hósdagur 6. mars 2014síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sosialurin | 23
Fríggjadagur 7. mars 2014 - Nr. 28
Hugskot og viðmerkingar — send sms til 225000
Atlantic Airways Telefon...............+298 34 10 00 5
Vagar Airport Telefax...............+298 34 10 01 FA
FO-380 Sørvågur Heimasíða:.........www.atlantic.fo ATLANTIC AIRWAYS
Eykaaðalfundur i P/F Atlantic Airways
Boðað verður við hesum til eykaaðalfund í P/F Atlantic Airways, mánadagin
31. marts 2014 kl. 16:30 í 62N Airport Hotel, Djúpheiðar 2, 380 Sørvågi
DAGSSKRÁ
1. Aðalfundurin velur eftir
uppskoti frá nevndini ein
fundarstjóra
2. Uppskot frá nevndini um,
at felagið fær heimild at
keypa egin partabrøv frå
partaeigarum felagsins, tó
við undantak av teimum
partabrøvum sum tilhoyra
Vinnumálaráðnum, hetta í
samráð við Vinnumálaráðið,
til kurs 210 DKK fyri hvort
partabræv ella 4.403,28 ISK
fyri hvort partabræv áljóð-
andi 100 kr, sum samstundis
er mesta og minsta viður-
lagið, sum felagið kann
keypa egin partabrøv fyri.
Heimildin at keypa egin
partabrøv skal verða gald-
andi fyri í mesta lagi í eitt ár
frá 31. marts 2014 at rokna,
soleiðis at heimildin gongur
út 31. marts 2015. Nevndin
kann í minsta lagi keypa
24% avsamlaðapartapeningi
felagsins og kann í mesta
lagi keypa 31,93% av saml-
aða partapeningi felagsins.
Tann 10 februar 2014 almanna-
kunngjørdi Atlantic Airways P/f
eina fráboðan um, at felagið
ætlar at geva partaeigarum
felagsins, við undantak av
Vinnumálráðnum, sum eigur
67% av partapeningi felagsins,
eitt sjálvboðið keypstilboð um
keyp av teirra partabrøvum i
felagnum fyri DKK 210, ella
4,403,28 ISK, fyri hvert parta-
brævið sum er áljóðandi 100 kr.
Tilboðið frá felagnum til parta-
eigararnar verður sett fram í
einum tilboðskrivi, sum verður
sent til allar partaeigarar felag-
SÍNS.
Tilboðsskrivið kann eisini lesast
á felagsins skrivstovu: Atlantic
Airways P/f, Vága Floghavn,
380 Sørvågur. Eisini kann
tilboðsskrivið lesast á heimasíðu
felagsins www.atlantic.fo.
Tað er ein treyt fyri tilboðnum,
at privatir partaeigarar, sum Í
minsta lagi umboða tilsamans
24% av samlaða partapeningi
taka av sjálvbodna keypstilboð-
num.
Treytirnar annars fyri tilboðnum
framganga av tilboðskrivinum.
Tað er somuleiðis ein treyt fyri
keypstilboðnum, at uppskotið
frá nevndini um keyp av egnum
partabrøvum verður samtykt av
aðalfundi felagsins, soleiðis at í
minsta lagi 2/3 av partaeigarum
felagsins taka undir við hesum
á aðalfundinum. Tilboðið til
partaeigarar felagsins verður
sett fram í samráð við Vinnu-
málaráið, sum eigur 2/3 av
samlaða partapeningi felagsins.
Bílegging av atgongumerkj-
um og atkvødusedlum
Atgongumerkiogatkvødusedlar
skulu bíleggjast á telduposti irQ
atlantic.fo ella á hevuðsskriv-
stovu felagsins á telefon
341030. Seinasta freist fyri
bílegging av atgongumerki og
atkvødusedlum er áðrenn mið-
nátt hósdagin 27. marts 2014.
Um so er, at tygum ikki kunnu
luttaka á aðalfundinum, hava
tygum meguleika til at geva
ødrum skrivliga fulltrú til at
meta tygara vegna. Á heimasíðu
felagsins www.atlantic.fo og á
høvudsskrivstovu felagsins er
eitt fulltrúarskjal, sum kann nýt-
ast í hesum sambandi. Fulltrú
skal vera felagnum í hendi í
seinasta lagi áðrenn miðnátt
hósdagin 27. marts 2014. Full-
trúin kann sendast umvegis
teldupost.
Við bílegging av atgongumerki
og atkvødusedlum skal førast
þrógv fyri, at viðkomandi er
partaeigari. Fyri partaeigarar,
hvers partabrøv ikki eru skrásett
við navni, verða útgivin
atgongumerki og atkvødusedlar
ímóti ávísing av eini í mesta lagi
4 daga gamlari útskrift frá
Værdipapircentralen A/S ella frá
tí kontoførandi peningastovni-
num (depotstaðnum), sum
skjalprógv fyri partabrævaogn-
ini. Við útskriftini skal fylgja
skrivlig váttan fyri, at parta-
brøvini ikki eru ella verða av-
hendað til onnur, áðrenn aðal-
fundurin er hildin.
Partapeningur, atkvoðu-
rættur og aðalfundurin
Partapeningur felagsins er kr.
103.500.000 býttur sundur í
1.035.000 partabrøv á kr.
100,00 og multipla av hesum.
Felagið hevur 11.111 egin
partabrøv, ið ikki hava atkvødu-
rætt. Eingi partabrøv hava
framíhjárættindi. Partabrevini
skulu vera navnapartabrøv og
eru negotiabul. Partaeigarar
hava ikki skyldu til at lata parta-
brøv síni innloysa.
Í seinasta lagi 3 vikur áðrenn
aðalfundin verða fundarskrá og
øll skjal sum liggja til grund fyri
uppskotinum legd fram til
gjøgnumlestur á høvudsskriv-
stovu felagsins, Våga Floghavn,
380 Sørvågur.
Partaeigari, sum sambært
partabrævabókini kann prógva
við skrásettum partabrævi, at
hann er partaeigari, hevur at-
gongd til og atkvødurætt á
aðalfundinum, um viðkomandi
í seinasta lagi 4 dagar framman-
undan hevur biðið um atgongu-
merki.
Kapitaleigarar hava møguleika
at atkvøda fyri evnum á dags-
skránni við brævi, t.e. at atkvøda
skrivliga, áðrenn aðalfundurin
verður hildin. Til tað krevst, at
tað týðiliga framgongur, hvat
atkvøtt verður fyri, og at atkvød-
ur saman við atkvødumerki
verða latin felagnum í seinasta
lagi áðrenn miðnátt hósdagin
27. marts 2014 í afturlatnum
brævbjálva. Aðalfundarstjórin
tekur stødu til, um tað fram-
gongur nóg týðiliga, hvat at-
kvøtt verður fyri.
Atkvødurættur kann fremjast
við skrivligari fulltrú, ið ikki kann
gevast fyri meir enn 12 mánaðir.
Fulltrú til nevndina kann einans
veitast til ein ávísan aðalfund
við eini frammanundan kendari
fundarskrá.
Harumframt hava fjølmidlar og
umboð fyri virðisbrævamark-
naðir atgongd til aðalfundin.
Partaeigari felagsins hevur eina
atkvødu fyri hverjar kr. 100, ið
hann eigur í partapeningi. Fyri
at geva atkvødurætt krevst, at
partabrevini eru skrásett í parta-
brævabók felagsins, áðrenn
aðalfundurin verður hildin.
Allar avgerðir á aðalfundinum
verða tiknar við vanligum meiri-
luta av atkvødum, um ikki ann-
að er ásett í galdandi parta-
felagslóg.
Uppskotið kann bert samtykkj-
ast, um uppskotið verður sam-
tykt við í minsta lagi 2/3 av
greiddum atkvødum og av tí á
aðalfundinum við atkvødurætti
umboðaða partapeninginum.
Aðalfundurin verður hildin á
føroyskum og tyddur til enskt.
Skrivligt = tilfar = verður á
føroyskum og enskum.
P/F Atlantic Airways
Nevndin