Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-04, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2014síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 5. mars 2014 · Nr. 27 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 merkisdagar Tøkk Hjartaliga takka vit okkara elskaðu børnum, svigarbørnum, barnabørnum, familju, vinum og øllum, sum á ein ella annan hátt gjørdu okkum gullbrúdleypsdagin ógloymandi. Heilsan Ester og Óla Jákup Tøkk Vit takka tykkum øllum hjartaliga, sum gleddust saman við okkum á hjúnabandsdegi okkara. Eisini ein stór tøkk fyri alla hjálp, ið vit fingu í sambandi við henda stóra dag. Vit fara at minnast aftur á dagin við stórari gleði. Kærar heilsanir Lív og Høgni Viderø 80 ára føðingardagur Tann 1. marts fylti Vigdis Sigmundsdóttir 80 ár. Dagurin verður hildin við einari receptión, tann 15. marts millum kl. 13 0g kl. 17., á Seglhúsloftinum á Tvøroyri. Familja, vinir og kenningar, øll eru hjartaliga vælkomin. Vinarliga sigið frá á telef. 372251 ella e mail vigdis@olivant.fo seinast 3. marts 80 ára føðingardagur Í morgin hósdagin 6. mars, verður Arnljót Pedersen í Syðrugøtu 80 ár. Føðingardagurin verður hildin saman við familjuni. Brúdleyp Leygardagin 8. mars kl. 14.00 skulu vit, Torfinn Davidsen, Sørvági, og Cory Gorres, Filipinunum, giftast í Sørvágs kirkju. Dagurin verður hildin í Sørvágs Bio. Tey, ið vilja gleða okkum á brúdleypsdegnum, eru vælkomin at ringja á tlf: 333119/227216. Silvurbrúdleyp 22. mars kunnu Ruth og Sólbjørn Thomsen hátíðar­halda silvurbrúdleyp og hendan sama dag fyllir silvur­brúðgómurin 50 ár. Veitslan verður hildin í Dansifrøði 22. mars kl 19. Tey, sum vilja gleðast saman við okkum hendan stóra dag vera vinarliga biðin um at boða frá áðrenn 1. mars á tlf. 31 67 55 ella 22 96 57 ella á teldupost ruththomsen@olivant.fo. Gullbrúdleyp Mánadagin 03.03.2014 høvdu Vilbjørg og Rólvur Sivertsen, Norðdepli, gullbrúdleyp. 60 ára føðingardagur Sunnudagin 9. mars verður Jórun Jensen 60 ár. Dagurin verður hildin í heiminum Sambýlið, Grønlandsvegur 59, frá kl. 12–16. Øll eru hjartaliga vælkomin. Prógvq Berit Lisberg Larsen hevur 21. januar 2014 lokið prógv sum løgfrøðingur (cand.jur) frá Københavns Universitet