týsdagur 11. mars 2014síða 46
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
fótbóltur 2014
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
Tað sigur Albert Ellefsen, sum væntar at HB vinnur FM,
men at kappingin annars verður tættari enn í fjør. – Tað
verða smálutir, ið koma at avgera um tú blívur nummar
tvey, trý ella nummar átta, sigur ársins venjari 2013
ÍF hevur nú tvey ár upp í slag vunnið
silvur í landskappingini. Fyrst við Flemming
Christensen sum venjara, og í fjør við Alberti
Ellefsen við róðrið. Báðir eru kosnir til ársins
venjara fyri síni avrik.
Samstarvið millum ÍF og Albert Ellefsen
heldur fram í ár. Málið í ár er at halda fast
um silvurheiðursmerki í landskappingini,
meðan kappingin um Løgmanssteypið verður
uppraðfest. So hví ikki fara eftir gullinum í
landskappingini eisini?
– Tað er bara ein meistari í ár. Tað er HB,
sigur Albert Ellefsen, sum sjálvur hevur
drúgvar royndir sum partur av venjara
toyminum hjá HB.
Hóast ÍF hevur havt eitt sindur av frá
gongd, so heldur venjarin hjá ÍF, at tað bara er
Víkingur, sum hevur styrkt seg í kappingini um
heiðursmerkini í landskappingini.
– Einasta liðið, sum eg haldi veruliga hevur
styrkt seg er Víkingur. Teir koma at verða
sterkir í ár, men eitt nú EB/Streymur er áleið
á sama stigi. Har avhongur nógv av Arnbirni
Hansen, sigur Albert Ellefsen, og nevnir eisini
KÍ og AB, sum hava fingið tilgongd.
– Hetta minnir meg eitt sindur um 1999, tá
eg var hjálparvenjari hjá HB. Vit blivu nummar
fýra, men um vit vunnu ein dyst móti KÍ, so
blivu vit meistarar, greiðir Albert frá.
Raðfesta steypakappingina
Albert er ikki í iva um, at kappingin um
heiðursmerkini verður hørð í ár. Styttri
vegurin til luttøku í Evropa er steypa
kappingin. Tí verður nógv lagt fyri í
steypakappingini.
– Vit raðfesta steypakappingina hægst.
Tað er tann stutti vegurin til Evropa, sigur
Albert, sum væntar at tað verða smálutir,
sum avgera hvør fær Evropa pássini í lands
kappingini.
– Eg vænti, at tað verða ikki fleiri enn fimm
stig, sum koma at skilja nummar trý fra
nummar átta. Tí er skjótt at enda longur niðri,
sigur venjari hjá ÍF.
Hann ásannar, at lutakastið í steypakapp
ingini kann blíva avgerandi. Fyribils hevur ÍF
fingið eitt gott lutakast.
Undirmettur hópur
Fleiri høvdu avskrivað ÍF til kappingarárið
í fjør. Umframt fleiri flytingar, so skuldi
Albert Ellefsen eisini taka við eftir Flemming
Christensen, sum júst var kosin til ársins
venjara. Albert var tó væl ílætin til upp
gávuna, og tað var hópurin eisini.
– Eg havi verið venjari í nógv ár og havi
eisini roynt nógv sum spælari sjálvur. So
eg veit hvat skal til. Eg havi eisini verið
hjálparvenjari hjá eitt nú Ion Geolgau og
Krzysztof Popczynski í HB og havi tikið tað
besta frá teimum við mær, sigur Albert
Ellefsen, sum eisini heldur at hópurin hjá ÍF er
undirmettur.
– Eg haldi, at hópurin hjá okkum er undir
mettur. Vit hava fleiri profilar á liðnum, sum
hava nógvar royndir. Teir lata seg ikki ávirka
um tað gongur illa yvir eitt tíðarskeið, sigur
Albert um orsøkina til, at ÍF tvey ár upp í slag
hevur megnað at vunnið silvurheiðursmerki í
landskappingini.
Hann nevnir spælarar sum Jákup
Mikkelsen, Bartal Eliasen, Høgna Zachariasen,
Aleksandar Jovevic, Nenad Saric og Clayton
Soares, sum allir eru yvir 30 ár og hava spælt
fleiri hundrað dystir í bestu deildini.
– Hugburðurin á liðnum er góður. Vit fóru
ongantíð í panikk til venjing mánadag, tí vit
høvdu tapt um vikuskiftið. Somuleiðis haldi
eg, at teir ungu taka við læru, vísur Albert
Ellefsen á.
Millum teirra, sum eru burtur í ár eru
Jan Ó. Ellingsgaard, Høgni Madsen og Øssur
Dalbúð. Felagið hevur fingið tilgongd fyri
Høgna og Øssur, í Karl Løkin og Kristoffur
Jakobsen. Verri er at finna ein avloysara fyri
Jan Ó. Ellingsgaard. Albert hevur millum
annað roynt at seg við Fritleif í Lambanum á
vinstra bakki, meðan ein annar møguleiki er,
at spæla við trimum í verjuni.
– Tað er eisini ein loysn sum vit arbeiðavið.
Vit hava roynt hana í onkrum venjingardysti
og tað hevur roynst væl, sigur Albert
Ellefsen.
Øssur Dalbúð skoraði tólv mál í fjør og
var ein týðandi spælari, men Albert vísur á,
at Kristoffur Jakobsen fyrr hevur skotið fleiri
mál í einum kappingarárið fyri KÍ.
Ongin feria í ár
Stóri skambletturin hjá ÍF í fjør, var tá liðið
luttók í Evropa League móti Linfield úr Noður
írlandi. Fleiri spælarar vóru ikki við, tí teir vóru
í feriu. Tað gjørdist til eitt stór mál, har fleiri
komu við atfinningum mótvegis ÍF. Nevndini
vardi seg við, at hetta var einasti møguleikin
at tiltrekkja so stórar spælarar.
– Eg haldi, at vit við fullari manning kundu
havt fingið eitt betri útgangsstøðið í fyrra
dystinum, sigur Albert, sum einki hevur hoyrt
um feriu í ár.
Hann leggur afturat, at lutakastið spælir
eina stóra leiklut um ÍF kann koma víðari í
Evropa League.
Tað tykist greitt at Albert ikki ætlar sær at
sleppa takinum á silvurkrónuni.
Málið er at halda
fast um silvurkrónuna