Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 12. mars 2014 · Nr. 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Rólant Waag Dam Hóast Kaj Leo Holm Johanne­sen seinnapartin í gjár lætt og elegant leyp tann partin um, so er tað ein veru­leiki, at hann sjálvur og hansara landsstýrisfólk, akkur­át einki missa við nýgg­ ja lógaruppskotinum um sam­sýning og eftirløn lands­ stýris­manna. Tvørturímóti gev­ur hann sær sjálvum eina lønarhækkan á 17.558 krón­ur um mánaðin, um­ framt at lønin hjá hansara lands­stýrisfólkum hækkar við 14.535 krónum um mán­ að­in, um løgmaður held­ ur fram eftir næsta val og hann tilnevnir somu lands­ stýrisfólk. Ógvusliga lønar­ hækkingin er ein av tveim­ um broytingum, sum Kaj Leo Holm Johannensen og hansara landsstýrisfólk fara at merkja. Men tað segði løg­mað­ur einki um, tá hann seinna­partin í gjár kendi seg noyddan at koma við eini almennari viðmerking til málið, eftir at bæði Miðl­a­húsið og Kringvarp Føroya hava varpað ljós á lógaruppskotið. Hin broytingin, sum Kaj Leo Holm Johannesen held­ ur ikki nevnir í almennu við­merking sínari, er, at lógar­uppskotið eisini tryggj­ ar honum 15 prosent av løn­ ini í eftirløn. Altso fáa Kaj Leo Holm Johannesen og landsstýrisfólk hans­ara fyrst og fremst ei­na ovur­honds­ stóra løn­ar­hækk­an, um tey eisini verða landsstýrisfólk, tá hetta valskeiðið er av, og 15 pro­sent í eftirløn, sum landið rind­ar og sum tey annars ikki hava rætt til í dag. Fortelur ikki alt Heldur ikki hetta nevndi Kaj Leo Holm Johannesen í gjár. Hin­vegin segði hann millum annað soleiðis: »Verður uppskotið um sam­sýning og eftirløn lands­stýrismanna samtykt í Løgtinginum, fáa lands­ stýris­fólk verri sømdir eftir komandi val. Verða eftir­løn­ ar­við­ur­sk­iftini broytt, ótíðar­ hósk­andi skatta­fríu ágóð­ ar­nar tiknar av, og rudd­að verð­ur upp í frá­far­ing­ar­løn­u­ num, er talan í veru­leika­num um eina stóra spar­ing. Fjølmiðlar tykjast kortini hava størri áhuga í at petta uppskotið hjá óheftu nevnd­ ini sundur fyri at finna eina rámandi yvirskrift. Við­ gerðin gerst villleiðandi, tí uppskotið er ein heild og má viðgerast sum ein heild. Tað nyttar ikki bara at greiða frá, hvat løgmaður og landsstýrisfólk fáa. Tað er sanni­liga eisini neyðugt at upp­lýsa, hvat tey missa við upp­skoti­num Uppskotið, sum óhefta nevnd­in hevur orðað, leggur upp til, at løgmaður og lands­ stýrisfólk fáa hægri løn, men upp­skotið strikar eisini gyltu eftirlønarskipanina, ótíð­ar­ hóskandi skattafría borðfæið og kostnaðarendurgjaldið. Hetta fer í krónum og oyr­ um at merkja ein mun­andi niðurskurð hjá lands­stýris­ fólkum. Sam­stundis sparir tað almenna pening«. Missa einki men fáa bara Tað er rætt, at nýggj lands­ stýri­sfólk fara at fáa verri sømd­ir, um uppskotið um sam­sýn­ing og eftirløn lands­ stýris­manna verður samtykt. Tað er eisini rætt, at talan verð­ur um eina sparing hjá tí almenna. Men tey lands­ stýrisfólkini og tann løg­ mað­urin, sum sita í dag, fáa bara fyrimunir við nýggju skipan­ini. Hetta tí, at tey um­ framt lønarhækkanina, fría ráðharrabilin og nýggja pen­ sjón­sinngjaldið, eisini varð­ veita øll vunnin rættindi og gyltar eftirlønaravtalur. Løgmaður minnir í við­ merking sínari á, at tað er umráðandi upplýsa, hvat lands­stýrisfólkini missa við nýgg­ju skipanini. Samstundis gloym­ir løgmaður – tilvitað ella ei – at upplýsa, at hann og hansara landsstýrisfólk bara fáa og einki missa við broyt­ing­ar­uppskotinum, sum hann hevur lagt fyri ting­ið. - Tað er rætt, at eg einki missi við nýggju skipanini, sig­ur Kaj Leo Holm Jo­hanne­ sen, løgmaður, sum vátt­ar, at hann við nýggja upp­skoti­ num fær eina lønar­hækk­an. Hann hevur annars ikki stór­ vegis viðmerkingar til málið, áðrenn tað hevur verið fyri í tingi­num fríggjadagin. Vit ætlaðu annars at spyrja løg­mann, hvat hann heldur um, at hansara løn verður so nógv hægri, samstundis sum hann varðveitir sína gyltu eftir­ løn, um hann heldur fram sum løgmaður eftir val­ið. Tað hevur hann ikki nakra viðmerking til, áðrenn málið hevur verið viðgjørt í tingi­ num, umframt at hann held­ ur ikki hevur nakra mein­ing, um tað hevði verið rætt­ari at gjørt eina serstaka lønar­ skipan fyri tey, sum lon­gu hava vunnið sær fulla eftir­ løn og samstundis fáa lønar­ hækkan, sum eitt nú løg­mað­ ur sjálvur. - Hatta er ein fínur spurn­ ing­ur til lønarnevndina, sigur løg­maður. Landsstýrisfólk fáa nógv betri sømdir Landssstýrisfólk fáa verri sømdir sigur løgmaður. Tað er tó ikki galdandi fyri hansara landsstýrisfólk. Tí verða tey afturvald, so varðveita tey gyltu eftirlønina, sum tey hava vunnið sær, umframt at tey fáa ógvusliga lønarhækkan og frían ráðharrabil. - Tað er rætt, at eg einki missi við hesum, sigur løgmaður »Nýggj landsstýrisfólk fáa verri sømdir«, hevði verið rætta yvirskriftin á skrivinum, ásannar løgmaður So leingi hava lands­stýris­fólkini sitið. Øll hava vunnið sær fulla tænastu­manna­pensjón, uttan Annika Ol­sen, sum tó hevur vunnið sær sína pensjón, tá hetta val­skeiðið er av. Kaj Leo Johannesen tingmaður ..............................2002-2008..................................................................................6,5 ár landsstýri ................................2008-2014.....................................................................................6 ár Johan Dahl tingmaður ...............................2002-2008.....................................................................................6 ár landsstýri.................................2008-2014.....................................................................................6 ár Bjørn Kalsø tingmaður ...............................2008-2011 = 3 ár landsstýri ................................2004-2008 & 2011-2014............................................................7 ár Jørgen Niclasen tingmaður ...............................1994-98 & 2003-2008 & 2011................................................10 ár landsstýri ................................1998-2003 & 2008-2011 & 2011-2014................................10 ár Annika Olsen tingmaður................................2008 og 2011........................................................................ uml 1 ár landsstýri.................................2008-2011 & 2011-2014............................................................6 ár Jacob Vestergaard tingmaður ...............................2008 & 2011-2012.............................................................. uml. 2 ár landsstýri.................................2003-2004 & 2005-2008 & 2008-2011 & 2012-2014........9 ár Karsten Hansen tingmaður................................2004-2008 & 2008-2011............................................................7 ár landsstýri ................................1998-2003 & 2008-2008 & 2011-2013..................................8 ár Fakta