týsdagur 11. mars 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. mars 2014 · Nr. 30
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Bárður
gjørdi
munin
Víkingur vann í gjár søguligan sigur í Stórsteypadystinum móti HB. Við tveimum
málum frá dagsins spælara vann Víkingur Stórsteypadystin á fyrsta sinni
Tróndur Arge – Gundadalur
Víkingur
og
Sigfríður
Clementsen stóðu fyrstu
royndina, meðan HB á fysta
sinni í uppstartinum dump
aði. Sigfríður telvaði nakað
øðrvísi enn væntað, meðan
HB uttan Andrew av Fløtum
í fyrra hálvleiki, hevði óvan
liga trupult við at fáa spælið
at rigga.
Sigfríður hevði valt at
flyta Súna Olsen í mið
verjuni, Erlingi Jacobsen á
vinstra vongi, meðan ungir
menn sum Ingi Sørensen og
Sámal Jákup Joensen fingu
møguleikan frá byrjan.
Heðin
Askham
hevði
fleiri snuddir í hópinum,
sum gjørdu at Andrew av
Fløtum og Tróndur Jensen
byrjaðu á bonkinum, meðan
Gunnar Haraldsen als við var
við. Tað gjørdi, at ungi Bartal
Wardum byrjaði á bakkinum,
og at Poul Ingason spældi frá
byrja á topp.
Bárður Hansen
gjørdi munin
Besti spælarin á vøllinum var
høgri bakkurin hjá Víkingi,
Bárður
Hansen.
Hann
varð valdur til liðskipara á
U21 landsliðnum, nú Gilli
Sørensen er fluttur upp á
A-landsliðið. Hann spældi
partvís yvir fyri René Shaki
Joensen, og partvís yvir fyri
Christiani R. Mouritsen.
Tað eru tveir spælarar við
ymiskum kvalitetum. René er
skjótur sum fáaur í føroysku
kappingini, meðan Christian
er kvikur á fótum og hevur
framúr bóltførleika. Tó fekk
hvørgin nakað burtur úr í
tvídystunum
móti
Bárði,
sum við ágrýtni og snildum
vann
flestu
tvídystirnar
hann fór í.
Hann gevur ongantíð upp
og orkan tykist nærmast
óendaleys. Tú kanst gott
dribbla framvið honum, men
áðrenn tú ert komin allan
vegin forbí, so kemur hann
drønandi við fullari ferð eftir
tær aftur.
Hann og meiri ókendi
Sámal
Jákup
Joensen
spældu á høgru síðu hjá
Víkingi. Fór Bárður fram í
álop, so bakkaði Sámal Jákup
hann upp. Soleiðis skiftu teir
um, hóast Báður tóktist hava
útgangsstøðið í høgra bakki.
Tvey góð mál
Fyrsta málið hjá Víkingi
kom eftir fríspark nakað
miðskeiði á hálvuni hjá HB.
Nakað úr vinstru síðu sendi
Súni Olsen bóltin innfyri,
har Báður millum fleiri HB
spælarar hevði lisið støðuna
av og setti høvdið á bóltin.
1-0 til Víking.
Avgerandi málið í dyst
inum kom tólv minuttir fyri
tíð, tá HB verjan ikki fekk
ruddað vekk. Brádliga fær
Bárður Hansen, sum enn
eina ferð er komin framvið,
fatur á bóltinum stutt uttan
fyri brotsteigin. Við sínum
kalda vinstra beini skorar
hann trygt.
– Við allari viðring fyri
Jónas Tór Næs, so haldi eg,
at Bárður Hansen er besti
høgri bakkurin í landinum,
sigur Sigfríður Clementsen,
venjari hjá Víkingi.
Bárður Hansen fær ársins
fyrsta 6-tal fyri avrikið í
dystinum mánakvøldið.
Hallur og Súni væl fyri
Hallur Hansson spældi mitt
á miðjuni allan dystin. Hann
var sjónligur og íblandur
nógvum. Hann søkir bóltin
og tvídystirnar. Tí er hann
nógv á bóltinum og somu
leiðis í nógvum nærdystum.
Hallur er uttan iva ein sannur
fongur fyri Víking, men hann
var eisini upprunin til málið
hjá HB, tá hann skuldi leggja
bóltin aftur til málverjan,
men avleveringin gjørdist
alt ov stutt. Tú situr við eis
ini kenslu av, at avrikini hjá
Halli Hansson koma at hava
stóran týdning fyri Víking í
ár.
Sigfríður hevði valt at
hava Súna Olsen í miðverj
uni. Tað eydnaðist væl, men
tað tykist eitt sindur um
vent, tá Erling Jacobsen
Atli fekk bara 40 minuttir Sigfríður Clementsen, venjari hjá
Víkingi, hivaði Atla Gregersen út eftir bara 40 minuttir av fyrra
hálvleiki. – Hann vildi ikki hava at eg skuldi fáa eitt gult kort afturat,
tí tað telur í landskappingin, greiðir Atli Gregersen frá, sum ikki var
heilt samdur við avgerðini, men ásannar at venjari bestemmar.