Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mars 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. mars 2014 · Nr. 29 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Zakarias wang kjak síða 25 Borg­ ara­løn til øll Annika olsen Kjak síða 25 Komm­ un­alt eldra­øk­ið tað rætta At nógv 15 ára gomul koyra prutl, hó­ast aldursmarkið er 16 ár, verður nú brúkt sum grundgeving til at lækka aldursmarkið til at koyra prult. – Sjálvt um aldursmarkið fyri lít­ið prutl verður lækkað til 15 ár, verð­ur mett, at hetta er forsvarligt, hvat trygd viðvíkur, við tað at tey fáa eina skipaða frálæru og harvið før­leika at koyra eitt prutl og gáa eft­ir teimum vandum, sum kunnu stand­ast av at koyra prutlið í ferðsl­uni. Sum er, koyra nógv 15 ára gom­ul longu prutl uttan koyrikort og neyð­ugan førleika, og tí verður mett, at hetta átak fer at vera eitt stig rætta vegin. Soleiðis sigur Johan Dahl, lands­ stýr­is­m­að­ur í grundgevingunum til, at hann skjýtur upp at lækka ald­ursmarkið fyri at koyra prutl úr 16 niður í 15 ár. Hendan broyt­ ing er partur av fleiri ferðslu­lóg­ar­ broyt­ingum, sum eru bornar niðan í ting­ið. Ferðslutrygd mælir beinleiðis í­ móti hesi ætlan. Ferðslutrygd hevur sum endamál, sum navnið sigur, at bøta um trygdina í ferðsluni. Og sam­bært ferðslutrygd, so fer hetta á­takið frá landsstýrismanninum bein­leiðis at føra til at fleiri 15 ára gom­ul fara at doyggja í ferðsluni. Sambært Ferðslutrygd er váðin fyri lítlum prutli umleið 200 ferðir hægri enn í bili og 1000 ferðir hægri enn koyring í bussi. Hetta vísa tøl fyri váða í Svøríki, Noregi, Stór­a­ bret­landi og Hollandi. Aldursmark á 15 fyri lítið prutl kann væl hugsast at fáa fleiri 15 ára gom­ul at fáa sær prutl og økja prutl­ ferðsl­una. Hetta kann mest sannlíkt hava við sær vøkstur í deyðum og skadd­um í ferðsluni, sigur Ferðslu­ trygd í sínum frámæli. Í Danmark gjørdu tey hesa broyt­ing í 1971, og tá fleirfaldaðust skað­ar og vanlukkur. Tey broyttu aft­ur markið til 16 ár, sum tað er enn. Kanningar vísa, at talið á per­ sóns­skað­um á prutli kann væntast at hækka við 335% millum 15 ára gomul og 149% millum 14 ára gomul. Tí kundi væntast ein tví­ faldan í tali á deyðum og skadd­um 15 ára gomlum, um ald­urs­mark­ið varð lækkað niður í 15 ár, held­ur Ferðslutrygd, sum vísir á, at sum heild finst eingin doku­ment­a­tión ella argument fyri at ferðsl­u­trygd­ in verður økt við at lækka aldurs­ mark­ið úr 16 niður í 15 ár. Hinvegin bendir øll skjalfesting á eina munandi negativa effekt fyri ferðsl­u­trygdina hjá prutlkoyrarum og saml­aða ferðslutrygdararbeiðið. Tí mælir Ráðið frá at lækka aldurs­ mark­ið úr 16 niður í 15 ár. Spurningurin er so, hví lands­ stýr­is­mað­u­rin vil lækka markið? 15 ára gomul í størri váða Sambært uppskotinum hjá løg­manni um broyting í løg­ tings­lóg um samsýning og eft­irløn landsstýrismanna, sum varð løgd fyri tingið fríggj­adagin, so verður tann broyt­ing, at landsstýrisfólk ikki longur kunnu vinna sær fulla tænastumannapensjón upp á átta ár. Landsstýrisfólk skulu – eftir næsta løg­tings­ val – hava 15 prosent í pen­ sjóns­inngjaldi, eins og onnur fólk Onnur broyting er, at lands­stýrsfólk fáa frí­an bil í staðin fyri kostn­að­ar­end­ur­ gjald. Landsstýrismenn verða framvegis løntir eft­ir løn­ar­ talv­uni hjá tæn­ast­u­monn­um ­landsins, tó so, at løgmaður fær 130% og landsstýrisfólk 110% av lønini í lønarflokki 40 hjá tænastumonnum lands­ ins. Tað merkir, at lønin hjá løg­manni hækkar úr 58.527 krón­um um mánaðin upp í 76.025 krónur, og at lønin hjá lands­stýrisfólkum hækkar úr 49.845 krónum upp í 64.380 krónur. Samstundis verð­ur skipanin við borðfæ tik­in av, og útreiðslur til um­boðan verða tiknar við í van­ligu rakstrarjáttanina hjá av­varð­ andi aðalráðum. Skipanin við fríum bústaði í Tórshavn verður tikin av, tó soleiðis, at løgmaður fær heim­ild til, í ávísum førum, at játta landsstýrisfólkum end­ur­gjald fyri útreiðslur til bústað í Tórshavnar komm­ unu. Landsstýrisfólk fara ikki longur at fáa upp í 165.000 krónur um árið í kostn­að­ ar­end­ur­gjaldi at ferðast til Havn­ar. Nú verður sett í verk ein skipan, har lands­stýr­is­ fólk fáa ókeypis og skatta­frí­ an tænastubil uttan førara at ráða yvir. Eftir galdandi reglum, so fáa landsstýrisfólk, sum taka við øðrum starvi, dup­ ulta løn. Tað kann vera, tá tey fara úr landsstýrinum, eitt nú fara aftur í tingið. Hend­an skipan skal broytast so­leiðis, at tað almenna tá bert skal gjalda munin upp til ásettu samsýningina hjá lands­stýrisfólki. Tað fer at spara lands­ kass­anum nógvar pengar, at lands­stýrismenn ikki long­ur fáa trivaligar tæn­ast­u­mann­ a­pen­sjónir eftir fáum ár­um. Men verður eitt nú Kaj Leo Holm Johannesen sit­andi sum løgmaður, so fær lands­ k­assin eyka útreiðslur av tí. Kaj Leo Johannssen hevur longu upptjent sær fulla tæn­ast­u­mann­a­pensjón, sum í løtuni er 35.000 krónur um mán­að­in. Løgmaður fær 17.558 kr meira í løn um mánaðin Í Danmarks Radio eru tey í leiðsluni í øðini inna á X-Fact­or­dómaran, Remee, eft­ir at hann fríggjakvøldið lat eina viðmerking falla, sum kundi fatast sum rekl­ ama fyri skeinkistaðið hjá hon­um, sum kallast Zen. – Nu skal vi på Zen. Ej, det må jeg ikke sige. Und­skyld DR, segði dómarin, eft­ir at hann hevði sent lut­takaran hjá sær, Steffen, út úr 4. liv­ e­show­inum í X-Factor. Trupulleikin hjá DR er, at Remee eigur hendan nátt­ klubb­an. Men sjálvur held­ur hann ikki hetta vera nakr­an trupulleika. – Det er sandheden. Vi skal hen og drikke på Zen. Det kan godt være, at jeg ikke må sige det, men det sagde jeg jo også derinde. Og så vil jeg sgu også gerne lige drille dem kærligt, segði Remee við bt.dk. Men hetta halda tey í DR als ikki vera stuttligt. – Um Remee hevur sagt hatta, so er tað ein feilur. Og tað tosa vit við hann um, segði Rasmus Ladefoget við bt.dk. Hann leggur dent á, at hvørki dómarar ella lut­tak­ ar­ar skulu reklamera fyri nøkr­um sum helst. – Hetta taka vit í sera stór­ um álvara. Og tað gera vit, tí hetta kann ikki sam­einast við, at vit taka kring­varps­ gjald frá fólki. So hetta skal steðgast beinanvegin, sig­ur Rasmus Ladefoged, sum er undirhaldsstjóri í DR. – Men soleiðis er ikki í Før­oyum. Her tekur okkara al­menna lisensfíggjaða kring­varp peng­ar fyri at lumpa slíkar lýsingar inn í send­ing­arnar. Og her sleppa vertir at siga, hvør hevur givið teimum klæðir og kakur fyri pengar. Tað burdi verið steðgað, ella má løgtingið avtaka kring­varps­gjaldið. Vit kunnu ikki hava bæði. Remee snýtti DR Talið av skaðum á 15 ára gomul kann hækka 335%