týsdagur 11. mars 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. mars 2014 · Nr. 30
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Hans Petur Nielsen
Kjak síða 14
Harra
leys Verk
Heilsusíða síða 8
Kvinn
an er
sterkasta
kynið
Tá politikararar viðgera sínar egnu
lønir, so eru tvey grundleggjandi
viðurskifti, teir altíð hava í huga:
Um talan er um lønarbatar, so
fevnir lógarbroytingin altíð um tey,
sum nú eru í skipanini. Men er talan
um lønarlækking ella eitthvørt,
sum ikki er teimum til fyrimunar,
so verður lógin galdandi fyri tey,
sum verða vald næstu ferð.
Soleiðis er eisini við uppskoti
num hjá løgmanni um broytt løn
ar- og eftirlønarviðurskifti hjá
landsstýrisfólki.
Løgmaður kendi sær áneyðir
mánadagin at senda út tíðindaskriv
frá Løgmansskrivstovuni, har hann
í stórari yvirskrift segði, at »Lands
stýrisfólk fáa verri sømdir«.
Tað sær sjálvandi ikki pent út,
at løgmaður hækkar sína egnu løn
30 prosent, meðan hann ikki unnar
pensjónistunum neyðars 200 krón
ur í hækking.
Men er tað nú rætt, at Kaj Leo
Holm Johannesen og hansara
fólk í Tinganesi fáa verri sømdir?
Løgmaður stendur til at fáa eina
klekkiliga lønarhækking úr 58.527
krónum upp í 76.085 krónur. Tað er
ein munur upp á 17.558 krónur.
Løgmaður
leggur
miðlarnar
undir einans at vilja gera rámandi
yvirskriftir og ikki seta seg ordliga
inn í uppskotið, sum hevur stórar
sparingar við sær, sigur løgmaður.
Men lat okkum hyggja, hvussu
nógv tað sparir, um vit taka verandi
manning í Tinganesi sum dømi:
Løgmaður hevur longu vunnið
sær fulla pensjón upp á 60 prosent
av løgmanslønini frá tí hann fyllir 67
ár. Hann fær kortini lønarhækking
upp á 17.558 krónur um mánðin.
Sparingin í pensjón til løgmann er
0 – skrivað NULL – krónur.
Tað sama er galdandi fyri Johan
Dahl, fyri Bjørn Kalsø, fyri Jørgen
Niclasen, fyri Jacob Vestergaard,
fyri Karsten Hansen og fyri Anniku
Olsen – treytað av, at hon situr í
landsstýrinum í eitt ár afturat.
Løgmaður og hansara manning
hava tryggjað sær síni pensjónsvið
urskfiti, áðrenn tey bera uppskotið
niðan í tingið. Landskassin sparir
ikki eina krónu í pensjónskrónum
til hesi landsstýrisfólk. Men tað
kundi landskassin gjørt, um løg
maður hevði verið fyrr á sjóvar
fallinum og bar uppskotið níðan í
tingið longu í 2008, tá hann tók við
sum løgmaður. Uppskotið lá klárt
í skuffuni hjá honum, tá hann tók
við. Og hann hevur síðani fingið
tvey álit afturat.
So heldur enn at leggja miðanar
undir at vera óseriøsar, so átti løg
maður at avgreitt hetta málið á ein
virðiligan hátt.
løgmaður sparir 0 krónur
Útlendsku fiskimenninir við
Anitu, mugu ikki sendast av
landinum enn.
Tað heldur Fiskimanna
felagið.
Jan Højgaard, formaður
í Fiskimannafelagnum, biðj
ur nú Johan Dahl, lands
stýrismann í vinnumálum,
tryggja, at bíðja við at senda
útlendsku fiskimenninar av
landinum, til umstøðurnar
hjá monnunum eru kannaðar
og lýstar til fulnar.
Ongin greiða tykist vera
á, hvørja støðu manningin
er komin í eftir vanlukkuna
11. februar, sum kravdi eitt
mannalív og nú er einasta
avleiðingin fyri teir, at teir
verða sendir heim.
Jan Højgaard sigur, at
tað er óvissa um støðuna
hjá manningini. Tað er eisini
óvist um reiðaríið fer at rinda
monnunum hýru og annars
halda sínar skyldur mótvegis
manningini,
Hóast útlendingamál er
danskt málsøki, eiga føroyskir
myndugleikar at taka ábyrgd
av, at útlendingar umborð á
føroyskum skipum undir før
oyskum flaggi verða virðiliga
viðfarnir, sigur formaðurin í
Fiskimannafelagnum.
Hann sigur, at málið hev
ur bráskund, tí sambært
løgregluni skulu útlending
arnir sendast av landinum
við fyrsta flogfarinum í
morginsárið,
á
Grækaris
messu, mikudagin 12. mars.
Ikki sendast av landinum enn
Tað er nú greitt, at Kaj Leo
Holm Johannesen verður
formaður Sambandsfloks
ins í hvussu so er í eitt ár
afturat.
Sambandsflokkurin hev
ur landsfund leygardagin,
tá formaður og nevnd skal
veljast. Freistin at lata inn
uppskot um valevni var úti
á midnátt í mánakvøldið.
Og týsmorgunin kundi
Reidar Nónfjall, skrivari
floksins, staðfesta, at eingi
uppskot um valevni til for
mansstarvið í Sambands
flokkinum,
eru
komin
flokkinum í hendi.
Skipanin í flokkinum sig
ur eisini, at tann, sum sigur
seg frá, skal eisini boða frá
tí minst fimm dagar fyri
landsfundin.
Men
Reidar
Nónfjall
sigur, at Kaj Leo Holm Jo
hannesen hevur heldur ikki
boðað frá, at hann tekur seg
aftur sum formann. Sostatt
er greitt, at leiðslan í Sam
bandsflokkinum
verður
óbroytt hetta næsta árið.
Annars hava leysasøgur
gingið í fleiri ár um, at Sam
bandsfólk hava verið mis
nøgd við politisku kósina
og leiðsluna í flokkinum.
Ein er veteranurin og
ímyndin
av
Sambands
flokkinum, Lisbeth Peter
sen, fyrrverandi forkvinna
floksins, fyrrverandi fólka
tingslimur, borgarstjóri, løg
tingslimur, og mangt annað
fyri flokkin. Hon hevur
takkað fyri seg og hevur
meldað seg úr flokkinum.
Ein annar veteranur í
flokkinum, Edmund Joen
sen, fyrrverandi formaður
og løgmaður, og núverandi
fólkatingsmaður,
hevur
heldur ikki spart upp á
krútið, tá ið hann hevur sagt
sína hugsan um politisku
kósina hjá flokkinum, og
hjá samgonguni
Tí hevur í fleiri ár verið
róð fram undir, at onkur fór
at bjóða sitandi formanni
av.
Men nú kann so staðfest
ast, at Sambandsfólk hava
fult álit á formanninum, so
hann sostatt situr tryggur
í formanssessinum hetta
næsta árið eisini.
Eingin hóttir Kaj Leo
Øll í landsstýrinum hava
tryggjað sær feitu pensjónina