Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-11, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2014síða 42

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 fótbóltur 2014 Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum HB hevur fingið dreymavenjaran, og Heðin Askham hevur fingið dreymastarvið. Samansetingin av Heðin Askham og HB hevur leingi ligið og lúrt. Nú er spurningurin um Heðin og HB klára at liva upp til leiklutin sum favorittar Heðin Askham og HB hava gjørt ein trý ára sátt­mála. Tað er hálvt annað ár longri enn nakrar venjari hevur sitið síðani 2002. Úrslitini hava hinvegin verið góð, tí HB hevur vunnið sjey meistaraheiti hesi tólv árini. Hópurin í ár er á pappírinum tann sterkasti í landinum, samstundis sum Heðin Askham telst millum teir bestu venjararnar. Um ikki tann besti fyri HB. Heðin er til reiðar til trýstið, sum fylgir við at verða venjari hjá HB. – Tú skalt merkja, at tú ert á lívi. Tú blívur eisini skarpari av at arbeiða undir trýsti, sigur Heðin Askham um at hava tikið av av­ bjóð­ingini, at verða nýggjur venjari hjá FM vinnarunum. HB og Heðin hava gjørt eina avtalvu fyri tey komandi trý árini. Hóast ongin hevur yvirlivað so leingi í venjarasessinum hjá HB seianstu tólv árini, so er Heðin við gott mót. – Eg ætli mær at gjøgnumføra sáttmálan við HB frá A til Z, sigur Heðin Askham, sum tó er varhugur við at tað kann ganga gali. – Tú kanst aldrin siga aldrin í fótbólti, men eg trúgvi upp á at eg kann gjøgnumføra sátt­málan. Tað vil altíð verða trýst á, men so leingi eg havi stuðul millum spælararnar, so koma fyrstu úrslitini ikki at hava so stóra ávirkan, tí tey skulu nokk koma, sigur Heðin Askham. Vendi aftur sum spælari Í 1992 vendi Heðin Askham aftur til HB, eftir at hava verið í útlegd í trý ár í SÍF. Tá hevði Heðin eina kenslu av, at hann skuldi enda aftur í HB. – Eg endaði aftur í HB sum spælari. Tað var tann sama kenslan eg havi sum venjari. Eg visti ikki av, at tað skuldi verða nú, men tá eg fekk møguleikan, so valdi eg at taka av, sigur nýggi venjarin hjá HB, sum hevur verið venjari hjá B36, EB/Streymi og NSÍ í bestu deildini, umframt at hann saman við Bill M. Jacobsen er venjari hjá U21 landsliðnum. Heðin hevur eina langa søgu í HB. Tí kemur hvørki trýstið ella støddin á felagnum sum eitt sjokk. – Eg veit hvat krevst fyri at vera venjari í HB. Eg fari sjálvandi at gera mítt besta fyri at føra søguna víðari, sigur Heðin Askham. Hann spældi sjávur nógv ár við HB og felagið hevur alment boðað frá, at Heðin hevur verið teirra høvðsmál í nøkur ár. Sostatt er HB og Heðin ein samanseting, sum báðir partar hava ynskt í eina tíð. – Eg má rósa nevndini í HB, sum tykist mær sera nærløgt og fullførd í øllum av­ gerðum. HB er eitt stórt felag upp á fleiri mátar. Eitt er nevndin og søgan, men eg hugsi eisini um umstøðurnar. Skiftingarrúm, venjingar­høli og venjingarumstøðurnar, sigur Heðin Askham. Skaðar avgerandi fyri spælistílin HB hevur higartil í ár spælt nakað meiri bein­leiðis fótbólt, enn vit hava sæð HB spælt fyrr. Tað gongur skjótari frá tí bólturin verður settur í spæl til royndin upp á mál kemur. Tað er ein spæliháttur, sum Heðin Askham kann blíva noyddur til at brúka, um ávísir spælarar ikki eru tøkir. – Høvðusætlanin er ikki, at HB skal hava bóltin minni, men í løtuni eru menn sum Christian R. Mouritsen og Símun Samuelsen skaddir. Eisini er ein spælari sum Andrew av Fløtum avgerandi fyri at kunna spæla tað slagi av fótbólti, men eg havi satt at siga ikki sæð Andrew betri enn í ár, sigur Heðin Askham. Hann vísur eisini á Trónd Jensen, sum í ár skal taka við eftir Bárð Olsen, sum verjukendi miðvallarin, ið skal fordeila bóltarnar. Saman við Heina Vatnsdal og Fróða Benjaminsen, so tykist Heðin hava funnið ætlaðu saman­ setingina á miðvøllinum. Í verjupartinum hevur venjarin lagt seg eftir at hava nógva kropsliga styrki. Jóhan Troest Davidsen er fluttur út á høgra bakkin, meðan Rógvi Holm er tøkur aftur í miðverjuni. – Tað hevur sæð gott út, so tað er ikki óhugsandi, at verjan kemur at síggja soleiðis út, sigur Heðin Askham. Raðfestingin er greið HB er við í trimum kappingum, tá kappingar­ árið byrjar. Tað er landskappingin, steypa­ kappingin og Champions League. Fyri HB er raðfestingin greið. – Vit fara sjálvandi har, sum pengarnir eru. Vit raðfesta landskappingina hægst. Síðan Champions League og so steypakappingina, sigur Heðin Askham, men leggur afturat, at hóast steypakappingin hevur lægst rað­festing av hasum trimum, so verður dentur lagdur á at gera ein vørr í kappingini um Løg­mans­ steypið. Tað er eftir hondini nøkur ár síðani, at HB seinast gjørdi um seg steypakappingini. Tað er ongin ivi um, at HB er favorittur at vinna landskappingina. Teir hava sterkasta hópin, og hava fingið venjarna, sum teir leingi hava ynskt. Tíðin er búgvin at koma aftur til HB