týsdagur 4. mars 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 5. mars 2014 · Nr. 27
Vit vóru vinkonur í 40 ár
Sonja: fødd 2. /3.54 deyð 14./12-13
Góða Sonja
Tað kennist so undarligt,
at tú ikki ert her meira. Eg
havi fleiri ferðir ætlað mær
at ringt til tín, men so verði
eg mint á, at tú ikki ert her
meira. Eg var á veg at vitja
teg, tá eg fekk boðini frá
Michael, at tú vart farin —
“Sonja er bortgået” sum hann
tók til. Tað var akkurát, sum
okkurt innan í mær slitnaði.
Seinastu ferð eg tosaði við
teg, ljóðaði tú nokk so byrg á
málinum, og eg fekk tað fatan,
at tú fórt at klára at gerast
frísk, og halda tín 60 ára
føðingardag, sum tú ætlaði,
skuldi haldast við manér.
Helst skuldi føðingardagurin
haldast í Hovi, fyri at so
mong sum gjørligt kundu
vera við. Tær dámdi so væl
at vera í vertskapi, og hava
øll tíni rundan um teg. Tín 50
ára føðingardagur eydnaðist
so væl, og ætlaði tú, at tín
60 ára føðingardagur skuldi
feirast.
Vit báðar komu at kennast
fyri fjøruti árum síðani. Tað
hevði verið ógvusligt eldgos í
Íslandi, og føroyingar høvdu
víst stórt hjálpsemi við at
stuðla tí katastrofurakta Ís
landi. Í 1974 var Ísland vertur
fyri norðurlendskari handi
kaplegu í Fludir við Selfoss.
Tann Íslendska stjórnin vildi
í hesum sambandi, sum takk
fyri stuðulin, Føroyar høvdu
veitt í sambandi við eldgosið,
bjóða nøkrum føroyingum
við á hesa leguna. Vit báðar
fóru avstað, og gjørdist hetta
eitt vinarlag fyri lívið.,”Eitt
eldgos skuldi til fyri at vit
skuldu koma at kennast”.
Soleiðis plagdu vit onkuntíð
at taka til.
Heimafturkomin úr Ís
landi fekst tú kunning um
Egmont háskúlan í Danmark,
og byrjaði tú har á heysti
sama ár.
Ein dagin eg stóð framman
fyri vindeygað heima í stov
uni, og eygleiddi ánna, sum
førdi tað fossandi vatnið út á
sjógv, kom eitt bræv frá tær.
Tú skrivaði til mín, at um eg
kom niður á háskúlan, vildi
tú taka eitt skeið afturat.
Hetta er tað besta hugskotið,
eg nakrantið havi fingið.
Á háskúlanum komu vit
at hava nógvar góðar og
ríkar løtur saman. Her fekst
tú møguleika at geva tín
vísdóm til kennar, og kom eg
fleiri ferðir at uppliva hvussu
vís tú vart, og vil eg siga , at
tú ert eitt ta vísasta fólkið,
eg havi møtt á lívsleið míni.
Eg eri so takksom fyri, at vit
komu at kennast so væl.
Á háskúlanum møtti tú
Michael, og tit gjørdust par.
Tit vóru eitt so vakurt par í
viðgangi og mótgangi heilt
til endan. Tit nýttu allar
styrkirnar hjá hvør øðrum á
ein fyrimyndarligan hátt.
Aftan á uppihaldið á há
skúlanum fluttu tit til Rød
ovre at búgva. Tað var alla
tíðina meiningin hjá tær at
flyta heim aftur til Føroyar
eftir eina tíð. Tin støða
gjørdi, at tú skuldi planleggja
íbúðarumstøðurnar hjá tær
so gjølla, men tú hevði vón
um, at tað fór at eydnast
tykkum báðum at búsetast
í Føroyum. Tú kunnaði teg
javnan um møguleikarnar
at flyta heim, onkuntíð visti
tað seg at vera ein glotti,
men so sá svart út aftur.
Tú vart glað fyri at búgva
í Rødovre kommunu, sum
ger so nógv fyri at menna
handikappumhvørvið.
Rødovrecentrið
hevur
fleiri ár á rað fingið virðisløn
fyri áhaldandi at betra um
viðurskiftini, soleiðis at tað
skulu vera góðir møguleikar
at ferðast og koma hjá
koyristólsbrúkarum. Hetta
gleddist tú um, og nýttu vit
nógva tíð í teimum góðu um
støðunum.
Vit
hittust
oftani
ta
fyrstu tíðina eftir, at vit
høvdu verið á háskúlanum.
Tú ringdi onkuntíð til mín,
og bað meg koma at vitja.
Einaferð fyrislerdi tú, at vit
skuldu fara á Skarv at møta
føroyingum. Vit komu inn á
Skarv, og tað sýntist at vera
OK, líka til ein maður kom til
tín og spurdi teg, um tú ikki
helt, at tað var ópassandi,
at tú vart inni á Skarv, tí at
koyristólurin hjá tær tók so
ríkiligt av plássi. Henda við
merkingin ávirkaði teg nógv.
Eg fór til mannin og segði
við hann, at hann hevði
møguleika at biðja teg um
umbering, men ov seint var.
Michael var blivin so keddur
av støðuni, at vit gjørdu av
at fara heim. Tú royndi við
troystandi orðum at siga, at
hann var óbúgvin, og hevði
helst onkrar forðingar. Heim
komin lat tú upp fyri tínum
sjáldsama humristiska sansi,
og helt fyri, “at hasin maðurin
mundi fara at fáa friðskjól í
Føroyum”.
Tú gleddist yvir, at Føroya
húsið varð sett á stovn, og at
føroysk tiltøk skuldu vera har.
Tað gjørdist eitt skuffilsi fyri
teg, at atkomuviðurskiftini
í Føroyahúsinum vóru so
vánalig, so tað ikki var gjør
ligt hjá tær at luttaka, og fáa
gleði av tiltøkunum.
Tú hevði serligar gávur at
tekna, ja heilt framúr fínar
gávur. Eg eri so heppin at eiga
onkrar av tínum myndum.
Tað var so fantastiskt at
síggja teg tekna, hvørt strok
hevði so stóran týdning.
Eisini dugdi tú so væl at mála.
Tú fekst tað heilt serliga
litspælið fram. Tað litspælið,
sum tú fekst fram, passaði so
væl við títt innara kensluliga
og klóka litspæl.
Eg var hjá tykkum í Rød
ovre tann dagin pápi tín
doyði. Tað var so sárt hjá
tær, tú hevði ikki møguleika
at fara heim og vera til jarð
arferðina hjá pápa tínum. Tú
vildi fegin verið saman við
øllum tínum, mammuni og
systkjum og familju. Tú vildi
so fegin senda eina heilsan
heim við mær, eg skuldi fara
heim dagin eftir. Tú vart
byrjað at tekna eina mynd
av Kristiani hjá John - tí elsta
langabbasoninum hjá pápa
tínum. Eg útsetti heimferðina
í tveir dagar, so at tú kundi
gera myndina lidna, og eg
kundi hava hana við til Elin
og John, sum eina heilsan frá
tær. Tað kendist væl at hava
hesa ektaðu gávuna frá tær í
taskuni, tá eg tríggjar dagar
seinni fór til Hovs at fylgja
pápa tínum, og skapti henda
myndin so stóran ugga og
fløva, og gjørdi, at samtalan
bleiv so fjálg. Tú vart altíð so
umhugsin bæði í tí stóra og
tí smáa.
Tú hevði so stóran áhuga
fyri tínari familju, og vóru
tey øll so góð við teg. Tú
hevði ein serligan máta at
fylgja við, hvussu tað gekst
hjá teimum øllum. Tey vóru
oftani og vitjaðu teg, og tú
syrgdi altíð fyri, at tað skuldi
vera eitt gott upplivilsi at
leggja leiðina framvið hjá
tær og Michael.
Tú plagdi at ringja til mín,
tá tú hevði upplivað okkurt
gott, t.d. um tú hevði sæð
okkurt í Rødovrecentrinum,
sum kanska passaði mær ella
børnunum í liti og skapi. Um
eg boðaði frá, at eg ætlaði
at leggja leiðina framvið hjá
tær, hevði tú altíð okkurt
hugskot um, hvat var møgu
ligt at fáa burturúr. Konsert,
loppumarknað, innkeypstúr
ella ein túr út á Lange Linje
at hyggja eftir Den Lille
Havfrue, og fáa ein ís úr
tí serligu ísbúðini har úti.
Eisini vitjaðu vit kaffeir og
resturatiónir. Alt hetta lat
seg gera, tí Michael koyrdi
handikappbilin, sum tú so
virðiliga hevði forhandlað
og argumenterað fyri at fáa,
og sum passaði so væl til tín
og tín tørv.
Seinastu ferð tú vart í Før
oyum, var í juni /juli í 2009.
Arnóra og Heiðrún vóru
báðar lidnar við student, og
fingu prógvið. Hetta var ein
stórhending, og tú vart so
glað at kunna vera við, tá
tær fingu prógvini handað á
studentaskúlanum í Hovi.
Tú segði, at tú bleivst
ávirkað av teimum ljósu
náttunum - tú fekst so illa
hvílt. Tað var 30 ár síðani, at
tú hevði verið heima um hesa
tíðina, og tú hevði gloymt
hvussu tað var. Tá tit komu
aftur til Havnar, komu tit
framvið hjá okkum, fyri at
heilsa uppá Brynhild, sum
eisini hevði fingið students
prógv. Tað sigur so nógv um,
hvør tú vart. Tú vart ein stór
persónligheit.
Tey seinastu árini vart tú
farin at leingjast meira og
meira til Føroyar. Michael og
tú ætlaðu at koma til Føroyar
at búgva. Tú kunnaði teg um
ibúðarmøguleikarnar
v.m.
Tá tú fekst boð um, at ong
ar ætlanir vóru, hvørki á
kommunu- ella landsplani at
byggja leiguíbúðir til rørslu
tarnað, gjørdist tú rættiliga
mótfallin, og dreymurin um
at flyta heimaftur brast.
Sjúkan tók yvirhond, og
14. desember 2013, um somu
tíð sum Nelson Mandela fór
sína seinastu ferð ígjøgnum
Jóhannisburg á veg til heim
bygdina, andaðist tú. Sostatt
komu tú og Nelson Mandela
at standa undir børu ein dag
í senn. Nelson varð jarðaður
í heimbygdini Qunu 15. de
sember, og tú í heimbygdini
Hovi 21 desember.
Tað var gott, at eg kom at
kenna teg og øll tíni.
Kærar heilsanir
Helena