hósdagur 6. mars 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 28 · 7. mars 2014
2
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Komandi vikan verður merkt av
Faroese Music Awards (FMA), sum
er eitt tiltak, sum skal heiðra teimum
bestu í føroyskum tónleiki seinasta árið.
Talan er um nýtt tiltak, sum Miðla
húsið, Kringvarpið og Norðurlanda
húsið í felag skipa fyri. Áður hevur
Miðlahúsið havt Planet Awards, og
aðrar heiðurslønar eru eisini lætnar,
men nú er nýtt samstarv gjørt um før
oyskar tónleikaheiðurslønir, og ætlanin
er, at samstarvið skal gera tiltakið meira
víðfevnt og fjølbroytt.
Bert føroyskur tónleikur
Stóra heiðurslønarkvøldið verður næsta
leygarkvøld í Norðurlandahúsinum,
men alla komandi vikuna fer FMA at
seta dám á fjølmiðlarnar – serliga Rás2
og Útvarpið.
Útvarpsstøðirnar fara bert at spæla
føroyskan tónleik í næstu viku, og
eisini verður gjørt burtur úr FMA í
ymiskum sendingum ígjøgnum vikuna.
Í løtuni ber til at atkvøða fyri teimum,
sum eru tilnevnd í teimum ymsu
heiðurslønunum, og leygarkvøldið um
eina viku verða so avdúkað, hvør hevur
vunnið hvat.
Meira kann lesast um hetta á
facebook-síðuni hjá FMA, har tað eis
ini ber til at síggja, hvussu tú kanst at
kvøða fyri tínum favoritti.
Bara tað næsta
ikki verður ein
temunnur…
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Elis Poulsen / Mynd: Álvur Haraldsen
klumman
Í næstu viku fara Rás2 og Kringvarpið bert
at spæla føroyskan tónleik, og vikan endar
við stóra FMA tiltakinum, har heiðurslønir
verða lætnar til føroyskan tónleik
Herfyri hoyrdist um óhugnaliga kanning,
sum heilsu- ella almannamyndugleiki hevði
sett starvsfólk á ellis- og røktarheimum at
gera fyri sløkum ári síðani.
Kanningarnar skuldu í tímum, minuttum
og sekundum vísa, hvussu langa tíð, persón
liga røktin av okkara veiku og gomlu tekur.
Eg fái meg als ikki til at taka upp aftur
einstøku mátingarnar, sum blivu reksaðar
upp í útvarpinum. So andstyggiligt haldi
eg tað ljóðaði. Hvat so hendi og ikki er ikki
gott at vita, men longu dagin eftir hoyrdist
í útvarpinum, at kanningin var avblást.
Orsøkin skuldi eitast at vera, at brúk var ikki
fyri henni, tí eldraøkið skal út til kommun
urnar á nýggjárinum. Onkur fann útav, at
kanningin tí var óneyðug! Men eg haldi meg
hava hoyrt um eldraøkið og kommunurnar
í rættliga langa tíð. Heldur – og vónandi –
man kanningaruppfinnarin hava fingið eina
skortfleingu og tí hevur steðgað kanningini!
Eg havi hugsað eitt sindur um, hvussu
røktarstarvsfólkið bar seg at í kanningar
arbeiðinum. Tey vita helst væl, at hvør dagur
ikki er líka hjá teimum gomlu og veiku.
Skundaðu tey sær ella góvu tey sær stundir
at gera sítt arbeiði? Tey hava helst ikki vitað,
hvussu úrslitið av kanningini fór at verða
brúkt. Kanska m.a. til at velja starvsfólk til og
frá! Sum gongdin seinastu árini hevur verið,
so hevur ætlanin neyvan verið at seta fleiri
starvsfólk! Nei, sum tankin er óhugnaligur.
Og hetta hava búfólk á heimum verið útsett
fyri! Vit eru mong, sum hava verið á arbeiðs
plássum, tá rationaliseringar hava staðið
fyri framman. Vit vita, at tað er ørkymlandi.
Men tað kann veruliga ikki samanberast at
arbeiða á einari skrivstovu og at arbeiða við
gomlum, sjúkum og veikum, tá tað kemur til
sparingar ella niðurlagingar.
Okkara gomlu á heimunum hava verið
prísgivin, tí avvarðandi, sum eg havi tosað
við, vistu onki um hesa kanning. Kanningin
hevur gingið fyri seg í duldum. Síggi fyri
mær leiðara standa við stopp-uri í hondini,
meðan røktari arbeiðir sum eitt ørt! Hann
náði okkum fyri ein atburð og hugburð.
Tá vit byggja stór og dýr ellis- og røktar
heim, so er minstakravið, at innihaldið í
teimum svarar til karmarnar. Góð røkt og ein
gerandisdagur við upplivingum. Menniskjað
má vera í miðdeplinum. Stórir og dýrir
karmar gera einki einsamallir! Og lat okkum
kalla menniskju fyri menniskju og ikki pro
dukt, sum tykist vera orðið fyri bæði fólk og
vørur í almennum og privatum høpi.
Júst hetta at tosa seg burtur frá kjarnini
í málinum er vorðið rákgongdin. Tað eru
yvirskriftirnar, sum hava verið í tíðindunum
seinastu dagarnar, dømi um, har fortalt
verður um, at landsstýrisfólk og onnur skulu
drekka ein kaffimunn saman. Orsøkin er
okkurt, sum tey eru ósamd um, og sum ein
heitur munnur skal hjálpa til at loysa. Tað
skal helst ljóða kul, at loysa »ósemjurnar«
yvir ein kaffimunn. Men tað er bara fjákut.
Kallið bara ein kreppufund fyri ein kreppu
fund. Tað skal helst ikki endað uppaftur
meira hugfarsligt við einum temunni!
So segði
hann...
Føroysk tónleika
vika fyri framman
– Tað er væl ein natúrlig reaktión, at setir
tú nógv í gongd, so vil tað trýsta prísirnar
uppeftir. Og jú, gongdin ørkymlar okkum
Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki,
um stóra byggiverksemi í Føroyum komandi árini
Simona
Weihe
Í komandi viku fer føroyskur tónleikur at verða í miðdeplinum á Rás2 og í Útvarpinum