Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-10, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mars 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. mars 2014 · Nr. 29 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Tann 10. februar 2014 almannakunn­ gjørdi Atlantic Airways P/f eina frá ­ boðan um, at felagið ætlar at seta fram eitt sjálvboðið keypstilboð við víkjandi keypi av partabrøvum í Atlantic Airways P/f, tó ikki partabrøv, sum tilhoyra Vinnumálaráðnum, hetta í samráð við Vinnumálaráðið til ein kurs, sum er ISK 4.403,28 ella DKK 210, fyri hvørt partabræv á nominelt DKK 100. Keypstilboðið til partaeigarar felagsins er almannakunngjørt í einum tilboðs­ skjali, sum er góðkent av íslendska fíggjareftirlitinum. Tilboðsskjalið kann lesast á heima­ síðuni hjá Atlantic Airways P/f www. atlantic.fo, og eitt kunningarskriv saman við tilboðsskjalinum verður eisini sent av Atlantic Airways P/f til allar partaeigarar, sum eru noteraðir við navni (burtursæð frá partaeigarum, sum búgva í londum, har tað er í stríð við lóggávuna at seta fram slíkt tilboð). Tilboðsskjalið kann eisini lesast á skrivstovu felagsins: Atlantic Airways P/f, Vágar Airport, FO­380 Sørvágur. Keypstilboðið er galdandi frá 13. mars og er galdandi til 22. apríl 2014, um ikki annað verður upplýst seinni. Góðkenning av keypstilboðnum skal fráboðast til bankasambandið hjá viðkomandi partaeigara ella til eitt børsmeklarafelag í so góðari tíð, at peningastovnurin ella børs meklara­ felagið kunnu viðgera og víðari­ senda góð kenningina áðrenn tilboðstíðin er úti. Sørvágur, tann 7. mars 2014 Sjálvboðið keypstilboð til partaeigarar í Atlantic Airways P/f Almannakunngering av tilboðsskrivi til partaeigarar felagsins Keypstilboðið verður ikki sett fram, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis til partaeigarar, sum búgva í USA, Canada, Australia, Japan, Suðurafrika ella í øðrum londum, har slíkt tilboð ella góðkenning av slíkum tilboði er í stríð við galdandi lóggávu í viðkomandi landi, ella sum krevur at eitt tilboðsbræv, skráseting ella onnur tiltøk útyvir tey krøv sum fyljga av íslendskari lóggávu. Hendan tilboðslýsing ella tilboðsskrivið má ikki útflýggjast til partaeigarar, sum eru búsitandi í nevndu londum. Einhvør persónur, sum sær hesa lýsing ella móttekur tilboðsskrivið, má sjálvur innheinta allar neyðugar upplýsingar um møguligar avmarkingar, sum eru galdandi fyri viðkomandi, og hann má sjálvur taka neyðug stig til tess at yvirhalda tær reglur, sum eru galdandi í tí landi, har hann er búsitandi. Atlantic Airways ­ Vagar Airport FO­380 ­ Sørvágur ­ Føroyar Tel: +298 34 10 00