Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-04, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2014síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. mars 2014 · Nr. 27 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Marjun Dalsgaard Tórshavnar Havn hevur stór­ ar ætlanir um at byggja út í Nólsoyarfjørð. Tað merk­ir, at Skansin verður um­gyrd­ur av farma­virk­semi. Hetta heldur arki­tekt­u­r, Palli Gregoriussen vera spell. Held­ur átti havnar­ økið at verða fríðkað og brúkt av bý­ar­børn­um og ferða­fólki. Farma­virk­sem­ið átti hin­veg­in at verði flutt inn á Sund. - Um hetta verður veru­ leiki kunnu vit gera ver­andi havnarøki um til ein mentan­ ar­depil og byggja havn­ina um til ein rættuligan høvuðs­stað, sigur Palli Gregoriussen. Haraftrat hevði Skansin komið til sín rætt sum forn­ minni. Sum ætlanin er nú, verður eitt stórt ídnaðar­økið bygt framman fyri eitt av okkara vakrastu forn­minn­um, sigur Palli Gregoriussen. Hann hevur gjørt eina ætlan fyri, hvussu havnar­økið kann gerast miðdepil í høvuðs­ staðnum. Her verður gjørligt at hava handlar, Tjóðarpall, Fróð­skap­ar­setur, løgting og bátahavn og á tann hátt skapa eitt havnarøki, sum verð­ur grundarlag undir høvuð­stað­ num, sigur Palli Gregorius­sen. Hann hevur givið Tórs­ havn­ar Kommunu tekn­ing­ar­ nar til kunning. Palli Gregoriussen, arkitektur, hevur av sínum eintingum arbeitt við eini heildarætlan um at flyta alt farmavirksemið í Tórshavnar Havn inn á Sund, sum skal gerðast til eina góðshavn. Havnarøkið í Tórshavn skal takast upp í býarmyndina og gerast miðdepil í høvuðsstaðarumráðnum Havnarlagið skal verða nýtt havnarlag