Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. mars 2014 · Nr. 28 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Leo Poulsen Sagt verður, at lágur búskaparvøkstur hevur verið seinastu árini, og stór hall hava verið á roknskapinum fyri almenna geiran, serliga í 2010, og stava hesi hall í høvuðsheitinum frá landskassahallum. Víðari sigur Bú­skap­ar­ ráðið, at halið hjá øllum al- menna geiranum var í 2012 um­leið 240 milliónir krónur. Mett verður, at hallið fyri 2013 var umleið 400 milliónir krón­ur, sum mestsum alt stav­aði frá landskassahalli. Sambært fíggjar­lógar­ upp­skotinum fyri 2014 verð­ ur roknað við einum RLÚ- halli hjá landskassanum upp á um­leið 223 milliónir krónur í 2014. Búskaparráðið sigur, at gongdin í lønargjaldingum van­liga gevur eina ábend­i­ ng um gongdina í bú­skap­ar­ vøkstri­num. Deflaterað við brúkara­ prís­tali­num hava lønar­gjald­ ing­ar­nar mestsum staðið í stað síðani 2004. Í ársins prís­ um vuksu lønar­gjald­ingar­ nar við bert 1,6 pro­sentu­m frá 2012 til 2013. Talið av løn­ takar­um er vaksið nakað til­ svar­andi frá 2012 til 2013. Samstundis hevur stórur vøkst­ur verið í teimum lønar­gjaldingum, sum fast­ búgv­andi føroyingar vinna í útlondum, og har almennu kass­ar­nir missa upphæddir í skatti. Minni innflutningur Talið av fulltíðar arbeið­s­leys­ um er fallið við útvið 300 frá no­vember 2012 til november 2013. Hetta er eitt positivt tek­in. Hinvegin kunnu føroysku arbeiðs­loysistølini valla sam­ metast við tey hjá granna- lond­unum. Okkara hevur eitt hámark, sum tað ikki ligg­ur leingi omanfyri, uttan at ung og flytfør flyta av land­i­num. Allur innflutningurin fall við umleið seks pro­ sent­um frá 2012 til 2013. Uttan skip og flogfør vaks innflutningurin í krónum við umleið 1,6 prosentum frá 2012 til 2013. Hagstovan upp­ lýsir, at innflutningurin av tæn­astum úr útlondum er vaksin stórliga seinastu árini, og síðani 2005 við einari milliard krónum, meðan vøkst­ur­in í útflutninginum av tænastum hevur verið nógv minni. Sambært Hagstovuni var stórur vøkstur í út­flutn­ings­ virði­num frá 2012 til 2013, 15 pro­sent uttan skip og flogfør, og umleið 10 prosent við skip­um og flogførum. Útflutningsvirðið av laksi er vaksið við einum triðingi, með­an útflutningsvirðið av makreli er minkað. Tølini fyri innflutning til bein­leiðis húsarhaldsnýtslu eru vaksi. Hinvegin eru ábendingarnar um gongd­ ina í MVG-inntøkum lands­ kassans í 2013 ikki greið­a­r fyrr enn seinastu kvart­als­ upp­gerðirnar eru tøkar. Myndin er sostatt ikki heilt greið, men væntandi er priva­ta húsarhaldsnýtslan vaksin nakað frá 2012 til 2013, og væntandi veksur hon eisi­ ni nakað frá 2013 til 2014. 4% vøkstur Roknað var ikki við stór­vegis vøkstri í almennu nýtslu­ni frá 2012 til 2013. Løn­takara­ talið inan almenna fyrisiting og líknandi minkaði frá nov­ em­ber 2012 til november 2013. Løntakaragjaldið innan byggivirksemið er vaksið frá november 2012 til november 2013, og innflutningurin til byggivirksemið er vaksin við 19 prosentum frá 2012 til 2013. Hetta bendir á vøkstur í brutto­íløgunum frá 2012 til 2013. í 2014 er nógv íløgu­ virksemi sett í gongd, og væntandi verða brutto­íløg­ ur­nar í 2014 nakað væl størri enn í 2013. Útlitini fyri alivinuna eru fram­haldandi góð, meðan út­ litini fyri botnfiskaveiðina ikki eru nógv betri enn fyri 2013. Fæst ein avtala um upp­sjóvarfiskin, eru útlit til hægri inntøkur innan upp­sjóvarvinnuna frá prís­ hækk­ing, men ikki frá størri nøgd­um. Hetta merkir ikki neyð­ turvi­liga økt virksemi og ikki neyðturvi­liga størri vøkstur í løn­takara­tali. Samanum tikið eru met­ ing­ar­nar um bú­skap­ar­ vøkstu­ri í ársins prísum í 2014 nøkurlunda óbroyttar í mun til frágreiðing bú-skapar­ ráðsins í september 2013, burtursæð frá at vøkst­uri fyri 2014 er mettur eitt vet hægri, umleið 4% í leypandi prís­um. Vøksturin stavar mest frá vøkstri í privatu íløgum og nettoútflutningi. Tann økti vøksturin er treytaður av at ein avtala fæst um upp­ sjóvar­fiskin. Vænta varisligan vøkstur Búskaparráðið legði fram sína hálvárligu frágreiðing á tíðindafundi hósmorgunin, og ein av niðurstøðunum er, at ráðið væntar ein búskaparvøkstur á 4% Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum, legði frágreiðing ráðsins fram á tíðindafundi fyrrapartin hósdagin