Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-11, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 fótbóltur 2014 Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum Tiltikið er at vera »trúgvur sum trøllið«, og uttan at vit skulu skamrósa okkum sjálvum, ber væl til at siga so um ársins útgávu av fótbóltsblaðnum, tú júst nú situr og lesur, tí hetta er fimtanda árið á rað, at vit koma út við hesi serligu upptaktini til fótbóltskappingina. Koyrt hevur verið eftir nøkulunda sama leisti øll árini, men tó við ymsum dagføringum, ið tíðin ella umstøður annars hava kravt. Men grundleggjandi er talan um sama blað, ið vit vita, at fótbóltssvangir føroyingar plaga at taka væl ímóti. Blaðið hesaferð er kanska tað mest einfalda nakrantíð, tí tað snýr seg stórt sæð bara um kappingina í Effodeildini ella besta mansfótbóltin. Hetta er eitt tilvitað val, vit hava gjørt, tí upp á tann mátan fáa vit gjørt eitt sindur meira burtur úr mansfótbóltinum, heldur enn at gloypa fleiri evnum, tí so kundi alt blivið so smábýtt. Og sjálvt um vit ikki umrøða eitt nú landsarbeiði, kvinnufótbólt ella annað í júst hesum blaðnum, so eru ráð fyri tí, tí framvegis ber til hjá okkum at fáa lýst onnur evni og aðrar kappingar í øðrum av miðlum okkara, so tey fótbóltsáhugaðu ikki verða við skerdan lut allíkavæl. Leisturin er í stuttum tann í hesum blaðnum, at vit hava eina lýsing av hvørjum av teimum tíggju Effoliðunum, umframt samrøðu við ein profil, sum í flestu førum er venjarin, men eisini kann vera onkur annar. Haraftrat hava vit samlað allar hóparnar saman, umframt at vit hava nakrar upplýsingar um hvørt felag, so lætt er hjá lesaranum at gera sær eina mynd av, hvussu tað plagar at vera og hvussu útlitini eru. Hetta er nøkulunda tann leisturin, vit plaga at brúka, so lesarin kennir seg óivað aftur í blaðnum í ár við. Eisini er á miðsíðunum yvirlit yvir alla kappingina í Effodeildini, so hon kann setast í glas og rammu og heingjast upp á veggin… Ein áhugaverdur vinkul við kappingini hesaferð er, at Eysturoyggin er so væl umboðað, sum hon kann vera tað, tí har eru bæði B68, ÍF, NSÍ, Skála og Víkingur, um vit nevna tey reinu eysturoyarliðini, og við einum góðum vilja kann EB/Streymur saktans teljast uppí eisini, og nú landfast er undir Leirvíksfirði, er KÍ eisini partur av sama øki. Í hinum leirinum eru so tey trý liðini í høvuðsstaðarøkinum, sum eru AB, B36 og HB. Alt hetta letur upp fyri fleiri spennandi grannauppgerðum í Eysturoynni og har um leiðir, eins og fleiri lokalbrak eisini verða í høvuðsstaðnum gjøgnum kappingarárið. Hinvegin kunnu vit longu mestsum við vissu staðfesta, at Suðuroyggin verður umboðað í bestu deildini aftur næsta ár. Hetta tí heilt einføldu orsøk, at bara trý av teimum tíggju liðunum har kunnu flyta upp, og tey eru 07 Vestur og so suðuroyarliðini bæði, FC Suðuroy og TB. Tvey lið flyta upp, so sannlíkindini fyri, at eitt teirra er eitt suðuroyarlið, eru rættiliga stór. Restin eru eykamanningar hjá liðum í bestu deildini, sum ikki kunnu flyta upp, hóast tey enda á ovastu rók, tá árið er liðugt. Soleiðis hevur tíðin flutt tingini, tí vit skulu ikki so nógv ár aftur, at stórur spenningur var í næstbestu deildini á hvørjum ári, samstundis sum tað var rárasta hending, at nakað felag í bestu deildini eisini hevði lið í tí næstbestu. Eitt annað, ið vert er at nevna, nú hugleitt verður um føroyska fótbóltin, er alt tað stóra og umfevnandi hagtalstilfar, sum er blivið alment atkomiligt upp á ein lættan og skjótan máta, nú heimasíðan FaroeSoccer er komin á vøllin sum ógvuliga hentur og góður viðspælari hjá bæði spælarum, fjepparum og ikki minst okkum miðlafólkum. Tað er ikki tað ting, ið ikki kann finnast á heimasíðuni hjá FaroeSoccer, sum er einføld og greið at fara í holt við. Hetta er sanniliga ein gáva til teirra, ið vilja fylgja við, tí frammanundan var mestsum vónleyst at finna sjálvt tey einfaldastu hagtølini, tí eingin einstøk kelda var at fara til. Arbeiðið, sum FaroeSoccer ger, er gull vert fyri føroyskan fótbólt, og vónandi taka allir partar hendur saman fyri av varðveita og fremvegis menna hesa keldu til sannar dýrgripir, tá um hagtalstilfar umræður. Sum undanfarin ár, ætla vit eisini í ár at leggja stóran dent á fótbóltin, tá kappingin fer í gongd. Bæði í Sosialinum, á Rás 2 og á tíðindaportalinum in.fo hava vit bestu møguleikar at varpa ljós á ta ítróttargreinina, ið vit mugu ásanna er tann, sum viðkemur flest føroyingum. Okkara partur verður tann vanligi, har vit royna at hava upptaktir, beinleiðis frásagnir og eftirmetingar, og eisini ber í fleiri førum til hjá lesarum og lurtarum beinleiðis at vera við, so tann vinkulin eisini verður lýstur. Og enn sum áður eru vit takksom fyri øll prei og góð hugskot, ið vit fáa frá teimum, ið fylgja væl við og ynskja, at heildarproduktið hjá okkum verður tað best møguliga. Eingin dystur er avgjørdur, fyrr enn hann er spældur, so tí gleða vit okkum til eitt hendingarríkt og spennandi fótbóltsár, har tað framvegis er galdandi, at bólturin er rundur og tað eru ellivu ímóti ellivu, so alt stendur púra opið. Summi hava hug til at fylgja við næstan øllum í senn, meðan onnur mestsum bara fylgja við sínum egna, men felags fyri øll – bæði á vøllinum og uttanfyri – er alskurin til fótbóltin, sum fyri túsundtals føroyingar er eitt felagsmál, ið sameinir fjøld av fólki kring alt landið, sjálvt um okkum ikki nýtist at vera samd altíð. Tað er kanska tann allarstørsta sjarman við fótbóltinum… Gott kappingarár! Fótbóltsblaðið fyri fimtandu ferð Postsmoga 76 110 Tórshavn Tel 341800 www.sosialurin.fo post@sosialurin.fo Blaðstjórn Hilmar Jan Hansen Blaðfólk Tróndur Arge Jóannes A. Hansen Pætur Albinus Myndafólk Álvur Haraldsen Grafiskt snið og umbróting Pætur Eyðunsson Jensen Lýsingar Eyðun Samuelsen Birgir Waag Høgnesen Útgevari Sp/f Sosialurin Prent Prentmið Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum Tilfar úr hesum blaði kann bert verða endurgivið, um loyvi er fingið til tað frammanundan frá viðkomandi blað- ella myndafólki.