týsdagur 4. mars 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. mars 2014 · Nr. 27
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Virgar Dalsgaard
Henda sorgardag blivu teir
norrønu
oyggjabólkarnir,
Hetland og Orkney-oyggj
arnar endaliga innlimaðar
í tað skotska Ríkið sum
bretskt skattaøki. Trý ár
frammanundan var prin
sessa Margreta, sum var
dóttir tann danska kongin
Christian tann Fyrsta blivin
gift við tí skotska konginum
Jákupi tí Triðja. Christian
skuldi, sum siður var, betala
Jákupi kongi heimanfylgju
(meðgift) ...afturvið dóttrini.
Men við tað, at Christian,
sum so nógvir danskir kongar
var í kroniskari penganeyð,
valdi hann at pantseta teir
norrønu oyggjabólkarnar til
tann skotska kongin.
Men tá ið terminin fyri
innloysing av pantinum kom
í 1472, var Christian framvegis
akkurát líka insolventur, og
tessvegna tók Jákup yvir
valdið á teimum norrønu
oyggja-bólkunum. Christian
Fyrsti var eitt oyðiland,
og tað einasta góða, sum
spurdist burtur úr hansara
stjórnartíð var, at hann í
1479 bygdi kjøpinhavnarum
eitt universitet, sum var eitt
av teimum fyrstu í Norður
europa.
Tá ið Christian fann uppá
sína ólukkuligu pantseting,
tosaðu fólk í Hetlandi og
Orkney-
oyggjunum
enn
eitt norrønt mál, sum líkt
ist nógv føroyskum, burtur
sæð frá dialektalum muni
og nakað øðrvísi úttalu.
Men so skjótt sum skotar
og aðrir bretar høvdu fingið
yvirvaldið á teimum norrønu
landslutunum,
fóru
teir
undir eina eirindaleysa og
sjáldsama brutala ANGLI
SERING av íbúgvarunum.
Bretar og bretska vald
ið brúktu bæði mál-forboð
og deportatión (tvingsuls
flyting) móti teimum fólkum,
sum andøvdu ímóti eingilsk
um máli og skotskari mentan.
Vit kundu væl havt fingið
somu lagnu, sum hesir illa
viðfarnu fólkabólkar. Tann
eingilska framferðin og tann
skotski atburðurin í hesum
landaøkjum er ein ræðulig
og óavvaskilig skomm fyri
tað bretska imperiið.
Serliga fúlt bóru teir seg at
so seint sum í 17. øld undir tí
náðileysa sir PATRICK , tá ið
hetlendingar blivu beinleiðis
píndir og revsaðir fyri sína
norrønu tungu, medan adrir
vórdu tvangsflyttir til tad
skotska hálandid, tí teir ikki
vildu tosa eingilskt.
Søgan dokumenterar týðu
liga tað faktum, sum javn
aðarhøvdingurin Petur Mohr
Dam so javnan og trúliga
argumenteraði við, at meðan
tað
harðrenda
skotskt/
eingilska valdið var MÁL
TÝNANDI, var tann lagaliga
og milda danska umsitingin
MÀL-VARDVEITANDI, og tað
er akkurát øvugt av tí, sum
okkara einoygdu national
istar plaga at prædika og
postulera.
Hesum
áttu
føroyskir
loysingarmenn onkuntíð at
filosofera eitt sindur um, hvis
teir fingu eina reflekterandi
løtu ella eitt politiskt edrúiligt
skotbrá í øllum tí paranoida
nationalromantiska
orða
skvaldrinum. Og so vága
nakrir "søguligir analfabetar"
sær at kalla okkum "kúgaðar"
av danskari imperialismu.
Tað er beinleiðis komiskt ,
tá ið samanborið verður við,
hvussu virkulig imperium
tíggjaðu sær og reelt KÚG
ADU.
Danska Ríkið var okkum
ein robust kulturell lívd, sum
vit málsliga krokaðu aft
anfyri, tí danska umsitingin
ongantíð kravdi, at vit skuldu
halda uppat við føroyskum
máli
í
gerandislívinum.
Hetta gloyma loysingar, tá
ið teir gorra sítt fanatiska
og ógrundaða hat móti Dan
mark.
ABC barnahjálp
kunningar
tiltak í Miðvági
Tíðindaskriv frá
ABC barnahjálpini
Hóskvøldið, 6. mars kl. 19.30,
skipar ABC barnahjálp fyri
kunningartiltaki í missi
ónshúsinum
í
Miðvági.
Hilda Viderø fer at greiða
frá arbeiðinum í Liberia
og Monica í Holusteini fer
at fortelja um eina nýggja
spennandi útbúgving.
Hilda Viderø er leiðari
fyri verkætlanini hjá ABC
barnahjálp í Liberia. Hon
fer at greiða frá hvussu tað
gongur á barnaheiminum
og hvørjar ætlanir vit hava
komandi árini. Eisini fer
hon at sýna myndir og
filmsbrot. Hilda ferðast
javnan til Liberia og hevur
nógvar spennandi søgur
at siga frá børnunum og
landinum.
Monica í Holusteini, sum
er í starvsvenjing hjá ABC
barnahjálp, fer at hugleiða
um sjálvboðið arbeiði og
greiða frá útbúgving sínari.
Monica lesur K3 á Diakoni
ssestiftelsen á Frederiks
berg. Útbúgvingin vendir
sær millum annað til fólk,
ið ynskja at vera við í sjálv
bodnum arbeiði.
Møguleiki verður at seta
spurningar og ein drekka
muður verður at fáa.
Henry er eisini eitt av
børnunum á barnaheim
inum hjá ABC barnahjálp.
Hann hevur serliga stuðul
fyri neyðini fyri at mennast.
Eitt barn, sum hann, hevur
ikki góðar møguleikar í
einum landi sum Liberia,
men við hjálp frá ABC
barnahjálp kann Henry fáa
eitt got lív.
Hesi bæði eru tvey av
teimum gott 40 børnum og
ungu á barnaheiminum í
Liberia, sum ABC barna
hjálp stuðlar.
ABC barnahjálp í Føroy
um stuðlar eisini umleið 60
børnum í Senegal.
Við tínari hjálp kunnu
vit hjálpa enn fleiri.
Hilda saman við Opheliu og Henry. Ophelia varð tikin
til barnasoldat bert 10 ára gomul. Hon var vitni til,
at hermenn drupu mammu, pápa og tveir beiggjar
hennara. Síðan tóku teir hana við sær og góvu henni eina
maskinpistól. Ophelia gjørdist leiðari fyri egnari herdeild.
Hon hevði einki val - gjørdi hon ikki, sum hon varð biðin,
bleiv hon sjálv dripin. Tað hevur tikið drúgva tíð hjá henni
at læra, tí fortíðin hevur sett so djúp spor í hennara sál
og sinni, at hon hevur ilt við at finna frið og bindindi til
læra. Ræðuligu tankarnir frá krígnum órógva hana nógv,
men við hjálp frá ABC barnahjálp dugir hon í dag at lesa
Norrøni lagnudagurin
20. februar 1472
Viðareiðistunnilin er fyri øll
Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttur
Løgtingslimur
Endamálið hjá okkum er ikki
at minka, men at vaksa um
landið. Hetta er ein kendur
fyrrverandi landspolitikari
kendur fyri at siga, tá hann
varð spurdur, hví løgtingið
fór undir at byggja fleiri
tunlar á Kalsoynni. Tað vóru
nógv fólk, ið hildu ætlanina
vera burtur við, tí hví skuldu
landið brúkar nógvan pening
uppá tunnlar, ið bara komu
nøkrum fáum fólkum til
góðar?
Viðareiðstunnilin
Í dag er tað eingin, ið setur
spurnartekin við avgerðina,
tí vit taka tunnlarnir fyri
givnar. Men nú eins og áður,
eru tað framvegis fólk, ið
finnast hvassliga at íløgum
í infrakervinum. Tak t.d.
Viðareiðstunnilin.
Røddir
vilja vera við, at tað er spill av
almennum pengum, at landið
brúkar 162 mió. kr. uppá
ein tunnil, ið bert kemur
nøkrum fáum viðoyingum
til góðar. Pengarnir kundu
heldur verið nýttir til bleyt
virðir ístaðin. Í mínum føri
er tað ikki ein spurningur
um antin/ella, men bæði/og.
Vit hava tørv á bleytum og
hørðum virðum.
Breið semja
Tí eri eg serstakliga fegin
um, at vit funnu eina breiða
semju, ið gekk tvørtur um
flokkar og hugsjónir, and
støðu og samgongu, har allir
flokkar á Tingið stóðu saman
um Viðareiðistunnilin. Hetta
er ikki bert ein íløga fyri
viðoyingar, sum nøkur fá
uppáhalda, men ein íløga í
føroyska samfelagið, tí tunn
ilin kemur øllum til góðar.
Akkurát sum tunlarnir á
Kalsoynni! Og eg kundi ikki
verið meir samd í, at enda
málið hjá okkum er ikki at
minka, men at vaksa um
landið.
Vit kunnu eisini fara aftur
til, tá tosið um fast samband
til Vágar og Norðoyggjar
tók seg upp. Tá vóru røddir
frammi, sum mettu hetta
vera óðamannaverk og oyðsl
av peningi. Gjøldur bleiv
enntá eisini gjørt burtur úr
hesum visiónum. Hvar eru
hesar røddir í dag ? Hesir
tunlar eru størsta frambrot
í føroyskari samferðslusøgu.
Hetta var framsíggið. Nú
ynskir ongin seg aftur til
tíðina, tá Sam sigldi um Vest
mannasund og Dúgvan um
Leirvíksfjørð.
Vit kunnu eisini fara enn
longur aftur. Aftur til tíðina
tá Immanuel og seinni Másin
sigldi av Klaksvík tíðliga um
morgunin norð ígjøgnum
Haraldsund, norð um Múlan
til Múla, Viðareiðis/Leitið,
Hvannasund og Norðdepil og
víðari til Svínoy og Fugloy.
Hetta var ein sera langur
og til tíðir sera strævin og
baldrutur túrur.
Ongin
okkara
ynskir
seg aftur til hesa tíðina,
men uttan persónar úti um
landið, sum hava kempað
og framvegis kempa fyri at
bøta um samferðsluna vóru
vit kanska framvegis har.
Í dag er tað ein sjálvfylgja
at sleppa undan at fara um
Múlan við Rituni. Nú koyra
vit ígjøgnum tunlarnar norð
í Hvannasund og var hetta
eitt stórt frambrot í síni tíð.
Vit eiga tó ikki at steðga
her, men arbeiða fram ímóti
at fáa nýggar tunlar Norður
um Fjall til vakra, sermerkta
og stórsligna økið í norður
Norðoyggjum. Stóru ferða
mannabussarnir og onnur
stór akfør sleppa ikki ígjøg
num núverandi tunlar og tað
kunnu vit ikki bjóða hesum
økinum. Útlendingar eiga
eisini at fáa høvið at síggja
hesa perluna í Føroyum.
Eisini er nógv virksemi við
tungari ferðslu í økinum. Jú
tíðirnar broytast enn sum
áður, tá Immanuel og Másin
sigldu og vit skulu ikki steðga
útbyggingini í okkara tíð. Vit
skulu vera eins framsíggin ,
sum fólk vóru tá.
Tíbetur hava vit upp ígjøg
num tíðirnar havt politikarar
og annað gott fólk úti um
landið, sum hava kempað
fyri at útbyggja infrakervið.
Uttan hesar persónar trúgvi
eg ikki at landið var so væl
samanbundið, sum vit síggja
tað í dag. Tó eiga vit nú ikki
at hvíla á laurberbløðunum
og steðga við útbyggingini
av infrakervinum.
Tunlarnir Norður
um Fjall
Tunlarnir Norður um Fjall
eru
skjótt
hálvthundrað
ára gamlir og hóska als ikki
til øktu ferðsluna, sum er
ígjøgnum teir í dag. Kann til
stuttleikar nevna, at tunl
arnir Norður um Fjall í síni
tíð kostaðu 7,5 mill.. Av hesum
rindaðu Hvannasunds og
Klaksvíkar kommuna 15 %.
Í langtíðaríløguætlanini
eru tunlarnir Norður um
Fjall raðfestir eftir Hvalbiar
tunnilin.
Viðareiðistunnilin var tað,
sum politisk semja fekst um
hesa ferð. Hetta eitt stórt
stig á leiðini at betra um
samferðsluna, tí sum øllum
kunnugt er Viðareiðisvegurin
vandamikil farleið. Tað eru
nógv dømir um tað.
Nú gleða vit okkum øll til
arbeiðið fer í gongd og vón
andi fer tað at ganga skjótt
og væl.
Eg vóni og ynski og vænti
eisini, at Viðareiðistunnilin
verður til gleði og gagns fyri
allar føroyingar og fyri tey
ferðafólk, sum koma hendan
vegin.