hósdagur 6. mars 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. mars 2014 · Nr. 28
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Virgar Hvidbro vísir aftur
ákærunum frá Sámal Eriki
Hentze.
- Føroyska A-landsliðið
hevur
tey
seinastu
mongu árini árini verið
á venjingarlegu hesa ár
sins tíð. Fyri tað mesta
hava dystirnir á venjing
arlegunum
verið
móti
klubbliðum, tó hava vit
okkurt árið leikt lands
dystir. Málið í ár var at leika
tveir landsdystir á túri
num, og tað var eisini tað
sum avtalan var við agent
in, sum hevur skipað fyri
túrinum, - men av ymisk
um orsøkum bleiv tað bara
til ein landsdyst. Síðani
var ætlanin at spæla móti
Malaga, sum vit so held-
ur ikki fingu nakran dyst
ímóti. Men ein dystur er
spældur,
og
spælararnir
hava vant saman, og sam
bært venjaranum, so metir
venjaratoymi at liðið hevur
fingið væl burturúr, sigur
Virgar Hvidbro.
Aðalskrivarnar vísur
eisini á, at tað hevði verið
ógjørligt at fari á venj-ing
arlegu í summar.
- Á fara á venjingarlegu
í summar vildi verið heilt
ómøguligt.
Effo-deildin
liggur still frá 28.juni til
27 juli, og tá skulu fýra lið
spæla evropeiskan fótbólt
í minsta lagi tvær vikur, - í
2013 spældu tvey lið í fýra
vikur, og vónandi náa tey
tað aftur í ár og helst longri
enn tað. So eg vænti ikki
at venjararnir høvdu verið
betri nøgdir, um vit tóku
teir fáu frídagarnir, sum
spælararnir fáa tá - um teir
yvirhøvur fáa nakran, sigur
Virgar Hvidbro í aftursvari
til Sámal Erik, venjara hjá
B36.
Hini londini spæla
Virgar Hvidbro vísur eisini
aftur, at tað er buturvið at
spæla landsdystir í mars,
hóast fyrsti dysturin ikki er
fyrr enn í septembur.
-
Tað sær ikki út
til, at hini londini eru samd
við Sámal Erik Hentze, at
tað er burturvið at spæla
landsdystir í mars, tá EM-
undankappingin ikki byrjar
fyrr enn í september. 13
evropeisk lið luttaka í HM í
summar, men so at siga øll
54 londini hava spælt dyst í
mars mánaða. Føroyar hava
spælt sera fáa venj-ingar
dystir tey seinastu árini,
og málið er sjálvandi at
fáa fleiri møguleikar, sigur
Vigar Hvidbro.
Lars Olsen bestemmar
Sámal Erik Hentze heldur
eisini, at tað er burturvið,
at A-landsliðið tekur fýra
spælarar frá U21 lands
liðnum, sum skal spæla
EM
undankappingardyst.
Tríggir teirra, Gilli Sørensen,
Sonni Ragnar Nattestad og
Hallur Hansson, høvdu óiva
byrjað inni í Rumenia.
Teir sótu allir í Spania,
meðan
U21
landsliðið
spældi móti Rumenia, sum
vann 3-1. Sámal Erik Hent
ze er ikki einsamallur, tá
tað kemur til kritikk av
A-landsliðsúttøkuni, tá tað
gongur útyvir U21 lands
liðið.
- Tá tað kemur til úttøkur
av spælarum, so leggur
FSF altíð upp til, at allir
vejararnir hava ein góðan
dialog heilt frá U-liðunum
til A-landsliðið. Men tá
tað kemur til endaliga út
tøkuna av spælarunum,
so er tað A-venjarin, sum
hevur endaliga orðið at
siga, hvør verður úttikin
á A-landsliðið, staðfestur
Virgar Hvidbro, aðalskri
vari í FSF.
Láturlig venjingarlega
hjá landsliðnum
Sámal Erik Hentze finst hvassliga at
venjingarleguni, sum føroyska A-landsliðið
júst hevur verið á í Spania og Gibraltar
Pætur Albinus
- Mín meting er, at venjingar
legan hjá landsliðnum er
fullkomiliga láturlig. Tað er
júst nú, at føroysku feløgini
fínpussa tað seinasta til
kappingina, og teir vita, at
leikararnir, teir taka frá okk
um, eru teir, sum vit byggja
liðið upp runt um, sigur
Sámal Erik og heldur fram:
- Landsliðið hevur eina
kapping í septembur, og hvør
sigur at hesir somu leikarar
nir verða upp á tal tá? Um
landsliðið hevði eina kapping
at hugsa um í apríl, so hevði
eg skilt tað, sigur Sámal Erik.
Hann skilir eiheldur, at
A-landsliðið tekur leikarar
frá U21-landsliðnum, sum
hevði ein meiri týðandi dyst
at hugsa um – nevniliga EM-
undankapping ímóti Rumen-
ia, sum Føroyar taptu 1-3
ímóti fyrr í dag.
- Hvat hugsar fótbólts
sambandið? Eitt landslið skal
vera umboðað við best møgu
ligu leikarunum, serliga tá ið
spælt verður um stig. Í mín
um hugaheimi hevur EM-
undankapping meiri at siga
enn
ein
venjingardystur,
og í mínum hugaheimi er
Rumenia betri enn Gibraltar,
sigur hann.
Ert tú so glaður fyri, at tú
bara hevur ein spælara (Tórð
Thomsen, red.) á lands-lið
num?
- Ja, eg eri glaður fyri at
eg ikki havi fleiri, tí so fái eg
arbeiðsfrið. Men eg harmist
teirra vegna, sigur Sámal
Erik Hentze at enda.
albinus@sosialurin.fo
Hini londini eru ikki samd
Tað sigur Virgar Hvidbro,
aðalskrivar í FSF, og vísur til at
flestu av hinum londunum hava
spælt venjingardystir í vikuni