit gera í hvørjum ein­ støk­um føri eina sáttmála við ráðgevarar, sum tekur støði í mettu tímanýtsluni til verk­æltanina. Og harfrá verður kostnaðurin fyri ráð­ gev­ing ásettur við einum føstum prísi, sigur Ewald Kjølbro. Stjórin á Landsverki hev­ ur ilt at meta um, hvørt prís­ urin er tann rætti. Hann vísir á, at 8-10 prosent av saml­aða byggikostnaðinum er rímu­ liga vanligt í samband við størri verkætlanir. Í samband við smærri uppgávur kann ráðgevaraparturin vera lut­ falsliga størri. Og í anlegs­ upp­gávum so sum vegir og tunlar kann parturin vera minni. Kostnaðurin fyri ráð­gev­ ing er tó, sambært Ewaldi Kjølbro, ein meting í hvørjum ein­støkum føri. Verklagslóg Í Føroyum eru ongar reglur sum áseta ein mest loyvda fermetraprís fyri almennar byggiverkætlanir. Tær 15.000 krónurnar fyri fermeturin, ið Bústaðir hevur ásett sum sítt mark, er bara ásett fyri at kunna halda leiguprísin niðri á einum rímuligum støði. Í samband við størri verk­ ætlanir er tað løgtingið, sum í hvørjum einstøkum føri ásetir ein hægstaprís. Tað verð­ur gjørt við teimum verk­lags­lógum, sum liggja sum fíggjarligt grundarlag undir teimum einstøku verk­ ætlanunum. Ewald Kjølbro hevur ilt við at meta um, hvørt rætt­ ast hevði verið at ásett eitt hægstamark fyri fer­metra­ prísir í al­mennum byggi­ verk­ætlan­um. Stjórin á Lands­verki vísir aftur á verk­ lags­lógir­nar, sum í hvørjum ein­støkum føri áseta prís­ir­ nar. – Her ásetir løgtingið yvir­ skipað, hvussu dýrt man er sinnaður at byggja fyri. Og so má byggiverkætlanin jú lagast eftir hesi játtan, argu­ menterar Ewald Kjølbro. Trýstið Í nýggjasta vinnublaðnum hjá Sosialinum, VINNA, varð ljós varpað á nógva byggi­virksemið, sum antin er farið ígongd ella er um at fara ígongd. Eisini varð víst á vandan fyri, at nógva virk­ semið kann trýsta prísirnar uppeftir. – Jú, hjá Landsverki merkja vit, at prísirnir ganga upp­eftir. Tað er væl ein natúr­lig reaktión, at setir tú nógv ígongd, so vil tað trýsta prísir­nar uppeftir. Og jú, gongdin ørkymlar okkum, sigur Ewald Kjølbro. Stjórin á Landsverki hev­ ur ikki nakra loysn á, hvat kann gerast við hesa hóttan. – Ikki annað enn at varpa ljós á støðuna, sigur Ewald Kjølbro. Landsverk sigur seg kunna staðfesta, at tað er ein prísmunur millum byggi­ verk­ætlanir í Føroyum og Dan­mark. – Vit vita, at tað er dýrari at byggja í Føroyum. Men vit hava ikki somikið neyv tøl at vit kunnu staðfesta orsøkina ella júst hvar munurin liggur, sigur Ewald Kjølbro. Vísandi til økta trýstið á byggivinnuna er hetta tó eitt øki, sum Landsverk ætlar at kanna nærri. – Jú, vit mugu til at greina kostnaðin og prísmunin neyv­ari, og tað verður gjørt í ár, sigur Ewald Kjølbro. jonbrian@sosialurin.fo Tað er dýrt at byggja í Føroyum Stjórin á Landsverki sigur seg kunna staðfesta, at tað er dýrari at byggja í Føroyum enn í Danmark. – Men vit royna alla tíðina at spara og halda fermetraprísinum niðri, sigur Ewald Kjølbro, sum tó ætlar at kanna orsøkina til prísmunin millum Føroyar og Danmark Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverk