týsdagur 4. mars 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. mars 2014 · Nr. 27
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hevur Hans Pauli Strøm rætt?
Bill Justinussen
Eg havi við áhuga lisið tíðar
grein hjá Hans Paula Strøm,
fyrrverandi landsstýris- og
løgtingsmanni, um hvussu
flatskatturin hilnaðist. Hans
Pauli kemur til ta niðurstøðu,
at flatskatturin skapti ongan
vøkstur, men bert eitt stórt
hol í landskassanum.
Frá fyrsta degi, vit komu
at samstarva, havi eg havt
stóra
virðing
fyri
Hans
Paula, bæði sum politikkara
og serfrøðingi. Hann er bæði
nærlagdur og neyvur í sínum
greiningum.
Men
tíverri
haldi eg, at hansara greining
í júst hesum føri er politiskt
litað og kann av tí sama tola
atfinningar.
Størsti veikleiki við grei
ningini er, at Hans Pauli eftir
metir eitt politiskt inntriv,
sum bert hevur virkað í 2
ár. Fleiri serfrøðingar vilja
óivað siga, at ein munandi
skattalætti náttúrliga krevur
tíð at gera sín virknað í sam
felagnum. Tað er so nógv,
sum hendir, tá fólk brádliga
hava meiri eftir av síni løn.
Nøkur velja at gjalda skuld
niður skjótari enn ætlað.
Onnur goyma pengarnar til
verri tíðir. Hans Pauli hevur
hvørki mynd ella orð í síni
grein um, hvussu skatta
lættin hevur ávirkað privatu
uppsparingina. Tí sleppa vit
at gita, og her er eitt stórt
hol í upplýsingini frá Hans
Paula.
Skattalættin kann sam
anberast við ein spíra, sum tú
setir í jørðina. Fyrstu tíðina,
kanska fyrstu árini, hendir
ikki tað stóra. Men við tíðini
tekur vøksturin dik á seg,
og við eitt er lítli sprotin
vorðin eitt stórt træ. Enn
er skattalættin í síni fyrstu
niðursetutíð.
Myndirnar hjá Hans Paula
siga í stuttum, at
1. landsskatturin
kvinkar
uppeftir
2. mvg-inntøkurnar vuksu
í 2012, men minkaðu eitt
vet í 2013
3. fulltíðararbeiðsloysið er
støðugt minkandi
4. løntakaratalið,
sum
støðugt er minkað síðani
kreppuna í 2008, náddi
botnin í 2011 og hevur nú
stabiliserað seg við einum
varisligum vøkstri
5. lønargjaldingarnar vaksa
6. uttanlandsinntøkurnar
vaksa í stórum
Sum heild siga tølini og
myndirnar,
at
føroyska
samfelagið hevur fótað sær
eftir fíggjarkreppuna. Flestu
pílarnir peika rættan veg.
Men hóast tølini tala sítt
týðiliga mál og eru sjónlig
fyri øllum, hólvar Hans Pauli
í orðum skattapolitikkin av.
Í partapolitiskum ovurkæti
ger hann niðurstøður, sum
ikki verða undirbygdar av
hansara egnu tølum. Bæði
tølini fyri arbeiðsloysi og
tølini fyri løntakarum vísa
eina heilt greiða gongd. Løn
takaratalið var uml. 26.000
í 2008 og dalaði stútt og
støðugt øll árini fram til 2011
til 23.500, tá tað náddi botnin.
Síðani er tað stabiliserað og
nú hómast ein lítil vøkstur.
Um ársskiftið 2010/11 vóru
uml. 2000 føroyingar ar
beiðsleysir. Eftir tað minkaði
arbeiðsloysið fyrst varisliga
og síðani skjótari til í dag,
nú uml 1100 føroyingar eru
arbeiðsleysir.
Her er vend komin. Treyð
ugt so er onki skarvslop sæð.
Men eitt samfelag er ikki
nakar gummibátur, sum fer
flúgvandi í loftið av einum
lítlum fleyri. Eitt samfelag
er meiri sum ein supertank
ari, sum stríðist við náttúru
kreftirnar. Tað tekur tíð at
venda gongdini.
Hans Pauli er heldur ikki
bangin fyri at fara lætt um
sannleikan.
Við
reyðum
stórum stavum verður sagt,
at flatskattalættin gagnaði
einvíst einum minniluta av
háløntum borgarum. Hetta
er faktuelt skeivt. 14.554
borgarar fingu ágóðan av
skattalættanum. Hesir 14.554
borgarar guldu í 2010 góð 80%
av vælferðarsamfelagnum.
Tá ein serfrøðingur fer so
lætt um sannleikan, kámast
álitið á annað, sum hann ber
fram.
Tó er ikki alt so ljósareytt.
Tær báðar síðstu myndirnar
í greinini boða frá stórum
avbjóðingum. Kappingin um
arbeiðsmegina frá grannum
okkara, serliga Noregi, gevur
bæði vinnulívi og politikk
arum høvuðbrýggj. Somu
leiðis eru vit ymisk á máli um,
hvussu vit fáa fólkavøkstur.
Men hesar sannroyndir
eru ikki nóg mikið til at undir
byggja høvuðsniðurstøðuna;
at flatskatturin skapti ongan
vøkstur.
Fyri
tað
fyrsta
haldi eg, at vit nú hóma eitt
forkunnugt
bjartskygni
í
samfelagnum. Forsíðan á
sama Sosiali, har umtalaða
tíðargrein stendur, staðfestir,
at føroyska samfelagið nú
byggir fyri milliardir. Nú
er brádliga ikki nóg mikið
av føroyskum hondum til
ógvusliga
byggivirksemið,
sum verður í Føroyum kom
andi árini. Hvaðani stavar
bjartskygnið? Hvaðani stavar
álitið á samfelagið, sum ger,
at verkætlanir fyri milliardir
nú fara í gongd?
Holið í landskassanum
minkar støðugt. Ein spild
urnýggj
útrokning
frá
fíggjarmálaráðnum
vísir,
at bygnaðarliga hallið er
minkað úr 650 mió. niður í 150
mió. seinastu 5 árini. Vit hava
tett lekar í landskassanum
fyri 500 mió. seinastu árini.
Ikki minst takkað veri ein
um samdum løgtingi, sum
hevur hildið fast um, at
landskassahallið skal burtur
í 2016.
Nei, Hans Pauli. Her er
vøkstur, tað vísa tíni egnu tøl,
hóast ikki nakað skarvslop.
Og holið í landskassanum
tettist í hvørjum. Tað er
tungt at halda lens, sam
stundis sum tettast skal
og samstundis sum skipið
skal halda somu ferð. Ongin
politikkur er lýtaleysur. Eitt
kunnu vit tó semjast um. Ein
skattalætti til tey við lægri
lønum eigur at fremjast.
Har mugu kommunurnar
koma á vøllin, tí tær fara
avstað við bróðirpartinum
av láglønarskattinum. So
kunnu land og kommunur í
felag loysa uppgávuna.
Eitt heilt ættarlið av ránsmonnum
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Síðani løgtingið samtykti at
forskatta pensjónir, havi eg
ferð eftir ferð hoyrt og lisið,
at hetta ættarliðið sum nú
er á arbeiðsmarknaðinum,
tekur pengar frá komandi
ættarliðum. Víst verður á, at
pengar, sum landskassin átti
at fingið fyri pensjónsskatt í
framtíðini, verða goldnir inn
og brúktir longu nú, og tí fara
hesir pengarnir at mangla
seinni.
Hetta er sjálvsagt ikki
allur sannleikin, tí fólk fara
eisini at arbeiða og rinda
pensjónsgjøld í framtíðini.
Verða pensjónsgjøldini tá
framvegis skattað við inn
gjaldi, so fer landskassin,
orsaka
av
forskattingini,
eisini tá at fáa pengar, sum
hann annars ikki hevði fingið
fyrr enn seinni. Talan er um
eina áhaldandi ”forskjóting”
av inntøkunum.
Gjalda fyri fleiri
ættarlið
Men er tað veruliga so galið,
at føroyskir arbeiðarar eru
blivnir
nakrir
ræðuligir
ránsmenn, sum taka pengar
frá sínum egnu børnum? Er
tað ein náttúrulóg, at skattur
av pensjónum eigur og skal
verða goldin við útgjaldi? Lat
meg lýsa hetta soleiðis:
Ættarliðini sum hava livað
undan okkum, hava ikki spart
upp til sína egnu pensjón.
Tey fingu fólkapensjón av
tí, sum teirra eftirkomarar á
arbeiðsmarknaðinum rind
aðu í skatti. Vit kunnu (fyri
at gera tað einfalt) siga, at
tey sum pensjónistar livdu
av
sínum
eftirkomarum.
Men í framtíðini verður tað
soleiðis, at fólk fara at spara
upp til sína egnu pensjón.
Tey fara ikki at liva av tí,
sum eftirkomararnir gjalda
í skatti, men av tí, sum tey
sjálvi hava spart upp.
Ættarliðið sum nú er á
arbeiðsmarknaðinum
livir
í skiftinum ímillum hesar
báðar skipanirnar. Hesi skulu
bæði gjalda fólkapensjón
til tey sum nú eru gomul og
eisini spara upp til sína egnu
pensjón. Núverandi ættarlið
skal við øðrum orðum rinda
pensjónirnar hjá tveimum
ættarliðum.
Av pengunum sum vit
spara upp til okkara egnu
pensjón skulu vit gjalda
skatt, og tá vit loyva okkum
at gjalda skattin nú heldur
enn
seinni
(soleiðis
at
landskassin millum annað
kann gjalda pensjónir til
tey sum nú eru gomul), so
verða vit løgd undir at vera
tjóðar. Vit ”stjala frá okkara
eftirkomarum,” verður sagt.
Útgangsstøðið
hjá
kritik
arunum móti forskatting
av pensjónum er altso, at
núverandi arbeiðarar eiga at
gjalda fyri trý ættarlið. Tey
skulu gjalda pensjónirnar hjá
foreldrunum umframt sína
egnu
pensjónsuppsparing
og eiga harafturat eisini at
gjalda skatt til børnini. - Trý
ættarlið.
Komandi ættarlið
skulu bara hugsa
um seg sjálvan
Eg skilji væl roknistykkið
hjá kritikarunum móti for
skatting
av
pensjónum.
Sjálvandi
kunnu
pengar
sum verða brúktir nú, ikki
brúkast umaftur í fram
tíðini. Men hinvegin, so
dugi eg ikki at síggja, at
núverandi ættarlið hevur
minni brúk fyri pengum enn
okkara eftirkomarar fara
at hava. Helst verður tað
so, at tað í framtíðini fara
at vera fleiri pensjónistar
og færri arbeiðarar, men vit
skulu eisini minnast til, at
pensjónistarnir í framtíðini
fara at liva av tí, sum tey
sjálvi hava spart upp, og tí
skulu komandi arbeiðarar
ikki í sama mun sum nú
gjalda fyri pensjónirnar hjá
øðrum. Tey skulu bara gjalda
til sína egnu eftirløn og fáa
ágóðan av, at landskassin
kann veita teimum tænastur
við pengum, sum tey tá fara
at gjalda í skatti – eisini
pensjónsskatti.