týsdagur 11. mars 2014síða 40
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
fótbóltur 2014
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
HB ætlar sær
longri enn á tindin
havnar bóltfelag
Umframt at endurvinna FM heitið hava Heðin Askham og HB eyguni eftir
løgmanssteypinum, sum hevur verið leingi burturi úr HB húsinum, og eftir
vónbrotið í fjør, tá ið tað glapp í síðstu sekundunum, við samanspældum liði at
røkka longri í europeisku kappingunum, enn felagið higartil hevur megnað
Í fjør vunnu teir FM heitið fyri 22. ferð.
Tað fegnaðust tey um í HB, men eingin skal
rokna við, at felagið fer at hvíla á tí, sum er
farið. Fokus er sett ímóti at endurvinna FM,
og málið er at vinna meiri, enn tað hevur
eydnast at vinna níggju tey seinastu árini,
tá ið fýra FM heiti eru vunnin. Í 2004 vann
HB FM og kappingina um løgmanssteypið.
Hvørt ár er málið at vinna báðar
kappingarnar, og soleiðis er tað eisini í ár.
Hóast FM varð vunnið sannførandi, so
skifti leiðslan meistaravenjaran í fjør út.
Heðin Askham verður sagdur at vera tann
rætti at standa fyri barndómsfelagnum,
sum leggur trýst á seg sjálvt. Tað argar,
at tað higartil ikki hevur eydnast HB at
spæla seg víðari í europeisku kappingunum,
burtursæð frá í 1993 , tá ið mótstøðuliðið
ikki møtti upp.
Í fjør var tað tætt við. Eftir 1-1 í Vest
mannaoyggjunum var tað nóg mikið við 0-0
á heimavølli, og tað var støðan, inntil tíðin
var um at vera farin. Tá bríkslaði dómarin
fyri brotssparki, sum ÍBV umsetti til mál,
og punktum varð harvið enn eina ferð sett
fyri víðari europeiskari HB luttøku.
Um lutakastið ikki verður av leið, so eiga
fyritreytirnar at vera fyri, at tað hesa ferð
skal eydnast. HB eigur væl samanspælt og
trimmað lið, sum er eyðkent av, at nógvir
hava royndir á landsliðum.
Í felagnum eru tey fegin um, at nógvir
av spælarunum fáa landsliðsboð. Kortini
kemst ikki uttanum, at tað órógvar
venjingarnar upp undir kappingarbyrjan, tá
ið nógvir spælarar eru burturi. Upp undir
kappingarbyrjan hava fýra spælarar saman
við venjaranum verið á U21 landsliðnum, og
fýra spælarar hava verið á venjingarlegu
við a-landsliðnum.
Haraftrat órógvar tað, at stuðulsspæl
arar hava verið og eru skaðaplágaðir. Her
verður hugsað um Símun Samuelsen og
Christian R. Mouritsen, sum ikki hava spælt
venjingardystir, og um Andrew av Fløtum,
sum ikki hevur verið so nógv uppií.
Teitur M. Gestsson er sjálvskrivaður
málverji og Thmas Knudsen stuðlar honum.
Úti á vøllinum er kapping millum spælarar,
sum ivaleyst allir høvdu verið stuðuls
spælarar í øllum hinum feløgunum.
Jóhan Troest Davidsen var í fjør skansin
í miðverjuni. Higartil í ár hevur hann eisini
verið á vongverjanum, meðan Rógvi S.
Holm hevur verið miðverji saman við nýggja
landsliðsspælaranum Gunnari Haraldsen.
Á vongverjanum í vinstru er Pál M. Joensen
fremri enn veteranurin Alex José dos
Santos. Annað boð er René S. Joensen, um
hann ikki verður meiri framrættaður.
Sjálvskrivaðir á miðvøllinum eru Fróði
Benjaminsen, Heini Vatnsdal og Levi
Hanssen. Aðrir sum stríðast um miðvallar
pláss eru Tróndur Jensen, Teit Jacobsen
og Bartal Wardum. Andrew av Fløtum er
framvegis tann fremsti, og so eru tað aðrir,
sum bjóða seg til framrættað miðvallar
pláss, pláss í borðunum og í álopinum.
Her verður hugsað um Símun Samuelsen,
Christian R. Mouritsen, Kristin R. Mouritsen,
Jógvan Róa Davidsen, Páll M. Joensen, Bárð
J. Heinesen og Poul Ingason.
Úrvalið, evnini og royndirnar siga, at HB
er favorittur. Tað vita tey í felagnum,og tey
halda seg vera brynjað at lyfta avbjóðingini
at røkka fleiri tindum og longri út í verðina.
Meistari (22) 1955, 1960, 1963, 1964, 1965, 1971, 1973,
1974, 1975, 1978, 1981, 1982, 1988, 1990, 1998, 2002,
2003, 2004, 2006, 2009, 2010, 2013
Steypavinnari (26) 1955, 1957, 1959, 1962, 1963, 1964,
1968, 1969, 1971, 1972, 1973, 1975, 1976, 1978, 1979, 1980,
1981, 1982, 1984, 1987, 1988, 1989, 1992, 1995, 1998, 2004
Greipuvinnari (12) 1955, 1963, 1964, 1971, 1973, 1975,
1978, 1981, 1982, 1988, 1998, 2004
Í bestu deildini (72 ár) 1942-1943, 1945-
Í Europa (19) 1993, 1994, 1995, 1996, 1997, 1998, 1999,
2000, 2001, 2003, 2004, 2005, 2006, 2007, 2008, 2009,
2010, 2011, 2013
HB Stovnað 4. oktober 1904 Formaður Finnbogi Arge
1
V
i
t
t
i
p
p
a
Hópurin
1
Teitur Gestsson
16
Thomas Knudsen
2
Alex José dos Santos
BRA
3
Rógvi S. Holm
5
Johan Troest Davidsen
13
Gunnar Haraldsen
18 Pál Mohr Joensen
19
Jógvan Rói Davidsen
23 René Shaki Joensen
6
Heini Vatnsdal
7
Fróði Benjaminsen
11
Christian R. Mouritsen
12
Levi Hanssen
17
Bartal Wardum
21
Kristin Restorff Mouritsen
24 Tróndur Jensen
8
Páll Mohr Joensen
9
Símun Samuelsen
10 Andrew av Fløtum
14 Teit Jacobsen
20 Poul Ingason
22 Bárður J. Heinesen
Venjari Heðin Askham
Hjálparvenjari Jón Simonsen
Frágongd: Bárður Olsen, Hans Jørgensen, Jógvan
Skeel Nolsøe, Sørin Samuelsen og Magnus Egilsson
Tilgong: René Shaki Joensen, Poul Ingason
og Levi Hanssen