Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. mars 2014 · Nr. 30 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Harraleys Verk H. Petur Nielsen Tann 25. Nov í farna ári, með­ an Amnesti og onnur minn­ast dagin, kemur Tumm­as í Garði, fyrrverandi lækna­stjóri, sum ketta úr høvda­trog og boðar frá egnum hjálparloysi og deyða millum oyggjarnar. Blaðmaðurin skrivar við Tummasi sum heimildar­ manni “..tað er hent meira enn einaferð, at sjúklingar í Føroyum eru deyðir, tí teir ikki beinanvegin eru komnir undir røttu serlæknahendur undir bráðsjúku ella eftir van­ lukkutilburð”. Umframt at vera partur av sjúkrahúsleiðsluni á Lands­ sjúkrahúsinum(LS) í fleiri ár hevur Tummas samstundis verið læknafakligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum. Slík­ ar álvarsligar tilburðir sum Tummas sigur seg vita um, hevði ein so rokn­að við, at hann tók upp við Heilsu­mála­ ráðið, so møguligar skeiv­ar mannagongdir kundu rættast. Slík viðurskifti hava ikki bert almennan, men ser­liga heilsufakligan áhuga. Eg havi tí biðið Heilsu­ mála­ráðið(HMR) um innlit, um slíkar fráboðanir. - Men nei, har er ongin slík fráboðan ella mál og í svarinum sigur HMR ikki óvantað, at hetta er ikki teirra ábyrgdarøki. Hetta skal eg koma aftur til. HMR vil tó umhugsa at venda sær til landslæknan um málið. Tað er í grundini und­an­ førsla og møsn, at Tumm­as ikki fyrr enn nú í al­menna tjakinum, sigur seg kunna gera vart við slík viður­skifti. Heilsufaklig trygd og dygd var partur av arbeiðs­setn­ ingi hansara. Tað er sera álv­ arsligt at okkara med­borg­arar misfarast av orga­nisa­toriskum viðurskiftum í heilsu­verkinum. So ein átti at tikið sum givið at sjúkra­húsleiðslan á LS, hansara egni sjúkrahússtjóri var kunn­aður. Hetta hevði tí verið eitt sjálvsagt mál fyri reglu­ligu samstarvfundirnar mill­um sjúkrahússtjórarnar. Men munnliga havi eg fing­ið at vita frá bæði Hera Ell­ings­gård, sjúkrahússtjóra á KS og Ronnié Midjord, sjúkra­hús­stjóra á SSH, at teir ikki hava hoyrt eitt orð grett um hesi viðurskifti frá sjúkrahússtjóranum á LS. Er tað hugsandi at hesi álvars­ ligu viðurskifti Tummas før­ir fram á torg ikki eru umrødd í sjúkrahúsleiðsluni á LS? Situr sjúkrahússtjórin á LS omaná so viðkvæmun upplýsingum, ella roynir Tummas seg ein ferð enn við eini fáfongdari ikki skjalfestari søgu, sum skjól fyri eini pallseting av sær sjálvum? Í sama temablað um heilsu­verkið, verður eisini ró fram­undir, at setaninar av yvirlæknunum – og har við eisini undirritaða - á Suðu­ royar sjúkrahúsið, ikki eru góðkendar av HMR. Tað kundi líkst Tummasi, at hann eisini var heimildarmaður og faddur at hesi søgu. – Men geri eg hon­ um órætt kann blað­mað­urin rætta meg. Sambart sjúkrahúslógini skal minst ein serlækni í al­menn kirurgi og ein ser­ lækni í intern medisin vera settur við hvørt av teim trim­um sjúkrahúsunum. Og júst so eru yvirlæknanir á Suður­oyar Sjúkrahúsi settir. Soleiðis eru eisini flestu av yvir­læknunum á Lands­ sjúkra­húsinum og á Klaks­ víkar Sjúkra­húsi settir. Flestu okkara hava eina ser­grein, sum er høv­uðs­arbeiðs­økið okkara. Hvussu HMR tulkar kravið um at: “Við øll sjúkra­ húsini kunnu setast á stovn sergreinar eftir góðkenning frá landsstýrismanninum” sæst í svari til undirritaða í sam­band við fyrispurning um innlit í hesi viðurskifti á Landssjúkrahúsinum . Sum tað sæst er tulkingin ikki einføld og kann helst ikki gerast neyv, so illa hetta lógarsmíð, sum bert hevur fá ár á baki, er frágingið. Tað sum í hesum sambandi hevur týdning, er tó, at HMR metir bæði setan og virkisøkið hjá yvirlæknunum á Suðuroyar Sjúkrahúsið at verða lógliga og í trá við sjúkrahúslógina. Meðan Tummas hev­ur verið læknastjóri á Lands­ sjúkra­húsinum, eru trý ser­ lækna­størv sett á stovn á medisinska deplinum. Eitt í nýra­sjúkum, sum hevur ver­ ið stórur tørvur á í mong ár. Eitt í blóðsjúkum, sum í grundini er ov smalt til so lítið fólkagrundarlag. Og eitt í infektiónssjúkum, sum var harliga tiltrongt, og í grundini skuldi verið lyft upp til eina landsfunktión, sum saman við lands-djóralækna kundi skipa fyri eini smittuverju strategi fyri landi. Bert síðsta starvið í in­ fek­tións­medisin er sett eftir góð­kenn­ing frá lands­stýris­ mann­inum. Hini bæði ser­ lækna­størv­ini eru sett, uttan góð­kenning frá lands­stýris­ manninum, av júst sjúkra­hús­ leiðsluni, sum Tumm­as var partur av. Alt hetta veit Tummas í Garðið. Hvørjum ørindum er Tummas í Garði so í ? Eg eri farin at ivast í um hann veit tað sjálvur. Hesin heilsu­fak­ liga grunni, illgrundaði og smásmarti mátin hevur verið fastur tóttur av leiðslu­stílinum á LS í skjótt mong ár. Stúranin, Tummmas í dag hevur um heilsuna hjá før­ oysk­um sjúklingum, eru sjálv­ sagt tað beru lótir. Í løtuni heldur hann tað vera opper­ tunt at rópa upp um deyða og ússaliga tilrættalegging í heilsuverkinum. Men tá hann fyri fáum árum síðan, sum lækna­stjóri hevði møgu­ leikan og ikki minst skyldu at rætta upp á beinleiðis vanda­ miklu mannagongdirnar, við óneyðugum deyða á medi­ sinska deplinum á LS sum av­ leiðing, var hann púra kald­ ur og líka­sælur, hóast hann var biðin um at gera sína ávirk­an gald­a­ndi. Tvørtur­ ímóti vardi hann vandamiklu mannagongdunar, sum danska Heilsustýrið síðan feldi dóm yvir og átalaði. Í grund­ini dugdi hann ikki at síggja um sítt hús, vita hvar hann stóð í starvi sínum og handla har eftir. Tían­verri hevur hann ikki verið einsamallur. Leiðslu­ manningin á LS hevur síðan aldarskiftið verið merkt av heilsufakliga og leiðsluliga óroyndum fólki. Í niðurstøðu sum heilsu­ stýrið gjørdi um teir ítøkuligu partar av virkseminum, sum eg hevði neyvast innlit í og sum eg bað teir gera met­ing um, kann lesast í svar­um teirra til LS, HMR og Lands­lækna. Líkasælan frá teimum sum sótu við endaligari ábyrgd í sjúkrahúsleiðsluni, nevniliga Tummas í Garði og Poul Geert Hansen, við­førdi eisini eina kæru um embætisførslu teirra, sum løg­mansskrivstovan bað danska Heilsumálaráðið gera meting um fyri seg . Sum sæst, er tað ongin – hvørki heima­ stýrið ella danska heilsu­stýrið, sum halda seg hava ábyrgd av stýringini av føroyska heilsu­ verkinum. Danska heilsustýrið viður­kennir sær ábyrgd av per­sónliga eftirlitinum av autoriseraðum starvsfólki, og harvið endar teirra partur. Í sínum ráðaloysi fyri at sleppa frá at taka støðu til leiklutin hjá Poul Gerrt Hansen og Tummas í Garðið í vanlukkuligu stýringini á LS, spyr ráðgevin á løg­ mans­skrivstovuni umboðið fyri donsku umsitingina í Før­oyum um, hvør hevur ábyrgd­una um ein sjúkra­hús­ stjóri t.d. tekur avgerð um “at ambulancerne ikki kører efter kl. 15”. - Jú slík­ir spurningar vera guð hjálpi mær sendir av Løg­mans­skrivstovuni – før­ oyska statsministerinum - og út í heim. Danska umsitingin tvs. landslækni, ríkis­um­boði og avarandi ministeri­um svara, at tað eigur heima­ stýrið, meðan løg­mans­skriv­ stovan heldur framm at renna undan. – Tann sum hevur hug, kann lesa svar frá Heilsu­ stýr­inum til ríkis­umboðið og løgmansskrivstovuna dag­ fest 26. sept. 2012 og svar frá løg­mans­skriv­stovuni til m.a. undir­ritaða dagfest 4. dec. 2012 j.nr.0103-004/10 har løg­ maður eisini sigur, at hann fer at takað ábyrgdina fyri heilsu­verkinum upp við landstýrismannin í heilsu­ mál­um. Tá tað kemur til at fyri­ byrgja óneyðugum deyða og meini millum sjúklingar í Før­oyska heilsuverkinum, hevði Tummas í Garðið all­ar møguleikar at ávirka viður­ skiftini. Og tá tað kem­ur til starvssetanir hevði hann møguleikar at fyri­byrgja spekulatión og neputismu í hjálparlækna og yvir­lækna­ størv­unum á LS. – Men Tumm­ as gjørdi onki, púrt onki. Løgmans­skriv­stovan hevur treyðugt og trilvandi tala at um bæði viðurskifti. Viðvíkandi kjakinum um trý sjúkrahús ella ikki fari eg at heita á miðlafólk og luttakarar annars at við­gera sjúkrahúsini hvør sær. Serliga eigur ein ikki at greipa Suðuroyar og Klaks­ víkar sjúkrahús sam­an, tí landafrøðiligu for­treytirnar at loysa bráð­feingissjúkrahjálp í løtuni eru heilt ymiskar fyri suðringar og norðingar. Fyri nøkrum døgum síðan hevði mín fyrr­verandi starvsfelagaði Óli Mikkelsen lesarabræv í miðlunum, har hann fannst at landsstýrismanninum, tí at sjúkrahúsini ikki vóru um­ rødd í heilsunýskipanini, sum varð framløgd fyri nøkrum mánaðum síðan. Eg eri samdur í, at tað er ein veikleiki. Positiva gongd­in í samstarvinum mill­um sjúkrahúsini upp undir aldarskiftið er horv­in. Snævurskygdi og makt­full­ komni leiðslu­stílurin á LS eftir aldarskiftið, sum fyri nøkrum árum síðan, varð eksporteraður niðan í HMR, hevur verið eitt afturstig í saman­sjóingi av føroyska heilsu­verkinum. 10. mars 2014 eblaðið sos.fo