Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-11, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2014síða 44

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 fótbóltur 2014 Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum ÍF skal verja borg Ítróttarfelag Fuglafjarðar Hópurin Hjá Alberti Ellefsen og hansara monnum er setningurin at endurvinna silvurkrónurnar, sum teir hava vunnið tvey tey seinastu árini, hóast tey ikki hava verið mong, sum hava roknað við, at tað skuldi vignast so væl hjá fuglfirðingum, ið heldur ikki í ár verða roknaðir millum teir stinnastu Hóast tað munnu hava verið fá, sum roknaðu við tí, so siga tølini, at tað eru nýggjar tíðir í Fuglafirði. Ofta hava fuglfirðingar ferðast millum tvær tær bestu deildirnar, men soleiðis er tað ikki longur. ÍF fer nú undir sjeynda árið á rað í fremstu røð. So drúgvir hava fuglfirðingar ikki verið út í eitt síðani í sjeyti árunum, tá ið tað vóru seks og sjey lið í deildini, og tá ið ÍF fyri higartil einastu ferð rakk heilt upp á tindin. Tvey tey seinastu árini hevur úrslitið í landskappingini verið silvurmerkini, og í steypakappingini var talan um finalupláss bæði í 2010 og 2011. Góða gongdin hevur borið við sær, at ÍF hevur vunnið royndir í europeisku kappingunum, sum teir aftur í summar fara at royna seg í. At røkka endastøðuni fýra tey seinastu árini er stór avbjóðing, nú skiftingarnar hava verið nógvar. Serliga meint tykist tað at vera, at Jan Ó. Ellingsgaard, sum hevur verið tryggur vinstri vongverji, og álops­spælarin Øssur Dalbúð, eru burturi. Upp­aftur meinari verður tað, um leikluturin hjá Jákupi Mikkelsen ikki verður tann, sum tað hevur verið vónað. Veteranmálverjin og ÍF eru sáttmálabundin, men higartil hava skaðar darvað Jákupi at venja við fullari ferð. Í fjør vístu Albert Ellefsen og Bogi Lervig, at teir megnaðu at fáa nógv burtur­ úr. Aftur í ár brynja teir seg út við einari bland­ing av spælarum, sum eiga heilt nógvar royndir, nakrar í tjúgunum og so nakrar blaðungar, sum bjóða seg til. Umframt Jákup Mikkelsen er Hallgrím G. Hansen málverji, sum í fjør vardi málið, tá ið Jákup ikki var tøkur. Bartal Eliasen og Høgni Zachariasen, sum í fjør var stinnari enn nakrantíð, eru saman við Poul Nolsøe Mikkelsen miðverjar. Leivur Joensen vann í fjør fast pláss á høgra vongverja. Spurningurin er ósvaraður, hvør er besta boðið at vera vongverji í vinstru, men tað kann væl vera, at tað verður Fritleif í Lambanum. Á miðvøllinum eru Karl Løkin og Frank Poulsen komnir aftur, og teir eru saman við Boga Reinert Petersen góð boð upp á sentralu leiklutirnar. Dánjal á Lakjuni er saman við Nenad Saric og Ara Ó. Ellingsgaard evni til leiklutirnar í borð­- unum. Clayton Soares hevur tvey tey seinastu árini umboðað ÍF, og tølini siga, at tað samstarvið hevur riggað væl. Clayton hevur hesi bæði árini skorað 36 mál í lands­ kappingini. Upplagt val á fremsta miðvallar­ plássinum er Kristoffur Jakobsen, sum fyri fyrstu ferð roynir seg í Fuglafirði. Hann kann eisini spæla í borðunum og fremsti maður, um Clayton ikki verður tøkur. Um tað skal eydnast at halda fram við góðu úrslitunum, so er treytin, at unglingar leggjast aftrat, sum eru førir fyri at bera liðið víðari fram. Fólkagrundarlagið er ikki nóg stórt at manna U-18 lið. Sama støðan er í Víkingi, og tí hava feløgini bæði verið saman um at manna lið, har ungir spælarar hava høvi at mennast. Tríggir av hesum venja við besta ÍF liðnum - Pól Magnus Petersen, Arnold Kristiansen og so 16 ára gamla álops­ spælarin Levi Jøkladal, sum hevur víst gott hegni, og sum nú fær fyrsta møguleikan at royna seg millum teir vaksnu. 1 Jákup Mikkelsen 16 Hallgrím G. Hansen 2 Áki Petersen 3 Poul N. Mikkelsen 10 Ari Ó. Ellingsgaard 17 Høgni J. Zachariassen 19 Levi Jøkladal 20 Leivur Joensen 76 Bartal Eliasen 5 Fritleif í Lambanum 6 Karl A. Løkin 8 Bogi R. Petersen 11 Frank H. Poulsen 12 Aleksandar Jovevic ser 14 Pól Magnus Petersen 22 Nenad Saric ser 28 Arnold Kristiansen 7 Dánjal á Lakjuni 9 Kristoffur Jakobsen 18 Clayton Soares bra Venjarar Albert Ellefsen og Bogi Lervig Frágongd: Øssur M. Dalbúð, Jan Ó. Ellingsgaard, Høgni Madsen, Hanus Thorleifsson og Heri H. Nesá Tilgongd: Karl A. Løkin og Kristoffur Jakobsen Meistari (1) 1979 Steypavinnari (0) Ongantíð Greipuvinnari (0) Ongantíð Í bestu deildini (31 ár) 1971-82, 1985, 1988-89, 1993-94, 1996-99, 2004-06, 2008- Í Europa (2) 2011, 2013 ÍF Stovnað 25. mars 1946 Formaður Njál R. Petersen 5 V i t t i p p a