Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. mars 2014 · Nr. 30 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsskrá 1. Frágreiðing frá nevndini um virki felagsins í farna ári. 2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar. 3. Avgerð um nýtslu av yvirskoti sambært góðkenda roknskapinum. 4. Fráboðan frá Suðuroyargrunninum viðvíkjandi rætti grunsins at tilnevna ein nevndarlim sambært § 14. Suðuroyargrunnurin hevur boðað frá, at hann fer at tilnevna Hanna O. Nielsen, bankakvinna, hjálparfólk (økisdepilin fyri sinnisveik), Gjógvarávegur 14, 900 Vágur, sum nevndarlim. 5. Val av nevndarlimum. Óli Holm stendur fyri vali sambært § 14, stk. 2, og § 21, stk 4, í viðtøkunum. Nevndin mælir til, at Óli Holm verður afturvaldur. Um fleiri upplýsingar ynskjast um valevnisuppskot nevndarinnar, verður víst til heimasíðu felagsins www.ss.fo og grannskoðaðu ársfrásøgnina. 6. Val av grannskoðan. Nevndin mælir til afturval av verandi uttanhýsis grannskoðara, Sp/f Numo, løggilt grannskoðaravirki. 7. Uppskot frá nevndini: Nevndin mælir til, at nevndarsamsýningin verður óbroytt galdandi fyri 2014 soleiðis, at aðalfundurin viðtekur, at samsýningin til nevndarlimir sparikassans verður latin samsvarandi samsýningarpolitikki felagsins frá apríl 2013, við støði í hesum: Grundsamsýning: 30.000 kr. Nevndarformaður: 2 x grundsamsýning Næstformaður: 1,5 x grundsamsýning Aðrir nevndarlimir: 1 x grundsamsýning Fyri eykaarbeiði, í grannskoðanarbólkinum ella serligar nógvar nevndarfundir, kann veitast ein eykasamsýning. 8. Ymiskt Fyri at hava rætt til at møta á aðalfundinum skulu partaeigarar, fólk við fulltrú og umboð fyri fjølmiðlar í seinasta lagi hósdagin 27. mars 2014 hava boðað felagnum frá luttøku á deildum felagsins í Vági ella í Tórshavn. Rætturin hjá einstøku partaeigarum felagsins til at luttaka á aðalfundinum og at greiða atkvøðu verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigarar eiga mánadagin 24. mars 2014. Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum møguleika at geva skrivliga fulltrú. Fulltrúarskjal er at finna á www.ss.fo og í deildum felagsins. Skjal at nýta í samband við møguliga brævatkvøðu er at finna á www.ss.fo og í deildum felagsins. Um so er, at tygum ynskja at geva brævatkvøðu skal brævatkvøðuskjalið vera móttikið á høvuðsskrivstovu felagsins í Vági í seinasta lagi mánadagin 31. mars 2014 kl. 16.00. Grannskoðaða ársfrásøgnin kemur saman við dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum at liggja frammi á høvuðsskrivstovu felagsins í Vági í seinasta lagi 2 vikur fyri aðalfundin. Vágur, tann 10. mars 2014 NEVNDIN Ársaðalfundur í P/F Suðuroyar Sparikassa Boðað verður við hesum til ársaðalfundar í P/F Suðuroyar Sparikassa mánadagin 31. mars 2014 kl. 19.00 á høvuðsskrivstovuni hjá P/F Suðuroyar Sparikassa, Vágsvegur 60, Vágur. ANNIJANNI